Felagiš / Formansfrįgreišingar / Forkvinnufrįgreišing 2016

Forkvinnufrįgreišing 2016

Ársfragreiðingin hjá forkvinnuni í rithøvundafelagnum og frá okkara umboðum umframt ársroknskapurin kann heintast niður sum PDF-fílu her.
 
 
Limir
Felagið hevur 128 limir.

Nevndin
Nevndin hevur síðani síðsta aðalfund javnan havt fundir.
Eftir aðalfundin 2016 skipaði nevndin seg soleiðis:

Vónbjørt Vang, forkvinna
Sissal Kampmann, næstforkvinna
Rói Patursson, skrivari
Bergur Rasmussen, kassameistari
Helle Thede Johansen, nevndarlimur.

Tiltakslimur er: Gitte Klein.

Grannskoðari: Sámal Soll.

Umboð í nevndum og grunnum
Rithøvundafelagið hevur umboð í hesum nevndum og grunnum:

Listafólkasamband Føroya:
Rakel Helmsdal. Varaumboð: Carl Jóhan Jensen.

Fjølrit:
óvirkið

M.A. Jacobsen-nevndin:
Vár í Ólavsstovu

Málráðið:
Kári Leivsson

Norðurlendska bókmentavirðislønin, Føroyska tilmælisnevndin:
Kinna Poulsen, formaður. Bergur Djurhuus Hansen. Tiltakslimur: Marianna Hoydal

Norðurlendska Barna- og ungdómsbókmenta–virðislønin:
Paula Gaard og Tóta Árnadóttir.

Kulturkontakt Nord týðarastuðul:
(undir umlegging)

Norðurlendski barnabókarithøvundafelagsskapurin Regnhlíf:
Marjun S. Kjelnæs og Dánjal Hoydal.

Verkætlanin Listaleypurin:
Elin Brimheim Heinesen. Varaumboð: ??

Bókmentaráð Kringvarpsins:
Gunnar Hoydal og Vónbjørt Vang
Frágreiðingar um virksemið í 2016 í hesum nevndum og grunnum eru løgd við hesi forkvinnufrágreiðing sum fylgiskjøl.

Fæðið eftir Ebbu Hentze
Felagið fekk síðst í august 2015 fráboðan um, at felagið hevði arvað heiðurslim okkara, Ebbu Hentze, sálu. Árið 2015 og langt inní 2016 hevur verið merkt at drúgvum uppruddingararbeiði í húsunum hjá Ebbu í C. Pløyensgøtu og hevur fylt óvanliga nógv í nevndararbeiðnum. Umsíðir kunnu vit siga, at hetta er nú er komið undir land.
 
Formlig avhendingaravtala 
Eftir at nevndin í rúma tíð hevði gjøgnumgingið allar ognar, sum RIT hevði arvað frá Ebbu Hentze, varð avtala gjørd við Føroya Landsbókasavn um at taka bøkur, skjøl, brøv, handrit o.a. eftir Ebbu Hentze í varðveitslu. 3. mai, 2016 var formlig avhendingaravtala undirskrivað millum RIT og Føroya Landsbókasavn.

Landsbókasavnið hevur skilt tilfarið og savnað tað í goymslueskjur, sum mett var varðveitingarvert. Burtursæð frá privatum brøvum, verður atgongd til at lesa/síggja alt tilfarið í savninum á staðnum, t.e. bøkur, skjøl, handrit, myndir o.tl. Tilfarið kann bara brúkast til egna nýtslu sambært vanligu nýtslutreytunum hjá Landsbókasavninum.

Øll privatbrøv í savninum verða goymd fyri almenninginum í 40 ár frá 20. maj 2015 at rokna, tá Ebba Hentze andaðist. Landsbókasavnið og Rithøvundafelagið kunnu í felag og í serligum førum, t.d. til granskingarendamál, loyva atgongd til hetta tilfarið við teimum treytum, at tilfarið verður víst til kunningar, og at týðandi persónlig viðurskifti ella upplýsingar ikki verða flutt víðari.

