Sáttmáli millum Rithøvundafelag Føroya og Útvarp Føroya
Grein 1.
Stk. 1. Fyri rætt til at senda ritverk, sum limir í Rithøvundafelag Føroya hava upphavsrætt til, rindar Útvarp Føroya tey í skjali 1 ásettu gjørd fyri upphavsrætt. Óprentað tilfar er at skilja sum tilfar, ið ikki er á prenti ella er almannakunngjørt á annan hátt.
Stk. 2. Fyri endursendingar innan eina viku verður onki goldið. Fyri endursendingar eftir eina viku, verður goldið fult gjald.
Stk. 3. Fyri yrkingar verður altíð goldið fyri í minsta lagi tevir min.
Stk. 4. Søgur, sum eru longri enn 60 min., verða roknaðar sum skaldsøgur.
Stk. 5. Fyri innspælingar, sum eru ella hava verið til keyps, verður latið hálvt gjald.
Stk. 6. Gjøldini í hesum sáttmála eru at skilja sum minstugjøld, og útvarpið og limir í rithøvundafelagnum kunnu gera avtalu um hægri gjøld.
Stk. 7. Útvarpið skal í seinasta lagi ein mánað eftir sendidagin rinda rithøvundanum samsýning eftir hesum sáttmála. Samstundis skal útvarpið lata rithøvundanum skrivliga avrokning, sum vísir, nær verkið er sent, hvussu long sendingin var, og hvat minuttgjaldið er.
Stk. 8. Flytur høvundur sjálvur fram evni, sum hann hevur skrivað ella týtt, skal hann umframt samsýning eftir hesum sáttmála, eisini hava samsýning fyri framførsluna.
Grein 2.
Stk. 1. Tá onnur avtala ikki er gjørd, útvegar útvarpið sær rættindi til at nýta verk hjá útlendskum rithøvundum og rindar gjald fyri upphavsrættindini.
Stk. 2. Fyri verk, sum limir í Rithøvundafelagi Føroya skriva á útlendskum máli, útvegar útvarpið sær rættindi og ger avtalu um gjald.
Grein 3.
Stk. 1. Fyri upplestur í sambandi við bókaummæli verður onki gjald latið høvundanum.
Stk. 2. Er avtal gjørd við rithøvundafelagið ella lim í felagnum um at senda ritverk, sum ikki er á prenti ella á annan hátt almannakunngjørt, er ikki loyvt at prenta ella almannakunngera verkið uttan við loyvi frá útvarpinum, fyrr enn tað er sent í Útvarpi Føroya.
Er verkið ikki sent í Útvarpi Føroya tríggjar mánaðir eftir, at tað er latið inn, kann høvundurin/týðarin almannakunngera tað á øðrum staði.
Grein 4.
Stk. 1. Útvarp Føroya hevur eftir hesum sáttmála rætt til at senda øll ritverk hjá limum Føroya Rithøvundafelags, uttan at biðja um loyvi til tess.
Stk. 2. Hvør einstakur limur kann nokta, at verk, ið hann hevur upphavsrættin til, verða send, men tá skal viðkomandi skrivliga boða Útvarpi Føroya frá hesum.
Grein 5.
Hesin sáttmáli kemur í gildi 1. august 1993, og er galdandi í 6 mánaðir eftir, at annar parturin hevur sagt hann upp at fara úr gildi. Báðir partar kunnu tó, uttan at siga sáttmálan upp, biðja um tingingar sum broytingar í gjøldunum, sum eru ásett í skjali 1. Í seinasta lagi 14 dagar eftir, at annar parturin hevur sagt sáttmálan upp ella biðið um tingingar um broytingar í gjøldunum, verður farið undir samráðingar.
Tórshavn 22. juli 1993
Rithøvundafelag Føroya Útvarp Føroya