Poetiskur gongutúrur ólavsøkudag

Skrevet af Skrivarin
2022-07-01 12:00
Licentia Poetica
Rithøvundafelagið tekur í ár upp aftur táttin at skipa fyri einum poetiskum gongutúri, Licentia Poetica, á ólavsøku, har yrkjarar lesa upp ymsastaðni í miðbýnum.
Gongutúrurin byrjar við upplestri í Bojsensgarði, beint við Gamla bókahandil, ólavsøkudag 29. juli, kl. 15.00, og endar umleið kl. 16.30 í blómugarðinum uttan fyri Hans Andriasar hús, undir Pisuvarða 2, har Rithøvundafelagið dagliga heldur til.
Fullfíggjað skrá við støðum, tíðum og upplesarum verður løgd á heimasíðuna seinni.
Rithøvundafelag Føroya | Undir Pisuvarða 2, FO-100 Tórshavn