Deyðsbúgvið eftir Ebbu Hentze
3. februar 2017 varð deyðsbúgvið eftir Ebbu Hentze fyri í skiftirættinum. Tá samanum kom, hevði RIT arvað eina peningapphædd uppá 192.859,54 kr. Hesin peningur er settur á serstaka konto og eftir ynski frá Ebbu skal peningurin nýtast til ungar rithøvundar, sum hava sýnt serligar gávur. Nevndin fer í næstum at arbeiða við at ganga ynskjum hennara á møti.

Uppboðsøla av listaverkum
Upprunaliga vóru allar myndir og listaverk, sum Ebba Hentze átti, testamenterað til Listasavn Føroya. Listasavn Føroya segði arvin frá sær, sum síðani fall Rithøvundafelag Føroya í lut sum arvingur í búnum.

Av tí at RIT ongan møguleika hevði at varðveiti hesi listaverk varð avgjørt at selja verkini á uppboðsølu. Uppboðsølan fór fram leygardagin 25. mars 2017, kl. 14 í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu. Talan er um verk eftir eitt nú William Heinesen, Torbjørn Olsen, Janus Kamban, Ingálv av Reyni, Zakarias Heinesen og fleiri. Útvið 60 verk vóru sett til sølu.

Innkomni peningurin fer á konto, til frama fyri ungar rithøvundar, eftir ynski frá Ebbu Hentze. Uppboðshaldari var Bjørn á Heygum, advokatur.

Limir ogna sær bøkur
4. november bjóðaði RIT limum sínum inn á Gamla Bátasavnið (Náttúrugripasavnið), har tey, ið møtt vóru, høvdu møguleika at ogna sær eina ella fleiri bøkur úr tí sum eftir var av bókasavninum hjá Ebbu Hentze, sálu.

Talan var um útvið 4.000 bøkur, sum eftir vóru, aftaná at Føroya Landsbókasavn hevði tikið alt tað í varðveitslu, sum mett var vert at goyma. Restin av bókunum lat Landsbókasavnið aftur til RIT og skuldu tær antin latast limum felagsins ella burturbeinast.

Tiltakið var væl eydnað. Restin av bókunum vórðu lætnar Reyða krossi.
 
RIT-salon
Nevndin er farna árið farin undir at skipa fyri regluligum limatiltøkum, sum ætlandi skulu vera 3-4 ferðir árliga. Talan er um limatiltøk, har evnir, ið viðkoma føroyskum høvundum eru á breddanum og har limir felagsins kunnu koma til orðanna og koma við sínum íkasti til, hvussu farast skal fram.

Fyrsta tiltak varð hildið á Føroya Landsbókasavni, hósdagin 16. mars, 2017. Evnið var bókasavnsgjald, sum Føroya Landsbókasavn umsitur.

Sámal T. Johansen greiddi okkum frá verandi lóggávu og mannagongdum í sambandi við útrokning av bókasavnsgjaldi. Aftaná fingu vit høvi at seta spurningar og annars at kjakast. Tosað varð um avbjóðingarnar við verandi mannagongdum og góð hugskot til broytingar vórðu borin fram.

Nevndin takkar fyri tykkara íkast og fer nú at arbeiða víðari við spurninginum um bókasavnsgjaldið, sum ávís ónøgd er um millum limir okkara. Nevndin hevur í næstum fingið fund í lag við mentamálaráðharran, Rigmor Dam, um júst hetta evni.

Næsta RIT-salón er sett á skrá 27. apríl 2017 kl. 16-18. Evnið er forlagssáttmálar. Hvat er ein góður sáttmáli? Hvat skal hann innihalda og hvørji krøv kann eg sum høvundi seta til sáttmálar?

Ætlanin er at fáa nakrar frymlar, sum limir okkara kunnu nýta sum grundarlag fyri sáttmálum við útgevarar, tá ið tey skulu geva út. Ella ið hvussu er at fáa reist spurningin limanna millum, um ynskiligt er, at vit hava “standard” fyrimyndir, tá tað snýr seg um útgávuvirksemi? Tiltakið verður nærri lýst seinni.

