|
|
|
|
Limir - yvirlit dagført juli 2022 |
|
|
|
|
á Brekku, Ludvík Formaður í Rithøvundafelagnum Tlf.: 311581 / 250123 Hann fæst millum annað við at tekna, mála, skriva og yrkja.
Í 2008 útgav Ludvík á Brekku yrkingarsavnið Sálarføði, og í 2009 Svartir Svanar.
Í løtuni tekur hann B.F.A. á Listaháskóli Íslands. á Geilini, Jógvan Edmund Tlf.: 257802 Útgávur:
Dunnuungin Pu 2006
Haruungan Nelus 2018 á Løgmansbø, Jónley Tlf.: 333848 Eg eri fødd 9/2-1976 í Tórshavn, og uppvaksin í Miðvági. Eri fødd við arvaligu lungnasjúkuni systiskari fibrosu. Eri elst av fýra systkjum. Systkin míni eru Birita, Torgunn og Ingmar. Foreldur míni eru Trygvør á Løgmansbø, fødd Nattestad, og Valdemar á Løgmansbø. 10/12-2000 átti eg sonin Robert Eyðun Róðinsson á Lofti, ið er tað dýrabarasta, eg eigi.
Tók í 1996 málsligt studentsprógv úr Hoydølum. Mítt liv hevur verið, og er framvegis, rættiliga merkt av sjúku, og tí sleptst ikki undan at greiða frá, hvør eg eri, uttan at nevna eitt sindur um tað her. Stutt eftir lokið studentsprógv hevði sjúkan gjørt so nógv um seg í likami mínum, at eg 22/12-1997 fekk eina dupulta lungnatransplantatión. Fyri meg var hetta sum at fáa lívið aftur, og eg kundi nú so spakuliga byrja at leggja nýggjar framtíðarætlanir. Í 1999 byrjaði eg á Føroya Læraraskúla, og eri nú útbúgvin lærari.
Mær hevur alt tað, eg minnist, dámt sera væl at spælt mær við orð. Fyri meg er tað at yrkja at lata hugflogið fara á flog, at hugsa, at droyma. Tá eg yrki eri eg frí, kenslurnar innan í mær gerast so sterkar, at pennurin tekur valdið, og sálin mín fer á dreymaferð, og eg kann tosa tað málið, ið kemur innan úr hjartanum.
Útgávur
Havi givið út hesi yrkingarsøvn:
Á Dreymaferð, 1999.
Fløktir føtur, 2002.
á Løgmansbø, Valdemar Tlf.: 333048 Føddur 23/9-52 uppi á loftinum hjá ommu og abba í Eirikstoft í Miðvági, har eg við Eirikstoftir og sandin traðkaði mínar barnaskógvar.
Foreldur: John á Løgmansbø úr Miðvági, og Johild á Løgmansbø, f. Hansen, úr Sørvági. Pápi forlisti við Sjeystjørnuni í 1973, tá eg var 20 ára gamal.
Omman og abbin í faðirætt vóru Nicolina Johannesen, ættað av Danganum í Sørvági, og Tummas Jacob Johannesen úr Miðvági. Omman og abbin í móðurætt vóru Valdina Hansen úr Sørvági og Hans Hansen úr Funningi.
Eg fór sum 13 ára gamal við pápa at rógva út frá Eggersøe á Kappanum. Tá eg seks mánaðar seinni kom heim aftur úr Grønlandi, arbeiddi eg nakrar mánaðar hjá kommununi í Miðvági. Fór síðan á realskúlan á Giljanesi. Stakk eftir páskaroyndina av yvir til Grønlands við línubátinum Varberg, har eg var næstu 10 mánaðirnar. Síðan fór eg í 1969 við Ólavi Halga yvir til New Foundland.
Summarið 1969 fór eg í læru í Sandavági sum bygningssnikkari, og varð útlærdur í 1973. Havi síðan 1973 arbeitt sum snikkarameistari.
Varð í 1975 giftur við Trygvør á Løgmansbø, f. Nattestad, dóttir Torgrím og Innu Nattestad, og eiga vit fýra børn. Jónley, f. 9/2-76, Biritu, f. 25/5-78, Torgunn, f. 9/3-89 og Ingmar, f. 15/1-93.
Ítriv ella lívsstarv: Fótbólturin hevur bæði verið eitt ítriv og eitt lívsstarv hjá mær líka síðan eg sum 15 ára gamal spældi fyrstu ferð í vaksnamannadeildini hjá MB. Havi spælt fótbólt frá 1967 - 1998 í miðaldeild, aðru, fyrstu, fjórðu og fimtu deild.
Harafturat havi eg dømt frá 1972-1992.
Tónleikurin: Eg havi spælt gittara síðan eg var seks ára gamal, tá fyrsti gittarin kom í húsið. Havi síðan 12 ára aldur spælt við ymiskum orkestrum, eitt nú kjallaraorkestrum, Faroes, Teenagers og at enda Skuggum, ið vit beiggjarnir í 1991 stovnaðu. Skuggar góvust at spæla í 1996, tá trummusláarin og systirsonur mín, Frans Johansen, doyði í eini ferðsluvanlukku, 20 ára gamal. Tó spæla vit enn til ymiskt tiltøk.
Pennurin: Havi skrivað stóran part av lívi mínum. Skrivingin fyllir ógvuliga nógv hjá mær, og kundi, um tíð og orka var til tess, fylt nógv meira.
Útgávur
Bondini Sjómanssangir 1 og 2 hjá Harry Birtulíð, 1992 og 1993.
Hvat er millum teg og meg, 1994.
Løg og tekstir á fløguni Innkast, 1996.
Yrkingasavnið Bátsbeinabjølgur brunnin, 2000.
Yrkingasavnið Spegilsmyndir, 2007.
Harafturat ymiskar stakútgávur.
á Rógvi, Elin Absalonsen, Absalon Tlf.: 319787 Absalon Absalonsen er føddur í Vági 20.juli í 1939, har hann vaks upp og búði, til hann flutti til Havnar í 1996.
Foreldur hansara vóru Marius Absalonsen ættaður av Viðareiði og Frida fødd Mikkelsen ættað úr Vági.
Absalon tók premilinerprógv í Vágs skúla á vári 1955 og fór til skips sama summarið.
Í 1961 tók hann skiparaprógv í Havn og hevur síðani siglt sum yvirmaður, mestu tíðina sum skipari, til hann gavst á sjónum í september 2006.
Hann var við fiskiskipum til 1997 og átti sjálvur skip í umleið 10 ár, hann førdi trolarar í Grønlandi í umleið 12 ár. Seinastu 9 árini á sjónum hevur hann ført skip í frálandavinnu.
Útgávur
Í 2000 umsetti Absalon bóklingin George Müller, sum forlagið Leirkerið gav út.
Á forlagnum Løkur Lítli, sum Absalon sjálvur eigur, hevur hann givið út fylgjandi rit, ið hann sjálvur hevur skrivað.
2000 Yrkingasavnið Løkur Lítli
2004 Skaldsøguna Hjálpt úr neyð
2005 Skaldsøguna Sornhúsfólkini (framhald av Hjálpt úr neyð)
2006 Ævisøguna Jóan Petur hjá Mouritsi
2008 Umsett og givið út dokumentarsøguna Ein minnilig nátt - søgan um Titanic - eftir Walter Lord
Grein: ”Uppreisn Harrans Jesusar, raðfylgjan av hendingum” í Skáanum í Dimmalætting 23. mars 2002
2016: "Hugleiðingar og Staðfestingar" - Um fólk og tilburðir í Nýggja Testamenti. "Leirkerið" gav út
2016: "Stóra turkaránið í Vestmannaoyggjum" umsett úr donskum . Danska heitið : "Barariet tur - retur" eftir Jens Riise Kristensen. Í føroysku útgávuni er eitt ískoyti um turkaráni í Hvalba í 1629. "Sprotin gav út" Andreasen, Daniella Louisa Andreasen, Poul Tlf.: 315854 Hann er føddur í Vági 5. juni 1947.
Foreldrini vóru: Óli J. E. Andreasen úr Vági og Alma S., f. Jacobsen úr Sørvági. Poul er giftur við Hannu S. Absalonsen úr Vági, foreldur hennara vóru: Marius Absalonsen av Viðareiði og Frida, f. Mikkelsen úr Vági. Tey eiga børnini: Annfríð og Hanus.
Poul gekk í skúla í heimbygdini og tók realprógv í 1964. Var til skips og arbeiddi á landi í Íslandi eina tíð, fór síðani til Havnar á studentaskúla og tók prógv í 1968. Fór síðani til Danmarkar at lesa løgfrøði og tók 1. part í 1970. Var til skips og arbeiddi sum læraravikarur í nøkur ár, arbeiddi í bók-haldinum hjá Havnar Timburhandli í nøkur ár. Poul hevur tikið prógv frá Niels Brock-handilsskúlanum í Keypmannahavn og merkonomprógv í roknskapi frá Handilsskúlanum í Havn. Síðani 1987 hevur hann starvast á Líkningarráðnum, nú Toll- og skattstovu Føroya, Stýrinum.
Útgávur
Poul hevur áhuga fyri siðsøgu og persón- og lokalsøgu. Hann hevur skrivað bøkurnar:
„Úr Vágs søgu“ í 1977.
„Garðahandilin 125 ár“ í 1985.
„Johanna TG 326“ í 1988.
„Suðuroyar Sparikassi 50 ára minnisrit“ í 1993.
„Elektrisitetverkið í Botni, elektrisitet í 75 ár“ í 1996.
„Vágs kommuna 1873-1929“ í 2000.
„Vágs kommuna 1930-1972“ í 2003.
Hann hevur ritstjórnað (sjálvur og saman við øðrum) bløðum við lokalsøguligum innihaldi:
„Blaðið hjá Vágs sóknar fornminnissavni“ í 1994.
„Tórshavn – meir enn ein høvuðsstaður“ í 1995.
„Aldamót – blaðið hjá Nýggjársnevndini í Vági“ í 1999.
Í 1998 gav hann út:
„Suðuroyar kirkjubók 1745-1816“.
Í 1989 skrivaði og ritstjórnaði hann saman við øðrum bøkurnar:
„Føroya Fólkaháskúli 1899-1989“.
„Ítróttasamband Føroya 50 ár“.
Poul hevur verið ritstjóri Varðans síðani 1987.
Andreasen, Sólgerð Tlf.: 422361 Læraraprógv á Føroya Læraraskúla Tórshavn 2001.
Lærari í Norðskála – Oyrar skúla 2001-2002.
Avloysari fyri lærara í Skála skúla 2002 aug. til jan. 2003.
Føroya Skúlabókagrunnur 2003, skriva náttúru og tøkni ½ ár.
Mentamálaráðið, skriva heima hálva tíð í eitt ár 2003-2004.
Norðskála Oyrar skúli 2004 - 2006 serundirvísing.
Arbeitt við við bókaútgávu, FSB 2003-2005
Í Spaniu og skriva tveir mánaðar nov. okt. 2006.
Vikartímar í des. 2006 og skrivi- og lesiskeið jan. 1997 Norðskála Oyrar skúli.
Í Spaniu og skriva tríggjar mánaðar feb.-apríl 2007 + serundirvísing Norðskála Oyrar skúli
Lærari á bústovninum Slóðini 2007-2008 + vikartímar í Norðskála Oyrar skúla, serundirvísing 2008.
Arbeitt við bókaútgávu privat, stovna egið forlag Sp/f SANSAN 2008.
Vikartímar í Norðskála-Oyrar skúla 2009 og arb. á Slóðini
Gjørt ávíst arb. fyri MMR 2008-2009
Lærari umborð á M/S Anniku, sum er skúlaskip fyri næmingar við trupulleikum.
Skriva bøkurnar::
1. Berføtt ígjøgnum ælabogans litir og læraravegleiðing 2002. (skriva og tekna myndir) Útg. Sprotin
2. Plantur og dýr í fjøruni. 2005 (skriva og tekna nakrar myndir) Útg. FSG
3. Náttúra og tøkni Lærarabók 2005 (skriva og tekna myndir) Útg. FSG
4. Náttúra og tøkni Arbeiðsók 2005 (skriva og tekna myndir) Útg.FSG
5. Náttúra og tøkni 3 høvuðsbók 2006 (skriva og Óli P. tekna myndir) Útg.FSG
6. Knassi og Rokkarin 2008 (skriva og Martin Thórgarð tekna myndir) Útg. Sp/f SANSAN
Skrivi og tekni myndir til nýtt arbeiðshefti í Náttúru og tøkni 2. FBG 2008-2009 Útg.FSG
Bók um búseting á Oyrarbakka 1924-1936 er á veg, nógv kanningararbeiði verður gjørt.
Andreassen, Eyðun Tlf.: 316528 Føddur 27. februar 1945 í Skúvoy.
Foreldur: Petur Andreassen av Velbastað, lærari og rithøvundur (1906-87) og Elisabeth f. Kamban úr Havn, lærari (1908-1985). Giftur við Astri Luihn f. 30.3.49 úr Oslo. Dóttir: Maria f.20.10.1984.
Útbúgving og skúlagongd: Nýmálsligt studentsprógv úr Hoydølum 1964. Hægri Handilsskúlaprógv (HH) 1966. Cand. mag. í fólkaminnisfrøði, etnologi og søgu 974. Mag. art. í fólkaminnisfrøði 1976 á universitetinum í Oslo. Dr. phil. 1992 við universitetið í Keypmannahavn.
Arbeiði: Lærari í fólkaskúlanum, arbeiddi á handilsvirki í Havn, o.a.m. Í Útvarpi Føroya (tveir til tríggjar mánaðir um árið 1969-1976) og á myndablaðnum Magn (1978-79). 1977-78 adjunktur við universitetið í Keypmannahavn. 1979-81 stipendiatur hjá Statens Samfundsvidenskabelige Forskningsråd í Keypmannahavn, skjalavørður á Landsskjalasavninum til 1988, lektari á Fróðskaparsetri Føroya 1988-1994. Síðani tá professari sama stað.
Nevndir. Hevur verið næstformaður og formaður í Fróðskaparfelag Føroya. Nevndarlimur í Dansk-Færøsk Kulturfond í 12 ár. Nevndarlimur í Rithøvundafelag Føroya í eitt ár. Er limur í Nordisk Forskningspolitisk Raad og Formaður í Granskingarráðnum síðan 1999.
Útgávur
Bøkur:
Úr søgn og søgu, Føroya Skúlabókagrunnur 1986.
Fjernsyn på Færøerne, Tórshavn 1981.
Folkelig offentlighed. En undersøgelse af kulturelle former på Færøerne i 100 år. Doktararitgerð. Museum Tusculanums forlag, København 1992.
Føroyskur dansur – ein stutt lýsing. Tungulist. Tórshavn 1996.
Traðarbókin. Kvæðabókin hjá Tróndi á Trøð. Tungulist. Tórshavn 1999.
Greinir og partar uppi í bókum. Havi skrivað eina nøgd av greinum um mentanarlig evni. M. a. í tíðarritum sum:
Tradisjon (Oslo).
Sumlen (Stockholm).
Arv (Stockholm).
Politica (Århus).
Nord Nytt (København).
Skúlablaðnum (Tórshavn).
Brá (Tórshavn).
Norðurlandahúsinum í Føroyum (Tórshavn).
Kulturkontakt (Alta).
Fróðskaparritum og í ymsum bókum, t.d. Folklore och nationsbyggande i Norden (Åbo 1979).
Rekkedanse-Linjedanser (Stockholm 1979).
Nordatlantiske foredrag (Tórshavn 1991).
Gammaldans i Norden (Stockholm).
Frændafundi (Reykjavík 1993).
Encyclopädie des Märschens (Freiburg).
Pertti J. Antonen (red.): Making Europe in Nordic Contexts. NIF. Turku 1996.
Torunn Selberg (red.): Nostalgiogsensationer. Folkloristisk perspektiv på mediekulturen. Åbo 1995.
Ritsstjórnarvirki. Í blaðstjórnini á BRÁ (1981-1992).
Petur Andreassen: Skúvoyar søga I-II (ritstjórnað og givið út saman við Hanusi Andreassen og Ólavi Clementsen).
Mortan Nolsøe: Kvæðagreinir, Føroyamálsdeildin, Fróðskaparsetur Føroya, Tórshavn 1988.
Fróðskaparrit nr. 42, 1994, fyrilestrar av kvæðaráðstevnuni heima á Sandi. Ritstjórnað saman við Rannveig Winther.
Ritstjórnarvirki:
Visions and Identities. Proceedings of the 24th. International Ballad Conference of the Kommission für Volksdichtung (Société Internationald d´Ethnology et de Folklore). Fyrilestrar og framløgur á altjóða kvæðaráðstevnu í Tórshavn á sumri 1994. Tungulist. Tórshavn 1996.
Týðingar:
Einar 15-20 útvarpsleikir, sum hava verið sendir í Útvarpi Føroya.
Sjónleikurin Mítt vár í heyst eftir Odd Selmer. Framførdur á Strondum og á Tvøroyri.
Danny á fuglaveiði eftir Roald Dahl. Havi lisið hana í Útvarpinum 1993-94.
Heksirnar eftir Roald Dahl. Havi lisið hana í Útvarpinum 1994-95.
Einstakar stuttsøgur.
Arge, Birgit Tlf.: 311926 Eg eri fødd í 1952 í Tórshavn. Foreldur míni vóru Niels L. Arge og Birthe Helena fødd Egholm. Vaks upp við Tinghúsvegin og fór seks ára gomul í Sankta Frans Skúla. Sjey ár seinni í Realskúlan og síðan í Hoydalar, har eg tók studentsprógv í 1970.
1970-1971 las eg á The University of Arizona í Tucson, Arizona. Í eitt ár búði, las og arbeiddi eg í Keypmannahavn, og síðan búði eg eitt ár í Madrid, Spania.
Í 1973 fekk eg mítt fyrsta starv sum læraravikarur og gjørdist greið yvir, at hatta var rætta arbeiðið fyri meg. Fór á Jonstrup Statsseminarium í Keypmannahavn í 1974 og gjørdist lærari í 1978.
1980-1982 búði eg í Socorro, New Mexico. Heimafturkomin í 1982 fekk eg starv í Hoyvíkar Skúla og havi starvast har síðan. 1982-1997 sum lærari, 1997-2003 sum varaskúlastjóri og síðan 2003 sum skúlastjóri.
Eg eri gift og eigi fýra synir.
Útgávur
Saman við Lydiu Didriksen havi eg skrivað bókarøðina Kom og skriva 1 í 1996, Kom og skriva 2 í 1997 og Kom og skriva 3 í 2001.
Í 1997 kom ungdómsbókin Sundur og saman út.
Annars havi eg skrivað søgur prentaðar í Míni jólabók.
Arge, Jógvan Tlf.: 315547 Føddur 17.06.1947 í Tórshavn, sonur Niels Juel Arge, útvarpsstjóra, Tórshavn (1920-1995) og Petru, f. Gregersen, ættað úr Syðrugøtu (1922). Giftur 17/10-1965 við Maritu Súsannu f. Niclasen, Nesi, Hvalba, f. 1947. Foreldur: J. Oluf Niclasen, Hvalba (1924-82) og Jensina, f. Thomsen, Nesi, Hvalba (1924). Børn: Niels Juel Jógvanson Arge f. 23/2-1966, Uni Jógvanson Arge f. 20/1-1971 og Jóhanna Arge f. 27/2-1972.
Nýmálsligur studentur úr Hoydølum 1966. Journalistlærdur á Ritzaus Bureau, Keypmannahavn, og Danmarks Journalisthøjskole, Århus, 1967-1970.
Programmmedarbeiðari í Útvarpi Føroya 1970. Leiðari fyri tíðindadeildini 1979-1989. Programmleiðari 1989-.
Formaður Ítróttasambands Føroya 1978-80. Næstformaður 1977-78. Heiðraður við Heiðurskrossi ÍSF.
Býráðslimur í Havn fyri tjóðveldisflokkin 2001-
Løgtingsmaður fyri tjóðveldisflokkin 2001-2002
Útgávur
Bøkur:
16 tættir 1980;
Bankabókin, Sjóvinnubankin 50 ár (saman við Niels Juel Arge) 1983;
Gott, skjótt og bíligt, P/F Leif Mohr 50 ár, 1985;
Tórshavnar Skipasmiðja 50 ár, 1986;
Frá snørisfiski til alilaks, Føroya Fiskasøla 1948-1988, 1988;
Semjur og stríð, Føroya Arbeiðsgevarafelag 50 ár, 1993;
Havnarmenn í Gundadali, Havnar Bóltfelag 1904-1994, 1994;
Neyðugt er at sigla, Føroya Skipara & Navigatørfelag 100 ár, 1995.
Ljós yvir landið, SEV 50 ár, 1996
Teir tóku land 2-8, Føroyingar í Grønlandi 1997-2003.
Í ritstjórnini: Drekin, Havnar Róðrarfelag 50 ár, 1982;
Stríðsárini 1-6 1940-45, 1985-1990,
Teir sigldu úti 1-5, 1991-1995.
Skrivað ljóðmyndir, gjørt siðsøguligar sendingar og samrøður.
Týtt ein hóp av útvarpsleikum.
Askildsen, Svein Av Lofti, Svenning Tlf.: 312045 Er føddur á Eiði 16. september í 1939.
Foreldur: Súsanna Malena (Sannelena), húsmóðir, ættað úr Tjørnuvík, og Jóan Petur Poulsen á Lofti, fiski- og arbeiðsmaður, Eiði.
Svenning vaks upp sum triðiyngstur av trimum systrum og fýra brøðrum. Áðrenn húskið flutti til Havnar í 1955, hevði Svenning verið ein túr til skips undir Grønlandi við trolara.
Ta fyrstu tíðina í Havn arbeiddi hann ymiskt fyrifallandi, eitt nú sildaarbeiði hjá Alfred Johannesen, á Bacalao og hjá byggifelagnum Lamhauge og Waagstein, til hann í 1957 fór í læru á prentsmiðjuni hjá Mariusi Ziska. Seinasta árið lærdi hann í Keypmannahavn og tók prógv sum prentari á Fagskolen for Boghåndværk í 1961.
Heimafturkomin fór hann at arbeiða sum prentari á Einars Prent fram til 1967, síðani á prentsmiðju H.N. Jacobsens Bókahandils. Nevndarlimur var hann í Føroya Prentarafelag í nøkur skeið og formaður felagsins frá 1962-65 og eitt styttri tíðarskeið seinni.
Í 1972 gjørdist hann hálvárs prædikumaður og hálvárs prentari. Seinni segði hann prentarastarvið frá sær og hevur síðani verið evangelistur burturav og hevur virkað bæði innan- og uttanlands.
Hann skrivaði regluliga andaktsorð í bløðini frá 1967 og hevur síðani 1977 skipað fyri regluligum ferðum til Ísraels. „Stavnhaldið“, ið var eitt kristiligt tíðarrit, stjórnaði hann í nøkur ár.
Annars hevur Svenning verið limur í Tórshavnar Skúlaráði frá 1977-1984 og frá 1993-2000. Eitt skifti var hann formaður. Frá 1985-1990 sat hann í Landsskúlaráðnum. Somuleiðis hevur hann verið formaður og nevndarlimur í felagnum Sinnisbata í mong ár.
Formaður var hann í nevndini, sum fyrireikaði fundarøðina hjá heimsgitna evangelistinum Luis Palau í Ítróttarhøllini og Gundadalshøllini í Havn í 1988 og stóð fyri sjónvarpsfundarøðunum hjá Billy Graham í 1993 og 1995 í Føroyum. Hesar vórðu vístar á stórskíggja í ymsum hallum kring landið.
Svenning er giftur við Birgit, fødd Restorff, ættað úr Havn. Tey eiga tríggjar synir, Petur, Marner og Dan.
Útgávur
Av skrivligum tilfari, Svenning hevur latið úr hondum, kunnu nevnast bóklingarnir og bøkurnar:
Hví verða ein trúgvandi? 1962 (týðing).
Trúarkappar 1 – Charles Péan og Djevlaoyggin/Operatión Auca, 1971 (týðing).
Trúarkappar 2 – Lívssøga David Livingstones, 1974.
Dópurin, 1982.
Reis tey, ið falla, 1993 (týðing).
Eiðis kommuna 1894-1994.
Dagsins orð, 1999.
Tað hendi umborð – fyrsta bók, 2002.
Tað hendi umborð – onnur bók, 2004.
Av Skarði, Bergljót Bergsson, Beinir ÚTGÁVUR:
Yrkingasavnið "Tann lítli drongurin og beinagrindin" (2017)
HEIÐUR
Ebba heiðursløn 2018 (Rithøvundafelag Føroya) Brix, Kirsten Tlf.: 315265 Lektari í týskum, donskum og føroyskum. Fødd 15. november 1947 í Give. Hevur verið í føstum starvi á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Tórshavn síðani 1975. Vardi í 2002 á Fróðskaparsetri Føroya Ph.D.-ritgerðina Dialog i Babelstårnet um prosuskaldskapin eftir Regin í Líð. Gift við Hanusi Kamban, tey eiga tveir synir.
Útgávur
Um bókmentir o.a.:
Drongurin, ið tikin varð av sjótrødlakonginum (ævintýrgreining). Varðin, bd. 59, 1992.
Um føroyskar bókmentir í Avsändare Norden. Den nya prosan. 1996.
Moders mål og faders tale. Sprog i Norden, 1998.
Regin í Líð og nýbrotið. Bragi, nr. 2, 2000.
Hans Andrias Djurhuus: Álvaleikur. Analyse af udvalgte emner med henblik på litteraturhistorisk bestemmelse. Fróðskaparrit, bd. 58, 2001.
Eyðun og selvmordet: Punktanalyse af den færøske forfatter Regin í Líðs dagbogsnovelle Eyðun. On the Threshold: New Studies in Nordic Literature. Edited by Janet Garton and Michael Robinson. Narvik Press 2002.
Dialog i Babelstårnet. Analyse af Regin í Líðs fiktive prosaforfatterskab. Annales societatis scientiarum Færoensis. Supplementum XXXIV. Tórshavn 2002.
Upplýsingarhugtakið og Regin í Líð. Frøði, 1/2003.
Paul Celan: Todesfuge. Ein stutt lýsing. (Bókmentaljós. Heiðursrit til Turið Sigurðardóttur. Fróðskaparfelagið 2006)
Les Ástøði. Føroya Skúlabókagrunnur 2009.
“Á slóðini eftir Darwin í verkum hjá Regini í Líð”, Frøði, 1/2009
“Menningarástøði og hugmyndafrøði. Brotmynd í 4 pørtum um vald og kyn við støði í bókmentaligari viðgerð”. Fróðskaparrit, 57/2009
“Gomul søga – motivgreining” í Malunar – Mót. Heiðursrit til Maluna Marnersdóttir. Fróðskapur 2012.
“Hindar ríma. Greining og tulking av nøkrum stíleyðkennum og motivum í náttúrukvæðinum Hindar rímu” í Bók Jógvan. Heiðursrit til Jógvan í Lon Jacobsen á 60 ára degnum. Fróðskapur 2017.
Týðingar:
Jógvan Isaksen: Blid er den færøske sommernat. Vindrose 1991. (Úr føroyskum).
Friedrich Dürrenmatt: Dómarin og bøðil hansara. 1992. (Úr týskum).
Hjalmar Söderberg: Glas lækni. 1994. (Úr svenskum).
En vandhistorie og andre færøske fortællinger. Vindrose 1994. (Úr føroyskum).
Durita Holm: Rejsen om den blå planet. Borgen 2000. (Úr føroyskum).
Hanus Kamban: J.H.O. Djurhuus – en litterær biografi I-II. Odense Universitetsforlag 2001. (Úr føroyskum).
Regin í Líð: ”Mindesmærket„, ”Rakul„, ”Eyðun„ í Dialog i Babelstårnet, 2002. (Úr føroyskum).
Hanus Kamban: Pilgrimme. Fiskers Forlag 2003. (Úr føroyskum).
Sólrún Michelsen: At danse med virkeligheden. Forlaget Torgard, 2009. (Úr føroyskum)
Andrea Susanne Opielka: Danse- og sanglege på Færøerne. Oprindelse – udbredelse – nutidig tradition. Fróðskapur 2011. (Úr týskum)
Hanus Kamban: Das goldene Mädchen. Vier Erzählungen. 2010. (Úr føroyskum)
Hanus Kamban: Guldpigen. Torgard 2012. (Úr føroyskum)
H.U. Steger: Ferðin til Tripiti. Náttsólin 2015. (Úr týskum)
Deborah Hansen Kleist: Oljuævintýrið. 2016. (Úr donskum)
Sólrún Michelsen: På den anden side er marts. Torgard 2017. (Úr føroyskum)
Carl Jóhan Jensen: Gæst imellem tider. Torgard 2017. (Úr føroyskum)
Jóannes Dalsgarð: “De gamle præstegårde som bondegårde” í J.P. Gregoriussen: Gomlu prestagarðarnir. Føroyskt kirkjumál 2017. (Úr føroyskum)
Jákup Reinert Hansen: “Præstegårdskultur” í J.P. Gregoriussen: Gomlu prestagarðarnir. Føroyskt kirkjumál 2017. (Úr føroyskum)
Lagt til rættis:
Frostrósan – og aðrar søgur (saman við Heðin M. Klein og Bergljót av Skarði). Føroya Skúlabókagrunnur 1987. Ætlað til undirvísingina í føroyskum í fólkaskúlanum.
Frostrósan (arbeiðshefti). 1987.
Slóðir (saman við Svannu Hanusardóttur). Føroya Skúlabókagrunnur 1992. Um stuttsøguna, ætlað til undirvísingina í miðnámsskúlunum.
Regin í Líð: Glámlýsi. Stuttsøgur. Føroya Skúlabókagrunnur 2003. Ætlað til undirvísingina í miðnámsskúlunum.
"Très bien". Kristian Blak 60 år. Ritstj. Kirsten Brix, Erhard Jacobsen, Ole Wich. Plátufelagið Tutl 2007.
Les. Ástøði. Føroya Skúlabókagrunnur 2009.
Sýni 1 saman við Dorit Hansen og Sólvá Jónsdóttur. Nám sBók 2014, pappirsbók 2017.
Sýni & Dýpi 2 saman við Dorit Hansen og Sólvá Jónsdóttur. Nám sBók 2016, pappirsbók 2017.
Sjónvarp:
Samrøða við Lydiu Didriksen um skaldskap hennara.
Greinir, ummæli:
Hevur skrivað greinir um ymisk aktuell evni og ummælt bókmentir í bløðum og útvarpi.
Nevndir:
Limur í Javnstøðunevndini 1994-2002.
Limur í Mentanargrunni Landsins 2000-2004.
Virðisløn:
2007: Poeten Poul Sørensen og fru Susanne Sørensens legat.
Útbúgvingarvirðisløn Yrkisfelagsins 2013
Bærentsen, Hanus T. Christensen, Ingun Útgávur:
2009:
“Trælabundin” (Yrking í Kvinna nr. 3)
2010:
“Garðvættrarnir gera uppreistur” (Barnabók v/CD, Bókadeild Føroya Lærarfelags)
2013:
“Eiturkoppaprinsessan” (Barnabók, Bókadeild Føroya Lærarfelags)
“Jóladunnan” (Stuttsøga í Mín Jólabók 2013, Bókadeild Føroya Lærarafelags)
Clementsen, Ólavur Tlf.: 319095 Er føddur á Sandi 29. juli 1935. Foreldur hansara eru Kristian Clementsen á Sandi (1904-1999) og Jacobina Nielsen (1902-1993), fødd í Kvívík. Tey búsettust á Klovanum, har Ólavur vaks upp sum næstelstur av 5 systkjum.
15 ára gamal fór hann í preliminer-skúla á VBV í Havn, og hann helt fram á studentaskeiðinum har og tók studentsprógv í 1954.
Á heysti sama ár varð hann settur í starv á Matrikulstovuni sum landmálaranæmingur, og í 1958 fór hann til Noregis at útbúgva seg innan landmáling og útskiftingararbeiði. Hann tók prógv sum útskiftingarkandidatur í 1961 á Norges Landbrukshøgskole í Ås. Sama summar settur sum landmálari á Matrikulstovuni, har hann hevur arbeitt síðani sum landmálari og útskiftingarformaður og síðan januar 1995 sum stjóri, til hann 1. apríl 1997 fór frá við eftirløn.