Upphavsrættindi
Nýggj lóg um upphavsrættindi kom í gildi 30. apríl 2015. Síðan tá hevur Fjølrit ligið óvirkið. Enn mangla vit at fáa ein góðkendan upphavsrættarligan felagsskap, sum kann hava útgjald av upphavsrættarpeningi til listafólk um hendi.

Enn verður kjakast um hvørja loysn er best at hava. Um man møguliga skal velja ein felagsskap sum t.d. Copydan at umsita ella um og hvussu Fjølrit kann endurstovnast á besta hátt í mun til galdandi lóggavu.

Listasamband Føroya skipaði í november 2016 fyri fundi. Martin Næs og onnur høvdu framløgu um lóg um og støðuna hjá Fjølrit. Kunningin var tó ikki nóg fjøltáttað og greið til at fólk kundu taka støðu til hvat nú skuldi gerast.

Avgjørt var, at LISA skuldi skipa fyri einum tiltaki, har umboð fyri Fjølrit og til dømis CopyDan kundu greiða frá, hvat teirra loysn hevur við sær. Hetta er tó ikki komið í lag enn og hevur nevndin í RIT vent sær til Copydan, sum sendir umboð til Føroyar at greiða okkum frá um felagsskapin.

Umframt hetta hevur nevndin fingið fund í lag við Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, um upphavsrættarligu støðuna. Fundurin fer eisini at snúgva seg um onnur átrokandi mál, sum beinleiðis eru tengd at Mentamálaráðnum (t.e. Bókasavnsgjald, gjald fyri rithøvundavitjanir á skúlum, viðurlag fyri nýtslu av upphavsrættarliga vardum tilfari í próvtøkutilfari og í tekstasøvnum).
 
Kringvarpssáttmálin
Sáttmálin millum Kvf og RIT frá 2012, um samsýning fyri rættindi at senda upphavsrættarliga vart tilfar hjá føroyskum rithøvundum og týðarum, verður í løtuni endurskoðaður. Fundur hevur verið við Kringvarpið og í næstum orða vit nýggjan sáttmála, sum er meiri rættvísur í mun til útgjalding. Miðað verður eftir at fara aftur til minuttgjald.

Sum nú er hevur RIT tikið sær av útgjalding av kringvarpspeningi til rithøvundar. Hetta arbeiði heldur fram inntil ein lóggildur rættindahavarafelagsskapur verður settur á stovn í mun til galdandi lóg.

Faroese Music Awards
FMA vendi sær til nevndina í felagnum um at kjósa ársins sangtekst. Sissal Kampmann og Vónbjørt Vang átóku sær hesa uppgávu og fall valið á sangin Verð min eftir Marjuna Syderbø Kjælnes, sum er á fløguni hjá Eivør In the Heart of a Selkie. Virðislønin varð handað Marjuni í Norðurlandahúsinum til stóra FMA tiltakið 11. mars 2017.

Transpoesie 2017
Aftur í ár hevur Sendistovan í Brússel heitt á RIT um at finna ein føroyskan rithøvund at umboða Føroyar til árliga Transpoesie-átakið, ið varpar ljós á yrkingar og mál við at geva yrkjarum úr øllum Evropa møguleika at sýna fram yrkingar fyri almenninginum á teirra móðurmáli, samstundis sum tær eru týddar til franskt og hollendskt, umframt enskt.

Í ár heitti RIT á Oddfríð Marna Rasmussen um at luttaka, sum tók av. Transpoesie verður í september 2017.