Ein høvuðsuppgáva á Matrikulstovuni í hansara tíð hevur verið at fáa landið matrikulerað bygd fyri bygd, t. v. s. at fáa skrásett allan fastan eigindóm í Føroyum. Ein onnur uppgáva er at skifta út ella at samla teir spjaddu eigindómarnar í størri eindir. Hesi arbeiði hava havt við sær, at hann er komin víða um í landinum og í samband við nógv fólk í øllum bygdum og býum, og hetta kann síggjast aftur í tí, sum hann hevur skrivað.
Ólavur giftist 20. oktober 1962 við Katrin Mikkelsen úr Klaksvík, og tey fingu tríggjar synir: Helgi f. 1963, Kristian f. 1964 og Sofus f. 1964. Hann giftist aðru ferð 22. januar 1976 við Margretu Trondesen úr Havn, og tey eiga dóttrina Sissal f. 1976.
Útgávur
Bókmentaligt avrik:
Søga og skemt av Sandi, 284 bls., ið kom út í 1981. Bókin greiðir frá søguligum hendingum frá eldri og nýggjari tíðum, frá táttayrkingum og skemti.
Skopun 150 ár, 31 bls. Í 1983 vóru liðin 150 ár, síðan niðursetu-bygdin Skopun varð grundað, og tá gav hann út henda bókling, ið viðger eldru søguna hjá hesi bygd.
Harumframt hevur hann skrivað greinir og stubbar við søguligum innihaldi:
Varðin bind 46, hefti 1-2: Traðagarður í søgu og søgn.
Varðin bind 48, hefti 1-2: Hesturin hjá okkum.
Landinspektøren desember 1981 (serhefti um Føroyar): Matrikulering på Færøerne.
Mondul 1983, hefti 2: Útbingatriðingur á Sandi.
Mondul 1984, hefti 2: Norðbingatriðingur og Traða-Sandatriðingur.
Kirkjutíðindi 1989, hefti 3-4: Sands kirkja 150 ár.
14. September 1991-1993: Søgustubbar, (66 í tali, úr ymsum støðum í landinum).
Fróðskaparrit, 42. bók 1994: Jóannes í Króki – liv og virke.
Umsett (úr donskum) sjónleik Molières: Skálkabrøgd Scapins 1979.
Kvørnin 1998: Í ritstjórnini á hesum tíðarriti, ið kemur út árliga við siðsøguligum tilfari úr Sandoyar sýslu.
Dahl, Árni Tlf.: 314452 F. í Funningsfirði 31. juli 1946.
Foreldur: Jacobina (Bina) Dahl, f. Johannessen (1914-85) og Óli Dahl (1915-92) bæði úr Funningi.
Giftur 15. august 1969 við Marionnu Debes Dahl, fødd Joensen í 1947 í Vestmanna.
Børn: Tóta Árnadóttir, fødd 1970, Teitur Árnason, f. 1972.
Bústaðir: Í Funningsfirði til september 1946, á Viðareiði 1946-53, í Klaksvík 1953-63 og 1969-70, í Keypmannahavn 1963-64, í Tórshavn 1964-69, 1970-78, 1979-88, 1989-92, 1993-96 og 2000-2004, í Tjørnuvík 1978-79, í Hattarvík 1988-89, 1992-93 og 1996-2000, 2004-.
Útbúgving og skúlagongd: Realprógv í Klaksvík 1963, læraraprógv (málsliga deild) á Føroya Læraraskúla 1969, ársskeið í føroyskum máli og bókmentum á Fróðskaparsetri Føroya 1975-76, exam. art.-prógv í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum 1977.
Arbeiði: Lærari í Klaksvík 1969-70, í Venjingarskúlanum í Tórshavn 1970-83, tímalærari á Føroya studentaskúla 1979, tímalærari á Føroyamálsdeildini einstøk ár í áttitiárunum og á eftirútbúgvingarskeiðum 1980-, tímalærari á Føroya Læraraskúla 1977-83 og í føstum starvi á sama skúla 1983-. Lærugreinaráðgevi í føroyskum á landsmiðstøðini 1989-92 og 1993-94.
Formaður í Móðurmálslærarafelagi Føroya 1981-86. Í blaðstjórn Skúlablaðsins 1976-81, blaðstjóri á Fríu Føroyum 1983-84, í blaðstjórnini á sama blaði 1984-93. Formaður í Málstevnunevndini, sum skrivaði álitið "Málmørk" 2006-2007 (álitið latið Mentamálaráðnum 18. des. 2007). Formaður í Skúlabókanevndini 2006 -.
Útgávur
Hevur skrivað og lagt til rættis hesar bøkur:
Úr Føroya ítróttarsøgu, 1974.
Bókmentasøga I, 1980.
Bókmentasøga II, 1981.
Bókmentasøga III, 1983.
Greiðið og greinið, um bókmentaviðgerð í framhaldsdeildum og framhaldsskúlum, 1988, 1990.
Grannamálið fyri vestan, íslendskir tekstir til framhaldsdeildina, 1987+ljóðbók, 1987.
Norskt, nýnorskir tekstir og bókmálstekstir til framhaldsdeildina, 1989+ljóðbók.
1. bók: Gott komi í barnið, tekstasavn og arbeiðshefti, 1990.
2. bók: Bráð er barna lund, tekstasavn og arbeiðshefti, 1990.
3. bók: Fólk og dýr, tekstasavn og arbeiðshefti, 1990.
4. bók: Slatur og svik, tekstasavn og arbeiðshefti, 1990.
5. bók: Ferðing og ferðsla, tekstasavn og arbeiðshefti, 1990.
Lærarabók, 1990.
Ljóðbók, 1990.
Søga og stev 1, 1996.
Søga og stev 2, 1997.
Søga og stev 3, 1997.
Søga og stev 4, 1998.
Søga og stev 5, 1999.
Søga og stev 6, 2000.
Er tað nakað grøðandi?, brot úr søguni um heilivág og apotek, 1999.
Og orðið var lív, altartalva í Hattarvíkar kirkju, 2000.
Saman við øðrum skrivað ella lagt til rættis:
Ung orð 1, 1984.
Ung orð 2, 1985.
Floygd orð 1, 1988.
Floygd orð 2, 1988.
Skrivligt føroyskt til 7. skúlaár, 1985.
Skrivligt føroyskt til 8. skúlaár, 1986, 1993, 1996.
Skrivligt føroyskt til 9. skúlaár, 1988, 1994.
Skrivligt føroyskt til 10. skúlaár, 1990, 1997.
Mállæra, 1997, 2. útg. 1998.
Vinmenn, 2001.
Savnað og greitt til prentingar:
Bókmentagreinir 1-6, 1981-82.
Bergur Djurhuus: Ungur at fara, 1977.
Føroya Lærarafelag 100 ár 1898-1998, 1998.
Ævisøguliga partin av Løgtingssøguni, 2002.
Týtt:
Nordahl Grieg: Skipið stevnir fram á leið, 1979.
Mette Newth: Ránið, 1990.
Valhøll 1-5, donsk teknirøð, 1987-89.
Týtt saman við øðrum:
Her búgva vit, 1981.
Hevur frá 1978 staðið fyri forlagnum Fonnum, ið frá stovningardegnum hevur givið út o.u. 100 bøkur.
Bústaður: Bóndabrekku 11, 100 Tórshavn
Teldutilskrift: fannir@olivant.fo ella arni.dahl@skulin.fo Dahl, Marianna Debes Tlf.: 314452 Fødd. 24. 11. 1947 í Vestmanna.
Foreldur: Louisa Mohr og Hans Debes Joensen.
Ættað av Sandi, úr Havn, Hoyvík og Kaldbak.
Flutti til Havnar í 1949. Gekk í barnagarði og skúla hjá fransiskanarasystrunum í Havn. Fór 12 ára gomul niður á Marie Mørks kostskúla í Hillerød. Tók realprógv haðani í 1964 og fór síðan til USA eitt ár sum AFS-studentur. Tók studentsprógv á Toftegaards Statskursus í Keypmannahavn í 1967. Las fagrar bókmentir við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn í tvey ár, fór síðan aftur til Føroya at búgva. Giftist í 1969 við Árna Dahl, fekk tvey børn, Tótu í 1970 og Teit í 1972. Tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1975. Verið lærari á Venjingarskúlanum í Havn, á Føroya Fólkaháskúla, í Tjørnuvík og í Hattarvík. Verið leysliga knýtt at og gjørt sendingar til útvarpið.
Felagsarbeiði
Ein av teimum, ið endurstovnaðu Filmsfelagið, og limur í nevndini, til felagið sovnaði aftur, nevndarlimur í fleiri ár og formaður eitt ár í Rithøvundafelagnum, í tvey ár formaður í Listafelag Føroya, umboð Rithøvundafelagsins í Listafólkasambandinum, fleiri ár skrivari í starvsnevndini í Listafólkasambandinum. Partur av tí lítla blaðbólkinum, sum frá 1983 til 1993 gav út blaðið „Fríu Føroyar„, hvørs undirheiti var: Friður, sosialistiskt tjóðveldi og umhvørvisvernd. Ummælti hesi ár framførslur (tónleik/sjónleik) og framsýningar (pennaheitið í blaðnum: mdd, d og m).
Útgávur
Skrivað:
Skaldsøgur:
Lokkalogi, 1984.
Onglalag, 1986.
Faldalín, 1988.
Vívil, 1992.
Úti á leysum oyggjum, 1997, 2. útg. 1998.
Endurskin av Jákupi doktara, frá brøvum, hann skrivaði til síni 1875-1918, 2002.
Stuttsøgusavn:
Lepar, 1980.
Unglingaskaldsøgur:
Millumleikur, 1978.
Fløkjan, 1978.
Síðsta skúlaárið, 1980.
Barnabøkur:
Burtur á heiði, 1975.
Dirdri, 1979.
Skilnaður, 1981.
Prikkut vár, 2000
Smábarnabøkur:
Bjarta og snigilin, 1983.
Døgg er dottin, 1984.
Hanna og Hóri, 1984.
Hóri letur upp, 1986.
Sturli súkklar, 1985.
Alvi er og ferðast, 1986.
Tunnuflakin, 1990.
Flosi fer í føðingardag, 2001
Myndabók:
Sonurin, 1990 (La Filo á esperanto).
Lesibók:
Ása fer í skúla, 1983.
Ferðafrásøgn:
Latið altíð sólina skína, 1982.
Siðsøguligarbøkur:
Meðan løtur líða – brotmyndir úr gerandisdegnum tíðliga í tjúgundi øld. Fannir, 1:2000, 2: 2001 og 3: 2002.
Endurskin av Jákupi doktara, frá brøvum, hann skrivaði til síni 1875-1918, Fannir 2002.
Leikir:
Skálatoftir, 1979 (saman við J. S. Hansen).
Bardagabørn, 1990.
Týðing:
Uppreisnin, 1982, søgur úr Suður Afrika.
Týddi og legði til rættis sum ljóðmyndir til útvarpið hesar skaldsøgur og endurminningar:
Victor (um sangaran Jara úr Kili).
Monir (úr Iran).
Chico Mendes (úr Brasil).
Miriam Makeba (úr Suður Afrika).
Menn undir sól (úr Palestina).
Zosia (sovjetisk søga úr 2. heimsbardaga).
Tað langa brævið (úr Senegal).
Edith Piaf (úr Fraklandi).
Komið út á øðrum málum:
Stuttsøgur í svensk/finska tíðarritinum Horisont og í Vi Mänskor.
Søgur í svenskum og norskum søgusøvnum.
Tjaldur sejler (Fløkjan, Høst og søn, Danmark 1982).
Why Dont You Have Wings to Fly with? (Skilnaður, Vantage Press, New York, USA 1995).
Der hvor øerne giver slip (Úti á leysum oyggjum, Forlaget Arvids, Danmark 2008).
Dalsgaard, Jóannes Tlf.: 316061 F. 26. 07. 1940 í Skálavík. Foreldur Marin Margreta (Marita), f. Hentze Mikkelsen, Skúvoy, f. 10. 10. 1906 og Hans Jacob Dalsgaard, Skálavík, f. 29.3. 1899, d. 1970. Giftur 20. 12. 1967 við Eyðnu Højgaard Ellefsen, f. 3. 1. 1945 í Miðvági. Børn: Marita Súsanna Dalsgaard, f. 17. 11. 1969, Marjun Dalsgaard, f. 28. 6. 1972, og Kristina Dalsgaard, f. 19. 1. 1979.
Fiskimaður 1956-58. Studentsprógv 1960, læraravikarur, arbeiðsmaður og sjómaður. Cand. mag. (sø/fr) frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn 1973.
Lærari á Føroya Studentaskúla 1973-74 og leiðari á deild skúlans í Suðuroy 1975-80. Landsskjalavørður 1980-92. Rektari á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði 1992-93. Landsskjalavørður frá 1. 8. 93. Deildarstjóri í mentamálaráðnum 1998. Løgtingsmaður 1980-88 og 1991-92. Limur í Norðurlandaráðnum 1991-92.
Útgávur
Framtíðin kemur ikki av sær sjálvari, yrkingar 1987.
Fylking, Ph.D. ritgerð, 1996 (2. útgáva 1997).
Stuttsøgur og greinir í bløðum og tíðarritum.
Dalsgaard, Marita Dalsgaard, Palli Dalsgarð, Arnbjørn Ólavsson Tlf.: 224090
Mín bakgrund
Føddur 28. august 1971 í Havn.
Foreldrini eru Elisabeth Maria Kruse, dóttir Elsebeth Malenu Hansen og Anton Karl Sofus Kruse, Klaksvík, og Ólavur Dalsgarð, sonur Jóhonnu Olsen og Dion Dalsgarð, Velbastað. Giftur við Rigmor Dam, dóttir Duritu Rasmussen og Berg P. Dam, saman eiga vit børnini Berg, Róa og Sáru Mariu.
Uppvaksin á Velbastað, har tað sjáldan er stilli. Lærdi at lesa og skriva í gamla flagtakta skúlanum, har Louis Zachariasen í 1914 ripaði nevan í borðið og rýmdi, tá honum varð noktað at undirvísa á føroyskum. Rýmdi sjálvur beint áðrenn bankakreppuna í 1992 til Keypmannahavnar at lesa, fyrst lív-evnafrøði, og seinni til bókavørð.
Royndi meg í nøkur ár í 90'unum sum blaðfólk og eitt skifti blaðstjóri á útisetablaðnum Oyggjaskeggja, og kom har í samband við nógv vitborin, skrivandi fólk.
Heimkomin aftur í 1998 fór eg í starv á Føroya landsbókasavni, har eg starvaðist til 2011, tá ið eg fór undir kandidatlestur í heimspeki við lærda háskúlan í Aalborg.
Tók sum nýútbúgvin cand.mag. í 2013 við starvinum sum býarbókavørður í Havn, og røkti hetta starv til 2018. Starvaðist frá 2020-2023 hálva tíð sum fakligur skrivari hjá Etiska ráðnum, og eri nú aðalskrivari hjá Fjølrit.
Mín skriving
Skrivaði í tíðarskeiðnum 2001-2004 javnan í vikublaðnum Fregnum, mest greinir og ummæli. Havi eftir tað av og á skrivað ummæli og greinir til bæði bløð og loftmiðlar. Fastur bókaummælari á Sosialinum síðan januar 2021.
Ritstjórnaði saman við Oddfríði Marna Rasmussen skaldskapartíðarritinum Vencili frá 2006-19. Í 2009 fingu vit báðir virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik fyri Vencil.
Formaður í Rithøvundafelag Føroya frá 2007-2009. Settur sum skrivari felagsins í 2022.
Mínar útgávur
Tykisljóð. Yrkingasavn. Sprotin, 2022.
Setorð. Yrkingasavn. Sprotin, 2022.
Albert. Stuttsøgusavn. Mentunargrunnur Studentafelagsins, 2016.
So hon starir inn í veggin. Stuttsøgusavn. Bókadeild Føroya lærarafelags, 2015.
Føroysk blaðsøga 1852-2002. Sprotin, 2002.
Mín heimasíða
Á heimasíðuni https://arnbjoern.wordpress.com er meira at finna um mítt virksemi sum rithøvundur og mínar útgávur. Dam, Halldóra - Lat eisini meg. Barnabók. 2013. Dam, Niels Uni Tlf.: 322151 Er mítt kristna navn. Eg havi annars havt til fragd at brúka dulnevni. Eg kann nevna Sívar á Seiðabergi, Spark Buzz N og Hákun Spott. Eg havi eisini brúkt okkurt annað navn, men ikki so ofta.
Eg eri Bachelor í samskifti og heimsspeki við lærda háskúlan í Roskilde, og tá eg fái tikið meg saman at skriva serritgerðina lidna verði eg cand. comm, tað verður væntandi heilt skjótt, kanska í morgin.
Eg eri giftur við Barbaru Christophersen og eigi tríggjar synir, tveir við Barbaru; Mikal Dam Christophersen sum varð føddur í desember 2001 og Marius Dam Christophersen sum varð føddur í november 2003, við Rannvá Vang Patursson eigi er sonin Magnus Dam Patursson, sum varð føddur í oktober 1994. Teir eru uttan iva míni størstu listarverk.
Útgávur
Bókmentirnar
Eg havi skrivað í nógv ár og yrkt síðan 19.11.1990. Fyrsta yrkingin kallaðist kolandi ódn, og síðan eru nógvar skrivaðar.
Fyrstu árini skrivaði eg nógv í bløðunum, og í 1994 gav eg yrkingasavnið Nudlar út undir dulnevninum Sívar á Seiðabergi.
Ikki fyrr enn í 1999 fekk eg upp í lag at geva eitt nýtt savn út, hesaferð bert í 4 eintøkum og hondgjørt. Hetta savn kallaðist rótleys tøgn, tað varð skrivað undir dulnevninum Hákun Spott. Við navnabroytingini fylgdi eisini eitt stílskifti í yrkingunum. Seinni gav eg eina tillagaða útgávu av sama savni út, hesaferð í 150 heimagjørdum eintøkum.
Tónleikurin
Eg havi skrivað nógvar yrkingar, sum tónleikur er settur til. Í hesum arbeiði gongur ein tónasmiður aftur, hetta er Tróndur Bogason. Vit spældu í eini 7-8 ár saman í rokkbólkinum MC-Hár, og hava vit í tí høpi skrivað eitt ótal av sangum, harav eru rættiliga nógvir útkomnir á fløgunum Framvegis uttan vit og Burn me. Eisini átti eg orðini á einum lagi á fløguni Tróndur gjørdi við bólkinum Lucination.
Vit hava eisini samstarvað á klassiska tónleikapallinum: verkið fyri klaver og sang bara at vera, kórverkið ‹Q og operan Syndarin. Vit hava eisini í bólkinum Kynverjar saman við Petur Pólssyni Jensen skrivað lagið Teddy.
Eg havi eisini skrivað yrkingar til aðrar tónasmiðir, tó er einki av hesum givið út.
Harumframt havi eg skrivað eina rúgvu av søgum, greinum, yrkingum og fakligum ritgerðum, harav er okkurt útgivið í bókum og bløðum.
Eg skrivi enn og fari óivað aftur at geva okkurt út onkuntíð. Eg havi okkurt savn liggjandi.
Útgávur
Yrkingasøvnini:
Nudlar (1994).
rótleys tøgn (1999).
Tvær stuttsøgur í erotiska stuttsøgusavninum
Ein varligur dráttur í tara og aðrar stuttsøgur (1996).
Fløgur har eg havi luttikið meira ella minni við at skriva orð á:
Rock í Føroyum (1995).
MC-Hár – Framvegis uttan vit (1998).
Prix 1999 (1999).
MC-Hár – Burn me (1999).
Lucination – Lucination (2001).
Tutl 25 ár (2002)
Prix Krem (2003)
Didriksen, Lydia Tlf.: 316807 Er fødd (1957) og uppvaksin Yviri við Strond í Tórshavn. Hon var útbúgvin sum lærari í 1985 og tók ársnám í føroyskum á Føroyamálsdeildini í 1986. Hevur síðani starvast sum lærari í Tórshavnar kommunu. Búði sjey ár í Keypmannahavn og Århus í sambandi við útbúgvingina.
Var virkin í nevnd Rithøvundafelag Føroya frá 1994 til 2004. Var formaður í 1997/98. Hevur verið nevndarlimur í Bókadeild Føroya Lærarafelags síðan 2001. Debuteraði við stuttsøguni Frostrósan á vári 1986 í sambandi við stuttsøgukapping, sum Kvinnutíðindi skrivaði út. Søgur frá hesi kapping eru prentaðar í bókini Frostrósan og aðar søgur, ið Føroya Skúlabókagrunnur gav út í 1987. Fekk barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs í 1998 fyri bøkurnar Skuggar, Stóri Tóri og lítla Lív og Hvør vil eiga myrkrið.
Útgávur
Skuggar. Ungdómsskaldsøga, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 1990.
Gráglómur. Stuttsøgusavn, sum Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út í 1992.
Stóri Tóri og lítla Lív. Barnabók, sum Bókdeild Føroya Lærarafelags gav út 1997.
Hvør vil eiga myrkrið. Ungdómsbók, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 1998.
Aðrar útgávur:
Kom og skriva 1 (1996), Kom og skriva 2 (1997) og Kom og skriva 3 (2001). Bókarøð, sum er skrivað saman við Birgit Arge. Føroya Skúlabókagrunnur gav út.
Ábal og aðrar søgur. Lagað hesar søgur, sum Sverre Patursson skrivaði, til lesinámsfrøðiliga. Føroya Skúlabókagrunnur gav út í 1999.
Rakul og aðrar søgur. Lagað hesar søgur, sum Regin í Líð skrivaði, til lesinámsfrøðiliga. Føroya Skúlabókagrunnur gav út 2002.
Harumframt eru søgur prentaðar í Brá, Birting og Míni Jólabók.
Fleiri søgur úr stuttsøgusavninum Gráglómur eru týddar til onnur mál, eitt nú til danskt, norskt, svenskt, íslendskt, týskt, enskt og portugisiskt. Tær eru at finna í ymsum søvnum.
Djurhuus, Elin Djurhuus, Oluf Tlf.: 447373 Eri føddur Innan Glyvur 18.06.1928, sonur Heina Djurhuus og Elisabeth Durhuus úr Gutthúsi á Eiði. Giftist 5. januar 1958 við Fanny Reinert Petersen av Saltnesi, dóttir Dáva Petersen og Ninnu, f. Reinert. Børn: Meinhild, Dávur, Elisabeth, Heini, Finnbogi og Rógvi.
Hevur verið elektrikari, mest á Skála Skipasmiðju.
Útgávur
Bøkur á egnum forlagi;
At loysa úr lagdi, 1984, 100 ára minningarrit um niðursetubygdina Innan Glyvur.
Leontius, 1998, endurminningar
Vónbrot, 1999, skaldsøga um norsku Mariu Rønning
Tey ið undan fóru, 2000, skaldsøga
Gutthús, 2000, skaldsøga
Aðrar bøkur:
25 ára minningarrit Skála Handverkarafelag, 1986
Tolin Trívst, 60 ára minningarrit hjá Skála Arbeiðsmannafelag, 1987
Samstarv, 75 ára minningarrit hjá Kongshavnar Havnastýri, 1991.
Eidesgaard, Jústinus Fossádal, Elsubeth M. Elsubeth M. Fossádal er fødd í Keypmannahavn, er uppvaksin og býr í Tórshavn.
Hon varð útbúgvin lækni í 2007 á Københavns Universitet og gjørdist serlækni í Almen Medicin (kommunulækni) í 2016.
Útgávur:
2015 Drongurin í grønum gummistivlum
2016 Julia og bjargingarvesturin
2017 Tá ið skrubban fekk heilaskjálvta Fuglø, Edward Gaard, Guðrun Tlf.: 314332 Guðrun er fødd Rasmussen 3. august 1947. Hon er dóttir Jóannes Rasmussen og Ingeborg f. Zachariasen.
Guðrun lærdi, eftir vanliga skúlagongd, til sjúkrasystir og varð
liðug við hesa útbúgving í 1969. Hon arbeiddi sum sjúkrasystir í 16 ár.
Í 1983 fór hon undir bókmentalestur við Fróðskaparsetur Føroya, har hon tók exam. art. prógv í norðurlendskum, einamest føroyskum, máli og bókmentum í 1985. Hon helt so fram bókmentalesturin við Lærda Háskúlan í Odense og tók har magistaraprógv í norðurlendskum bókmentum í 1991.
Guðrun hevur síðani 1986 verið lærari í føroyskum við Føroya Studentaskúla og Hf-skeið í Hoydølum. Hesi árini hevur hon javnan skrivað ummæli, umrøður og hugleiðingar til dagbløð, tíðarrit, útvarp og sjónvarp.
Útgávur
Árini 2001-2004 hevur Guðrun skrivað ph.d.ritgerð um skaldið Regin Dahl. Í hesum sama høpinum gjørdi hon útvarpssending, sum varð send 2. november 2003, um kærleiksyrkingar eftir Regin Dahl.
Smágreinin „Gloymdu vit at“ og Greinin „Upp um vitsins flúrar“ kom í Fróðskapariti 51 í 2004 og snýr seg um poetiska mál Regin Dahls.
Guðrun hevur skrivað barnabøkur, útgávurnar eru hesar:
Snøkil og Snáka 1982.
Snøkil og Snáka í haganum 1983.
Brobber 1989.
Snøkil og Snáka á vetri 1990.
Um svidnu pussifelluna og øvuta kúvingin 2003.
Um træskoytur og føðingardagsgávuna sum hvarv 2004.
Í 1984 fekk hon Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs fyri bøkurnar um vættraparið Snøkil og Snáku.
Hansen, Halda S. Tlf.: +298 214989 Halda er fødd 21. apríl 1974.
Útgávur:
Boggelibogg 1,Forlagið Sansan, 2014.
Boggelibogg 2, Forlagið Sansan, 2015 Hansen, Liss Joan Tlf.: 441631 Um seg sjálva sigur Liss:
Tá eg var lítil, búðu vit við Gøtugjógv. Mamma var heima, pápi hevði hýruvogn og lastbilar í Havnini, og kom heim í vikuskiftunum. Tá eg var barn, var mamma røsk at siga mær og mínum systkjum frá søgum, og mangir tímar eru farnir í at lurta eftir søgum um mangt og hvat. Tá í tíðini vóru hvørki sjónvarp ella teldur at finna, so tíðin gekk (heldur enn fegin) við at sita og lurta eftir søgum tey longu vetrarkvøldini. Tá eg skuldi byrja í skúla, fekk mamma mín arbeiði í einum barnagarði í Havnini, so vit fluttu øll til Havnar í 1973. Eg gekk í skúla í Adventistaskúlanum, og fór í framhaldsdeild í Eysturskúlanum. Eftir 10. flokk arbeiddi eg á flakavirkjum, til eg í 1984 møtti manninum, og flutti til Funningsfjarðar saman við honum. Har arbeiddi eg á einum alibrúki, til eg í 1986 átti okkara elsta son. Eftir hetta var eg "heimaarbeiðandi húsmóðir" í nøkur ár, men eg arbeiddi tó part av tíðini sum heimahjálp. Í ´99 arbeiddi eg eitt stutt tíðarskeið sum blaðkvinna, har eg mest skrivaði greinar um Eiði 3 vatnorkuútbyggingina hjá SEV, sum fór fram um hetta mundið. Eftir hetta arbeiddi eg í køkinum á Eysturoyar Røktar og Ellisheimi, til eg í des. 2001 gavst vegna barnsburð. Byrjaði sum postboð í 2003, har eg beri post út í norðstreymoy og norðeysturoy.
Synirnir hava allir fingið søgur um síni sovidýr, men eg byrjaði ikki at festa tær á blað fyrr enn í 2000. Tá næstyngsti sonurin, Torkil, var 3 ára gamal, sótu eg og ein vinkona ein dagin og tosaðu um børnini, og um hvussu vit fingu tey at spæla við síni leiku. Tá prátið fall á at fáa børnini at sova, og á bamsur hjá børnunum, segði eg henni, at sovidýrini hjá Torkili itu Vættraper og Músapól, og at hann ofta fekk góðanáttsøgur um hvat teir „høvdu gjørt“ um dagin. Tá helt vinkonan fyri, at tað ljóðaði næstan sum ein barnasøga. Eftir hetta byrjaði eg at festa onkrar av søgunum á blað, og sendi fyrst tvær av teimum til BFL, fyri at vita um áhugi kanska var fyri at geva tær út. Svarið var, at um eg skrivaði nakrar afturat, kundu teir kanska geva søgurnar út í bók. Síðan skrivaði eg tilsamans 13 søgur, sum nú eru útkomnar í tveimum bókum : „LEIKU LIVA...tá eingin sær“, sum kom út í desember 2001, og „LEIKU LIVA...og stuttleika sær“, sum kom út í mai 2002.
Kristina Tausen hevur myndprýtt báðar bøkurnar, og Bókadeild Føroya Lærarafelags stóð fyri útgávuni.
Hanusardóttir, Bergtóra Tlf.: 312418 Er fødd í Havn tann 15. november 1946, í Quillingsgarði. Foreldrini eru Mia Trónd Jensen tannlækni úr Gundadali í Havn og Hanus D. Jensen skipari úr Útistovu í Skúgvi. Systrarnar eru Rannvá, Svanna og Marjun Hanusardøtur, og børnini Tróndur og Ragnheiður eru fødd ávikavist í 1976 og 1979.
Barnaskúlin var Sankta Frans skúli, síðani Færøernes mellemskole og Studentaskúlin í Hoydølum. Bergtóra las í Keypmannahavn, var liðug sum tannlækni í 1970 og sum sertannlækni í ortodonti í 1975. Kom heim aftur sama ár og hevur síðani havt sertannlæknastovu í Havn.
Ferðaðist sum barn og ung í Skúgvi og í Kirkjubø, var virkin í ítrótti og dansi og við tíðini eisini í feløgum, í fólkarørslum fyri frælsi, friði og kvinnurættindum, og í almennu nevndunum fyri javnstøðu og vísindasiðsemi. Var tvey skifti ábyrgdarblaðstjóri á Kvinnutíðindum og luttók í Altjóða Kvinnuráðstevnum ST´s í Beijing 1995 og í New York ár 2000.
Útgávur
Fagrar bókmentir:
Langomma, Tilkomin kvinna, Einsamøll mamma, Kvinna í starvi, Ung kvinna og Smágenta, prosayrkingar í leikinum Kvinnur, Kvinnutíðindi nr.1, 1984.
Náttúra menniskjunar, leikur, Kvinnutíðindi nr.1, 1984.
Eisini kærleiki og Katrin, stuttsøgur í Frostrósuni, Føroya Skúlabókagrunnur, 1987.
Várvindar, stuttsøga, Kvinnutíðindi, 1988.
Skert flog, skaldsøga, Mentunargrunnur Studentafelagsins, 1990 og 91.
Heygbúgvin, leikur, Meginfelag Áhugaleikara Føroya, 1991.
Loynigongir, søgur, Mentunargrunnur Studentafelagsins, 1993.
Katrin, stuttsøga týdd til norskt av Ivar Stegane í Fyrste ferda bort, red. Nedrelid, Sigurðardóttir og Stegane, Samlaget, 1993.
Også kærlighed og Katrin á donskum í En vandhistorie og andre færøske fortællinger, týtt og red. av Kirsten Brix, Vindrose, 1994.
Sommarnatten den blida, stuttsøga týdd til svenskt av Inge Knutsson í Avsändare Norden, red. Anneli Jordahl og Marianne Steinsaphir, En bok for alla, 1996.
Suðar dýpið reyða, skaldsøga, Mentunargrunnur Studentafelagsins, 1999.
Bonsai, søga og Songartíð, yrking, Prikkut vár, 2000.
Katrin, stuttsøga týdd til týskt av Detlef Wildraut í týska tíðarritinum Tjaldur, 31 / 2003.
Burtur, skaldsøga, 2006.
Fagrar bókmentir, týðing:
ein ungdómsdreymur, stuttsøga eftir Mbuyu Nalumango, Zambia, Kvinnutíðindi, 1985.
Hugsjónarligar greinir:
Viva Chile, Froskmannatíðindi, 1971.
Miss Føroyar, Føroysku bløðini, 1971.
Dreymalandið – og veruleikin, Oyggjaskeggi, 1974.
Ítróttur og kyn í føroyskum tíðindasendingum, Føroysku bløðini, 1974.
Kvinnusøga, hugleiðingar, Kvinnutíðindi, 1982.
Brot úr kvinnusøguni, Kvinnutíðindi, 1983.
Í Friðarlegu, Kvinnutíðindi, 1985.
Hví ræðast Virginiu Woolf?, Kvinnutíðindi, 1986.
Friðartjaldið í Nairobi, Kvinnutíðindi, 1986.
Mál og kyn, ummæli og hugleiðingar, Kvinnutíðindi 1987.
Forðingar fyri javnstøðu, Glottar úr Kvinnulívi, red. Kirstin Didriksen, 1988.
Himmal og helviti á Forum, Kvinnutíðindi 1989.
Hvagar gongur leiðin, Kvinnutíðindi 1990.
Úr Føroyum, á donskum í Norden – kvinders paradis? Red. Brit Fougner og Mona Larsen-Asp, Nord 14, 1994.
Situation of Women in the Faroe Islands, í The Danish National Report to the Fourth World Conference on Women 1995, Udenrigsministeriet, København, 1994.
Hvat hendi í Kina? Dimmalætting og Sosialurin, 8.mars 1996
Hugleiðingar í „Vetrarbreytum“, red. Birgir Kruse, Útvarp Føroya, 1996, 97, 98 og 99.
Tann friðarliga Kollveltingin og aðrar greinir, Kvinnutíðindi, túsundáraskiftið.
Kvinders forhold i Færøerne og Grønland, á donskum og enskum saman við Agnete Hammeken í Ligestilling i tusmørke, Dansk NGO Skyggerapport forud for Beijing + 5, Kvinderådet, 2000.
Vísindaligar greinir:
Estimates of orthodontic treatment need in Danish schoolchildren, saman við Sven Helm et al., Community Dental Oral Epidemiol., 3:136-142: 1975.
Appréciation de la nécessité du traitement orthodontique chez des enfants danois d’aðge scolair, saman við Helm et al., Revue d’Orthopedie Dento Faciale, t.XI: 4: 471-482: 1977.
Forekomst af tandstillingsfejl hos børn med komplet læbe- og ganespalte, Vísindalig ritgerð, Københavns Tandlægehøjskole, Institut for ortodonti, 1978.
Viðgerð av børnum við andlitsbrekum; Javni, nr.1, 3-13, 1978.
Skeivar tenn hjá føroyskum børnum; Fróðskaparrit, 26. bók, 81-113, 1978.
Tey bera rong boð, Kvinnutíðindi, 1985.
Politikkur og kvinnurnar, Kvinnutíðindi, 1989.
Heinesen, Elin Brimheim Miðla- og mennningarleiðari Tlf.: 213102 Elin Brimheim Heinesen varð borin í heim 25. Juni í 1958 í Tórshavn.
Foreldur: Jens Pauli Heinesen, rithøvundur, f. 1932, d. 2011, og Maud Heinesen, fødd Brimheim, setursskrivari, f. 1936, d. 2005.
Í 1990 átti Elin eina dóttur, Helenu.
Elin fór til Danmarkar at lesa í 1983 og varð verðandi í Danmark í 24 ár - mestu tíðina búði og arbeiddi hon í Keypmannahavn, til hon flutti aftur til Føroya í 2007.
Arbeiðsroyndir:
Elin hevur víttfevnandi royndir innan øki sum internet, marknaðarføring, miðlar og mentan. Hon hevur arbeitt við samskifti, marknaðarføring og journalistikki sum marknaðarstjóri, journalistur, rit- og blaðstjóri bæði í internetmiðlum og prentaðum miðlum.
Í 2007 fór Elin til Føroya, tá hon fekk bjóðað starvið sum stjóri á SamViti, táverandi føroyska útflutnings- og ferðaráðnum, sum síðan varð lagt saman við Uttanríkisráðnum. Síðstu fimm árini, áðrenn Elin flutti til Føroya, var hon blaðstjóri á KIWI magazine, eitt danskt kvinnu- og brúkarablað, sum hon var við til at stovna. Elin var m.a. eisini marknaðarsamskipari á København Kulturby 1996. Í september 2009 byrjaði hon í starvinum sum miðla- og menningarleiðari á Miðla- og Menningardeildini í Kringvarpi Føroya.
Útbúgving:
Elin bleiv cand. mag í listfrøði og mentan á Aarhus Universitet, 1991, við hjágrein í norðurlendskum máli og bókmentum á Fróðskaparsetri Føroya, 1981. Hon hevur eisini eina styttri útbúgving í búskapi á Copenhagen Business School, 1988, umframt at hon er útbúgvin filmshandritahøvundir á Den Danske Filmskole, 1999.
Tónleikur:
Elin hevur eisini eina bakgrund sum sangari, sangskrivari og tónasmiður. Les um tónleik hennara her: http://www.fljod.com
Verk/framleiðsla/útgávur (í kronologiskari raðfylgju):
Tilrættisleggjari og framleiðari:
12 sendingar um jazzsøguna, 1978
Journalistur:
Skrivaði nógvar greinir í bløðunum Magn og 14. September, 1979-80
Sjónvarpsframleiðari:
4 sjónbandaløg í Sjónvarp Føroya, 1986-1989
Sangskrivari, tónasmiður, tilrættisleggjari, tónleikari og sangari: Tónleikaútgávan "Nalja" við 10 løgum saman við Kára Jacobsen, MC 1988, endurútgivið á CD, Plátufelagið Tutl, 1998.
Rithøvundur:
"At fortælle reklame", serritgerð, 313 s., Aarhus Universitet, 1991
Sjónvarpsframleiðari, teksthøvundur:
"SMS-varpið", smá sjónvarpsinnsløg 5-12 min. við sjónvarpslýsingum send vikuliga, Grafikk Studio, 1992-1993
Rithøvundur og framleiðari:
"Hitt loyndarfulla teppið", hoyrispæl fyri børn í 6 pørtum í Útvarpi Føroya, 1994-95
Rithøvundur:
"Kulturbyformidling for Kulturbyprojekter", hefti útgivið til 600 mentanarbýarverkætlanir, tá Keypmannahavn var Evropeiskur Mentanarbýur í 1996.
Rithøvundur:
"Marknaðarføring av sjónleiki", undirvísingartilfar/skeiðshefti útgivið av MÁF (Meginfelag Áhugaleikara Føroya) í sambandi við skeið í marknaðarføring fyri føroysk sjónleikarafeløg i 1997.
Meðrithøvundur:
"Fra Idé til Projekt - håndbog for kulturprojekter”, útgivin av Gyldendal 1998.
Rithøvundur:
"Eitt heppið mistak", stuttsøga í stuttsøgusavninum "Ein varligur dráttur í tara og aðrar stuttsøgur", Meginfelag Føroyskra Studenta, 1996.
Filmshandritahøvundur:
“Rød Revne" - stuttfilmshandrit, 1997
"Springfugle" - spælifilmshandrit, 1997
“Tyskertøs” – spælifilms-treatment, 1997
"Papir på kærlighed" - stuttfilms-treatment, 1998
"Stedfortræderen" - stuttfilmshandrit, 1999
"Præstens brøde" - stuttfilmshandrit til sjónvarps-film, 1999
Meðritstjóri:
UNG Bladet, eitt blað útgivið av Komiteen for Sundhedsoplysning til allar 8-10 flokkar í Danmark, 2001-2002.
Rithøvundur:
"Hvornår skal du have børn", bóklingur til apotek o.a., Komiteen for Sundhedsoplysning, 2002.
Ritstjóri:
"Rådgivningshåndbogen - til fagfolk om prævention og abort", Komiteen for Sundhedsoplysning, 2002.
Tilrættisleggjari og klippari:
“Eitt Dýpi Av Dýrari Tíð” – ein dokumentarfilmur í trimum pørtum um rithøvundin Jens Paula Heinesen eftir Gullu Øregaard, 2002
Blaðstjóri og journalistur:
KIWI magazine, eitt danskt kvinnu- og brúkarablað við um 400.000 lesarum, útgivið av Chili Group, 2003-2007. (Skift navn til LIME í mars 2010).
Týðari og tilrættisleggjari:
“Yndisløg – Ein ferð aftur í farnar tíðir”, fløguútgáva saman við orkestrinum Ad Libitum, Fljóð, 2010 - týtt 9 av 15 løgum.
Bloggari, vevmeistari , greina- og klummuskrivari:
Sí www.heinesen.fo
Helmsdal, Rakel Tlf.: 316596 / 216596 F. 25. september í 1966
Foreldur: Guðrið Helmsdal, yrkjari, og Ole Jakob Nielsen, trælistamaður.
Systkin: Gudmund Helmsdal Nielsen, Ma. í miðlavísind.
Børn: Gwenaël Akira Helmsdal Carré, f. 1994, Felisia Jógvansdóttir Helmsdal, f. 2002 og Sirius Jógvansson Helmsdal, f. 2006.
Gift við Jógvan Olsen, urtagarðsmanni og røktarleiðara.
Hevur búð meginpartin av lívinum í Havn, tó eisini 5 ár í Fraklandi.
Útbúgving og starv: studentsprógv og nógv skeið innan sjónleik og bókmentir, hevur arbeitt á bókasøvnum, skrivstovum og starvsstovum og sum urtagarðskvinna. Hevur eisini fingist nógv við sjónleik.
Arbeiðir fjórðingstíð sum grafikari á Jarðfeingi, undirvísir í kreativari skriving á kvøldskúlanum, er verkætlanarleiðari fyri Ung í Føroyum saman við Hedvig Westerlund. Tíðina sum eftir er, býtir hon millum skrivingina og starvið sum leikhússtjóri og leikari á egna marionettleikhúsinum Karavella Marionett-Teatur.
Les meira á:
www.rakelhelmsdal.info og
http://karavella-marionett.blogspot.com
Útgávur:
Bøkur:
1995 – Tey kalla meg bara Hugo
1996 – Søgur úr Port Janua.
1997 – Hvørjum flenna likkurnar at, Hugo? (á norskum í 2009)
1998 – Drekar og annað valafólk
2003 – Kom yvirum, Hugo!
2004 – Nei! segði lítla skrímsl
2006 – Stór skrímsl gráta ikki
2007 – Gott hugflog, Hugo
2007 – Myrkaskrímsl
2008 – Skrímslasótt
2008 – Várferðin til Brúnna, Úr Mosakulluni 1
2009 – Veturin hjá Undu, Úr Mosakulluni 2
2009 – Skrímslavitjan
2010 – Skrímslahæddir
2011 – Veiða vind
2011 – Revurin við silkiturriklæðinum
(Bøkurnar um skrímslini bæði eru skrivaðar saman við íslendska høvundanum og teknaranum Áslaug Jónsdóttir og svenska høvundanum Kalle Güettler, tær eru komnar á trimum upprunamálum: føroyskum,islendskum og svenskum og higartil týddar til franskt, danskt, spanskt, finskt og norskt.)
Stuttsøgur og aðrir styttri tekstir:
1986 – Skerdu vit veingir tínar, Ikaros?
1988 – Firvaldaseljarin (týdd til týskt)
1988 – Dýpið(týdd til norskt)
1992 – Ferðandi í tíð og rúmd
1995 – Glámlýsið og mánalátur
1996 – Argantael
1996 – Apríl
2001 – Angi av ribes
2002 – Huldumjørkin
2005 – Alioth
2006 – Fimm mans til ein kvartett
2007 – Kvirra nátt
2008 – Ov nógv av tí góða ... og eitt sindur afturat
2009 – Spitølsk (týdd til 7 norðurlendsk mál)
2009 – Teir fýra heilivágirnir
2009 – Ongin inn
2009 – Ringrás, 3 tekstir
Sjónleikir:
1988 – Nær kemur kavin?
1989 – Ævinliga árið
1999 – Brúsajøkul
1996 – Kvarnareygað Purpurreyða
1997 – 5 violettir flugusoppar
1998 – Tá mánin setur og sólin rísur
1999 – Vitavørðurin
2000 – Sildrekin
2002 – Gomul skuld
Fjølmiðlar:
1998 – Tættir í útvarpssendingini Kon Tiki
1998-99 – Fjølmiðlaummæli í Dimmalætting
1999-2000 – Klumman ”Eg meini tað” í Sosialinum
Ritstjórn:
2010 – Óbundin orð - Stuttsøgur og tekstbrot.
2011– Orðaleikir og onnur spøl - Stuttsøgur og tekstbrot
Heiðurslønir:
1996 – Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs fyri Tey kalla meg bara Hugo
2007 – Barnabókaverðlaun Menntaráðs Reykjavíkur fyri Stór skrímsl gráta ikki
2008 – Virðisløn í stuttsøgukapping um at skriva stuttsøgu til ungdóm fyri Spitølsk
2009 –”Várferðin til Brúnna” nominera til Útnorðurvirðisløn fyri barna- og ungdómsbókmentir.
2011 – “Skrímslahæddir” nominera til Fjörðuverðlaun í Íslandi.
Henriksen, Tórunn Karina Tórunn Karina Henriksen er fødd í 1975 og hevur útbúgving frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Hon útgav í 2021 bókina Loynigentan. Áðrenn hetta hevur hon skrivað nakrar stuttsøgur til Mína jólabók, og í 2010 útgav hon skaldsøguna Månelyset viste vej. Hestoy, Heine Tlf.: 0045 51539644 Føddur á Tvøroyri 16. august 1950.
Foreldur: Birgit Hestoy, fødd Thomsen, dóttir Richard B. Thomsen og Ingrid Mortensen; Jóannes Hestoy, føddur Petersen, sonur Jacob hjá danska Ludda og Ingrid Johannesen hjá Hest Jóannesi.
Realprógv úr Tvøroyrar skúla 1968.
Fyrstu ferðir til sjós: Summarfrítíðin 1967 við snellubátinum Astrid hjá Páll Tummasarson og við línubátinum Torra hjá Martin Eidesgaard. Fyrsti veruligi túrur til sjós: Trolarin Leivur Øssurson 31. juli 1968 til 31. mai 1969. Tveir saltfiskatúrar undir Grønlandi, Nýfundlandi og Íslandi. Næmingur við skúlaskipinum Danmark 24. juni 1969-20. desember 1969. Aspirantur í A. P. Møller 11. mars 1970-17. november 1970. Kvartermeistari við Danmark 18. november 1970-30. september 1972. Næmingur á stýrimansskúlanum í Marstal oktober 1972-juni 1975 (skipsføraraprógv). August 1975-juli 1976 1. stýrimaður við skúlaskipinum. Várið 1977-várið 1979 stýrimaður við skipafelagnum Skou á langferð millum annað til Japan, Suðuramerika og Australia. Frá 1979 skipari hjá ymsum donskum skipafeløgum, harímillum tvey ár í Saudi Arabia. Summarið 1983-1984 á landi á Tvøroyri sum lossingarmaður og arbeiðsmaður á flakavirkinum. Frá 1985-1989 medeigari av fraktbáti saman við skipafelagnum Kromann í Marstal, har eg sigldi sum skipari. Í landi 1997-99 har eg las spanskt a univeristetinum i Odense og arbeiddi sum vikarur a eftirskula. Keypti skip i 1999 har eg sjalvur sigli sum skipari.
Giftur og búsitandi í Marstal: Tvey børn. Eina dóttur og ein son.
Útgávur
Fyrstu smásøgur komu út í Skeggjanum, Varðanum og Brá, umframt jólasøgur og aðrir stubbar.
Fyrsta bókin, stuttsøgusavnið Piprandi hjarta, skrivað saman við systur míni, Ingrid Hestoy, kom út í desember 1984. Annað stuttsøgusavnið, Bládýpið, 1985, var eisini skrivað saman við Ingrid.
Saman við Ingrid havi eg útgivið barnarímurnar Rím á rað nummar 1, 1985, og 2, 1991.
Sjálvur havi eg útgivið stuttsøgusavnið Sum ravnar um deyðseyð, og barnabøkurnar Einsmøll í Svarthólmi, Loynidalurin og Ein bumba um borð.
Umframt hetta hevur Bókadeild Føroya Lærarafelags útgivið ungdómsbøkurnar Regin og Sára (heiðursløn) og ungdómsbókina Summardáar.
Seinasta bókin er Hin navnleysa søgan.
Umframt hetta havi eg skrivað eitt hoyrispæl og nakrar stuttsøgur til útvarpið.
Hoydal, Dánial Tlf.: 0045 88308417 Føddur í 1976 í Havn. Sonur Gunnar og Jette Hoydal. Eigi dóttrina Sanna Bæk Hoydal, fødd 2003.
Nýmálsligur studentur úr Hoydølum. Útbúgvin cand.mag. í retorikki og informatikki á Lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Starvast dagliga sum marknaðarleiðari hjá KT fyritøkuni Keel Solution. Havi annars arbeitt sum tekstahøvundur og samskiftisráðgevi í eini lýsingarfyritøku.
Lestrarárini í Keypmannahavn havi eg verið í fleiri skrivi- og kjakbólkum um skaldskap saman við øðrum útisetum. Skrivari í nevndini í nýskapandi føroyska kórinum Mpiri mestsum øll árini. Havi skrivað sangtekstir, stuttsøgur, tekstroyndir og yrkingar. Eisini verið á skriviskeiðum, m.a. norðurlendskum skeiði í barnabókaskriving. Havi sjálvur eisini hildið skeið í skriving, m.a. á stevnuni Ung i Norden 2006.
Útgávur
Átti tekstin til kantatuna hjá Tróndi Bogasyni, ið vann kappingina hjá Kórsambandi Føroya um nýggja ólavsøkukantatu í 2000.
Á vári 2002 kom barnabókin Í Geyma (Bókadeild Føroya Lærarafelags), ið Hanni Bjartalíð gjørdi tekningar til, og sum varð lisin upp í ÚF sama heyst.
Umsetti úr enskum saman við Annu Kristini Bæk sangleikin Godspell eftir Tebelak & Schwartz, ið varð framførdur á vári 2002 í Studentaskúlanum í Hoydølum.
Umsetti úr norskum librettuna hjá Willy R. Kastborg til operuna Eystein & Arnhild við tónleiki hjá Kristiani Blak, ið varð spæld sum útvarpsopera í Útvarpi Føroya á páskum 2004.
Umsetti úr enskum saman við Annu Kristini Bæk sangleikin Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið eftir Lloyd Webber & Rice, ið varð framførdur á vári 2004 í Norðurlandahúsinum.
Vegleiðari á fleiri bókaútgávum, m.a. teknirøðini Føroya Krønika (Bókadeild Føroya Lærarafelags, 2003) hjá Markosi Jiménez, ið eg eisini umsetti.
Skrivaði librettuna til operuna Í Óðamansgarði hjá Sunleivi Rasmussen, ið varð framførd í Norðurlandahúsinum á heysti 2006 og í Tallinn í Estlandi í 2008.
Umsetti musikkdramatiska verkið Søgan um ein soldát eftir Stravinsky & Ramuz, ið bólkurin Aldubáran og sjónleikarin Annfinnur Heinesen framførdu í Føroyum og í Danmark í 2006-07.
Umsetti úr enskum saman við Annu Kristini Bæk sangleikin FAME eftir Fernandez, Levy & Margoshes, ið varð framførdur á heysti 2006 í Norðurlandahúsinum.
Barnaræðusøgan Eygað varð prentað í tekstasavninum Svartideyði og aðrar spøkilsissøgur (Bókadeild Føroya Lærarafelags, 2006).
Hevði 6 yrkingar við í tíðarritinum Vencili á vári 2007.
Umsetti úr enskum sangleikin HAIR, ið varð framførdur á heysti 2008 í Norðurlandahúsinum.
Skrivaði leikin Í Geyma, sum varð framførdur í Norðurlandahúsinum á heysti 2008.
Hoydal, Gunnar Tlf.: 312849 Føddur 12. september 1941 í Keypmannahavn. Foreldur: Karsten Hoydal og Marie Louise Hoydal, fødd Falk Rønne. Systkin: Egil, Kjartan og Annika.
Giftur Jette Hoydal, f. Dahl, studentaskúlalærara. Børn: Marianna, Kristina og Dánial.
Heim í august 1945 við fyrsta ferðafólkaskipinum eftir krígslok. Búði 1946 - 1950 í Klaksvík, har pápin var leiðari á niðursjóðingarvirkinum hjá J. F. Kjølbro, flutti til Havnar í 1950, barnaheim uppi á Hálsi á trøð við seyði, neytum, hønum og gæs. Gekk í bygdarskúlanum í Hoyvík, seinni í kommunuskúlanum í Havn og síðani í millumskúlanum. Eftir annan millumskúlaflokk flutti húskið alt til Suðuramerika, har pápin hevði starv í ST-stovninum FAO 1954 - 1957 og skuldi standa fyri at byggja upp fiskivinnuvirki í býnum Manta við Kyrrahavsstrondina í Ecuador.
Á Sorø Akademi at ganga í skúla, fekk málsligt studentsprógv haðani í 1960. Matematiskt prógv í 1961 og filosofikum frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn sama árið. Skeið í fornmálum, fornfrøði og listasøgu sama stað, prógv í grikskum 1968.
Fór undir at lesa søgu, men stóð samstundis upptøkuroyndina til arkitektaskúlan á danska Kunstakademinum, haðani hann fekk prógv sum arkitektur í 1967. Á ymiskum teknistovum í Keypmannahavn 1967 - 1972. Vann í 1969 norðurlendsku arkitektakappingina um gamla býin í Havn, síðani ráðgevi hjá Tórshavnar kommunu í býarskipanarmálum. Í 1972 settur sum býararkitektur í Havn. Almenna byggisamtyktin fyri kommununa varð góðkend í 1972 og gjørdist støðið undir stóru útbyggingunum í 70- og 80-árunum. Fyri verk, hann hevur staðið fyri, serliga í gamla býnum og við randarhúsini Millum Gilja og Inni á Gøtu, fekk Tórshavnar kommuna heiðurslønina Danske Arkitekters Æreskaleidoskop í 1991. Segði seg úr starvinum sum býararkitektur á 25-ára degnum í 1997 fyri at kunna vera rithøvundur, týðari og ráðgevi burturav.
Í ritstjórnini á tíðarritinum Framanum í Keypmannahavn 1963 - 1969, formaður í Mentunargrunni Studentafelagsins 1969 - 1972. Ritstjóri Varðans 1977 - 1981. Formaður í Rithøvundafelagi Føroya 1981 – 1986 og aftur 1998 – 2004. Stovnari og fyrsti formaður í Listafólkasambandi Føroya, LISA, 1982 - 1988. Limur í Mentunargrunni Løgtingsins 1984 - 1988, í ráðgevandi nevndini fyri Norðurlandahúsið 1983 – 1993, formaður í Ljósritagrunninum/Fjølriti 1986 - 1994. Formaður umboðsráðsins síðani 1994. Formaður í Arkitektafelagi Føroya 1990 - 1995, heiðurslimur felagsins í 2001. Formaður í stýrinum fyri Listasavn Føroya 2002 - 2005. Formaður í Koltursgrunninum síðani 2003.
Frá 1964 ummæli og frásøgnir í Varðanum og øðrum tíðarritum. Hevur síðani skrivað yrkingar, sangir og fagrar bókmentir av ymiskum slagi, týðingar umframt yrkistekstir, serliga um føroyska list og myndlistafólk.
Útgávur:
Myndasavn, bók um listamannin Ingolf Jacobsen á Kamarinum, 1972
Den gode vilje, leikur til danska sjónvarpið 1976, saman við Steinbirni B. Jacobsen
Av longum leiðum, stuttsøgur og ferðafrásagnir 1982
Mit eget land, sangir 1983, saman við Anniku Hoydal
Hús úr ljóði, yrkingar 1988
Ingálvur av Reyni, listabók saman við øðrum 1989
Dulcinea, sangir 1990, saman við Anniku Hoydal
Undir suðurstjørnum, skaldsøga 1991
Långt bortifrån, bók við úrvali av søgum, týddar til svenskt, 1992.
Janus Kamban, listabók 1995.
Stjernerne over Andes, týðing til danskt av Undir Suðurstjørnum, 1996.
Skeyk, sangleikur saman við øðrum 1997.
Havið, sangir saman við Anniku Hoydal, 1999.
Dalurin Fagri, skaldsøga 1999
Land í sjónum, tíðartekstir 2001
Under Southern Stars, týðing til enskt av Undir suðurstjørnum, 2003
Bárður Jákupsson, listabók saman við øðrum, 2003
Ingi Joensen, listabók 2007
Í havsins hjarta, skaldsøga 2007
Dalen, týðing til danskt av Dalinum fagra 2008
Virðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir í 1982. Í uppskoti til bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 1989 og 1993 og 2010. Í 2002 Mentanarvirðisløn Landsins fyri virki innan føroyska mentan og list.
Bókmentir: Jógvan Isaksen: Homo viator, um skaldskapin hjá Gunnari Hoydal. Scandinavica 2005: Navels, Nest and Glowing Darkness. Rithøvundabókin, www.rit.fo, Weilbachs kunstnerleksikon, Kraks Blå Bog.
Hoydal, Marianna Tlf.: marisnnah68@gmail.co Hoydal, Marianna Húsagarði, Janus á Høgnesen, Birgir Waag Tlf.: 284444 ÚTGÁVUR
Teir tóku Kjansin - um Kap Farvel -2005.
Teir tóku Kjansin um Tá Sundaberg sakk 2013.
Teir tóku kjansin STELLURNAR 2016. í Baianstovu, Lív Tlf.: 587843 Eg eri fødd Dam Jacobsen 15/4 1960 í Klaksvík. Foreldrini eru rithøvundi og prentari Magnus Dam Jacobsen, sáli, og sniðgevi og bindikona Rannvá Høgnesen.
Navnið í Baianstovu tók eg stig til, at vit keyptu í 1972.
Tá vóru foreldrini separerað, og pápi fluttur til Keypmannahavnar, haðani hann skrivaði okkum lang brøv.
Har fortaldi hann frá um familjuna og røturnar, og eg vildi hava sterkar røtur. Tað gjørdi meg bangna
at vera uttan pápa.
Samanumtikið hava familjuviðurskiftini myndað mítt lív. At liggja undir fyri teimum, royna at sleppa av
við tey, og so nú at enda konfrontera tey.
Í hesum sambandi eri eg í eini skriviproces.
Eg havi synirnar
Hans í Baianstovu, 1982
Magnus í Baianstovu, 1984
Starvist sum sjúkrarøktarfrøðingur á Lágargarði, og havi virksemið Lív í Býnum, sjá facebook.
Havi skrivað orðini til lagið Flag hjá Jóan Petur Andreasen, sum kom út á bandinum Blackbirds 1988
Umsett, umyrkt og yrkt tekstirnar á bandinum Friður í Túninum, og syngi har saman við Ronnie Nielsen, 1992
Framleitt fløguna Atlantic Light, ið kom út á egna forlagnum Windharps 1998
Á henni eru løgini hjá pápabeiggja, Luddi Dam Jacobsen, sáli, yrkingar hjá abba, Jens Dam Jacobsen, sáli,
úr savninum "Vaknaður Vársins Songur", sum pápi gav út, løg hjá mær sjálvari og teksturin Lýsandi Hav, umframt
yrkingar eftir onnur føroysk og útlendsk skøld.
Tónleikaliga er stev tann reyði tráðurin (røturnar), eg syngi og spæli akustiskan guitar, og svenskir tónleikarir (eg var tá búsitandi í Svøríki) spæla
ymisk ljóðføri og stílar.
Umsett barnabókina Mín Pápi Tyngdlyftarin eftir Linu Lundh, givin út á forlagnum BFL 2011
Eri í ferð við at spæla eitt album inn hjá Smart Recordings við mínum egnu tekstum og løgum.
í Jákupsstovu, Beinta Tlf.: 0047 71244318 Fødd 27. desember 1951 í Seyrvági.
Foreldur: Edith fødd Lamhauge úr Lamba og Jákup í Jákupsstovu, úr Seyrvági. Giftist Rolf Bugge frá Eidsøra í Noregi í 1978.
Børn: Guri, f. 1979, Edit, f. 1983 og Heine, f. 1985.
Uppvaksin í J. Paturssonargøtu, saman við sjey systkjum. Studentsprógv úr Hoydølum 1971, fekk pláss á Regensen og tók 1. part í sosiologi við Universitetið í Keypmannahavn. Fór so til Bergens, og tók cand. polit. prógv í Offentlig administrasjon og organisasjonskunnskap við Universitetið í Bergen í 1982. Tók hjágrein í geografi við UiB í 1977. Búði í Haram kommunu í Sunnmøre 1978-1987, var lærari á studentaskúlanum í Brattvåg, og eitt skifti fulltrúi í kommunalu heilsufyrisitingini. Skúlaárið 1983/84 var alt húskið í Fuglafirði, hevði starv á Studentaskúlanum í Gøtugjógv fram til ársskiftið, og var so á Landsskúlafyrisitingini fram til summarfrítíðina. Fluttu í 1987 til Molde, fekk starv á Høgskolen i Molde, fyrstu tíðina mest í fyrisitingini, men síðan 1991 varð tað meira og meira undirvísing og gransking. Fekk í 1992 granskingarstyrk frá NorFa, og var tá nakrar mánaðir á Fróðskaparsetrinum og við Háskóla Íslands. Fekk í 1995 fast starv sum høgskolelektor (nú 1. amanuensis) í stjórnmálafrøði. Tók dr. polit. heitið við Universitetið í Bergen í 2003.
Útgávur
Kunnskap og makt. Færøysk helsepolitikk gjennom 150 år. Fróðskapur (Faroe University Press) 2006.
”Erfaringer fra kvindelisterne i færøsk politikk”. Saman við Bjørg Jacobsen. Í NIKKmagasin nr 1-2006.
”Et kjønnsperspektiv på færøysk helse- og sosialpolitisk utvikling”, í A.Mortensen (red.): Fólkaleikur. Fróðskaparfelagið 2005.
"Um siðvenju hjá íslendskum og føroyskum mammum at hava børn á brósti", í Snædal og Johansen (red.): Frændafundur 5, Háskóli Íslands 2005.
Rekruttering av færøyske kommunepolitikere. Saman við Eli Kjersem. Arbeidsnotat 2005:4, Møreforsking Molde.
Evaluering av d:mo i Molde kommune. Forundersøkelse. Kjennskap til og bruk av d:mo pr. august 2005. Saman við Eli Kjersem og Judith Molka-Danielsen. Arbeidsnotat / Høgskolen i Molde ; 2005:6
”Kvinnerollen på Færøyene i endring – en sammenlikning av kvinners politiske medborgerskap i to kommuner”. Saman við Bjørg Jacobsen. Í Berglund (red.): Med periferien i sentrum – en studie av lokal velferd, arbejdsmarked og kjønnsrelasjoner i den nordiske periferien. Norut NIBR Finnmark
"Changes in the Faroese Welfare System", í Westman, Liisa (ed.): Women leave, men remain – Issues of Welfare, Gender and Labour market. North Karelia Polytechnic, Joensuu 2005
Hva gjør SMS med ungdomstiden? Resultater fra en spørreundersøkelse om mobiltelefonbruk blant romsdalsungdom høsten 2002. Saman við Eli Kjersem. Rapport nr. 0301, Møreforsking Molde 2003
Om kunnskapsprodusenters makt til å definere behov. Obligatorisk innlegg i vitenskapsteori til dr. polit. graden, Notat nr 50 (1998), Instititutt for administrasjon og organisasjonsvitenskap, Universitetet i Bergen.
Norsk helsestasjonsvirksomhet. Nasjonal politikk og lokal policyutforming av forebyggende arbeid for barn. Saman við Turid Aarseth, Rapport nr. 9603, Møreforsking Molde 1996.
„Kvinner ingen adgang? Rekruttering av kvinner til bystyret i Tórshavn 1972-1992.“ Norsk Statsvitenskapelig Tidsskrift 1/96.
Brúkarakanning av heilsusystraskipanini apríl-mai 1993. 376 mammur sum áttu ella ættleiddu børn í tíðarskeiðnum mars-nov. 1992, siga sína hugsan. Arbeidsrapport M 9417, Møreforsking Molde 1994.
Heimestyreordninga og sosialpolitikk på Færøyane. Hovedfagsoppgåve i offentlig administrasjon og organisasjonskunnskap, Universitetet i Bergen, 1982.