Licentia Poetica
Sum undanfarin ár varð eisini skipað fyri Licentia Poetica á Ólavsøku, saman við bókmentatíðarritinum Vencil, Føroya Háskúla, Steinprenti og Gamla Bókahandli, har yrkjarar lósu upp ymsastaðir í býnum. Í ár var lisið upp á Háskúlanum, í Steinprent, í Bojsensgarði og endað var á Býarbókasavninum.
Bókadagurin 2016

Leikluturin hjá RIT í samband við árligu bókadagarnar í NLH í november, hevur seinastu árini verið minkandi. Hetta tí at NLH hevur tikið um endan og skapt ein veruligan bókmentafestival, sum krevur meir tíð og orka til fyriskipan enn orka er til í felagnum. Seinastu árini hevur Inger Smærup Sørensen, verkætlanarleiðari hjá NLH, við hepnari hond staðið fyri fyriskipan av bókadøgunum.
 
 
Gunnar Hoydal heiðurslimur
Rithøvundafelagið heiðraði á Bókadøgum 2016 ein teirra, sum hevur havt serliga stóran týdning fyri føroysk listafólk og ikki minst fyri rithøvundar.

Gunnar Hoydal var á degnum heiðraður við røðu og var av felagnum samstundis kosin heiðurslimur felgsins. Orsøkin til at nevndin í Rithøvundafelagi Føroya samtykti, at tilnevna Gunnar til heiðurslim, var á vakran hátt avdúkað í røðu, sum Helle Thede Johansen helt til hátíðarløtuna.

Í røðuni var dentur lagdur á hvussu Gunnar, stillisliga og uttan hóvasták, á sín sermerkta hátt hevur gjørt óvanliga stóran mun í føroyskari list og føroyskum skaldskapi. Bæði við sínum serstaka lýsandi og myndaríka máli í bókum og songtekstum, við sínum ídna virki fyri rættindum hjá listafólkum, fyri sína slóðbrótandi íverksetan av felagsskapum listafólkum at gagni og fyri sítt ídna virki fyri føroyskar rithøvundar. Millum annað sat hann heili 11 ár sum formaður fyri Rithøvundafelagið. Gunnar átti eisini hugskotið og var við at seta á stovn: Listasamband Føroya

Grønlendskt, samiskt og føroyskt rithøvundafelagssamstarv um yrkisbókmentir
Samstarv er fingið í lag millum grønlendska, samiska og Føroyska rithøvundafelagið um at samstarva um yrkisbókmentir. Samstarvið var fingið í lag á Nordisk Faglitterærforeningers seminar, sum varð hildið í døgunum 27.-30. september i Nuuk, har umboð frá øllum trimum londum vóru umboðað.

Malan Marnerdóttir, sum varð í Nuuk um hetta mundi, umboðaði Rithøvundafelagið. Samstarvið heldur fram og Malan hevur játtað at halda áfram sum umboð. Í stuttum snýr samstarvið seg um at tosa um og lýsa felags avbjóðingar, sum eyðkennir hesi trý málsøkir og at koma við uppskotum til loysnir. Næsti fundur verður í Keypmannahavn.

Biskops Arnø
Aftur í ár hava vit havt møguleika at senda ein rithøvund á debutantskeið á Biskops Arnø, og valdi nevndin at bjóða Onnu Maluni Jógvansdóttir at luttaka. Skeiðið verður 5. – 9. juni 2017.
 
Fyrsitingarligar uppgávur útveittar
Á eykaaðalfundi felagsins, 30. mai 2016, var eitt av málunum, virksemi felagsins. Limir og nevnd vóru samd um, at Rithøvundafelagið má gerast meira sjónligt og nevndin má arbeiða meira “pro-aktivt”. Tað er tó frammanundan torført at fáa fólk, ið ólønt vilja nýta stundir og orku av sínari frítíð uppá felagsarbeiði, at stilla upp tá ið nevndarval er. Sum er, krevur dagligi raksturin nóg mikið av nevndina.

Við grundarlagi í hesum varð tí avgjørt, at dagligu fyrisitingarligu uppgávurnar skuldu útveitast til eitt fólk, sum verður lønt fyri hetta arbeiði. Fólkið skal taka sær av samskiftinum (svara teldupostum, dagføra heimasíðu osfr.), dagføra limalistar, gera roknskap og líknandi fyrisitingarligar uppgávur.