í Skála, Annfinnur Tlf.: 314276 Føddur í Havn 20. september 1941.
Foreldur: Jóhanna M. Skaale, fødd Joensen úr Innistovu á Trøllanesi og Sigfried Skaale úr Havn.
Annfinnur hevur verið lærari í søgu, enskum og fornaldarfrøði á Føroya Studentaskúla og HF skeiði síðani 1975.
Hjúnafelagin hjá Annfinni var Súsanna á Brúsoyri (30. juli 1947-22. oktober 2004). Synirnir eru Ragnar og Gilli.
Útgávur
Jonhard Mikkelsen, Zakarias Wang og Annfinnur góvu í 1992 á forlagnum Stiðjanum út:
Ensk-føroysk orðabók. Í 1998 góvu teir saman við Hanne Jacobsen út: Donsk-føroysk orðabók.
Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út tríggjar bøkur, ið Annfinnur skrivaði ella legði til rættis:
Stjórnarskipanarmálið 1946.
Keldur til Føroya søgu, í 1992,
og í 1994 Frá stórkríggi til heimskríggj 1918-1939, og Søga Týsklands 1918-1939. Lýst við keldum.
Í 2000 gav forlagið Sprotin út:
Heimurin forni 1. Hjá dvørgum í Niðafjøllum.
Heimurin forni 2. Ferðin til Zambora. í Skemmuni, Jákup Tlf.: 0045 62216416 (Fridtjof Jákup Pauli Christiansen) Føddur á Barkhelluni í Toftum í Vági 27/10-1951. Ættleggurin í faðirætt er úr Vági og Sumba, og ættleggurin í móðurætt úr Skálavík og av Skarvanesi.
Mamman æt Anna (fødd 11/7-1926, deyð 24/5-1993), og pápin æt Dánjal Christiansen, fiskimaður (føddur 8/11-1911, deyður 6/5-2000).
Jákup er giftur við Elsebet Linderoth Hansen (fødd 20/4-1951), sum er barnagarðslærari. Tey eiga tvey børn: Rúni (føddur 7/8-1976) og Signhild (fødd 7/5-1981). Frá tólv ára aldri var Jákup hjá bóndahjúnunum Annu (fødd 28/9-1917-deyð 9/4-1984) og Jóhan Sandoy (føddur 31/1-1910, deyður 17/11-2004) í Skemmuni í Trøðum heima á Sandi at vera.
Har var hann við uppi í vanligari bóndavinnu í bø og haga, og eitt stutt skifti var hann til skips við heimasandsskipunum Dagstjørnuni, Havsøka og Polli, og okkurt summarið róði hann út við Jógvani Clementsen sum bátsformanni.
Veturin 1968-69 á Føroya Fólkaháskúla og realprógv úr Hoydølum í 1972. Í 1972-73 á blaðmenskudeild Norrøna Fólkaháskúlans í Kungälv í Svøríki. Frá 1973 til 1976 blaðmaður á 14.September. Í 1977 fór hann undir at geva bøkur út á egna forlagi sínum, Nýlendi, og síðan tá hevur hann mest sum havt bókatýðing og útgávu sum starv burturav. Í 1995 filologiskt prógv frá Odense Universiteti sum cand. phil. í norrønum málum og bókmentum.
Í 1986 fekk hann barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs, og í 1994 læt Sveriges Författarfond Jákupi virðisløn fyri at týða svenskar bókmentir til føroyskt.
Umframt bøkurnar, sum hann hevur givið út á egnum forlagi, Nýlendi, hava forløgini Bókagarður, Bókadeild Føroya Lærarafelags, Sprotin og Føroya Skúlabókagrunnur givið bøkur út, sum Jákup hevur týtt. Umframt tað, sum her er nevnt, hevur Jákup týtt einar hundrað stuttsøgur og onkrar siðsøguligar greinir, t.d. E. A. Bjørk: Børkuvísa [Potentilla erecta] (Fróðskaparrit, 1972, bls. 99-128) og Knud J. Krogh: Seks kirkjur heima á Sandi (Mondul, 1975, nr. 2, bls. 21-54).
ÚTGÁVUR / TÝÐINGAR:
A. Mortimer/M. Sturgis: Jólini hjá Sólju (1990).
A. Thyregod/Svend Otto S.: Bjørn sjógarpur (1979).
Agneta Pleijel: Ein vetur í Stokkhólmi (2000).
Anna MacDonald: Tongul (1991).
Anne Birkefeldt Ragde: Berlinaraspirnar (2007).
Anne Holt: Mai-Britt, Mars-Britt og húsvognurin (2011)
Annika Holm/C. Torudd: Amanda! Amanda! (1991).
Arne Svingen: Deyðiligt blits (2007)
Arthur Omre: Smuglarar (2003).
Artur Lundkvist: Durita hevur hala.
August Strindberg: Eitt hálvt pappírsark.
B. Jacobsen, K. Schnack, B. Wahlgren og M.B. Madsen: Vísindaástøði (2009).
Bertil Hökby og Gösta Åberg: Hittinorð (2004).
Birgitta Stenberg/Matti Lepp: Rógvi og skrímslið (1994).
Birgitta Westin/Mati Lepp: Drýlurin hjá Viggo (1990).
Birgitta Westin/Mati Lepp: Viggo sigur nei! (1992).
Bo R Holmberg: Agnas og kærleikin (óprentað).
Bo R Holmberg: Agnas og ljósið (1999).
Bodil Hagbrink: Børnini í Sámalandi (1980).
Catharina Ingelman-Sundberg/Solveig Hellmark: Drunnsvarti (1991).
Christina Falkenland: Skuggi mín (óprentað).
Edwina Riddell: 100 tey fyrstu orðini (1989).
Edwina Riddell: Mín fyrsta djórabók (1990).
Edwina Riddell: Mín fyrsti barnagarður (1992).
Edwina Riddell: Mítt fyrsta heim (1992).
Elsa Beskow: Áburrin Snarpi (1990).
Elsa Beskow: Baldur í Berjaríki (1991).
Elsa Beskow: Børnini í Vættrabyrgi (1990).
Elsa Beskow: Hatt-húsið (1990).
Elsa Beskow: Óli vitjar Vetur (1987).
Elsa Beskow: Páll fær vovin klæði (1989).
Elsa Beskow: Raska Annika (1984).
Elsa Beskow: Sólareggið (1991).
Eric Hill: Flekk á sjúkravitjan (1989).
Eric Hill: Flekk á útferð (1989).
Eric Hill: Flekk fer í sirkus (1987).
Eric Hill: Flekk fer í skúla (1986).
Eric Hill: Flekk fer út (1988).
Eric Hill: Flekk fer út á bóndagarðin (1990).
Eric Hill: Flekk fær eina systur (1989).
Eric Hill: Flekk lærir seg at telja (1986).
Eric Hill: Flekk lærir seg klokkuna (1986).
Eric Hill: Flekk skvamblar (1986).
Eric Hill: Fyrstu jólini hjá Flekki (1986).
Eric Hill: Hvar er Flekk? (1986).
Eric Hill: Hvar er Flekk? (pinkubók , 1990).
Eric Hill: Stóra orðabókin hjá Flekki (1989).
Eric Hill: Tá ið Flekk fylti (1990).
Erik Siegsgaard/Arne Ungerman: Páll púra einsamallur (1974).
Eva Wikander: Jóhan og Pætur – tvær bøkur í einari – (1998).
Eyvind Johnson: Støðgur í Mýrilandinum.
Eyvind Skeie/Wenche Øyen: Gleðilig jól (1988).
Finn Lynge: Stríðið um villinidýrini á sjógvi og á landi (1997).
Folke Fridell: Uppgerð.
G. Helgadóttir/B.Pilkington: Gandakellingin Flumbra (1982).
G.V. Leclercq: Snarpi (framhaldssøga í Glugganum).
Gunnar Fredriksson: 26 HEIMSPEKINGAR (2009).
Göran Tunström: Jólaoratoriið (2002).
Hãge Follegg-Pedersen: Summargesturin (1991).
Hanna Ørstavik: Kærleiki (2018)
Hans Peterson/Ilon Wikland: Áarføri (1973).
Hans Peterson/Ilon Wikland: Stórkavi (1973).
Hans-Eric Hellberg/Tord Nygren: Dagur í viku (1990).
Harry Martinson: Ein marrudreymur í smáleyki.
Henning Mankell: Eldsins gáta (2008).
Henning Mankell: Eldsins loyndarmál (2008).
Henning Mankell: Eldsins øði (2009).
Henning Mankell: Hundurin, ið rann ímóti einari stjørnu (1992).
Henning Mankell: Skortleysir manndráparar (1998).
Henrik Einspor: Við Deyðanum í hølunum (2002).
Herbjørg Wassmo: Vegurin at ganga (2000).
Hjalmar Söderberg: Ein temunnur.
Inga Borg: Brúsi (1981).
Inga Borg: Brúsi fer til Íslands (1976).
Inga Borg: Brúsi og Túgvu-Karin (1991).
Inga Borg: Heima hjá Brúsa (2002).
Ingela Strandberg: Blankan feld og sterkar labbar (1998).
Inger Brattström/Margareta Nordqvist: Ynskisrossið (1997).
Inger Edelfeldt: Bókin um Kamalu (2012).
Ingunn Aamodt: Ræðuligur spádómur (2007)
Ivar Lo-Johansson: Úr heimsbókmentum.
Jan Fridegård: Jóhan og Eva.
Jan Wiese: Moyggin, ið læt seg nakna fyri unnustanum (1997).
Jean Carlbrand: Náttin á oynni (1985).
Jessica Schiefauer: Dreingirnir (2019)
Johanna Thydell: Uppi undir loftinum glógva stjørnurnar (2005)
Jon Ewo: Deyðans glaseyga (2007)
Jonas Hassen Khemiri: Alt, eg ikki minnist (2016)
Kari Hotakainen: Á heima-vígvøllinum (2005)
Katarina Mazetti: Hann sjálvur av grannagrøvini (2003).
Kjell Askildsen: Tær bestu (2017)
Kjersti Annesdatter Skomsvold: Barnið (2019)
Kjetil Johnsen: 3VINNKOUR 1: Eitt hol í sálini (2007)
Kjetil Johnsen: 3VINKONUR 2: Vandamikli mussurin (2008)
Kjetil Johnsen: 3VINKONUR 3: Tað, sum fer at henda (2008).
Kjetil Johnsen: 3VINKONUR 4: Ballað inn í plast (2010).
Kjetil Johnsen: 3VINKONUR 5: Skilnaðarstund (2010).
Kjetil Johnsen: 3VINKONUR 6: Mordarin, ið græt (ebók 2013)
Kjetil Johnsen: 3VINKONUR 7: Aftur frá teimum deyðu (ebók 2013)
Knut Hamsun: "Sveimarar"; (2015)
Lars Ahlin: Kemur til hús og er hampiligur.
Lars Ardelius: XV.
Lars Gustafsson: Thorn.
Lars Huldén: Seinasta ferðin, sum Bjørnstjerne Bjørnson gjørdi til Finnlands.
Lars Ove Sæther: Hanagal (2013)
Lasse Ekholm: Skrivibókin (2008).
Laurence Anholt: Sámal og sólblómurnar (1997).
Leif Eriksson: Gubbin vitjar (1988).
Leif Eriksson: Tá ið Pinga fór á flog (1986).
Lena Anderson: Stina og Skrøggabbin (1994).
Lena Anderson: Storm-Stina (1992).
Lena Arro/Catarina Kruusval: Abbadiddur og skonnartir (1996).
Lena Arro/Catarina Kruusval: Gubbagreytur og jólastjørnur (1995).
Linn Ullmann: Áðrenn tú sovnar (2000).
M. Kaldhol/W. Øyen: Farvæl, Rádni (1986).
M.Lind/L.Rudebjer: Jólaaftan hjá Silpusi (óprentað).
Margareta Ekström: Rímfrost.
Margareta Strömstedt: „Brátt siti eg har uppi undir hansara høgru ..."
Maria Ernestam: Altíð hjá tær (2012)
Marianne Fredriksson: Anna, Hanna og Jóhanna (2000).
Marianne Söderbeck/T. Morisse: Úlvur á skóg (1993).
Mark Levengood & Unni Lindell: Gamlar konur verpa ikki (2003).
Mark Levengood & Unni Lindell: Kavafonnin grætur um sítt kalda lær (2004).
Mars Wahl: Maj Darlin (1992).
Martina Haag: Her ruggar ikki rætt (2017)
Martina Lindemann: Besta summarfrítíðin, hví? (1994).
Mats Wahl: Bølarin (1993).
Mats Wahl: Fortíðar syndir (2009).
Mats Wahl: Hevnd (2005).
Mats Wahl: Hin ósjónligi (2002).
Mats Wahl: Kill (2006).
Mats Wahl: Vetrarvíkin (1996).
Max Lundgren: Summargentan (1995).
Mecka Lind/Lars Rudebjer: Silpus er ástarsjúkur (1991).
Mecka Lind/Lars Rudebjer: Silpus og Svala (1994).
Merethe Lindstrøm: Dagar í kvirrunnar søgu (2013)
Merethe Lindstrøm: Úr vetrarskjølunum (2018)
Moa Martinson: Trælurin og vegurin.
Norðurlond í kring – saman við Martini Næs (1995).
Nýbrotið – saman við øðrum (1994).
Peder Sjögren: Kærleikans breyð (1983).
Per Anders Fogelström: Summarið við Moniku (1977).
Per Nilsson: Anarkai (1998).
Per Nilsson: Gorpur krunkar (1997).
Per Nilsson: Hjartans frygd (1996).
Per Nilsson: Tú & Tú & Tú (2003).
Per Olof Sundman: Óskar.
Per Olov Enquist: Omanstoyttur eingil (1998).
Per Olov Enquist: Samtala í Tonapah.
Per Olov Enquist: Ástarsøga við líknilsum (2014)
Per Petterson: Bannað veri tíðaráin (2009).
Per Petterson: Út at stjala ross (2006).
Per Petterson: Til Sibiria (2018)
Petra Szabo: Massi (1987).
Petra Szabo: Massi og Sirran (1987).
Pär Lagerkvist: Pápin og eg.
Pär Rådström: Dómstólurin hjá børnunum.
Rolf Lidberg/Jan Lööf: Huldubókin (1986).
Rolf Lidberg/Jan Lööf: Trøllabørnini fáa summarfrí (1995).
Rolf Lidberg/Jan Lööf: Trølla-Fía sigur frá (1994).
Rolf Lidberg/R. Alsterblad: Trølladalur (2002).
Rolf Lidberg/Robert Alsterblad: Tvey forlipt (2006)
Roy Jacobsen: Høggararnir (2010).
Roy Jacobsen: Undurbarn (2013).
Sagnaslóðir fram við strendur (1999).
Saman við Bengt Audén/Ivo Holmqvist: Svenskar stuttsøgur 1 (1985):
Saman við Bengt Audén/Ivo Holmqvist: Svenskar stuttsøgur 2 (1990):
Sara Stridsberg: "Beckomberga - Fagnaðarkvæði til húski mítt"; (2016)
Selma Lagerlöf: Keisarin av Portugáliu (1998).
Selma Lagerlöf: Gösta Berlings søga og ævintýr (2019).
Sigurjón Birgir Sigurðsson (SJÓN): Skugga-Baldur (2006).
Sigurjón Birgir Sigurðsson (SJÓN): Mánadrongur (2014).
Stefan Casta: Summarið við Mary-Lou (2002).
Stein Lunde: EGGGG (2000).
Stig Dagerman: At drepa eitt barn.
Stina Aronson: Konufólka-Dánjal.
Sue Davidson/Ben Morgan: Mannakroppurin -saman við Jákupi Eyðuni Joensen – (2003).
Sven Delblanc: Lívsins aks (2000).
Sven Delblanc: Orð at enda (1993).
Thorsten Jonsson: Einsamallur við eini hálvpottafløsku av konjakki
Thorvald Steen: Sleipnir hin rádni (2004).
Thorvald Steen: Hvíta baðhúsið (2018)
Torgny Lindgren: Humluhunang (1996).
Torgny Lindgren: Vegurin hjá ormi yvir klettin (1993).
Torill Eide: Ørindi í loyndum (2000).
Torvald Sund/Omar Andréen: Feðgar (1987).
Torvald Sund/Wenche Øyen: Kavarok av landnyrðingi (1985).
Tove Jansson: Fremmandur býur.
Ulf Löfgren: Albin djóravørður (1991).
Ulf Löfgren: Albin og teir ólátaðu jólavættrarnir (1992).
Ulf Nilsson/Björn Berg: Jenny, søgan um eina mús, sum fór burtur í lond (1992).
Ulf Stark/Mati Lepp: Stóribeiggin (1996).
Ulf Stark: Latið hvítabjarnirnar dansa (1995).
Ulla Isaksson: Sig einki, Mamman.
Unni Lindell: Barnið hjá Annu (2003).
Unni Lindell: Súgvimerkið (2001).
Vilhelm Moberg: Tí eri eg lýðveldismaður (óprentað).
Vígdis Hjorth: Arvur og umstøður (2017)
Øystein Lønn: Hvat skulu vit gera í dag... (1996).
Åsa Larsson: Sólstormur (2006)
Åsa Anderberg Strollo v.fl.: "Heit trá" (2014)
Isaksen, Jógvan Tlf.: 0045 49149840 Er føddur í Havn 25. august 1950. Foreldrini eru Magnhild og Reimar Isaksen, bæði úr Gøtu. Studentsprógv frá Føroya Studentaskúla 1970. Hevur lisið á universitetinum í Århus og í Keypmannahavn og gjørdist í 1982 magistari í norðurlendskum bókmentum. Fekk í nøkur ár granskingarstyrk at gera kanningar í føroyskum bókmentum. Síðani 1986 lærari á universitetinum í Keypmannahavn.
Havi sitið í ritstjórnini á ymiskum tíðarritum, bæði føroyskum og norðurlendskum, og bleiv í 2000 settur sum høvuðsritstjóri á tíðarritinum Nordisk Litteratur – Nordic Literature, sum Nordbok undir Nordisk Ministerråd gevur út. Er leiðari af forløgunum Mentunargrunnur Studentafelagsins og Amaldus. Fekk í 1994 virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir. Krimisøgurnar hjá høvundinum eru týddar til fleiri mál.
Útgávur
Bøkur
Føroyski Mentunarpallurin. Greinir og ummæli, 1983.
Ongin rósa er rósa allan dagin. Um skaldskapin hjá Róa Paturssyni, 1986.
Amariel Norðoy. Tekstur: Jógvan Isaksen. Yrkingar: Rói Patursson. Saman við Anfinni Johansen, Dorthe Juul Myhre, Troels Mark Pedersen og Rógva Thomsen, 1987.
Í gráum eru allir litir. Bókmentagreinir, 1988.
At taka dagar ímillum. Um at ummæla og eitt úrval av ummælum, 1988.
Ingen rose er rose hele dagen. Rói Paturssons digtning. Umsett og viðgjørd av høvundinum, 1988.
Ein skúladagur í K. Føroyskar skemtisøgur. Í úrvali og við inngangi eftir Jógvan Isaksen, 1988.
Ingálvur av Reyni. Tekstur: Gunnar Hoydal. Saman við Dorthe Juul Myhre, Amariel Norðoy og Rógva Thomsen, 1989.
Blíð er summarnátt á Føroyalandi. Skaldsøga, 1990.
Brennivargurin. Skaldsøga, 1991.
Færøsk litteratur. Introduktion og punktnedslag. Det arnamagnæanske institut, 1992.
Ingi Joensen: Reflektión. Fotobók. Saman við Dorthe Juul Myhre og Amariel Norðoy, 1992.
Í hornatøkum við Prokrustes. Stuttsøgurnar hjá Hanusi Andreassen, 1993.
Færøsk Litteratur. Forlaget Vindrose, 1993.
Gráur oktober. Skaldsøga, 1994.
Treð dans fyri steini. Bókmentagreinir, 1995.
Zacharias Heinesen. Tekstur: Jógvan Isaksen. Saman við Amariel Norðoy, Dorthe Juul Myhre, Helga Fossádal og Jon Hestoy, 1995.
Teir horvnu kirkjubøstólarnir. Skaldsøga, 1996.
Á ólavsøku. Ein summarkrimi í 9 pørtum, 1996.
Var Kafka klaksvíkingur? 26 ummælir, 1996.
Tekstur til Amariel Norðoy. Norðurlandahúsið í Føroyum,1997.
Omkring Barbara. Greinasavn. Saman við Jørgen Fisker, Nils Malmros og John Mogensen, 1997.
Homo Viator. Um skaldskapin hjá Gunnari Hoydal, 1997.
William Heinesen: Ekskursion i underverdenen. I udvalg og med efterskrift af Jógvan Isaksen, 1998.
Á verðin, verðin! Skaldsøgan „Barbara“ eftir Jørgen-Frantz Jacobsen, 1998.
Barbara og tann horvna bamsan, 1999.
Jørgen-Frantz Jacobsen: Den yderste kyst – og andre essays. I udvalg og med efterskrift af Jógvan Isaksen, 1999.
Ingálvur av Reyni. Víðkað og broytt útgáva. Saman við Amariel Norðoy, Dorthe Juul Myhre og Gunnari Hoydal, 2000.
Livets geniale relief. Omkring Jørgen-Frantz Jacobsens roman Barbara, 2001.
Deyðin er drívkraftin. Bókmentagreinir, 2002.
Mellem middelalder og modernitet. Omkring William Heinesens prosa, 2004.
Jacobsen, Heri Edmundsson Tlf.: 268532 Er føddur í Havn 9. november 1951. Hann er sonur Edmund Jacobsen, skipara úr Fuglafirði (1917-1984) og Judith Jacobsen, fødd Hammer, bókbindara av Tvøroyri (1917-1994). Heri vaks upp í Arnasons húsi í miðbýnum í Havn. Hesi hús vórðu bygd í 1907, men vórðu tikin niður í nítiárunum, so pláss kundi fáast fyri einum 6-7 bilum á asfalteraða plássinum á horninum við Tórsgøtu og Sverrisgøtu.
Heri sigur, at tað var sera spennandi og hugnaligt at búgva har í Fransabrekkuni. Alt kókaði í arbeiði. Har var meiaríið við øllum sínum virksemi, Frants Restorff, Posthúsið, Vaskaríið, Sjómansheimið og so allir teir mongu handlarnir. Ikki at gloyma alt fólkið, ið hvønn dag kom úr Vágsbotni titandi niðan Tórsgøtu berandi tey so eyðkendu brúnu kuffertini. Pápin var skipari á gamla Tróndi, og í hvørjari summarfrítíð var Heri á ferð við pápanum við posti og ferðafólki inn í Sundalagið og inn á Skálafjørðin, har bæði íspeglar og álvarsfólk komu upp í stýrhúsið at siga frá góðum søgum.
Tá ið so lagt var at landi aftur í Vágsbotni stóð Rubek klárur við øðrum søgum, meðan fraktin varð borin niðan í pakkhúsið.
Í Sverrisgøtu hevði mamman bókbindaraverkstað, og her fekk Heri hugin at lesa. Alskyns bøkur komu til innbindingar, og har hittust rithøvundar og lærarar.
Heri tók realprógv í Havn í 1968 og studentsprógv í 1971. Hann var til sjós og arbeiddi í fiski í Íslandi til hann seinni fór á læraraskúla, har hann tók læraraprógv. Hann hevur verið lærari í Tjørnuvík, í Klaksvík, á Sernámsdeplinum, í Esbjerg, á Tekniska skúla, á Maskinskúlanum og í Tórshavnar kommunuskúla.
Heri er giftur við Lisbjørg Jacobsen f. Olsen úr Vestmanna. Børnini eru Asbjørg, Jon Edmund og Julian.
Útgávur
Skrivligt arbeið:
Grein:
Søgan um Arnasons hús (Dimmalætting 1998).
Týðingar úr týskum:
Eitt barn er føtt (Ein Kind ist geboren) Føroya Lærarafelag 1987.
Gandaplaggið (Der magische Schal) Føroya Lærarafelag 1987
Vakrastu ævintýr H. C. Andersens (Die schönsten Märchen H. C. Andersens) Bókadeild Føroya lærarafelags 2000.
Týðingar úr norskum:
Heimssøga 1 (Asle Sveen, Svein Aastad) Føroya Skúlabókagrunnur 1996.
Heimssøga 2 (Asle Sveen, Svein Aastad) Føroya Skúlabókagrunnur 1997.
Heimssøga 3 (Asle Sveen, Sven Aastad) Ikki komin út.
Jacobsen, Mannbjørn J. Eg eri frá Sørvági í Vágum, føddur í 1951. Foreldrini eru, pápin, Herluf Jacobsen harfrá, maður og stýrimaður á sluppum, fyrst (8 ár), so trolarum, longi, síðan stýrimaður skiftivís skipari á farmaskipi fleiri ár seinni (12 ár) og mamman, Charlotta (fødd Mortensen), ættað av Tvøroyri.
Eg havi realprógv frá Giljanesi 1969, og studentsprógv í Hoydølum í 1972. Eftir hálvt ára steðg og fyrifallandi arbeiði, so í framhaldi, búskaparfrøði (statsvísind kallaðist tá) á Keypmannahavnar lærda háskúla). Endaliga liðugur í 1988, har (óvæntaður) steðgur var miðskeiðis í 1980, orsaka m.a. peningatrot, har eg var heima í og arbeiddi á flakavirki o.a., eina tíð.
Arbeiddi fyrifallandi í frítíðunum frá skúla frá 14 ár: lossa frakt, landa fisk, saltfiskaarbeiði, arbeiði fyri kommununa og landið í summartíðina, eini tvey byggiarbeiðir. Niðri: virkisarbeiði stuttar tíðir: morgun (ella kvøld) reingering á skrivstovum (hálvtíðs hægst) og t.d. onkuntíð á barnainsitutiónum, stytri tíðir og eitt sindur longri viðhvørt.
Okkurt smágis kvalifiserað arbeiði, onkuntíð. Ring at fáa.
Luttók virkið, so við og við íðin, í politiskum felagslívi eina tíð í Keypmannahavn í 1970´unum (uml. 1976-82!), minni í Føroyum.
Tey politisku feløgini fullu niðurfyri fyrst í 1980 unum, so onki har. Standi sum limur í List sum er og Norden, DJØF sjálvandi, sum tó kandidatur.
So.
Skrivað í føroysk bløð hóp av greinum og greinarøðum nøkur ár í 1990´unum (frá febr/mars 1995), seinast tað í 2009. Um alt frá søguligum, lívssøguligum, bygdalýsingum, persónlýsingum, politiskum evnum, nógv uttanlanda, eisini nógv um sjálvstýrismáið, fullv.m., loysingarmálið (1946 kreppan t.d.), o.a.t.
Okkurt smávegis áðrenn og okkurt smásvegis seinni. Kemur minni í! Óvist hví.
Skrivi sum er uppá (og lesi um) eina, og vóni eg kemur út, bók um føroysk vinnumál, fiskivinnu mest. Vóni stuðul til og møguliga grankingarstøðu (kundi verið her niðri eisini, best í Føroyum), ikki hepnast enn!?
Fegin hendi meiri her.
Bøkur:
Det færøske afhængighedsspørgsmål 2013
Búskapur í søguni 2016
Sakarmálið móti Bukharin 2018
Jacobsen, Sonni Tlf.: 333284 Eg eri føddur hin 19. 2. 1959, foreldrini vóru Herluf og Charlotta Jacobsen í Sørvági. Frá at eg var 3 ár vaks eg upp hjá pápabeiggjanum, Jóhan á Ørg og konu hansara Lenu í Sørvági. Hetta tí, at mamman var vorðin sjúk og pápin sigldi.
Alt tað eg minnist hevur mær dámt sera væl at skriva og tekna. Sum yngri fekst eg rættiliga nógv við at tekna og seinni havi eg eisini roynt meg nakað við oljumálningum. Til nakað stórt er tað kortini ongantíð blivið, bert sum dagdvølja og frítíðarítriv. Havi kortini selt onkra tekning og onkran málning, treyðugt so. Nú fáist eg lítið við tað uttan at myndprýða eina bók ella líknandi.
Mínar fyrstu veruligu royndir á skrivliga økinum vóru sum yrkjari. Havi kortini ongantíð givið nakað yrkingarsavn út. Eg yrkti mest upp á rím og tað er ikki serliga upp á móta í dag. Nakrar kristiligar yrkingar hjá mær finnast á prenti í bók mínari Greinar og rit frá 2000. Annars skrivaði eg dagbók eitt skifti í 70-unum, tað er heilt stuttligt hjá mær at lesa nú. Havi eisini gjørt hetta seinni.
Útgávur
Veruliga at skriva byrjaði eg kortini ikki fyrr enn í 1990. Og tá var tað siðsøga tað galt. Eg gríni mangan fyri meg sjálvan við hugsanini um, at eg, sum als ikki var áhugaður í ætt ella ættarsøgum, skuldi koma at skriva ættarsøguna fyri allar ættirnar í heimbygd mínari. Men soleiðis bleiv tað. Tað kom seg so, at fosturpápi mín Jóhan, sum hevði bygdarsavnið í bygdini, sum eg eftir hansara deyð í 1995 havi fingist við, hevði fingið fatur á fólkateljingunum fyri Sørvág frá 1801 til 1901. Eg fekk brádliga áhuga fyri ætt. Og eg setti meg at kanna allar ættirnar í bygdini og at greina tær út. Og hetta læt seg væl gera. Seinni fór eg rættiliga inn í arbeiðið at skriva ættar- og bygdarsøgu fyri Sørvág. Um hetta havi eg greitt nærri frá í innganginum til tær báðar bøkurnar, ið spurdust burtur úr tí arbeiðinum, Sørvágur og sørvingar I og II. Hetta arbeiðið tók mær 6 ár. Í 1995 kom fyrra bindið út og í 96 seinna bindið, tær fylla um 1100 blaðsíður tilsamans. Tó at tað var gleðiligt, at komið var á mál, so harmaði tað meg samstundis, at Jóhan ikki skuldi uppliva útgávurnar. Hann andaðist í mars 1995 sum fyrra bindið kom út til jóla sama ár. Vit samstarvaðu nógv um bøkurnar, ikki minst við at savna inn munnligt tilfar hjálpti Jóhan mær nógv.
Havi altíð havt áhuga fyri skaldsøgum og havi altíð lisið nógv, so tá eg var liðugur við Sørvágs søgu fall tað seg nærum natúrligt at halda áfram við at skriva eina skaldsøgu, og tað bleiv so til bókina Myrkar nætur, sum eg sjálvur haldi vera rímiliga væleydnaða. Havi síðani givið út tríggjar skaldsøgur afturat og okkurt er í pottinum.
Í 2004 samlaðu Ólavur í Beiti rithøvundur og eg sjálvur tilfar, ið lá eftir Einar Petersen rithøvund sála úr Sørvági. Tað bleiv til bókina “Lukretia”. Søguna Lukretia var Einar byrjaður upp á men hevði ikki fullført hana áðrenn hann andaðist. Tað søguna skrivaði eg so lidna.
Sørvágur og sørvingar I. 1995 (bygdarsøga). Forlagið Ytstifjórðingur
Sørvágur og sørvingar II. 1996 (bygdarsøga). Forlagið Ytstifjórðingur
Myrkar nætur. 1997 (skaldsøga). Forlagið Ytstifjórðingur
Teir bláu. 1998 (skaldsøga). Forlagið Ytstifjórðingur
Úr támi tíðarinnar. 1999 (skaldsøga). Forlagið Ytstifjórðingur
Greinar og rit. 2000 (ritsavn). Forlagið Ytstifjórðingur
Metbókin 2001. 2000 (metbók). Forlagið Føroya Met
Eitrandi blóð. 2003 (skaldsøga). Forlagið Ytstifjórðingur
Metbókin 2005. 2004 (metbók). Forlagið Føroya Met
Annars havi eg havt onkra stuttsøgu í bløðunum av og á, tær koma helst, saman við nýggjum tilfari, út í bók um ikki ov langa tíð og nýggj metbók kemur væntandi út komandi ár. Havi eisini skriva tilfar til eina Samferðslusøgu í Vágum, saman við øðrum. Mín partur er Sørvágur, Bøur, Gásadalur og Mykines.
Jákupsson, Bárður Tlf.: 314009 Føddur tollaksmessudag 1943 í Havn. Foreldrini eru Katrina Malena (1904-74), dóttir Jóannes á Klovalið úr Skálavík, bónda uppi í Stovu á Velbastað, og Sigrið av Toftanesi í Leirvík, og Hans Jacob (1901-87) úr Skálavík, sonur Pól Jóhannes, bónda í Stovuni í Skálavík og Linu av Braðnum í Dali. Giftur 1967 við Kristin Hervør Lützen frá Gjógv. Synirnir tríggir eru Róaldur, f. 6/3-74, Sveinur, f. 3/8-76 og Heðin, f. 7/10-80, – hann er kallaður upp eftir abbanum, Heðini Brú.
Útbúgving: Studentur av Skansanum 1962; Askov Højskole DK 1962-63; læraraprógv úr Hjørring DK 1969; Kunstakademiets Malerskole Kbh, prof. Mogens Andersen 1970-72.
Størv: Lærari á Føroya Fólkaháskúla 1972-78; savnslærari á Føroya Fornminnissavni 1974-89; blaðstjóri á tíðarritinum MONDLI 1975-90; leiðari fyri Listaskálan 1978-89; savnsleiðari á Listasavni Føroya 1989-2003.
Nevndarstørv: Nevndarlimur í Listafelag Føroya síðan 1978, formaður 1978-83; nevndarlimur í Norrøna Felagnum síðan 1976, formaður 1982-85; nevndarlimur í Føroyskum Myndlistafólkum 1981-87, formaður 1981-86. Limur í nevndini fyri Norræna Húsið í Reykjavík síðan 2003.
Útgávur
Myndir í bókum:
Barnabøkur hjá Steinbirni B. Jacobsen: Hønan og Hanin; Mæið; Tann snjóhvíti Kettlingurin; Mia og Dia; Grái Steinur; Vár og Mánin.
Jakob Jakobsen: Sagnirnar um Óla Jarnheys og Snæbjørn.
Dorethe Bloch: Føroya Flora; Flytifuglar.
Hans Mølbjerg og Karsten Hoydal: Føroyskar Speglmyndir.
Alexandur Kristiansen: Grísa Flísa Pætur.
Skúlabøkur eftir Hervør Jákupsson: Sóljan; Smæran; Summardáin; Blákollan; Mýrifípan; Krøkjan; Baldursbráin; Akkuleyan.
Egið bókaverk:
Mikines, Emil Thomsen Tórshavn 1990, føroysk og donsk útgáva.
Tummas Arge, Listasavn Føroya Tórshavn 1998.
Myndlist í Føroyum, Sprotin, Tórshavn 2000.
Færøernes Billedkunst, Atlantia, Hjørring DK 2000.
Ingálvur av Reyni, 25 vatnlitamyndir, Atlantia, Hjørring DK 2001.
Onnur skriving:
Greinar um ymisk siðsøgulig evni í Mondli 1975-90, nevnast kunnu Vitinýru og Báturin. Ein hóp av greinum í ymisk tíðarrit, myndaskráir o. t. í ymiskum londum um føroyska myndlist, nevnast kann Da kunsten kom til Færøerne, Nordisk Tidsskrift. Skrivað ein hóp av tekstum fyri Postverk Føroya í sambandi við frímerkjaútgávur. Medarbeiðari á Weilbachs Kunstnerleksikon, Keypmannahavn 1994-2000.
Bókmentir:
Det vertikale landskab – en bog om den færøske maler Bárður Jákupsson, Gunnar Hoydal, Finn Termann Frederiksen, Peter Michael Hornung og Erik Fey, Atlantia Hjørring 2003.
Virðislønir: Bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens 1991; Arbejdslegat fra Statens Kunstfond 1991.
Jákupsson, Hervør Jensen, Anna Maria Reinert Tlf.: 280354 Útgivið:
"Stutt mállæra" við tvær uppgávubøkur
Umsett fleiri barnabøkur Jensen, Carl Jóhan Tlf.: 321533 Føddur í 1957. Yrkjari, høvundur, blaðmaður, ummælari ella skjótt sagt skrivandi føroyingur. Sum í øðrum viðskiftum er tann meginregla, inn- ella óinnbilt, galdandi í bókmentum, at tað er lesarin/brúkarin, ið veit og ræður. Tey, ið hesar reglur lesa, kunnu tí sjálvi, leggja tey í, velja við hvørjum navn-, sagn-, hjá-, ella lýsingarorðum, tey halda skrivligu avrikini hjá omanfyrinevnda best verða lýst (t.e. hava tey lisið eitt, kanska fleiri ella, hvør veit, øll). Tey valdu orðini kunnu síðani skoytast inn í teigin niðanfyri, tó í mesta lagi trettan orð (sambindingarorð og miðalvarpingar óíroknaðar):
Útgávur
Til teirra, sum enn ikki hava unt sær høvi at lesa eitt, fleiri ella øll verk eftir Carl Jóhan Jensen kann upplýsast at ritslóð hansara m.a. liggur um hesar bunkar av prentsvertaðum pappíri:
Skríggj, yrkingasavn, Mentunargrunnur studentafelagsins 1982.
Messa á kvøldi og fram undir morgun, yrkingasavn, Mentunargrunnur studentafelagsins, 1984.
Lygnir, yrkingasavn, Mentunargrunnur studentafelagsins, 1987.
Hvørkiskyn, yrkingasavn, Mentunargrunnur studentafelagsins, 1989.
Rúm, skaldsøga, Mentunargrunnur studentafelagsins, 1995.
Mentir og mentaskapur, greinasavn, Mentunargrunnur studentafelagsins, 1999.
Greinar, ummæli o.a. í vikublaðnum Fregnum 2001-2004.
Joensen, Jóan Pauli Tlf.: 314502 Føddur 30. apríl 1945 í Sørvági og doyptur Joen Pauli Joensen. Foreldrini eru Peter Ole Joensen, sum andaðist í 1957, og Irenu Joensen, fødd Haraldsen, bæði úr Sørvági. Giftur við Louisu Lamhauge, ættað av Toftum. Tey eiga tvær døtur.
Vaks upp á Kelduni í Sørvági og gekk barnaárini í Sørvágs skúla. Var so heppin at hoyra til fyrsta árgang, sum slapp á framhaldsskúla í Vágum. Gekk 8. og 9. skúlaár í Sørvági og seinasta árið, eins og aðrir sørvingar, á skúlanum á Giljanesi, har tey fyrstu fingu preliminerprógv í 1962.
Læraravikarur í Gásadali 1963-64. Tók nýmálsligt studentsprógv frá Rønde Kursus í Danmark í 1966. Sama ár innskrivaður við Aarhus Universitet. Frá 1. september 1970 eisini innskrivaður við Lunds Universitet. Hevur lokið fulla akademiska útbúgving við bæði universitetini í etnografi, etnologi og søgu.
Varð filosofie doktor við Lunds universitet í 1975 og docentur sama stað í 1980 og dr. phil. við Aarhus Universitet í 1987.
Arbeiddi í lestrartíðini við innsavning á Fróðskaparsetrinum og á Føroya Fornminnissavni. Vitjaði summarið 1968 Irish Folklore Commission, Dublin og var á innsavningarferðum saman við írskum fólkaminnisfrøðingum. Skrivari í Tjóðlívsnevndini frá 1970 til hon varð niðurløgd í 1973. 1971-72 svenskur statsstipendiatur. Arbeiddi á Føroya Fornminnissavni 1974-75.
Granskingarstipendiatur við Statens Humanistiske Forskningsråd 1975-76. Í føstum starvi sum savnvørður á Føroya Fornminnissavni og leiðari av fólkalívsdeildini 1976-1989. Síðani 1989 professari í fólkalívsfrøði og siðsøgu á Fróðskaparsetri Føroya og rektari setursins 1991-1998. Professari í etnologi við Universitetet i Bergen árini 1998 og 1999. Deildarleiðari har í somu tíð. Megindeildarleiðari á Søgu- og samfelagsdeildini 2001-2004. Rektari 2004.
Hevur verið nevndarlimur og formaður í Føroya Forngripafelag, í Føroya Fróðskaparfelag og nevndarlimur í Norrøna felagnum. Formaður fyri Grundlógarnevndini síðani 1999. Umboð Føroya í FPR (Nordisk Forskningspolitisk Råd) 1995-99 (tiltakslimur frá 1999). Umboð Føroya í stýrinum fyri Nordisk Forskerakademi NorFA síðani 1999. Limur í Kungliga Gustav Adolfs Akademien, Svøríki, 1994. Próvdómari við donsk universitet og Fróðskaparsetrið í Grønlandi (Ilisimatusarfik, Nuuk) og javnan limur í metingarnevndum í sambandi við starvssetanir og metingar av akademiskum ritgerðum. Formaður fyri altjóða metingarnevnd setta av Högskoleverket (National Agency for Higer Education), Stockholm, till Utvärdering av grund- och forskarutbildning i etnologi vid svenska universitet och högskolor 2003-2004.
Útgávur
Høvundaarbeiðið er fyri tað mesta ein beinleiðis avleiðing av granskingararbeiðinum. Hevur skrivað bøkurnar:
Færøske sluppfiskere 1975.
Färöisk folkkultur 1980.
Fiskafólk 1982.
Folk og fisk 1985.
Fra Bonde til Fisker 1987.
Fólk og Mentan 1987.
Fróðskaparsetur Føroya 1965-90.
I ærlige brudefolk. Bryllup på Færøerne 2003.
Umframt fleiri størri og minni greinir um fólkalívsfrøðilig og siðsøgulig evni og bókaummæli í vísindaligum tíðarritum og tíðindabløðum.
Joensen, Martin Tlf.: 319776 Er føddur í Vestmanna 27. august 1953. Foreldur hansara vóru Emil Joensen av Heygum og Maria Jacobsen av Vatnsoyrum. Martin vaks upp sum næstelstur av 4 systkjum og gekk í skúla í Vestmanna, har hann tók realprógv í 1970. Síðan gekk leiðin til Hoydalar, har hann tók studentsprógv í 1973. Harnæst var Martin læraravikarur í trý ár í Vestmanna, í Hesti og á Venjingarskúlanum í Havn.
Í 1977 fór Martin á Glyptotekets tegneskole og var har í eitt ár, harnæst fór hann á Skolen for Brugskunst í 1978 og tók prógv frá hesum skúla sum teknari og grafikari í 1982.
Martin giftist í 1982 við Jóhonnu Zachariassen úr Havn, og tey eiga børnini Atla f. 1983, Sakaris, f. 1987 og Maluna, f. 1994. Saman við Martini Næs fekk Martin Joensen barnabókmentavirðisløn M. A. Jacobsens í 1980 fyri bókina Per og eg, og í 1983 vann hann eina útvarpskapping við yrkingini Ró.
Annars er Martin limur í tónleikabólkinum Vestmenn, og hava teir givið út fleiri plátur. Sjálvur hevur hann givið út trý bond, Morgun í 1986, Skuggagestir í 1991, Blátt í støðum í 1993 og Áraløg (savnsfløga) í 2002.
Sangleikurin Skuggagestir varð framførdur í Sjónleikarhúsinum í 1990, og hevur Martin skrivað orð, løg og tekstin annars. Í Grønu songbók eigur Martin Joensen 36 sangir, sum hann í flestu førum hevur gjørt lag til.
Joensen, Sólmundur Tlf.: 314766 Føddur á Húsum 1946. Giftur við Arngerð Joensen, lærari og listakvinna.
Børn: Mark, Angela, Lillian og Monika. Tók prógv frá Ikast Seminarium í 1971. Eftirútbúgving á DLH 1985-86. Hevur undirvíst á serskúla í Danmark frá 1971 til 1975. Síðan 1975 hevur hann undirvíst í Skúlanum á Trøðni, Føroya Spesialskúla.
Útgávur
Í 1999 gav hann út yrkingasavnið Eystanroðin.
Trý yrkingasøvn liggja til reiðar at verða útgivin. Yrkt og skrivað eina mongd um samfelagsviðurskifti, serstakliga viðvíkjandi teim minni mentu, og teim á skuggasíðu livsins, er heitur talsmaður fyri hendan samfelagsbólk. Skrivað fleiri audio-visuellar leikir, ið alt handa slag av menniskjum (eisini brekað) kunnu luttaka í og framføra. Skrivað leikrit, sum kann framførast sum útvarpsleikur, skrivað mongd av stuttsøgum og tvær skaldsøgur, ið liggja til reiðar at verða útgivin. Hansara lívsáskoðan: samhaldsfasta socialistiska hugsjónin, javnaður, frælsi, brøðralag myndar allan hansara skrivihátt í bundnum og óbundnum máli, ið tú ferð eftir ferð sær í teimum føroysku bløðnum.
Var ritstjóri á blaðnum hjá Javna í nøkur ár. Yrkt ein hóp av vísu- og geipatættum, veitslu- og kærleiksyrkingum. Hevur eisini luttikið á várframsýning, og øðrum framsýningum við, innan myndlist. Framhaldandi, støðugt, sera virkin rithøvundur.
Jógvansdóttir, Anna Malan Tlf.: 508040 Útgáva:
Yrkingasavnið Undirfloyma í 2015.
Heiður:
Virðisløn til ungt listafólk 2016. Mentamálaráðið. Johannesen, David Pastor emeritus Tlf.: 332467 er føddur í Miðvági 19. mai 1949 og er sonur Steintór Johannesen, skipara úr Miðvági og konu Marin Kristinu, fødd Davidsen, úr Kvívík.
Í faðirætt er hann av Birtifamiljuni. Abbin var Birtijóhannus og omman Jóhanna Nattestad. Í móðurætt er hann í familju við tey frammi í Húsi í Kvívík. Abbin var David Davidsen og omman Marin Højgaard. Í móðurætt er hann í familju við tey á Miðgerði í Kollafirði.
David giftist 27. juni 1981 við Siggu Mariu Joensen, radiografi, úr Klaksvík.
Tey eiga tríggjar døtur, Maritu, Karin Elisu og Honnu Kristinu.
Tá ið David hevði tikið realprógv í 1967 á Giljanesi, fór hann niður til Danmarkar, har hann í 1969 tók klassiskt málsligt studentsprógv á Rønde Kursus. Í 1976 tók hann gudfrøðiligt embætisprógv við lærda háskúlan í Århus. David var sóknarprestur í Vága prestagjaldi frá 1. august 1977 til 1. august 2012.
Bókaútgávur:
21 yrkingar í 1980
30 yrkingar í 1982
50 yrkingar í 1990
70 yrkingar í 1998
2. broytt útgáva í 2008
110 yrkingar í 2000
2. broytt útgáva í 2009
Skrivað tvær greinir í bókini,
Martin Luther – ein avbjóðing tá og nú. 1991
Lív hóast deyða. Stuttir lestrar til
hvønn dag í árinum. 2003
2. broytt útgáva í 2011
Martin Luther. Søga og gudfrøði. 2006
Martin Luther: Frælsi teirra kristnu.
Greinir og ritgerðir. Týðing. 2007
Dirvi til at liva. Skaldsøga. 2010
Martin Luther: Kirkjan í bábilskum fangilsi. Týðing. 2014
Andin og orðið. Ein lestrabók. Fyrra tekstarøð. 2015
Andin og lívið. Ein lestrabók. Onnur tekstarøð. 2015
Krossgil. Føstulestrar. 2015
Svend Lerfeldt: Lutherbókin. Luthers lív og tankar
lýstir við sitatum úr verkum hansara. Týðing. 2015
Tilverutankar. Stuttsøgur og hugleiðingar. 2016
Framtíðarvónir. Skaldsøga. 2017
Martin Luther: Til dagin og vegin. Tankar um trúnna.
Týðing. 2018
Martin Luther: Sannleikans orð. Fortalur til Halgubók.
Týðing. 2019
Vón og væntan. Skaldsøga. 2022
Martin Luther: Bøn og bót.
Týðing. 2023 Johannesen, Øssur Tlf.: 271183 Føddur 24. november í 1970 klokkan 00:30 á Glyvrum. Eri helst einasti núlivandi skapandi andi, sum spennir yvir 3 ymiskar listagreinar síðani William Heinesen. Eri solobassguitaristur og komponistur; givið 4 fløgur út, allar á Tutl:
Solobassguitar í 1996.
Mín krossfesting við bass & yrkingum í 1999.
Hjalti Joensen & Øssur Johannesen í 2001.
Hjalti Joensen & Øssur Johannesen í 2004.
Havi arbeitt professionelt sum tónleikari og listamaður í nógv ár. Hangi á sinnissjúkrahúsinum, Listaskálanum og dómhúsinum. Amen!
Havi hartil skrivað greinar um list. Lesi mest føroyskan nútíðarskaldskap, serliga Jóanes Nielsen og Tórodd Poulsen. Byrjaði at skriva yrkingar í cirka 1990 og lesi upp á Mín krossfesting-fløguni. Fari at lesa upp á eini komandi fløgu. Yrkingarnar koma til mín úr universinum og eg avgeri tí ikki sjálvur nær tær koma. Eg hoyri tær og skrivi tær niður.
Eg var føddur í 1970, sama ár sum Uriah Heep byrjaðu og Gary Thain, bassmeistarin í bólkinum, sum doyði í baðikarinum aftaná eina heroinsproytu í desember 1975. Hann inspireraði meg at spæla bass, meðan Jonas Hellborg inspireraði meg at dyrka bassin sum sjálvstøðugt soloinstrument eins og Jaco Pastorius eisini gjørdi tað. Peter Green fór úr Fleetwood mai í 1970 sama árið eg var føddur. Jimi Hendrix og Janis Poplin doyðu í 1970. Deep Purple, Led Zeppelin og Black Sabbath vóru somuleiðis frammi, eins og Pink Floyd, og meistarin yvir allar Bob Dylan, og allur hesin tóleikurin hevur havt stóran týdning fyri meg.
Av øllum listagreinum hevur tónleikurin størsta týdning fyri meg.
Johansen, Haldur Suni Tlf.: 318901 Fulla navn Haldur Suni Haldurson Johansen, sonur Haldur í Ánunum (f. 4/1-1931) og Oslu (f. 27/6-1934).
Sá ljósið sum tíggju pundari á Klaksvíkar sjúkrahúsi 22/9-1963. Varð uppkallaður eftir gamla og sunnudegi. Eri nummar seks í røðini av níggju systkjum – ein systir, restin brøður. Traðkaði mínar barna- og ungdómsskógvar í Uppsulum.
Útgávur
So langt eg kann minnast havi eg skrivað. Í fyrstani mest stuttsøgur og ævintýr til yngru systkini og børnini hjá teimum eldru. Seinni hevur tað mest verið yrkingar. Gav í 1996 út yrkingasavnið „Skuggar av tonkum“. Í 1997 setti vinmaður løg á nakrar av mínum tekstum og gav út fløguna „Fjárt í ringrás“ við bólkinum „Haldurs Café“. Tveir vetrar var eg rithøvundur í útvarpssendingini Vetrarbreytin. Havt greinar í Fjølni,
Oyggjaskeggja og Máltingi. Komi væntandi út við nýggjari bók í morgin.
Johansen, Helle Thede Útgávur:
2010 "Vikarurin – Tey í 5.B", BFL
2011 "Vinurin - Tey í 5.B", BFL
2014 "Lokaði landið - Tey í 5.", BFL
2010 Tríggjar stuttsøgur í savnið "Óbundin orð", Kalessin
2015 "Mín lívskærleiki", stuttsøga, í "Nýtt flog - 650 orð x 62", Sprotin
Johansen, Oddvør Tlf.: 319748 Er fødd og uppvaksin í Tórshavn. Pápin var hondverkari, mamman heimaarbeiðandi. Oddvør gekk 9 ár í skúla, var síðani „arbeiðskona“ í eitt ár, fyri síðani at fara á musikkháskúla í Svøríki í eitt ár. Giftist blaðung og nam sær meiri kunnleika í orgulspæli uttanlands. Adopteraði tvey børn, men fór eftir hjúnaskilnað á konservatoriið í Keypmannahavn at læra orgulspæl. Giftist uppaftur og búði trettan ár í Danmark, har hon átti tvey børn. Hevur síðan 1987 búð í Føroyum.
Útgávur
1982: Debuteraði Oddvør við skaldsøguni Lívsins Summar, sum varð týdd til danskt og svenskt. (Heiðursløn M.A.Jacobsens í 1983).
1983: Barnabókin Hundalív í Grindavági.
1988:Barnaskaldsøgan Skip í eygsjón.
1989:Stuttsøgusavnið Bella Katrina.
1993:Skaldsøgan Ein mamma er ein mamma.
1995:Á káta horninum – stuttsøgur/hugleiðingar
1996:Barnabókin Kongsdóttirin í Nólsoy.
1998: Skaldsøgan Í morgin er aftur ein dagur (skotin upp til bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins).
2001:Skaldsøgan Tá ið eg havi málað summarhúsið (fekk M. A. Jacobsens heiðursløn í 2002).
2004: Skaldsøgan Sebastians hús (vann skaldsøgukapping á listastevnu Føroya 2004).
2006: Úr køksvindeyganum
Oddvør hevur síðan 2007 verið organistur við Hoyvíkar kirkju.
Kamban, Hanus Tlf.: 315265 Føddur 25. juni 1942 í Saltangará, í Eysturoy. Navnaskifi frá Andreassen ár 2000.
Foreldur: Petur Andreassen, lærari, av Velbastað, og Elisabeth Andreassen (fyrr Kamban), lærarinda, úr Havn. Uppvaksin í Skúgvi. Flutti til Havnar í 1956. Studentsprógv av Føroya Preliminer- og Studentaskeiði 1960. Arbeiddi í nøkur ár sum lærari (m.a. í Syðradali-Norðradali og í Hvalba) og arbeiðsmaður. Var á skúla í Eurocentre í Bournemouth 1964-65 og á Eurozentrum í Köln í 1965. Las 1966-68 enskt og týskt við Keypmannahavnar lærda háskúla. Gavst við lesnaðinum, tá ið ungdómsuppreisturin tók seg upp. Arbeiddi 1968-71 sum rættlesari á Berlingske Tidende. Blaðstjóri á tíðarritinum Fjølnir 1967-69. Prógv sum sjúkrahjálpari 1975. Hevur starvast í longri og stytri skifti á sjúkrahúsum og røktardeildum í Keypmannahavn, London og í Havn. Giftist í 1980 við cand. mag. Kirsten Brix. Tveir synir: Janus, føddur í 1979, og Atli, føddur í 1984. Búði í Havn 1978-2000. Búsitandi í Keypmannahavn.
Útgávur
Bókmentir:
Kveikt og kannað, 1979, antologi við yrkingum, greinum og týðingum eftir Rikard Long.
Dóttir av Proteus, 1980, stuttsøgur.
Við tendraðum lyktum, 1982, stuttsøgur.
Tíðartinnur, 1985, greinasavn.
Hotel Heyst, 1986, stuttsøgur.
Hjalmar Söderberg, 1994, monografi.
J.H.O. Djurhuus – ein bókmentalig ævisøga I-III, 1994, 1995, 1997.
Tann bráðvakra hugsjónin, 2000, greinasavn.
Heystveingir, 2000, sjónleikur.
Pílagrímar, 2001, stuttsøgur.
Jósef Stalin, 2003, ævisøga.
Týðingar
Drekin og aðrar søgur (Greene, Wells, Bradbury, Maugham), 1969.
Dreymur um eitt undarligt land (Graham Greene), 1979.
Othello (Shakespeare), 1989.
Tey deyðu (James Joyce), 1991.
Tað nýggja Atlantis (vísindaskaldskapur, m.a. søgur eftir Hawthorne, E.M. Forster, Singer, J.G. Ballard, Bob Shaw og Ursulu K. Le Guin), 2002.
Týdd verk
Til danskt:
Med Edgar Allan Poe i Solhavn, noveller, Husets Forlag 1984.
J.H.O. Djurhuus – en litterær biografi, Syddansk Universitetsforlag 2001.
Pilgrimme, noveller, Fiskers Forlag 2004.
Til svenskt:
Den andra vägen, Legenda, 1986.
Einstakar søgur týddar til íslendskt, norskt, hollendskt, hebraiskt, polskt, týskt og franskt.
Virkin greinskrivari, ummælari og fyrilestrahaldari. Sendingar og fyrilestrar, mest um bókmentir, í Útvarpi Føroya. Í Sjónvarpi Føroya kom Kanska um hundrað ár, sending í 4 pørtum um J.H.O. Djurhuus januar-februar 1989, og Lítli maður frá Fjallafonn, sending í 3 pørtum um Hans Andrias Djurhuus, 2001.
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 1980. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 1986. Sømdargáva úr Grunni Kristjans á Brekkumørk fyri „gott hegni til at handfara føroyskt mál“, 1990. Vann við stuttsøguni „Angels Place“ stuttsøgukapping Listastevnu Føroya 2001. Søgusavnið Pílagrímar var 2002 í tilmæli til at fáa bókmentaligu virðisløn Norðurlandaráðsins. Mentanarvirðisløn Landsins 2004.
Hanus var við til at stovna forlagið Orð og Løg og var eitt skifti við á blaðstjórnini á tíðarritinum BRÁ. Formaður í Rithøvundafelag Føroya 1992-1994. Limur í NORDBOK 1992-2000.
Kampmann, Sissal Sissal Kampmann, fødd 06.06.74 í Vestmanna. Cand. mag í Nordurlendskum Bókmentum á universitetinum í Keypmannahavn.
Útgávur:
Ravnar á ljódleysum flogi - yrkingar úr uppgongdini, Forlagid Eksil, 2011
Endurtøkur, Forlagid Eksil, 2012
4D, Forlagid Eksil 2014
Kjelnæs, Marjun Syderbø Tlf.: 212235 Tilfar:
"Russiskur dansur" stuttsøga í savnið 2000
"Kópakona" stuttsøga í savninum "Mjørki í heilum" 2001
"Trongd" útvarpsleikur 2002
"Ein farri av kolvetni" stuttsøgusavn 2004
"Hvør fjalir seg í postkassanum" barnaútvarpsleikrøð 2005
"Hvør fjalir seg í ferðataskuni" barnaútvarpsleikrøð 2006
"Hvør fjalir seg í smúkkuskríninum" barnaútvarpsleikrøð 2006
"Hvør fjalir seg í postkassanum" barnabók 2007
"Hvør fjalir seg í ferðataskuni" barnabók 2008
"Hvør fjalir seg í smúkkuskríninum" barnabók 2009
"Skriva í sandin" ungdómsbók 2010
"Tóm rúm" leikrit 2011
"Trappan" leikrit 2011
Heiðurslønir oa
Gávugóðs úr grunni Thorvalds Poulsen av Steinum 2004
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar kommunu 2008
Norðurlendska barnabókaheiðursløn NSF 2011
Kjærbo, Jenny ÚTGÁVUR:
Áh Óh, 2015
Áh Óh - Mánin, 2018 Kjølbro, Jóannes Verkfrøðingur Tlf.: +45 5149 2098 Føddur 1958, sonur Ewald og Gerdu Kjølbro, Klaksvík.
Giftur við Selmu Ranghamar.
Uppvaksin í Klaksvík, tók studentsprógv í Hoydølum 1978 og prógv sum sivilverkfrøðingur við DTU í Keypmannahavn 1984. Tók prógv í HD (R) við Sydjysk Universitetscenter í Esbjerg 1996.
Hevur síðan 1991 starvast innan oljuvinnu og hevur í hesum sambandi arbeitt í Danmark, Singapore, Suðurkorea, Qatar, USA og í styttri tíðarskeiðum á offshore oljuplatformum.
Gav í 2004 út skaldsøguna "Meðan Sólin í Eystri Roðar".
Byrjaði í 2005 saman við Finn Kjølbro og Anders Harboe Ree at savna inn tilfar til eina bókaútgávu um keypmannin og reiðaran J. F. Kjølbro. Arbeiðið at skriva bókina var latið til Óla Jacobsen. Bókin ”Kjølbro Lív og Virki” kom út í 2015. Klein, Gitte Lærari Eg eri fødd í Hamburg í 1974.
Eg eri útbúgvin lærari og marknaðarføringsøkonomur. Í løtuni starvist eg í Eysturskúlanum og taki eina Master í Positivari sálarfrøði.
Ùtgávur:
2005 Tær horvnu jólagávurnar í Míni jólabók
2006 Endursjónin í Svartideyði og aðrar spøkilsissøgur
2006 Sannir vinir í Míni jólabók
2007 Adventsøgur í Míni jólabók
Klein, Heðin M. Tlf.: 315299 Føddur á landssjúkrahúsinum 28. februar 1950. Vaks upp við Gjógv.
Foreldur: Leivur Klein av Heygnum (1916-1965) og Hanna fødd Kristiansen av Rætt (1919-2005), bæði frá Gjógv. 15 ára gamal til Havnar. Í realskúlanum í Hoydølum 1965-67, í Føroya Læraraskúla 1967-72. Lærari í Sandoyar Meginskúla 1972-83, búsitandi á Sandi. Aftur til Havnar 1983. Í Eysturskúlanum 1983-98 og aftur frá 2004. Dagligur leiðari á Føroya Skúlabókagrunni 1998-2004. Ymisk álitisstørv, nevnd í øðrum samanhangum, sí, til dømis: Løgtingið 150, 2. bók, Føroyskir fólkaskúlalærarar 1870-1997, Rithøvundabókin 1995, sum fæst til láns á bókasøvnunum. Nevndarlimur í Rithøvundafelagnum ymisk tíðarskeið, seinast frá 1991. Formaður 1994-97 og 2006-07. Kona Heðin er Malan Matras Joensen úr Klaksvík. Dóttirin Suffía, búsitandi í Langevåg í Noregi, eigur Marius (1995), Eirik (1997) og Heina (2008).
Útgávur
Egnar útgávur:
Væmingar og vaggandi gjálv (1969), yrkingar, Næmingafelag Føroya Læraraskúla.
Strandvarp (1983), yrkingar, Egið forlag.
Ljóðsins ljós (1985), yrkingar, Egið forlag.
Veggjagrøs (1994), yrkingar, forlagið Fannir.
Móti tøgnini (2004), egnar yrkingar og týðingar eftir Olav H. Hauge, Mentunnargrunnur Studentafelagsins.
Týddar útgávur:
Ein vakran summardag (1990) eftir Max Bollinger og Jindra Capek, Bókadeildin.
Okkurt óreint í kálinum (1992) eftir Diz Wallis, Bókadeildin.
Faðir mín, Sólin (1992) eftir Nils-Aslak Valkeapää – saman við Róa Paturssoni, Norðurlandahúsið.
Tá ið dýrini bardust (1993) eftir Diz Wallis, Bókadeildin.
Nú ríður tú heim (2005) yrkingar eftir Olav H. Hauge, Bókadeildin.
Skipað útgávur:
Flytifuglur, savn við útlendskum yrkingum (1972) – saman við Steinbjørn B. Jacobsen, Bókagarður.
Sjón og seiggj eftir Erlend Patursson (1983) – saman við Steinbjørn B. Jacobsen, Tjóðveldisflokkurin 1983.
Frostrósan og aðrar søgur (1987) – saman við Kirsten Brix og Bergljót S. Joensen (av Skarði), Føroya Skúlabókagrunnur.
Fjørið mítt, ævintýrheimur (1992) – saman við Bjørg Matras (Jensen), Føroya Skúlabókagrunnur.
Summar yrkingar hansara eru tolkaðar á øðrum málum, eitt nú á íslendskum, nýnorskum, donskum, enskum, týskum, svenskum, russiskum, finskum, italskum og serbo-kroatiskum. Sumt hevur staðið í tíðarritum og antologium, seinast í bókini Von Djurhuus bis Poulsen (eine Anthologie), Leipzig MMVII.
Fekk, í 1985, virðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir.
Kristiansen, Alexandur Tlf.: 444627 1949
Føddur í Fuglafirði 23. apríl, elstur av trimum systkjum, hini eru Elin og Beinir; foreldrini eru Sámal Kristiansen og Bergtóra f. Eliassen, bæði úr Fuglafirði. Í faðirætt kann slektin annars rekjast aftur til Funnings og Skála, har tann navnframi Jóan Karl á Skála var langabbabeiggi mín.
1963
Royndi sjólívið fyrstu ferð. Guliklettur var fyrsta skipið, eg var við; seinni var eg við Søkjanum og Mazeppu.Var annars til sildafiskiskap øll sumrini fram til 1967.