Við at gera tílíka útveiting, verður samstundis tryggjað ein støðug og framhaldandi fyrisiting av felagnum, sum ikki er tengd at útskiftingum í nevndarsessunum. Tað, at nevndin verður loyst frá fyrisitingarligum uppgávum, førir við sær, at hon ístaðin kann savna orkuna um at arbeiða fyri at betra um korini umframt at skipa fyri tiltøkum, limunum at gagni.

Fyri at henda loysn fíggjarliga skal bera til, var neyðugt at hækka limagjaldið. Í mong ár hevur limagjaldið verið 300 kr. um árið. Eykaaðalfundurin avgjørdi við atkvøðugreiðslu at hækka limagjaldið frá 1. januar 2016 at rokna, upp í 500 kr. um árið.

Við hesi hækking vil felagið vónandi fáa eina inntøku, sum kann nýtast til at rinda fyri fyrisiting, samstundis sum peningur er eftir til tiltøk, fundir og annað.

Við grundarlag í hesum gjørdi nevndin 1. september 2016 avtalu við Kristiansborg, V/Helle Thede Johansen, um at átaka sær fyrisitingaruppgávuna. Mett verður at í miðal verður talan um 3 tímar um vikuna og felagið skal sjálvsagt einans rinda fyri nýtta tíð.

Nevndin sær nú við nýggjari orku fram til at arbeiða við teimum avbjóðingum, sum limir felagsins stríðast við og vónandi síggjast úrslit longu í ár.

Ebbuhús
Sum er, hevur Rithøvundafelagið einki høli og er tørvurin tí stórur á høli til varðveitslu av ymiskum tilfari, skrivstovuútgerð, dagligt virksemi, fundir og tiltøk. Arvagóðsið eftir Ebbu hentze, sum RIT arvaði, er nú goymt burtur í kjallarum og goymslurúmum hjá nevndarlimunum í Vestmanna, Hoyvík og Havn. Rithøvundafelag Føroya hevur sostatt stóran tørv á at finna høli, sum kunnu nýtast til dagligt virksemi, men eisini til at vísa fram lutirnar hjá Ebbu Hentze.

Okkara dreymur er at fáa innivist í einum húsum, har pláss er fyri skrivstovu, fundar- og skeiðvirksemi, men eisini fyri ein kafé - einari listafólkastovu, har rithøvundar og onnur listafólk, kunnu koma saman at tosa um teirra yrki, yvir ein kaffimunn, úr einum koppi hjá Ebbu.

Við jøvnum millumbilum skulu ymisk evni av týdningi fyri listafólk takast upp. Rúm skal vera fyri ymiskum áskoðanum, hugskotum og mentanum við tí endamál at menna okkum sum listafólk.

Í húsininum skal eisini vera pláss fyri at føroysk og útlendsk listafólk kunnu leiga seg inn í styttri ella longri tíðarskeið, við tí endamáli, at savna seg um sítt skapandi listayrki.

Við at lata upp fyri útlendskum listafólki at koma higar, fáa føroysk listafólk íblástur útifrá men eisini borgarnir í Tórshavnar Kommunu kunnu fáa innlit og økta vitan um list og mentan úr øðrum londum.

Harafturat skal nevnast, at við at kunnu vísa á at vit hava listabýli í Tórshavn verður opnað upp fyri fleiri møguleikum hjá okkara listafólkum, at fáa innivist í útlendskum listabýlum. Til ber at gera avtalur við aðrar felagsskapir um listabýli.

Nevnast kann at KulturKontaktNord veitir Residens-stuðul, sum fer til at rinda ferðaseðil og partvís uppihald fyri listafólk. Hetta opnar fyri møguleikanum at vit kunnu velja út og gera av, hvønn vit ynskja at bjóða henda vegin.

RIT er saman við Listasambandinum í dialogi við Tórshavnar kommununa um at útvega eini slík hús.

Syðrugøta, 24. mars 2017

Vónbjørt Vang, forkvinna
Rithųvundafelag Fųroya | Undir Pisuvarša 2, FO-100 Tórshavn