1968
Til línufiskiskap við Nim. Arbeiddi eisini hesa tíðina á flakavirkinum og fabrikkini.
Debuteraði við yrkingasavninum Nón. Týddi barnabókina Tann lítla prinsin, sum tó ikki kom út fyrr enn tólv ár seinni.
1969
Assa (yrkingar) Týddi enduryrkingarnar í bókini Haiku, sum Hans-Jørgen Nielsen gav út í 1963; men tær eru ongantíð komnar út á prenti.
1970
Vikarur úti í Koltri.
1971
Byrjaði á læraraskúlanum í Havn. Hesi árini, eg búði í Havn, týddi eg nakrar útvarpsleikir eftir áheitan frá Niels Juel Arge. Eisini týddi eg nakrar stuttsøgur hesa tíðina.
1972
Jomfrú við ongum bróstum (yrkingar) Við fjøll og bláan fjørð (yrkingar) Hesi bæði søvnini, so ólík tey enn eru, vórðu margfaldað og sóu so at siga dagsins ljós eina myrka heystarnátt uppi á einum skýmligum handilslofti í Havn.
1975
Málið er mítt øki (yrkingar)
1976
Læraraprógv. Byrjaði sum lærari á Venjingarskúlanum og starvaðist har í tvey ár.
1977
Giftist við Karolinu Matras, fingu sonin Sámal. Hetta árið komu mínar fyrstu barnarímur út í bókini Kannubjølluvísur.
Fekk virðisløn M.A.Jacobsens fyri fagrar bókmentir.
1978
Lærari í Fuglafirði.
1979
Várt dagliga lív (yrkingar)
1980
Tann lítli prinsurin ( týdd barnabók)
Nevndarlimur í Bókadeild Føroya lærarafelags og sat eg har tey næstu 20 árini.
1981
Eingin er sum Rosali (umsett barnabók, lisin í útvarpinum)
1982
Fingu næsta sonin Høgna.
30 minuttir (útvarpsleikur, sum vann fyrstu virðisløn í útvarpskapping)
1983
Á árskeið á Danmarsk lærerhøjskole. Barnabros (barnarímur) Útskot (yrkingar úr skuffuni) Toffi og Andrea (umsett barnabók, lisin í útvarpinum) Andrea pluss 7cm, Toffi pluss 6cm (umsett barnabók, lisin í útvarpinum) Fekk barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs.
1984
Havnarlív (yrkingar) Kærleiki mín (yrkingar) Grót og gróður (kantata til nýggju kirkjuna í Fuglafirði; John Højby gjørdi tónleikin) Fjøran (týddir barnasangir) Týddi skaldsøguna Jarðarinnar litbrigdi eftir Ólafur Jóhann Sigurdsson, sum væntandi kemur út í næstum.
1987
Ulo mín, ulo mín (týdd barnabók)
1988
Yngsti sonurin Búgvi varð føddur.
1989
Mánageitin (barnarímur)
Hvør eri eg? (rímur)
Teir trampa (týdd barnabók)
Tók prógv sum skúlabókavørður.
1990
MánadagsMortan (barnarímur)
Staksteinar (yrkingar)
1991
Odysseus í hjartanum (yrkingar)
Allir mínir dunnungar (týdd barnabók)
1992
GrísaflísaPætur (barnarímur við tekningum eftir Bárð Jákupsson)
Ribbaldurin Bibbi og mamman (týdd barnabók)
Ein vættur fór at ferðast (týdd barnabók)
1993
Ævintýrið um vøttin (týdd barnabók)
Bembil býr í búkinum (týdd barnabók)
1994
Bembla kemur heim (týdd barnabók)
1996
Lógvalestur (33 týddar yrkingar)
Glampa stjørna (týdd smábarnabók)
Blunda barnið (týdd smábarnabók)
Hetta árið fór eg út til Fugloyar at vera lærari í eitt ár.
1997
Anadyomena (66 týddar yrkingar)
Eplapetur (barnarímur)
1998
Eplapetur kemur út á fløgu við løgum eftir Paula Hansen. Tað var ein bók (kantata til Føroya lærarafelag á hundrað ára degnum;
Pauli í Sandagerði gjørdi tónleikin)
1999
GrísaflísaPætur kemur út á fløgu við løgum eftir Knút Olsen.
Krossorð (týdd barnabók)
Bítsk tøl (týdd barnabók)
Bítskir litir (týdd barnabók)
Fór til Keypmannahavnar at búgva eitt ár, av tí at kona mín fór undir víðari útbúgving.
2000
Góði Guð, tak tær um reiggj (týdd barnabók) Veingir (99 týddar yrkingar) MánadagsMortan kemur út á fløgu við løgum eftir Jens Mortan Mortensen. Umframt tær fløgurnar, nevndar eru, finnast eisini innspælingar av mínum barnasangum á øðrum útgávum, til dømis á fløguni hjá Hjørdis og gentunum.
2001
Angin av vanilju (týdd barnabók)
Rinkusteinar (barnasangir)
Fekk trý ára starvsløn frá Mentamálaráðnum.
2002
Fekk barnamentanarvirðislønina.
2003
Sóljudansir (fløga við egnum løgum)
Ein halastjørna er komin (týddar norðurlendskar barnayrkingar)
Guð er danskari (yrkingar)
Barnarímur (26 barnarímur, skjaldur og sangir)
Var millum teirra, ið vunnu yrkingakappingina hjá Listastevnu Føroya.
Fekk barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs.
2004
Ariel (66 týddar yrkingar)
Stóra bókin um ribbaldin Bibba (týdd barnabók)
Samson og Roberto I (týdd barnabók)
Her livir bygdin (kantata til Fuglafjørð; Nikolai og Emil Hess gjørdu
tónleikin)
Glottar (yrkingar í listabókini hjá Øssuri Mohr)
Lokki Litaval (34 barnarímur við myndum eftir Bárð Jákupsson)
Byrjaði sum lærari við Hvalvíkar skúla.
2005
Báðumegin blátt (yrkingar)
Samson og Roberto II (týdd barnabók)
Samson og Roberto III (týdd barnabók) Kristiansen, Sámal Matras ÚTGÁVUR
"Samfelagið - eg og vit øll". J. Nomedal, S. Bråthen, S. Matras Kristiansen og Helgi Abrahamsen, 2019. Parthøvundur og ritstjóri.
Eri í ferð við - saman við øðrum - at skriva lærubók í samfelagsfrøði til miðnám. Hendan kemur væntandi út seint í 2020.
Umframt hetta havi eg útgivið ymiskt "leyst" tilfar (fakligt tilfar og lyrikk) og tilfar til bøkur hjá øðrum. Eri fyrst og fremt yrkishøvundur, men yrki somuleiðis eitt sindur við síðunar av.
Havi annars ætlanir um bókaútgávu í næstum (primo 2020). Kunoy, Bjørk Maria Útgáva:
"Vit Føroya fólk", 2019. Politisk samtíðarskaldsøga Leivsson, Kári Tlf.: 213356 Kári P -er stytt yrkjaranavn fyri Kára Leivsson, f. 22/8-1950 í Tórshavn.
Foreldur hansara eru Leivur Petersen, fyrrv. húsasmiður, ættaður av Sandi, og Gunhild, fødd Djurhuus, fyrrv. sjúkrasystir, ættað av Tvøroyri. Systrar hansara eru Anna Maria og Marjun. Hann er giftur Ólöfu Briem, farmaceuti úr Reykjavík, og tey eiga dóttrina Elínu Siv Káradóttur.
Kári er høvundur at yrkingum við egin løg og annara, og fyri útgávur sínar „Vælferðarvísur“ (1979) og „Hinumegin Ringvegin“ (1991) fekk hann í 1995 M.A. Jacobsens heiðursløn fyri fagrar bókmentir. Fekk í 2010 Mentanarvirðisløn Landsins.
Kári er útbúgvin kliniskur sálarfrøðingur, og starvaði sum slíkur í Arendal og Oslo í Noregi 1995-1999. Summarið 1999 flutti hann til Føroya, og hevur her starvað við Sernámsdepilin og Landssjúkrahúsið, og nú sjálvstøðugt við Tórsgøtu 17 í Havn.
Marnersdóttir, Malan Tlf.: 316562 Fødd 25. januar 1952 í Klaksvík.
Foreldur: Anna Kristina fødd Godtfred (f. 1920), úr Vági, og Marner Simonsen (1921-2001) úr Havn.
Dóttir: Jóna Maria, f. 1982.
Studentsprógv úr Hoydølum 1971. Hjágrein í fronskum Århus Universitet, høvuðsgrein í norðurlendskum Københavns Universitet. Lærari í føroyskum, donskum og fronskum í Hoydølum 1979-81 – pedagogikum á Aurehøj Statsgymnasium í Gentofte várið 1981. Lektari í donskum og føroyskum á Johann-Wolfgang-Goethe Universität, Frankfurt am Main 1981-83. Hevur síðani 1983 starvast á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Rektari 1998-2004. Professari í bókmentum 2004.
Undirvísir og granskar í føroyskari og norðurlendskari bókmentasøgu, skaldskapargreining, ritverkum og fjølmiðlasamskifti. Hevur starvast í styttri tíð á Bergens Universitet, Helsingfors Universitet, Ilisimatusarfik í Nuuk, Åbo Akademi og Århus Universitet. Gestafyrilestrar um føroyskar bókmentir í London, Basel, Zürich o.fl.
Fekk Fulbright stipendium og var várið 2006 Visiting Fulbright Scholar á University of Washington, Deparment of Scandinavian Studies, Seattle. Vitjaði í hesum viðfangi University of California í Berkeley, University of Wisconsin í Madison og Lutheran College í Tacoma, Washington.
Útgávur
Kvinnurøddir, 1985 – um konufólkarøddir í føroysktmælta almenninum í 1890’unum.
Konurák, 1989 – um fyrsta konufólkablaðið í Føroyum Oyggjarnar, sum komu út 1905-08.
Bylgjurnar leika í trá, 1992 – viðger skaldskap eftir konufólk frá 1889 til seinna heimsbardaga.
Fyri fyrst, 1992 er savn við tekstunum, sum eru viðgjørdir í Bylgjunum.
Vinalagið, náttúran og samfelagið. Tættir í ritverki Marionnu Debes Dahl (1994). Lagt til rættis, saman við studentum á Føroyamálsdeildini.
Hvør av øðrum, 2000. Dr.phil.-ritgerð um modernaðar føroyskar skaldsøgur.
Analyser af færøsk litteratur, 2001. Forlaget Modtryk, Århus.
Greinir í Nordisk Tidsskrift, Edda, Scandinavica, Den danske Encyclopædi, Tijdschrift voor Scandinavistik o.ø. um føroyskan skaldskap. Partarnar um føroyskan kvinnuskaldskap í Nordisk kvindelitteraturhistorie bd. 1-4, 1993-2000. Greinir og ummæli í tíðarritinum Brá 1982-92. Ummæli, fyrilestrar og orðaskifti í føroyskum fjølmiðlum.
Limur í M. A. Jacobsens nevndini hjá Tórshavnar býráð 1983-92. Limur í nevnd hjá rithøvundafelagnum fyri norðurlendsku bókmentavirðislønini 1984-95. Limur í nevnd fyri mentavirðisløn landsins hjá Mentamálaráðnum 1998-2001. Blaðstjórnarlimur í tíðarritinum Brá 1982-92. Í ymsum føroyskum og norðurlendskum ráðum, nevndum og stýrum. Skrivari í International Association for Scandinavian Studies (IASS). Nevndarlimur í Norlit, norðurlendskt bókmentafrøðifelag.
Ritstjórnað ráðstevnuritum og stílað fyri ráðstevnu hjá IASS í 1998; um ritverk William Heinesens og Jørgen-Frantz Jacobsens í 2000 saman við Norðurlandahúsinum, Rithøvundafelagnum og Landsbókasavninum. Stílað fyri skeiðum m.a. fyri norðurlendskar studentar, týðarar (saman við Turið Sigurðardóttir).
Fekk M. A. Jacobsens bókmentavirðisløn fyri yrkisbøkur í 1993.
Matras, Eyð Eg havi skrivað/spælt einrøðuleikirnir Morgunstjørnan yvir Wittenberg (2017)
Í mínum hondum (2011)
Sjóvevur - Sigrún Valbergsdóttir skrivaði handritið, eg føroyskaði. (2008) Michelsen, Sólrún Tlf.: 594690 Fødd 11/3-1948. Foreldur míni eru Petur Midjord úr Hovi (deyður 1992) og Simona Midjord, f. Dam av Norðskála.
Eg eri fødd í Havn, men uppvaksin á Argjum. Eg fór í skúla á Argjum 6 ára gomul og gekk har, til eg 12 ára gomul fór heim til Havnar í realskúla. Eftir lokið realprógv arbeiddi eg á Telegrafstøðini. Seinni á Elektron.
Eg eri gift við Poul Michelsen, og vit eiga trý børn: Johan Petur, Elina og Poulu.
Í 1974 settu vit heilsølu á stovn, og har havi eg arbeitt fyrst sum hjálparfólk og síðan 1980 sum fyrisitingarleiðari.
Í 2008 gavst eg at arbeiða og kann nú seta meg við telduna, tá eg vil.
Útgávur
1992 Jól hjá Onnu og Jákupi – í Míni jólabók
1994 Argjafrensar
1996 Útiløgukattar
1996 Øðrvísi stuttsøga Birting
1997 Emma – Míni jólabók
1998 Mítt gamla land yrking Birting
1998 Tann fyrsta flykran, Eg kenni eina vættur í Míni jólabók
1999 Hin útvaldi ævintýrskaldsøga
1999 Barnajól, Magga í Míni jólabók
2000 Ólavsøkukantata Oyggjarnar
2000 Maya stuttsøga Birting
2000 Gásasteggin, Postboð í Míni jólabók
2001 Fuglakongurin, Hinumegin vindeyga í Míni jólabók
2002 Angi av deyða stuttsøga Birting
2002 Geislasteinar ævintýrskaldsøga
2003 Við vindeygað yrking Birting
2003 Loppugras barnayrkingar
2003 Tann fyrsta flykran fall í dag, Ein dag eg lá á bønum í Míni jólabók
2004 Maðurin úr Grauballe stuttsøga Birting
2005 Sápubløðran í Míni jólabók
2006 Óvitar í Spøkilsið sum flenti
2006 Summi renna í stuttum brókum í Vencil 1
2007 Gjøgnum skygnið stuttsøga í Vencil 3
2007 Jólagávan í Mín jólabók
2007 Tema við slankum skaldsøga
2009 Hin blái eingilin stuttsøga í Vencil 6
2009 Kantatusálmur í Vencili 7
2009 Í opnu hurðini yrkingasavn
2009 At danse med virkeligheden (donsk útgáva av Tema við slankum Kirsten Brix týddi)
2011 Rottan stuttsøgusavn
2013 Torkils døtur
2013 Hinumegin er mars
2016 Ein farri av fráferð yrkingasavn
2018 Morgunfrúa Stuttsøgusavn
2019 Skriving stuttsøga Vencil 20
2019 Arni stuttsøga Varðin 86
2019 Ein táttur er silvur Skaldsøga
2020 Ein annar er gull Skaldsøga
Heiður
2002 Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs
2008 M. A. Jacobsens heiðursløn fyri fagurbókmenti
2015 Tilnevnd til Nordisk Råds litteraturpris
Mikkelsen, Jonhard Lektari á Føroya læraraskúla Útbúgving: Cand. mag. í enskum og føroyskum
Skrivað og ritstjórnað orðabøkur
1992 enskt - føroyskt saman við Annfinni í Skála
1998 danskt - føroyskt saman við Annfinni í Skála og Hanne Jacobsen
2004 føroyskt - enskt saman við Annfinni í Skála
2007 enskt – føroyskt og føroyskt – enskt nýggjar, størri útgávur
Lagt lærubøkur til rættis til miðnámsskúlar
(1993) Mállæra: Ein ferð inn í føroyskt
(1993) Skeið í norrønum: Hugin og minnið
(1993) Grundbók í tekstalestri: Eitt sindur um hugburð, samskifti, myndir, lýsingar, stuttsøgur
(1993) Amboð til skald- og stuttsøgugreiningar: Brotmyndir
(1993) Amboð til fjølmiðlatekst: Sprotar - eitt sindur um tekstir í bløðum og tíðarritum
Ritstjórnað aðrar lærubøkur
(1994) Íslendingasøga: Gísla søga Súrssonar
(1994) Skaldskapur hjá Jens Paula Heinesen í úrvali: Sum dropar av blóð eru orð
(1996) Málrøkt: Svenning Tausen Orð og orðað
(1997) Málsøga: Petur M. Rasmussen Mangt er í brøgdum vunnið
Ritstjórnað lærubøkur saman við øðrum
(1993) Svørt verða sólskin (norðurlendsk ritstjórn)
(1994) Nýbrotið í norðurlendskum skaldskapi (norðurlendsk ritstjórn)
(1995) Norðurlond í kring (norðurlendsk ritstjórn)
(1995) Egil Skallagrímssøga (saman við Martin Næs)
(1999) Sagnaslóðir fram við strendur (norðurlendsk ritstjórn)
(2000) Ein er søgan úr Íslandi komin (Heimir Pálson. Týðing: Tóra og Martin Næs)
Lagt lærubøkur til rættis til Føroya læraraskúla
(2009) Snarskeið í stavseting
(2009) Samskifti og fjølmiðlar 1 og 2
(2010) Málvísindi 1 saman við Jógvan í Lon Jacobsen
(2011) Filmgreining saman við Elini Hentze og Marjuni Niclasen
(2011) Ein ferð inn í føroyskt (2. útgáva til læraraskúlan) saman við Kára Davidsen
(2011) Frá víkingatíð til upplýsingartíð saman við Hanne Jacobsen
(2011) Frá upplýsingartíð til nýbrot saman við Hanne Jacobsen
(2011) Tann nýggjast tíðin saman við Hanne Jacobsen
Stovnaði forlagið SPROTAN í 1993 - www.sprotin.fo
Annað
2001-2004 Stovnaði og stjórnaði vikuskiftisblaðið FREGNIR
1993 Sømdargávu úr Grunni Kristians á Brekkumørk
2011 Heiðursgávu landsins
Mohr, Høgni Tlf.: 314820 Tel: 314820
hoEGNI(@)kallnet.fo
Høgni Mohr er føddur í Tórshavn 8. oktobur 1968. Fyrstu trý árini búði hann á Barnaheiminum í Havn, síðan trý ár heima á Sandi, og frá 1974 til 1992 suðuri í Vági. Millum 1992 og 1998 búði hann í Birkerød í Danmørk.
Høgni Mohr hevur verið fríyrkishøvundur, síðan hann var blaðungur. Hesi árini hevur hann skrivað fyri ymis bløð; frá lokalblaðnum, Suðuroynni, til danska Informatión og íslendska Morgunblaðið.
Hann hevur arbeitt fast á Sosialinum, Dimmalætting og Fregnum.
Fleiri ár fekst Høgni mest við loftborna miðling. Hann var knýttur at Kringvarpi Føroya, har hann hevur var tíðindamaður í útvarpinum og sjónvarpinum í árunum 2008 til 2015, eins og hann gjørdi sendirøðina »Summarsál« (2013) saman við myndamanninum, Rógva Rasmussen. Hann hevur síðan gjørt fleiri aðrar sendingar fyri kringvarpið, millum annað nógv fagnaðu røðina um "gamla mannin og vatnið" úr Kanada.
Høgni arbeiðir fyrifallandi fyri sjónvarpið hjá BBC og Al Jazeera. Hann hevur eisini verið vertur í veiðimannasendingum hjá Vice Media, og hann hevur luttikið í sending hjá Huffington Post.
Harumframt hevur Høgni arbeitt fyri uttanríkisráðið í sambandi við grind í Føroyum.
Høgni er útbúgvin maskinsmiður. Hann hevur HF-prógv og hevur lisið útflutningstøkni í Keypmannahavn í tvey ár.
Høgni Mohr hevur týtt svensku ungdómsbókina um Ask og Emblu fyri Bókadeild Føroya Lærarafelags.
Á egnum forlagi, "Øgiliga egið forlag", hevur Høgni givið út hesar bøkurnar:
»Saga JAM« (2022), æviskaldsøga um Jan Allan Müller.
»Grøðandi greinir« (2021), 19 útvalsgreinir.
»Tað tómliga tolsemið« (2020), sjey tankatekstir.
»mær dámar ikki høgna hoydal« (2019), yrkingasavn.
»Slepp tær til heiti fani« (2018), ið er savn við 16 kontrerum tekstum og tekningum eftir Astrid Andreasen.
»Fractura nasi« (2017), ið er tilverulig og samfelagslig ferðafrásøgn úr Føroyum.
»Sannleikin um ástarævintýrið« (2013), ið avdúkar sambandið millum evnafrøði og ást.
»Tá deyðin verður avdúkaður« (2010), ið er dokumentariskt frásagnarverk um landssjúkrahúsið.
»Ali babba og 49 aðrar blaðgreinir« (2006), ið er ein tíðarmynd av fólki.
Í 2012 fekk Høgni Mohr starvsløn í seks mánaðir frá Mentanargrunni landsins.
Í 2019 fekk Høgni aftur starvsløn í seks mánaðir frá Mentanargrunni landsins.
Í 2019 fekk hann stipendium frá álendsku mentanarnevndini við listauppihaldi í Storby.
Í 2019 kom "Fractura nasi" út í danskari týðing eftir Kirsten Brix ("Rejse for livet").
Í 2019 gjørdi Høgni sáttmála við Torfinn Jákupsson um at filmatisera "Fractura nasi".
Upplýsingar:
Telefon: 314820
Teldupostbústaður: hoEGNI@kallnet.fo
Bústaður: Berjabrekka 65, 100 Tórshavn Mortansdóttir, Linda Tlf.: 790014 Cand.mag. í moderne kultur og kulturformidling med tilvalg i auditive kulturer frá Universitetinum í Keypmannahavn.
Linda skrivar manusskript til útvarp/podcast. Mortensen, Rannvá Holm Í 2018 gav Rannvá út yrkingasavnið "Sólsmakkur".
Verkið vann M. A. Jacobsen´s virðisløn fyri fagrar bókmentir sama árið og amerikonsku The Gabo Prize í 2019 (umsetingarprís av úrvaldum teksti úr savninum.)
Rannvá hevur skrivað og sjálv myndprýdd alt savnið.
Afturat hesum hevur Rannvá myndprýtt bøkur hjá Jóanes Nielsen:
- Glansbílætsamlararnir
- Brahmadellarnir
- Bommhjarta
og gjørt permur til yrkingasøvnini:
- Pentur
- Brúgvar av svongum orðum
- Gudahøvd
og til sjónleikin:
- Havfrúgvin
Niclasen, Levi Tlf.: 375208 Yrkir undir navninum Óðin Ódn. Føddur á Tvøroyri 1. mai 1943 – meira deyður enn livandi – fekk navn (varð doyptur) dagin eftir – eitur eftir pápasystur síni Lenu, ið búði í Sandvík, men andaðist í bestu árum.
Foreldur: Thomasia Niclasen, f. Thomasen á Giljanesi í Vágum og Hentzar Niclasen, kongsbóndi á Hamri í Hvalba.
Arbeiddi aftan á barnaskúlan í kolinum. Var í Grønlandi 1960 og 1961 og arbeiddi á landi í Føroyingahavnini fyri Nordafar.
Tók prógv frá Føroya Læraraskúla í 1967. Var settur sum lærari við Hvalbiar skúla 1. august 1967. – Hevur verið skúlaleiðari við Hvalbiar skúla frá 1. august 1979.
Verið á Fróðskaparsetri Føroya og fullført nám í føroyskum og bókmentum 1969-70.
Aftur á Fróðskaparsetri Føroya og fullført skeið – Guð viti til hvørja nyttu – í uppalingarfrøði og sálarfrøði-kristni/religión-mállæru – fornnorrønum og málsøgu – týðing og málrøkt – eldri bókmentum – bókmentaundirvísing og nýføroyskum bókmentum – føroyskari mentan og siðsøgu – søgu – Ongantíð biðin sum próvdómari t.d.
Medarbeiðari á Dagblaðnum 1971-73 og havt fastan tátt í blaðnum undir heitinum Gaman og Álvara.
Giftist 3. juli 1971 við Súsonnu Niclasen, f. Holm. Hon er fødd í Hvalba 10. september 1950. Vit eiga í hjúnalagnum tríggjar synir, ið eita: Tórarinn, Tóroddur og Njálur.
Útgávur
Havi givið út bøkur – goldnar úr egnum lumma:
Hvirlur (yrkingasavn) 1970.
Eg eri í iva (yrkingasavn) 1970.
Tey í urðini (søgusavn) 1973.
Reyðibarmur (yrkingar og stuttsøgur) 1974.
Viðrák og Mótrák (yrkingasavn) 1975.
Óttast ikki (yrkingasavn) 1975.
Nívandi niða (yrkingasavn) 1983.
Lovað er lygnin (yrkingasavn) 1983.
Eg eigi eina mynd (yrkingasavn) 1987.
Týðingar:
Eydnuríki prinsurin (O. Wilde) (Føroya Lærarafelag 1977).
Heilaga landið (Pär Lagerkvist) (felagið Varðin 1986).
Nielsen, Bjørgfinnur Tlf.: 319465 Føddur 26.01.1951 í Tórshavn.
Foreldur: Johanna Dorthea, fødd Lydersen úr Klaksvík, K.N.P. Berg Nielsen úr Skopun.
Børn: Fríði B. Nielsen við Astrid S. Madsen, Røskva Bjørgfinsdóttir og Baldur Bjørgfinsson við Juli Fagerland.
Útbúgving. Málsligur studentur, lærari, exam. art.-prógv í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum.
Nevndarstørv: Í stjórn Føroya Fólkaháskúla 1984-87, Havnar Sjónleikarfelag 1987-93, Føroya Fólkaháskúlafelag 1987-.
Arbeiði sum háskúlalærari síðani 1982 og sum frílansi í útvarpinum.
Motto – ger tað heldur í dag enn í morgin.
Útgávur:
Dreymabiðilin, yrkingar 1983.
Løta á leiðini, yrkingar 1987.
Annað: stakyrkingar í Varðanum og Brá.
Høv í Føroyum, greinarøð í Mondli.
Týðingar:
Dreygatónar eftir Odd Hølaas í Varðanum.
Her búgva vit, saman við øðrum týðarum.
90 ára minningarrit Háskúlans, medritstjóri.
Nielsen, Jóanes Sekjær Tlf.: 318162 Føddur 5/4 1953. Abbarnir: Vilhelm Nielsen, føddur í Nagbølmark í Jyllandi, deyður í Havn. Jóan Petur Kjærbo, føddur og deyður í Sumba. Ommurnar: Sigrid Nielsen, fødd og deyð í Havn. Jóhanna Sofía Kjærbo, fødd í Sumba, deyð á Tvøroyri.
Foreldur: Svend Sekjær Nielsen, føddur og deyður í Havn. Marjun Nielsen, fødd í Sumba.
Eigi tvær døtur: Beintu Jóanesardóttir Petersen og Katrin Victoriu Sekjær Mortensen. Kona mín er Rannvá Holm Mortensen.
Eri farin undir seinnapartin av lívinum, og gangi framvegis í skúla. Fyrstu sjey árini lærdi eg úti á Landavegsleiðini. Næstu sjey árini í stóran mun við Sankta Frants Skúla í Havn. Havi studerað við grønlendsku og íslendsku strendurnar, men í høvðusheitum virkað á landi. Síðani seinnapartin av nítiárunum skrivað mest sum burturav.
Útgávur
Bøkur:
Trettandi mánaðin, yrkingar 1978.
Pinnabrenni til sosialismuna, yrkingar 1984.
Tjøraðu plankarnir stevna inn í dreymin, yrkingar 1985.
Á landamørkunum vaksa blomstur, søgur 1986.
Naglar í jarðarinnar hús, yrkingar 1987.
Gummistivlarnir er tær einastu tempulsúlurnar sum vit eiga í Føroyum, skaldsøga 1991.
Kirkjurnar á havsins botni, yrkingar 1993.
Undergroundting, greinar 1994.
Pentur, yrkingar 1995.
Páskaódnin, skaldsøga 1997.
Undergroundting 2, greinar 1999.
Eitur nakað land Weekend?, sjónleikur 2001.
Brúgvar av svongum orðum, yrkingar 2003.
Glansibílætasamlararnir, skaldsøga 2005.
Tey eru, sum taka mánalýsi í álvara, yrkingar 2007.
Aftaná undrið, sjónleikur 2009.
Smukke fejltagelser, yrkingasavn, skrivað saman við Peter Laugesen. 2011.
Brahmadellarnir, skaldsøga 2011.
Nielsen, Pauli Nolsøe, Páll Føddur í Keypmannahavn 26. oktober 1976, og uppvaksin í Havn.
Foreldrini eru Axel H. Nolsøe, úr Havn og Lena Nolsøe f. Jacobsen úr Klaksvík.
Maki Anna Johansen úr Tórshavn.
Børn: Vera Sóldís (fødd 2006) og Ella Apollonia (fødd 2008).
Málsligur studentur úr Hoydølum 1996. Útbúgvin Cand.comm. frá RUC (Roskilde Universitetscenter) í 2006. Havi síðani 2007 starvast í Miðfyrisitingini í Landsstýrinum.
Útgávur:
“Babba” (stuttsøga), Birting 1996.
“Eftir deyðan livir dygdin – søgan um Magnus Heinason” (ljóðmynd), KVF 2007.
“Magnus Heinason – søgan um eitt justitsmorð?” (grein), Brot úr Føroya Søgu, Fróðskapur og Landsskjalasavnið 2007.
“BROT” (skaldsøga), Sprotin 2013. Næs, Martin Tlf.: 314240 Føddur 9/7 1953 í Vági.
Foreldur: Brynhild f. Stenberg úr Sumba, f. 27/7-1922 og Johs. Andr. Næs úr Nesi, Hvalba, f. 16/9-1920. Giftur 9/11-1975 við Þóru Þóroddsdóttur f. 14/7-1954, av Akureyri, Íslandi.
Børn: Flóvin fiór f. 3/6-1978, Guðný Brynhild f. 18/3-1982, Jónas fiór f. 27/12-1986.
Útbúgving: 1973 studentur úr Hoydølum. 1978 bókavarðaprógv frá Danmarks Biblioteksskole, Keypmannahavn.
Størv: 1978-1979 bókavørður, Føroya landsbókasavn. 1979-1981 bókavørður, Býarbókasavnið. 1981-1983 1. bókavørður Føroya landsbókasavn. 1983-1985 bókavørður, Amtsbókasavnið Akureyri og Barnaskóla Akureyrar. 1985-1988 settur landsbókavørður. 1989-2003 landsbókavørður. 2003-2005 faroyvi úr starvinum sum landsbókavørður.
Nevndarstørv: 1985-1987 limur í Setursráðnum, Fróðskaparsetur Føroya. 1979-1986 nevndarlimur í Rithøvundafelag Føroya. 1986-1989 formaður í Rithøvundafelag Føroya. 1988-1995 limur í stýrinum fyri Norðurlandahúsið í Føroyum. 1994-2003 formaður í Orðabókagrunni Fróðskaparfelags Føroya. 1996-1999 formaður í Fjølrit. 2002-2003 nevndarlimur í Listastevnustýrinum. Nevndarlimur í Nordfolk 1992-2000, í Nordinfo 2001-2004 og í Nordbok 2001- .
Útgávur
Egin verk:
Friður. Yrkingar 1972.
Marran sigur S. Yrkingar 1975.
Úr. Yrkingar 1975.
Per og eg. Barnabók 1979. (Á norskum, 1980).
Færøsk litteratur – udvikling og vilkår, 1981.
Símun Sámal. Barnabók 1984. (Á íslendskum, 1984).
Spell at sólin kom upp. Barnabók 1990.
Torbjørg og kúgvin. Barnabók 1990.
Tvey. Skaldsøga 1990.
Hvør eigur flaggknappin? – Greinir ummæli røður og samrøður 1995.
Týðingar:
Lisbeth Algreen-Petersen: Eydnuknívurin. Barnabók 1975.
Mogens Jansen: Gras. Barnabók 1977.
Snorri Hjartarson: Heystmyrkrið yvir mær. Yrkingar 1983.
Guðrún Helgadóttir: Í abbasa húsi. Barnabók. 1986.
Guðrún Helgadóttir: Jón Oddur og Jón Bjarni. Barnabók 1986.
Guðrún Helgadóttir: Meiri um Jón Odd og Jón Bjarna. Barnabók 1987.
Guðrún Helgadóttir: Enn meiri um Jón Odd og Jón Bjarna. Barnabók 1987.
Ólafur Gunnarsson: Vakri floghvalurin. Barnabók 1989.
Olga Guðrún Árnadóttir: Ferðin til heimsins enda. Sjónleikur (óprentaður) 1991.
Guðrún Helgadóttir: Bið guðs einglar standa hjá mær. Barnabók 1993.
Guðrún Helgadóttir: Óvitar: Sjónleikur (óprentaður) 1994.
Guðrún Helgadóttir: Vera vernd. Barnabók 1994.
Guðrún Helgadóttir: Hjá mær í nátt. Barnabók 1995.
Guðrún Helgadóttir: Tað er gaman í. Barnabók 1995.
Egils søga. Bjarni Niclasen týddi søguna. Martin Næs týddi yrkingarnar 1995.
Norðurlond í kring. Týðing saman við Jákupi í Skemmuni. Yrkingar 1995.
Guðrún Helgadóttir: Tað er lagamanni. Barnabók 1996.
Heimir Pálsson: Ein er søgan úr Íslandi komin.Týðing saman við Þóru Þóroddsdóttur. Lærubók 2000.
Halldór Laxness: Garpatáttur. Týðing saman við Þóru Þóroddsdóttur. Skaldsøga 2002.
Lagt til rættis:
M.S.Viðstein: Horvnar Havnarmyndir, 1983.
Føroyskar bókmentir í úrvali, bd. 3, 1983. Lagt til rættis saman við øðrum.
Føroyskar bókmentir í úrvali, bd. 4, 1986. Lagt til rættis saman við øðrum.
Føroya Skúlabókagrunnur. Bókaskrá 1990. (2. útg. 1995). Lagt til rættis Saman við Hansinu Husgaard.
Avmarkaður marknaður. 1996. Lagt til rættis saman við øðrum.
Nyholm Debess: Aldan og onnur brot. 1998. Lagt til rættis saman við Janusi Mohr.
Chr. Matras: Greinaval – málfrøðigreinir. 2000. Lagt til rættis saman við Jóhan H.W. Poulsen.
Virðisløn:
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráð 1981. Bókmentavirðisløn M.A.Jacobsens fyri yrkisbókmentir 1995.
Olsen, Edvard S. Olsen, Knút Ottarsdóttir, Katrin Tlf.: +4530320392 Útgávur:
- Eru koparrør í himmiríki, yrkingar, 2012
- Messa fyri einum filmi, yrkingar, 2015
- Aftanáðrenn, stuttsøgur, 2016 Patursson, Rói Tlf.: 317739 Føddur í 1947 í Havn. Sigldi úti 1964-65. Skiftandi bústað og ymisk arbeiði í Reykjavík, Keypmannahavn og Tórshavn frá 1967 til 1970.
Fastan bústað í Keypmannahavn 1970-1985. Byrjaði at lesa í 1976. Mag. art. í filosofi frá Københavns Universitet í 1984.
Flutti aftur til Havnar í 1985. Undirvísti m. a. á kvøldskúlanum og Fróðskaparsetrinum.
Í 1987 í Bergen; undirvísti á Skrivekunst Akademiet.
Síðani 1988 stjóri á Føroya Fólkaháskúla. Formaður í Mentanargrunni Landsins 2000-2004.
Útgávur
Yrkingar, 1968.
á alfaravegi, 1976.
Spor í sjónum 1983.
Líkasum 1985.
Listabók/A. Norðoy 1987.
Hevur fingið M.A.J. (1969 og 1988) og Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Rói er giftur við Sólrun; tey hava tvær døtur.
Pólsson, Petur Tlf.: 333337 Petur Pólsson Jensen. Føddur 18.01.1973 nakað nær midnátt (ella tað var í øllum myrkt, minnist ikki um tað var hált í støðum). Æt Heinesen inntil giftur Jensen í 1976. Fekk sær, sum aftursvar til fleiri innantannamótmæli, Pólsson eftir pápanum Pól í 1999 (eisini tá var myrkt úti).
Varð liðugur sum studentur í 1992 (var sera ljóshærdur tá). Las bókmentir eitt skifti í Århus, men tímdi fullførdi tað ikki (og rakaði alt hárið av). Peturi dámar væl tøl, men at rokna ber honum ikki til. Er ringur av albogastoyti, serliga um tað dregur á luftini og landnyrðingur norðan er.
Mentanarlig avrik eru sum so ikki so nógv: hevði allar barnasjúkurnar áðrenn níggjundi árið (serliga fárasjúkan var ein trupul tíð). Royndi seg sum unglingi í skúri, men tað varð bert til tann eina stampin, og hann varð egndur upp á nakrar (fleiri) tímar. Varð útbúgvin lærari á Føroya Læraraskúla í 2001 (og hevði serstakliga reydligt hár tá). Vann Prix Føroyar við bólkinum Clickhaze í 2001 (við gulum brillum og stuttum hári). Hevur givið út yrkingarsøvnini: Afturvendandi endurspeglingar av komandi dreymum, 1994, Ongin sól er til, 1997, Guru – yrking, 1999 og Persona Non Grata, 2001. Vann bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens í 1997 fyri savnið Ongin sól er til.
Abbar vóru: Meinhard Jensen (Hellu-Meinhard), Gøtu; Petur S. Heinesen (Petur í Hoygarðinum), Toftum. Ommurnar: Martina Jensen, Jana Heinsen. Jana livir enn. Petur hevur annars staðið faddur nakrar ferðir. Petur starvast fyri tíðina sum lærari á Miðvágs-Sandavágs skúla. Hevur keypt bil, hús og skyldar ordiliga nógvar pengar. Hósdagin 14. oktober 2004 fingu Birita Hansen, Sandavágur og Petur fyrstfødda barnið, dóttrina Døgg Petursdóttir. Hárið er í løtuni eitt sindur stutt. Og eitt sindur skitið beint nú, men eg fari í bað um eina løtu.
Poulsen, Malan Tlf.: 316766 Fødd í Øravík 08. 05. 1963, og vaks upp har, oman Garða, hjá ommu og abba, Almu og Jens Paula Poulsen.
Tók realprógv frá Tvøroyrar skúla í 1980, og fór síðani á háskúla í Noregi. Í 1983 HF prógv á HF – skeiðinum á Tvøroyri.
Summarið 1983 gekk leiðin til Danmarkar at lesa, fyrst á universitetinum í Roskilde (RUC) og síðani á universitetinum í Keypmannahavn, haðani eg tók cand. mag. prógv í donskum og folkloristik í 1992. Í lestrartíðini varð eisini arbeitt: reingerðararbeiði, í barnagarði og í summarfrítíðunum á flakavirki. Í 1990 varð fjakkað fýra mánaðar í Suðurameriku.
Gift við Jan Mortensen og vit eiga trý børn, tveir synir, ið eita Sølvi og Hjalti og eina dóttur, ið eitur Tórunn.
Flutti aftur til Føroyar, Tórshavn, í 1993, fyrstu árini var búleikast í Hornabø, og seinastu fimm árini í eysturbýnum.
Arbeiddi í byrjanini sum avloysari í Sankta Frans skúla og í studentaskúlanum í Hoydølum. Síðani havi eg undirvíst í donskum á Føroya Handilsskúla, í Tórshavn og á Kambsdali og eitt ár á HF- skeiðinum í Hoydølum. Undirvísi í løtuni í donskum á handilsskúlanum í Havn.
Fyrstu yrkingar á prenti vóru ungdómsyrkingar í Barnablaðnum. Fróði Vestergaard setti lag til eina yrking, ið er á plátuni Stormávaring hjá Fróða og deiggj, 1985. Nakrar yrkingar stóðu í Brá nr. 8, 1986, áðrenn tær komu í fyrsta yrkingasavnið, og tvær yrkingar íblástar av suðuramerikutúrinum hava staðið í Oyggjaskeggja.
Útgávur
Tvey yrkingasøvn eru útgivin:
Lát, 1988.
Ímillum, 1995.
Harafturat havi eg skrivað onkrar greinar m.a:
Beinta og Peder Arrheboe – holdninger til trolddom på Færøerne, UNIFOL 1991-92, Folklore på Færøerne.
Rejsende, grein um yrkingar hjá kvinnum í Føroyum í tíðarritinum Transit, Klima – Nordisk Lyrik 1984-1994, serútgáva 1994 í samband við Nordisk Forum í Åbo.
Klummuskrivari, undir teiginum Álvaratos, í Dimmalætting 1999-2000, og okkurt ummæli er eisini skrivað.
Poulsen, Sigmund Tlf.: 313959 Føðingardagur 7. januar 1954.
Móðir: Hannufía Poulsen, dóttir Sigmund Niclasen, Kunoy, og Anniu J. Stein Abrahamsen, Oyndarfirði. Hann doyði ungur og hon giftist uppaftur við Daniel Danielsen, Húsum.
Faðir: Hans A. Poulsen, sonur Poul Johan Poulsen, í Stovugarðinum í Uppsølum, Klaksvík, og Onnu Sofíu Klakkstein, úr Innistovu í Vági, Klaksvík. Giftur við Ásu Djurhuus, apoteksassistenti, dóttir Kathrinu og Johan O. Djurhuus, Vági. Børn: Barbara 1977, Sissal 1985 og Durita 1990.
Útbúgving: Løgfrøðingur við Keypmannahavnar Universitet 1991.
Starv: Advokatur. Hevur sjálvstøðugt advokatvirki í Tórshavn saman við Pálli Nielsen, advokati. Arbeiddi sum blaðmaður eftir lokið studentsprógv 1975 til 1978, og í Útvarpi Føroya frá 1978 til 1989. Skrivari starvsmannafelagsins frá 1989 til 1991. Las løgfrøði samstundis frá 1986 til 1991.
Útgávur
Verk:
Og dreymarnir venda sær, yrkingar 1974.
Royndir, yrkingar og smásøgur 1976.
Jesus og Makedonarin, teksthefti 1984.
Rætt og rangt, undirvísingartilfar í mannarætti 1988.
Fleiri útvarpsleikir, smáleikir og stuttsøgur í Útvarpi Føroya, ikki útgivið.
Fleiri sangtekstir til føroyska tónleikaútgávu.
Annað tilfar framført alment, ikki útgivið.
Rasmussen, Bergur Rasmussen, Oddfríður Marni Tlf.: 322267 Føddur: 22.02.69
Vaks upp á Sandi
Liðugur við tíggjunda í 1986
Odder Højskole: 1989
HF: 1990-1992
Roskilde Universitetscenter: 1997-1998
Forfatterskolen: 1998-2000
Føroya læraraskúli: 2007- 2011
Útgávur:
aldur hugans: 1994, Fannir
Innantnnaskríggj: 1995, Egið forlag
Skil: 1998, Fannir
Er det alvorligt doktor? (avgangsrit á Forfatterskolen): 2000, Forlaget Basilisk
Rás Sár: 2000, Mentanargrunnur Studentafelagsins
Tað føroyska ljósið/Det færøske lys/The Faroese Light: 2001, Forlaget Rhodos
kvørkringar: 2002, Mentanargrunnur Studentafelagsins
Vaikuste varjus: (estiskt úrvalsrit): 2002, Esti, Raamat
Inn og út um gluggan/innside - outside (savnsrit): 2003, Listaskálin á Akureyri
Gráir týdningar: 2003, Mentanargrunnu Studentafelagsins
Plástrið: 2005, Mentanargrunnur Studentafelagsins
Lívrám: 2008, Sprotin
Innantanna Anna og Túsundbeinið Súni: 2008, Bókadeild Føroya lærarafelags
Blómugrót: 2011, Sprotin
Onki: 2013, Bókadeild Føroya lærarafelags, týðing eftir Janne Teller
Eg eri næstur, 2013, Sprotin
Tú veitst ongantíð, 2013, sprotin, týðingar eftir Ron Padgett
Annað
Annar ritstjórin á skaldskaparritinum Vencil. Útkomin eru 15 nummur.
Formaður í føroysku nevndini, sum tilnevnir útnorðurlendsku barna- og ungdómsbókmentavirðislønina
Havi skrivað søgur til fleiri jólabøkur seinastu árini.
Havi týtt ein part av “Bíbliusøgur úr norðri”, 2014, Bókadeildin
Rasmussen, Steintór Reinert, Katrin Útgávur:
- Yrkingasavnið Kringvindar (2011)
- Ritroynd á heimasíðu Vencils umframt stakar yrkingar í Vencili og í Varðanum
- Ummæli og týdd stuttsøga í Varðanum
- Týtt skaldsligt teksttilfar til nýtslu í undirvísingartilfari Reistrup, Høgni Høgni Reistrup er útbúgvin Cand.mag í Miðlavísindum frá Københavns Universitet og Dublin City University.
Høgni hevur ritstjórnað bøkurnar:
Valið og valdið (2011)
EXIT Føroyar (2012),
og hann hevur skrivað bókina
Framtíðin er okkara (2015).
Róadóttir Jæger, Lív mag.art. í filosofi frá universitetinum í Keypmannahavn.
Tekstir í Vencili
Sjey stuttprosatekstir (stuttprosa). Nr. 14/2013, s. 25-31.
Fimm stuttprosatekstir (stuttprosa). Nr. 15/2015, s. 41-45. Schneider, Sonja Tlf.: 422217 F. Sørensen. Fødd tann 21.9.57 í Klaksvík, dóttir Julius Sørensen av Húsum og Hannu, f. Heinesen úr Klaksvík.
Eg eri uppvaksin í Klaksvík. Flutti til Havnar í 1973, tók studentsprógv í 1976. Fór í snikkaralæru í Klaksvík sama summarið, men gavst á jólum. Síðani hevði eg ymisk arbeiði í trý ár, millum annað var eg vikarur í Kommunuskúlanum í Havn, og hetta var so stuttligt, at eg fór á Føroya Læraraskúla í 1979. Haðani tók eg prógv í 1983 og arbeiddi sum lærari frá 83 til 87, men treivst illa.
Í 1987 flutti eg til Danmarkar og tók útbúgving sum psykoterapeutur, ein sonevnd alternativ útbúgving. Flutti heimaftur í 1989 og arbeiddi sum terapeutur ein part av tíðini og fekst annars við nógv ymiskt. Seymaði búnar til sjónleik, undirvísti á skeiðum í drama/sjónleiki, skrivaði og týddi bókur.
Eg flutti til Kaldbaks í 1990. Í 1992 giftist eg Olavi Schneider, og sama árið keyptu vit húsini í Murrusteinum.
Í 1997 fekk eg lærarastarv í Skúlanum í Kaldbak, árini 1998 til 2003 havi eg verið fyrstilærari í Kaldbak. Arbeiði nú í Familjustovuni undir Sosialu Deild í Tórshavn.
Útgávur
Eg hevði ongangtíð ætlað mær at verið rithøvundur, men eg stuttleikaði mær óført, tá ið eg skrivaði ta fyrstu bókina Suphayu. Tá ið hon fekk virðisløn og varð givin út, helt eg, at eg kundi royna meg eina ferð enn. Higartil eru komnar:
Sonja Sørensen
Suphaya. Ungdómsbók, Føroya Lærarafelag 1989.
12 Jólaleikir (savnað og lagt til rættis. Avrit fæst á Landsmiðstøðini fyri undirvísingaramboð). Føroya Lærarafelag 1990.
Jólatræið (í Míni Jólabók 1990).
Í øðrum heimi. Barnabók til sjey-átta ár. Tove Askham teknaði. Føroya Lærarafelag 1991.
Sonja Schneider:
Sóleygað horvið. Barnabók til tíggju-ellivu ár. Edward Fuglø teknaði. Føroya Lærarafelag 1992.
Yrkingar í Birting 1995.
Siggi Jønsson. Týtt úr svenskum. Mecka Lind hevur skrivað. Føroya Lærarafelag 1996.
Siggi Jønsson og handan Andrea. Týtt úr svenskum. Mecka Lind hevur skrivað. Føroya Lærarafelag 1996.
Leiðarljós. Barnabók til tólv ára aldur. Teknaði sjálv. Føroya Lærarafelag 1997.
Sjónleikurin Vøkuljóð saman við Eyð Matras og ungdómum í Nólsoy. Vit ferðaðust í Lofoten á sumri 1997 við hesum leiki.
Karmelian ABC. Týtt úr svenskum. Riitta Nelimarkka hevur skrivað. Fyri Hedvig Westerlund í sambandi við skúlaframførslur (handrit 1999).
Eero. Týðing úr svenskum. Marjatta Levanti hevur skrivað. Fyri Hedvig Westerlund í sambandi við skúlaframførslur (handrit 1999).
Umboðaði Føroyar á Norðurlendskari rithøvundastevnu í Lettlandi í 1993.
Sigurðardóttir, Turið Professari Tlf.: 310474 / 510474 ÚTGÁVUR
Bøkur:
1987. Lærið íslendskt 1-2 (Mállæra og tekstasavn v/ljóðbandi). Føroya
Skúlabókagrunnur. Tórshavn.
1991. Märta Tikkanen,arbeiðshefti. Saman við Bergljót av Skarði. Føroya
Skúlabókagrunnur. Tórshavn.
1994. Sigert. Um ævi og ritverk Sigerts Paturssonar. Ungu Føroyar. Tórshavn.
1998. Hugtøk í bókmentafrøði. Sprotin.
2004. Bókmentasøgur. Greinasavn. 382 s. Føroya Fróðskaparfelag.
2009. Hugtøk í bókmentafrøði. 2. útg. Ungu Føroyar. Tórshavn.
2011. Føroysk bókmentasøga 1. Saman við M. Marnersdóttur. Nám. Tórshavn.
Vísindaligar greinir:
1977 ”Lýst er eftir Pétri Péturssyni, verkamanni”. Jakóbína Sigurðardóttir: Lifandi
vatnið . Tímarit Máls og menningar, II,77: 154-181.
1980 "Virðingin fyri veruleikanum. Samfelagslýsing og samfelagsavdúkan í
skaldsøgunum hjá Martini Joensen". Varðin 1-2: 45-104.
1989. "Nýggjar tíðir - nýggjur songur". Føroyskur sangskaldskapur í 1870- og 1880-
árunum. Brá 13-14: 30.45.
1990. "Robinson Kruso á føroyskum. Mentan og politikkur”, s. 180-230 í: Daniel
Defoe: Robinson Kruso.Føroya Lærarafelag og Føroys Skúlabókagrunnur.
1991. "Romantiske træk i den ældste nyfærøske sangdigtning fra slutningen af det 19.
århundrede". Nordische Romantik, IASS-rit 19: 381-387. Basel&Frankfurt a.M.
1992. „Magnus Dam Jacobsen: Í Grønlandi við Kongshavn. En litterær
fiskerdagbog.” Leve og skrive. Artikler om livshistorier: 79-90. Ritstj. Lisbeth
Mikaelsson & Idar Stegane. Senter for humanistisk kvinneforskning.
Skriftserien nr. 4. Universiteteti Bergen.
1991. "Vakurleikin, veruleikin, skaldskapurin". Setursrit 1: 46-66. Ritstj. Malan
Simonsen [nú: Marnersdóttir]. Fróðskaparsetur Føroya. Tórshavn.
1991. "Det postmoderne projekt i færøsk perspektiv". Modernismen i skandinavisk
litteratur, IASS-rit 18: 369-375. Universitetet i Trondheim.
1992. ”Kommentarer til Randi Bårtvedt: "Revitalisering og salet av den
nasjonale kultur"”. Nordatlantiske foredrag : 143-145. Norðurlandahúsið í
Føroyum.
1992. "Skaldsøga úr 18. øld um ein føroying.”(Der Faeröische Robinson). Brá 18:
12-14.
1992. "Die Faeröische Literatur". Kindlers neue Literaturlexikon 20. bd. Týtt til týskt:
Hubert Seelow.
1993. "Vón Williams og klokka Kiljans”. Brá 20: 19-31.
1993. "Nøkur dømi um kappyrking og mótyrking". Sýnisstubbar, Greinasavn til
Anfinn Johansen á 40 ára degnum 16. desember 1993: 64-66. Føroya¬
málsdeildin¬, Fróðskaparsetur Føroya.
1993. "Hug¬burður føroyinga til Ísland og íslendingar". Frændafundur, Fyrile¬strar frá
íslendsk-føroyskari ráðstevnu s. 236-244. Háskólaútgáfan. Reykjavík
1993. "Íslandsklukkan og Vonin blíð" , s. 197-208 í: Halldórsstefna, Rit
Stofnunar Sigurðar Nordals 2. Ritstj. Elín Bára Magnúsdóttir og Úlfar
Bragason. Reykjavík.
1993. ”Islandsklukkan som poetisk modstand”. Literature as Resistance and Counter-
Culture. IASS: 170-174. Ritstj. András Masát. Hungarian Sssociation for
Scandinavian Studies. Budapest.
1996. "Kvindelig(t) i færøsk nutidslyrik udfra Carl Jóhan Jensens digt "deyð genta í
baðikarsdreymi"”. Litteratur og kjønn i Norden. IASS-rit 20: 481-485. Ritstj.
Helga Kress. Háskólaútgáfan. Reykjavík.
1998. "Noget som ingen endnu har sagt." Tímar og rek eftir Carl Jóhan
Jensen. Nordisk litteratur: 67. Nordisk litteratur- og bibliotekskommité.
2000. "Goethe, Schiller and Heine in Faroese - The Faroese Tongue expands its
territory beyond the Nordic Boun¬daries". Salonkultur und Reiselust. Nordische
und Deutsche Literatur im Zeitalter der Romantik: 115-138. Ritstj. Hubert
Seelow. Erlanger Forschungen, Reihe A, Geisteswissenschaften, Band 93.
Universitätsbund Erlangen-Nürnberg.
2002. ”Gjøgnum málið, gjøgnum teg sjálvan”. Húðsemi eftir Tórodd Poulsen”.
Eivindarmál: 359-363. Ritstj.: Anfinnur Johansen, Zakaris Svabo Hansen,
Jógvan í Lon Jacobsen og Malan Marnersdóttir. Føroya Fróðskaparfelag.
Tórshavn.
2002. ”Av bygd í bý til tykisrúm. Støð í Mjørka í heilum”. Frændafundur 4. Føroya
Fróðskaparfelag. Tórshavn.
2003. ”Rundatorn, Trøllkonufingur og Parnass – dømi um føroyskar býarmyndir fram
til 1870.” Føroya Fróðskaparsetur – Ársfrágreiðing 2002: 5-7.
2003. ”Vár – ein leikur um andaliga og handaliga váring”. Símun av Skarði:
Streingir, ið tóna VI: 9-14. Fannir.
2003. ”Ein norrønur leikur hjá Ibsen“. Símun av Skarði: Streingir, ið tóna
VI: 67-77. Fannir.
2005. ”Vitan og vald: mentanarkritikkurin í Orientalism hjá Edward Said.”
Modernaðir teoretikarar, Setursrit 2: 9-20. Føroya Fróðskaparfelag. Tórshavn.
2005. “Leiklutur Føroya í íslendskum bókmentum”. Frændafundur 5: 49-59.
Háskólaútafan. Reykjavík.
2007. “København som færøsk åndshovedstad – belyst ved træk af færøsk bog- og
litteraturhistorie.” København som Vestnordens hovedstad. Udvalg af foredrag
holdt på VNH-temakonference i København 2006: 48-62. Ritstj. Andras
Mortensen, Jón Th. Thór og Daniel Thorleifsen. Atuagkat. Nuuk.
2007. “Modernism in Faroese Literature”. Modernism: 873-77. Ritstj. Astradur
Eysteinsson & Vivian Liska. John Benjamins Publishing Company.
2008. “Føroyskar barnabókmentir – 1907 og 2007”. Frændafundur 6: 155-164. Ritstj.
Turið Sigurðardóttir og Magnús Snædal. Fróðskapur. Tórshavn.
2008. “Leikum fagurt á foldum. Dansur og kvæði í nútíðarbókmentum
okkara”.Varðin 75: 44-57
2009. “Translation in Faroese Children’s Literature.” Northern Lights: Translation in
the Nordic Countries, s. 183-191. Peter Lang. Oxford.
2009. Leikum fagurt á foldum. Færeyskir sagnadansar í nútímabókmenntum”.
Greppaminni. Heiðursrit til Véstein Ólason. Reykjavik, s. 316-327.
2010. Saman við Magnussen, Kristin: “Dr. Jakobsen: Bibliography”. Jakopb
Jakobsen in Shetland and the Faroes s. 254-278. Ritstj. Turið Sigurðardóttir
og Brian Smith. Shetland Amenity Trust & Fróðskaparsetur Føroya. Lerwick,
Shetland.
Aðrar greinir:
1979. "Súrsokkur - nýggjur kvistur á gomlum runni". Súrsokkur 1: 3-5.
1983. "Øll mál eru kvinnumál". Samrøða við Kristín Ástgeirsd. Sosialurin 23.04.
1984. "Í uppgjöri við fortíðina, í leit að nútíðinni. Nokkur orð um færeyskar
nútímabókmenntir”. Tímarit Máls og menningar 2: 136-162. Ritstj. Silja
Aðalsteinsdóttir..
1986. "Alexandra Kollontaj". Brá 8: 38-41.
1990 "Hví eru føroyskar bókmentir neyðugar?" s. 51-58 í: Bókin undir
lesiglasið. Føroya landsbókasavn. Tórshavn.
1990. "Skrift og digt vestfra". Syn & Segn 4: 295-306.
1992. "”Tað vit siga skal vitja bátarnar og húsini" Et historisk tilbakeblik og det
sidste tiårs færøske lyrik belyst gennem omtale af fem digtere”. Samtiden nr. 5:
22-34.
1992.Navnið spillir ongan. Nøvn í føroyskum bókmentum”[saman við Bergljót
Joensen]. Jostedalsrjupa: 35-42. Heiðursrit til Gudlaug Nedrelid á 40 ára
degnum. Nordisk institutt. Bergen.
1993. Fyrilestur 23/4 1992 á FLB um Íslandsklokku í samb. við 90 ára dag
H.Laxness. Føroya landsbókasavn. Ársfrágreiðing 1992: 61-74. Tórshavn.
1993. "Färöisk litteratur". Hasse Schröder: Färöarna - mer än fåglar: 90-102.
Nordisk forlag.
1993. "Utviklinga i færøysk prosa". Fyrste ferda bort: 129-151. Færøy¬ske
noveller omsett og redigert av Gudlaug Nedrelid, Turið Sigurðardóttir og Idar
Stegane. Det norske samlaget. Oslo.
1993. Rói Patursson (b. 1947”, ”Carl Jóhan Jensen (b. 1957) Faroe Islands”. Nordic
Poetry Festical New York, Anthology: 52, 72. Ritstj. Kajsa Leander & Ernst
Malmsten. New York.
1993. ”Hanus Andreassen”. Danmarks nationalleksikon. Gyldendal.
1995. "Orð og verk". Orðabókaarbeiðið á Føroyamálsdeildini. Sosialurin 26.09.
1997. Halldór Laxness: Íslandsklokkan, skúlaútg. av 1. bindi v. inngangi,
undirgreinum og spurningum: 7-20. Ungu Føroyar og Føroya
Skúlabókagrunnur.
1997. "Tríggjar týskar týðingar Janusar" - Um týðingarnar "Hektor og Andromaka",
"Gekk í mánalýsi" og "Yvir hvørjum tindi". Varðin: 55-83.
1998. "Okkurt sum eingin enn hevur sagt”. Tímar og rek eftir Carl Jóhan Jensen.
Sosialurin 30.01.
1998. "Halldór Laxness 1902 - 1998". Sosialurin 11.02.¬
1998. ”Malan Marnersdóttir”. Dansk kvindebiografisk leksi¬kon.
1998. "Meira um orðasamanseting", Mál&mið, Føringurin 12. mars.
1998. "Tey røttu orðini bara", stubbi um Halldór Laxness og rætt¬lestur. Føringurin
12. mai.
2000. Grein um Róa Patursson og Tórodd Poulsen í bókmentaliga vikublaðnum
Literature maksla un Latvija, Riga. 26.10.
2001. ”Við Braga inn í 21. øld”. Bragi 1:3.
2001. ”Bókmentasøguskriving”. Frøði 1-35-45.
2003. ”Vitbjartur mentamaður, sum tók politiska støðu – Edward Said 1935-2003”
Fregnir 9.10: 14.
2003. ”Þorgeir Þorgeirsson deyður”. Fregnir 11.03.
2004. ”George Johnston, týðari og skald, deyður (1913-2004)”. Dimmalætting 15.09.
2004. ”Saltet i dampende middagsgryter. Om diktaren Jóanes Nielsen”. Jóanes
Nielsen: Bruer av svoltne ord: 7-17. Gjendikting frå færøysk av Lars Moa. Det
Norske Samlaget. Oslo.
2005. ”200 ára minni um Runeberg, tjóðarskald Finnlands”. Varðin 72: 175-190.
2005. ”Rivjabýirnir hjá Evu Ström”. Varðin 72: 191-202.
2007. ”Stuttsøgan hjá Halldóri Laxness”. Veitsla hjá nornafaðir: 7-12. Ungu Føroyar.
Tórshavn.
2008. ”Tær harðleiknu happisystrarnar”, Dimmalætting 28.03, s. 16-17.
Grein um Systrarnar undir Steinum eftir Marc de Bel, Frida Sofía
týddi úr hollendskum. Ungu Føroyar 2007.
Bókaummæli:
1977. “Ein má duga at síggja seg sjálvan burturfrá í mun til menniskju og umstøður”.
Magnus Dam Jacobsen: Býurin og stórbýurin. Sosialurin 03.09.
1980. ”At ogna sær lívið". Hanus Andreassen: Dóttir av Proteus. Framin. Desember.
1982. "Burtur úr tøgnini". Oddvør Johansen: Lívsins sumar. Brá 2: 82-84.
1983. "Fongur av fjarleiðum". Týddar yrkingar. Karsten Hoydal: Sólarkringur. Brá 4:
83-84.
1984. "Fronsk hugvæti á føroyskum". Anatole France: Steikarahúsið. Chr. Matras
týddi. Brá 5: 72-73.
1984. "Hvør eigur teg?" Ebba Hentze: Mamman eigur meg. Brá 6: 80-82.
1985. "Kundi tú sæð...". Snorri Hjartarson: Heystmyrkrið yvir mær. Martin Næs
týddi. Brá 7: 80-82.
1986. Magnus Dam Jacobsen: Seinasti útróðrardagurin og onnur brot. Skeggin Nr. 2.
1986. "Úr Álakeri til Alaska og aftur". Magnus Dam Jacobsen: Seinasti
útróðrardagurin og onnur brot. Brá 9-10: 97-98.
1987. "Tær æviga ungu norrønu gudasøgurnar í nýggjum hami". Peter Madsen:
Valhøll. Árni Dahl týddi. Fannir. 14. September 02.09.
1989. "Fleirlembd orð". Carl Jóhan Jensen: Lygnir. Brá 13-14: 113-115.
1990. "Risadrongur og mamma hansara í ódn og logn". J.P.Heinesen: Brúsajøkil.
Brá 15: 65-67.
1990. "Látið er mítt". Malan Poulsen: Lát. Brá 15: 77-79.
1990. "Ung, álvarsom, á vegamóti". Sonja Sørensen: Suphaya. Brá 15: 67-71.
1991. Í súgi um Froðbiar boða. Hanus D. Joensen. Fríu Føroyar 29-11.
1991. ”Trupulleikar og útvegir”. Skuggar. Lydia Didriksen. Brá 17: 83-84.
1992. "Ein fossandi tíð hevur rullað sum ein jøkul". Gunnar Hoydal: Undir
Suðurstjørnum. Brá 18: 55-57.
1992. "Har veksur fagurt viðartræ". Sonja Sørensen: Í øðrum heimi. Brá 18: 51-52.
1992. "Yrkingar ið gera ónáðir". Tóroddur Poulsen: Navn nam við navn og Villur.
Brá 19: 55-60.
1993. "Skaldskapur í støðum". Jóanes Nielsen: Kirkjurnar á havsins botni. Brá 20:
78-79.
1995. "Aktuell bók um mentamál". Martin Næs: Hvør eigur flagg¬knappin?
Sosialurin 14.09.
1997. "Sjeresada um aldamótið 2000". Rakel Helmsdal: Søgur úr Port Janua.
Viðskeri Dimmalættingar 16. mai.
2001. ”Land í havi”. Gunnar Hoydal: Lnd í sjónum, Tíðartekstir 2001. Fregnir 14.-
20.07.
2002. ”Tey sleppa at nema við hjartað”. Tóroddur Poulsen: Blóðroyndir 2000.
Fregnir nr. 1.
2002. ”Postkolonial skaldsøga í Grønlandi”. Ole Korneliussen: Saltstøtten 2000.
Fregnir nr. 3: 12.
2002. ”Íslendskar søgur av bygd og úr bý”. Gyrðir Elíasson: Gula húsið 2000;
Mikael Torfason: Heimsins heimskasti pabbi 2000. Fregnir nr. 4: 14.
2002. ”Kjakbók í brennidepli”. Oddvør Johansen: Tá ið eg havi málað summarhúsið.
Fregnir 27.09.
2005. ”Týska týðingin av Lucas Debes frá 1757 útafturgivin”. Lucas Jacobson Debes:
Natürliche und Politische Historie der Inseln Färöe aus dem Dünischen
übersetzt von C.G. Mengel. Kopenhagen & Leipzig 1757. Ritstj. Norbert B.
Vogt. Mülheim a.d. Ruhr. Varðin 72: 218-220.
2006. ”Søguflutningur suðureftir. Stórt føroyskt søgusavn á týskum” Von Inseln
weiss ich...” Geschichten von den Färöern. Ritstj. Verena Stössinger og Anna
Kathrina Dömling. Unionsverlag, Zürich. Varðin 73: 173-178.
2007. ”Hvess míni eygu og tungu”. Tóroddur Poulsen: Rot (yrkingar) 2007.
Sosialurin, Vikuskifti 23.november: 9.
2008. ”Tær harðleiknu happisystrarnar”. Marc de Bel: Systrarnar undir Steinum,
Frida Sofía Johannessen týddi úr hollendskum (De zusjes Kriegel 2004).
Dimmalætting 28. mars : 16-17.
2010. ”Eystan fyri sól og vestan fyri mána – hugleiðingar um Gullgentuna eftir
Hanus Kamban”. Ummæli um stuttsøgusavnið Gullgentuna. Mentanargrunnur
Studentafelagsins 2010, í Varðanum 77:233-241.
Leik-, fyrilestra- og sýningaummæli:
1988. ”Hugleiðing aftan á frumsýning av tónleikamyndini ”Tornið á heimsins enda”.
Gríma. 14. September 12.06.
2001. ”Klassikari við klassa”. Sýning Klaksvíkar sjónleikarfelags av Afturgongum
Ibsens. Fregnir 4.-8.05:14.
2001. ”Undarlig er íslendsk tjóð”. Íslendsk skriftmentan, framsýning í
Norðurlandahúsinum. Fregnir 18.-24.05:14.
2001. ”Var Sverri kongur heimildarmaður til Føroyingasøgu?” Almenni fyrilestur
Andrasar Mortensens í Fróðskaparfelagnum 23.05. Fregnir 01.-06.06:15.
Ritstjórn
1982-93. Brá. Bókmenta- og mentanartíðarrit nr. 1 – 20. Ritstj. saman við øðrum.
1987. Sigurð Joensen: Eg stoyti heitt 1-2. Savnrit. Mentunargrunnur Studentafelag¬
sins.
1993. Frændafundur. Ritstj. Saman við Magnúsi Snædal. Háskólaútgáfan. Reykjavík.
1994. Sigert Patursson: Á ferð í Sibiriu. Sigrið av Skarði Joensen týddi. Ungu
Føroyar. Tórshavn.
1996. Halldór Laxness: Íslandsklokkan Sigurð Joensen týddi. Ungu Føroyar.
Tórshavn.
1996. Salman Rushdie: .Eystur-vestur. Søgur. Lív Joensen týddi. Ungu Føroyar.
Tórshavn.
1997. Halldór Laxness: Íslansklokkan.1. partur. Sigurð Joensen týddi. Skúlaútgáva.
Turið Sigurðardóttir legði úr hondum. Føroya Skúlabókagrunnur og Ungu
Føroyar.
1997. Frændafundur 2. Ritstj. saman við Magnúsi Snædal. Føroya Fróð-skaparfelag
Tórshavn.
1998. Sigurð Joensen: Tekstir 1940-1992. Ungu Føroyar. Tórshavn.
1998-2004. Streingir, ið tóna. Ritsavn Símunar av Skarði I-VII. Fannir.
2000. Frændafundur 3. Ritstj. saman við Magnúsi Snædal. Háskólaútgáfan. Rvík.
2000. Úthavsdagar. Fyrilestrar um William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen frá
ráðstevnuni í Tórshavn 25.-27.05.2000. Ritstj. saman við M. Marnersdóttur.
Føroya Fróðskaparfelag og Norðurlandahúsið í Føroyum
2000. Jørgen-Frantz Jacobsen: ”Vit skulu sjálvir” Greinir úr Tingakrossi. Fannir.
2002. Frændafundur4. Ritstj. saman við Magnúsi Snædal. Føroya Fróðskaparfelag.
2002. Chr. Matras – aldarminning. Fyrilestrar frá ráðstevnuni 7.-8. 12. 2000 Chr.
Matras til heiðurs, 100 frá frá føðing hansara. Fróðskaparfelagið. Tórsh.
2005. Halldór Laxness: Salka Valka. Turið Sigurðardóttir týddi. 2. útg. Ungu
Føroyar.
2005. Setursrit 2. Modernaðir teoretikarar. Átta greinir. Føroya Fróðskaparfelag.
2006. Setursrit 3. Tveir yrkjarar úr Kvívík. T. Lenvig: Kvívíks-Jógvan og skaldskapur
hansara; K. Næs: Føroyingur fyrst og kristin so. Tann føroyska brúðarvísan.
Føroya Fróðskaparfelag.
2007. Setursrit 4. Elsa Funding: Føroyskar bíbliutýðingar. Fróðskapur. Tórshavn.
2007. Halldór Laxness: Veitsla hjá nornafaðir. 9 søgur; úr íslendskum: Chr. Matras,
Oskar Hermannsson, Turið Sigurðardóttir, Ulf Zachariasen, Per Mohr og
Hjalmar P. Petersen. Ungu Føroyar. Tórshavn.
2008. Setursrit 5. Platon: Drykkjuveitslan og aðrar samrøður. Janus
Djurhuus týddi. Bergur D. Hansen:” Gamla Grikkaland”. Jógvan Hansen:
“Platon”. Fróðskapur.
2008. Frændafundur 6. Ristj, saman við Magnúsi Snædal. Fróðskapur.
Tórshavn.
2009. Thomas Hardy: Konuni til vildar. Tvær søgur. Sigrið av Skarði Joensen týddi.
Ungu Føroyar.
2009. Sigrið av Skarði Joensen: Vør. Greinir 1937-72. Ungu Føroyar.
2010. Smith, Brian & Turið Sigurðardóttir (ritstj.). Jakob Jakobsen in Shetland and
the Faroes. Shetland Amenity Trust & University of the faroe Islands.
Lerwick, Shetland.
2011. Stjørnudust úr føroyskum yrkingum í 200 ár. Ungu Føroyar.
2011. Stjørnudust úr føroyskum kærleiksyrkingum. Ungu Føroyar.
Týðingar, yrkisligar:
1982. "At leita eftir sær sjálvari. Nøkur orð um kvinnuligar lívsroyndir og kvinnuliga
traditión í íslendskum bókmentum”, úr íslendskum. Helga Kress. Brá 1:22-32.
1984. "Aran, Írland - verðin". Grein um J. M. Synge: úr donskum. Brá 6: 18-25.
1992. "Sorg og samfelag. Eitt etiskt tema í nýggjum norðurlendskum bókmentum".
Erik Skyum-Nielsen; úr donskum. Brá 18: 21-29.
1993. „Gátuføra samanhang lívs og deyða. Greining av stuttsøgum Williams
Heinesens „Jomfrufødselen“ og „Historien om Lin Pe og hans tamme trane“.
Anne-Kari Skarðhamar; úr norskum. Brá 20: 43-51.
1994. "Uppruni og aldur á íslendskum miðal¬darhandritum”, Stefán Karlsson.
Heiðursfyrilestur Christiani Matras til áminnis 18. september 1994"; úr
íslendskum. [?]
Týðingar, fagrar:
1972. SalkaValka I, Halldór Laxness; úr íslendskum. Bóka¬garður. Tórshavn.
1978. Salka Valka II, Halldór Laxness; úr íslendskum. Bókagarður. Tórshavn.
1978. "Stjörnurnar í Konstantinopel", Ól. Jóh. Sigurðsson; úr íslendskum.
Varðin I-II:
1979. "Søga fyri børn", Svava Jakobsdóttir; úr íslendskum. Varðin I-II : 100-108.
1979. "Ungi sonur mín spyr meg", Brecht (yrk.); úr týskum. 14. September. 18.07.
1979. Märta Tikkanen: Inngangur og týddar yrkingar; úr svenaskum. Súrsokkur 2.
1981. "Referat", Bente Clod (yrk.); úr donskum. Skeggin. Februar.
1981. "Jógvan í Breyðhúsi". Halldór Laxness; úr íslendskum. Brá nr. 12:24-25.
1982. "Veitsla undir grótveggi". Svava Jakobsdóttir; úr íslendskum. Brá 1:15-17.
1982 "Illveðursnátt". Líney Jóhannesdóttir; úr íslendskum. Brá 1: 19-21.
1982. "Eggjan" (yrk.). Wolf Biermann; úr týskum. Brá 1: 43.
1983. "Skilið". Kristján J. Jónsson; úr íslendskum. Brá 4: 36-38.
1985. "Bøssernes hanekamp". Guðbergur Bergsson; úr íslendskum til danskt.
Information 07.12.
1986 "32 síður" Alexandra Kollontaj; úr donskum. Brá 8: 33-37.
1986. "Lov til ivan", B. Brecht (yrk. ); úr týskum. Brá 9-10: 30-31.
1987. "Tøkk so fái lívið", Violeta Parra (yrk.); úr svenskum. Brá 11: 20-21.
1987. "Á ferð", Karin Boye (yrk.); úr svenskum. Brá 11: 57.
1991. "Av mannaávum" Álfrún Gunnlaugsdóttir; úr íslendskum. 14. September
26.01.
1991. "Sýnið tveir kilometrar" (yrk.) Gyrðir Elíasson; úr íslendskum. 14. September
26.01.
1991. "Flyting" (yrk.) Gyrðir Elíasson; úr íslendskum. 14. September 26.01.
1992. "Høvundurin og verk hansara" Halldór Laxness: Vettvangur dagsins 1942; úr
íslendskum. 14. September 24.04.
1992. ”Ljósið” (yrk.) B. Brecht; úr týskum. Brá 19: 4.
1993. Pippi Langsokkur Astrid Lindgren; úr svenskum. Bókadeildin. Tórshavn.
1994. ”Hatturin”, Jón Thoroddsen; : "Úr trúilovanartíðini”, Gestur Pálsson; ”Leidd í
kirkju”, Þorgils Gjallandi; 2 síður úr Halldór Laxness: "Vevarin mikli úr
Kasmir"; ”Hjúnaband”, Jón Thoroddsen: "Hjúnaband"; úr íslendskum.
Nýbrotið í norðurlendskum bókmentum. Sprotin.
1995 Josefina. Maria Gripe; úr svenskum. Bókadeildin. Tórshavn.
1995. Pippi fer umborð. Astrid Lindgren; úr svenskum. Bókadeildin. Tórshavn.
1996. Hugo og Josefina. Maria Gripe; úr svenskum. Bókadeildin. Tórshavn.
1996. Hugo. Maria Gripe; úr svenskum. Bókadeildin. Tórshavn.
1996. Kennir tú Pippi Langsokk? Astrid Lindgren; úr svenskum. Bókadeildin.
Tórshavn.
2000. Eydnufelagið. Amy Tan; úr enskum. Skaldsøga. Sprotin.
2007. ”Góðagenta og Húsið”. Veitsla hjá nornafaðir Stuttsøgur. Halldór Laxness; úr
íslendskum. Ungu Føroyar. Tórshavn.
2007. ”Corda Atlantica”. Veitsla hjá nornafaðir. Halldór Laxness; úr íslendskum.
Ungu Føroyar. Tórshavn.
Týðingar fagrar, óprentaðar:
1982 Mangt stuttligt kann henda. Stefán Jónsson; úr íslendskum.Útvarp Føroya.
1990. Børn eru skilafólk. Stefán Jónsson; úr íslendskum. Útvarp Føroya.
1991. Øll í verkfall. Duncan Green: Strike jhappy. Úr íslendskum. Meginfelag
áhugaleikara Føroya.
1995. Afturgongur. H. Ibsen. Meginfelag áhugaleikara Føroya.
1997. Fiskar á turrum landi. Árni Ibsen. Meginfelag áhugaleikara Føroya.
1998. Seiggj og tár. Ólafur Haukur Símonarson. Meginfelag áhugaleikara Føroya.
Sigvardsen, Petur Jacob Tlf.: 314719 / 321268 / 214719 Føddur við Gjógv 13. september 1932.
Foreldur: Elisabeth, fødd Joensen, og Karl Jacob Sigvardsen, bæði frá Gjógv.
Giftur við Jacobinu, fødd Petersen, úr Sandavági.
Børn: Estrid Paula Sigvardsen, fødd 1959, bókavørður, Tórshavn,
Karl Eli Sigvardsen, føddur 1962, fíggjarakademikari, Tórshavn, og
Fróði Sigvardsen, føddur 1970, handilsstjóri, Tórshavn.
Útbúgving:
Skrivstovuútbúgving 1947-1952, handilsskúlaprógv 1952, læraraprógv 1952-1956,
ársskeið á Danmarkar Læraraháskúla 1959-1960, Fróðskaparsetri Føroya 1967-1968
og B-skeið í serundirvísing 1972.
Arbeiði:
Vikarur í Mykinesi 1956-1957,
lærari í Miðvági 1957-1958,
Miðvágs-Sandavágs skúla 1959-1973,
skúlaráðgevi 1973-1979,
fyribilssettur landsskúlaráðgevi eitt skifti í 1979,
deildarstjóri í Landsskúlafyrisitingini 1979-1997,
skrivari í Landsskúlaráðnum 1980 – 1996,
fyribilssettur landsskúlastjóri eitt skifti í 1981 og 1985-1986.
Nevndararbeiði:
Skrivari og kassameistari í arbeiðsnevndini fyri Ellis- og Avlamis¬heiminum í Vágum
1958-1973, gjørdi leiðbeinandi lesiætlan í føroyskum fyri 1.-3. árgang í fólkaskúlanum 1976,
skrivari í Lesiætlanarnevndini 1979 og 1981, limur í Skúlabókasavnsnevndini 1980-1981 og í Serlæraranevndini 1983, skrivari í Miðnámsútbúgvingarnevndini 1985,
formaður í Eftirútbúgvingarnevnd læraranna 1988,
formaður í Útbúgvingarnevnd læraraskúlans 1990,
formaður í Lesiætlanarnevndini 1984 og síðan frá 1987-1994,
formaður í Ráðleggingarnevnd fólkaskúlans 1995.
Í mong ár formaður í fleiri uppgávunevndum, næstformaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd síðan 1977 og formaður ráðsins 1993-2003. Er kosin heiðurslimur í RFF.
Stýrislimur fyri Føroya Barnaheimi og Meinigheitshúsinum í mong ár og kirkjuráðslimur fyri Havnar kirkju frá 1985 - 2005.
Limur í Føroysku málnevndini 1985-1997 og stýrislimur í FOVU (norðurlendskum stýrisbólki fyri fólkaupplýsing og vaksnamannaútbúgving) 1989-1991 og 1995-1997.
Útgávur
Nevndarálit:
• Fólkaskúlin – undirvísingarleiðbeining, almennur partur (1989).
• Álit um broytingar og dagføringar av løgtingslóg um fólkaskúlan (1992).
• Fólkaskúlin – leiðbeinandi lesiætlan, yrkisligur partur (1993).
• Fólkaskúlin – tíma-og lærugreinabýti (1993).
• Fólkaskúlin – undirvísingarætlan skúlans, leiðbeining (1993).
• Ymsi uppskot um almennar fyriskipanir undirvísingarverkinum viðvíkjandi (1993 og 1994).
• Álit um útbúgvingartilboð til arbeiðsleysan ungdóm (1994).
• Álit um nýggja fólkaskúlalóg (1995).
Bøkur:
• Føroyskur orðalisti (1962).
• Mál- og setningalæra (1967).
• Úr Gjáar søgu – Barnaminni 1 (1997).
• Úr Gjáar søgu – Barnaminni 2 (1998).
• Úr Gjáar søgu – Gamla tíðin 1 (2000).
• Úr Gjáar søgu – Gamla tíðin 2 (2001).
• Ávegis til Null-hugsjónina – álit um ferðslutrygdarpolitikk í Føroyum 2003. (Ritstjórnað í samstarvi við Jón Kragesteen).
• Torvið í Føroyum í søgu og siðsøgu 5 bind, doktararitgerð (2006).
• Hin heimurin 1 (2008).
• Hin heimurin 2 (2009).
• Sálmar, sangir og stuttlestrar (2010).
• Hin heimurin 3 (2011).
• Úr Gjáar søgu – Nýggja tíðin (í handriti 2011).
Týðingar:
• Hitt gandaða lyklaholið (1965). Eftir Bente Koch.
• Kraft av nýggjum (1967 og endurprentað í 1996). Eftir Erling Ruud.
• Eitt satt bragd (1968). Eftir Ejnar Schroll.
• Við honum út á Golgata (1971). Eftir Fredrik Wisløff.
Týðingar (saman við øðrum):
• Jesus og illveðrið (1977).
• Jólaboðskapurin (1977).
• Jesus í brúdleypi í Kána (1979).
• Jesus og blindi biddarin (1979).
• Søgur úr Bíbliuni – málibók (1980).
• Jesus og Sakeus (1980).
• Jesus er risin upp (1980).
• Á alfaravegi – lærubók í ferðslu. Næmingabók, læraraleiðbeining og arbeiðshefti (1981).
• Hin miskunnsami sámariubúgvin (1983).
• Tá ið Gud skapaði jørðina (1984).
Lagt til rættis saman við øðrum:
• Lesibókarøðina í føroyskum til 2.-7. skúlaár (1966-1984).
• Lesibókarøðina í kristnikunnleika til 4.-6.skúlaár (1972-1979).
Greitt til prentingar eftir Dagmar Joensen-Næs:
• Skaldsøguna Rannvá (1971).
• Stuttsøgusavnið Tá minnini tala (1980).
Stovnaði í 1997 Forlagið Búgvan, sum higartil hevur givið út 9 bøkur og bókaverkið Torvið í Føroyum í søgu og siðsøgu, sum av lesarum Dimmalættingar varð kosið mentanarbragd í 2006.
Hann fekk mentanarvirðisløn M.A.Jacobsens fyri yrkisbókmentir í 2007.
Simonsen, Kim Sjóðklett, Vivian Soll, Sámal Kristian Tlf.: 444318 Sámal er elstur av 7 systkjum, og hann er uppvaksin á Oyggjarvegnum ímillum Krákugjógv og Varðholuna. Familjan flutti til Hoyvíkar í 1984, og Sámal byrjaði í Hoyvíkar Skúla sama ár. Síðan gekk hann í framhaldsdeildini í Eysturskúlanum frá 1991 til 1994, og á Føroya Studentaskúli og HF-Skeið í Hoydølum (málsliga deild) frá 1994 til 1997. Hann fór niður at lesa enskt í Aalborg árið eftir, og tók BA prógv í enskum í 2001, og Cand. Mag í enskum við serligum denti á bókmentir og bókmentafrøði í 2004.
Serritgerðin varð lagað til bókaútgávu, og hon varð árið eftir givin út á instituttforlagnum, við heitinum Mythical Realism – the Role of Mythology in Magical Realism: A Case Study of Salman Rushdie’s The Ground Beneath Her Feet.
Eftir útbúgvingina komu tvey ár sum freelance týðari, skribentur og heimagangandi pápi, umframt fyrifallandi arbeiði, m.a. eitt ár á vindmylluveingjaverksmiðju hjá Siemens Wind Power í Aalborg.
Í februar 2007 tók hann við starvi sum týðari og tekstahøvundur í Føroya Banka, í deildini fyri menning og samskifti. Frá mai í sama ári, varð hann settur sum projektleiðari í marknaðardeildini. Umframt hetta starv, hevur Sámal eisini undirvíst í enskum í Hoydølum í 2007, fyri lærara í farloyvi.
Tær fyrstu søgurnar vórðu skrivaðar, tá ið Sámal gekk í Hoydølum. Nakrar av teimum vórðu prentaðar í studentaskúlablaðnum Vitin í 1997, og aðrar í ungdómsískoytisblaðnum Krydd hjá Dimmu. Tríggjar søgur sluppu í søgusavnið Russiskur Dansur, sum Dimmalætting gav út í 2001, eftir stuttsøgukapping árið fyri.
Í 2005 varð søgan "Ver ikki bangin" vald sum onnur vinnarasøgan í stuttsøgukapping, sum Bókadeildin skrivaði út. Árið eftir varð søgan givin út í søgusavni á 7 málum umframt føroyskum.
Útgávur
Mythical Realism - The Role of Mythology in Magical Realism: A Case Study of Salman Rushdies The Ground Beneath Her Feet. Working Papers. Department of Languages and Intercultural Studies, Aalborg University, 2005
Søgur
Gleðisdagur. í: Birting, 1997 (stuttsøga)
Glasbúrið. í: Russiskur Dansur, Dimmalætting, 2001 (stuttsøga)
Eg og mítt spøkilsi. í: Russiskur Dansur, Dimmalætting, 2001 (stuttsøga)
10-ára broytingin. í: Russiskur Dansur, Dimmalætting, 2001 (stuttsøga)
Ver ikki bangin. í: Spøkilsið, sum flenti, BFL, 2006 (givin út á 8 málum) (stuttsøga)
Bókabøðil. í: Vencil 1, 2006 (stuttsøga)
Hugnamúsin. í: Mín Jólabók 2006 (barnasøga)
Marrubókin. í: Vencil 3, 2007 (stuttsøga)
Týðingar
Bøkur:
Martin Widmark: Gistingarhúsgátan, BFL, 2006
Martin Widmark: Gimsteinagátan, BFL, 2006
Martin Widmark: Sirkusgátan, BFL, 2006
Ymsir høvundar: Spøkilsið, sum flenti, BFL, 2006
Martin Widmark: Kaffistovugátan, BFL, 2007
Martin Widmark: Mumiugátan, BFL, 2007
Martin Widmark: Biografgátan, BFL, 2007
Martin Widmark: Tokgátan, BFL, 2008
Martin Widmark: Blaðgátan, BFL, 2008
Søgur:
Ernest Hemingway: Indiánaralega, Varðin, 70, 2003
Ernest Hemingway: Læknin og kona læknans, Varðin, 70, 2003
Ernest Hemingway: Okkurt endar, Varðin, 70, 2003
Ernest Hemingway: Stormur í tríggjar dagar, Skái, 2003
Kazuo Ishiguro: Ein húskisnátturði, Skái, 2003
Frank Moorhouse: Francois og fiskabeinstilburðurin, Skái, 2004
Ernest Hemingway: Á keiini í Smyrna, Skái, 2006
Ernest Hemingway: Ketta í regni, Skái, 2006
Jonathan Lethem: Spreyið, Skái, 2006
Eisini fleiri greinir og ummæli í Skáa og Varðanum, umframt eina grein um magical realism í AngloFiles – Journal of English Teaching.
Sølvará, Hans Andrias Tlf.: 320636 Havi síðani januar 1996 verið lærari á Eysturoyar Studentaskúla og HF-skeiði og frá august 1997- juni 2001 og frá august 2003 - juni 2004 eisini í Hoydølum. Undirvísi í søgu og heimspeki. Síðani 2000 undirvíst á Fróðskaparsetrinum, í vísindaástøði á Føroyamálsdeildini og í søgu, vísindaástøði og vísindaligum háttalag á Søgu- og Samfelagsdeildini.
Skúlaárið 2007/2008 í farloyvi frá studentaskúlanum fyri at skriva søguna hjá Klaksvíkar Kommunu. Talan er um arbeiði, sum er mett at taka 3 ár.
Ein stórur partur av frítíðini fer til at granska og skriva greinar og fyrilestrar.
Giftur við Anniku Sølvará. Børn: Katrin og Høgni.
Útgávur
Løgtingið 150. Hátíðarrit 150 ár liðin, síðan Løgtingið varð endurstovnað.
Bind 1. Føroya Løgting, Tórshavn, 2002.
Løgmenn, amtmenn og løgtingsformenn. Prentað í Løgtingið 150.
Hátíðarrit 150 ár liðin, síðan Løgtingið varð endurstovnað. Bind 2. Føroya Løgting, Tórshavn, 2002.
Færøernes statsretlige stilling i historisk belysning – mellem selvstyre og selvbestemmelse.
Prentað í Føroyskt Lógar Rit - Vol. No. 3, Desember 2003. Tórshavn, 2004.
Kassarnir hjá West. Nakrar hugleiðingar um søgugransking og vísindi.
Prentað í Fólkaleikur. Heiðursrit til Jóan Paula Joensen. Ritstj. Andras
Mortensen. Føroya Fróðskaparfelag, Tórshavn, 2005.
Hugmyndafrøðilig rák í Føroyum og Íslandi frá 1850 til 1914 - ein samanbering.
Prentað í Frændafundur 5. Fyrilestrar frá íslendsk-føroyskari ráðstevnu í Reykjavík 19.-20. juni 2004. Ritstj. Magnús Snædal og Anfinnur Johansen. Háskólaútgáfan, Reykjavík, 2005.
Vald, vitan og framburður í verkinum hjá Michel Foucault.
Prentað í Modernaðir Teoretikarar. Ritstj. Turið Sigurðardóttir. Føroya Fróðskaparfelag, Tórshavn, 2005.
Ósjónliga valdið - um fjarskiftisávirkan í søguligum og samfelagsligum ljósi.
Prentað í Halló; Brot úr einum fjarskiftandi alheimi. Ritstj. Kári Durhuus. Føroya Tele, Tórshavn, 2006.
Adressumálið. Donsk-føroysk viðurskifti undir fyrra heimsbardaga.
Fróðskapur, Tórshavn, 2007.
Guds orð ella orð um Gud. Tekstur og søga í Bíbliuni.
Fróðskapur, Tórshavn, 2007.
Klaksvíkar søga - frá búseting til fríhandil 1000-1856. 1. bind. Sprotin, 2008.
Sørensen, Jákup Thomsen, Henning Tlf.: 0045 32104341 Um rithøvundin er ikki so nógv at siga uttan tað, at hann er sumbingur. Har vildi onkur kanska hildið, at so er alt sagt, men lat meg, hóast tað, leggja eitt sindur afturat. Hann er føddur Úti á Gøtu í Sumba tann 4. mars 1933. Foreldrini vóru Kristina Thomsen og Daniel Johan Joensen. Ommurnar vóru Bergitta Thomsen og Frederikka Joensen, og abbarnir Thomas Johan Thomsen og Daniel Johan Joensen (Dánjal Johan í Hvínni), øll úr Sumba.
Við barnaskúlanum har suðuri og seinni realskúlaprógvi úr Vági sum bókmentanarligari barlast má sigast, at hann mestsum er sjálvlærdur hvat málfrøði viðvíkur. Men hóast handaligt arbeiði á sjógv og landi tað mesta av lívinum haldi eg, at hugurin til mál altíð man hava verið til staðar.
Útgávur
Í 1990 fór hann undir at gera fyrstu krossorðabløð her heima. Tey vóru eitt skifti 3 í tali: Krossfiskurin og Spurnarblaðið, sum vóru fyri vaksin, og Krossblaðið fyri tey yngru og óroyndu. Hesi komu út á egnum forlagi. Samstundis fór hann undir at gera krossgátur fyri 14. September og fyri Dimmalætting. Í Dimmu eru tær enn hvørja viku. Eisini ger hann krossgátur fyri Land og Fólk og fyri Kristiligt Ungmannablað.
Í 1995 gjørdi hann fyri Føroya Skúlabókagrunn ein bókling til nýtslu í skúlunum í sambandi við Heimurin 8. Í juli 1991 fór hann undir at skriva Føroysku Samheitaorðabókina, sum forlagið Stiðin gav út í desember 2000, og sum í 2001 kom út á fløgu.
Í hesum sambandinum kom hann at hava ávíst lutverk í rættlestrinum av Føroysku Orðabókini ella Móðurmálsorðabókini, sum hon eisini verður nevnd. Í 2003 gjørdi hann saman við soninum Dánjal Jóhan Thomsen heimasíðuna: www.orðaspalið.fo, sum er á alnetinum, og www.spælitorgið.fo, sum kemur á netið í næstum.
Í 2004 fór hann, saman við øðrum, undir at rættlesa Íslensk – Færeyskt orðabók eftir Jón Hilmar Magnusson.
Thomsen, Turid Tlf.: 441819 / 741819 ÚTGÀVUR
Stuttsøgusavnið "Í løtuni", sum Sprotin hevur givið út í august 2019. Harumframt eru nakrar stuttsøgur prentaðar í Vencil og Varðanum. Vang, Sigga Vang, Vónbjørt Wang, Zakarias Tlf.: 211589 Er føddur í Soylgørðum í Kaldbak tann 23. august 1940.
Foreldur: Poul, bóndi, f. 1908, d. 2004, og Elsebeth Christina, f. 1915. Foreldur pápans vóru Sakaris í Soylgørðum og Marin Mohr heiman av Garði í Hoyvík. Foreldur mammuna vóru Hans Simonsen, traðarmaður uttan fyri Garðar í Hoyvík og Sanna Joensen, óðalsmansdóttir úr Innistovu í Mykinesi. Zakarias er næstelstur av fimm systkjum, hini eru Eyðun, Sølvá, Hanus og Mourits. Giftur við Margit Svarrer, tannlækna í Tórshavn, sum er fødd í Esbjerg og vaksin upp í Bylderup Bov tætt við týska markið. Tey hava tvær døtur: Ulla, f. 1966 og Elin, f. 1970.
Eftir barnaskúlan í Kaldbak fór hann í 1954 á VBV í Havn. Tók preliminerprógv í 1956 og nýmálsligt studentsprógv í 1958. Var ferðalærari í Norðradali og Syðradali 1958/59. Gjørdist í 1965 cand. scient. pol. í Århus. Arbeiddi í Keypmannahavn til 1967. Var í tríati ár á Føroya Studentaskúla í Hoyvík og hevur nú forlagið Stiðjan. Flutti í 1971 úr Havn til Hoyvíkar. Var í Tórshavnar uttanbíggjar bygdaráð 1977 til oktober 1978, tá Hoyvík og Hvítanes løgdu saman við Tórshavnar kommunu. Býráðslimur 1981-88.
Hevur skrivað grein um heimastýri í bókini Færinger – frænder, sum Anders Ølgaard ritstjórnaði í 1968. Hevur annars skrivað nógvar greinar í ymsum bløðum.
Formaður í Felagnum Føroysk Bókaforløg 1992 og limur í stýrinum fyri Fjølrit sama ár. Nevndarlimur í rithøvundafelagnum 1993.
Útgávur
Bøkur:
Heimastýri, Mentunargrunnur Studentafelagsins í Keypmannahavn, 1965.
Message from the Faroese Students (saman við Árna Olafssyni, eisini fronsk útgáva), MFS, Keypmannahavn, 1966.
Ottar Brox: Hvat hendir á bygd? (týðing eftir Hva sker i Nord-Norge?) Hoyvík 1974.
Henrik Ibsen: Eitt dukkuheim (týðing eftir Et Dukkehjem) Tórshavn 1978.
Stjórnmálafrøði, Hoyvík 1988 og 1989.
Ensk-føroysk orðabók (saman við Annfinni í Skála og Jonhard Mikkelsen) Hoyvík 1992.
Bergen – unionen eller EF – union? Hoyvík 1993.
Donsk-føroysk orðabók (saman við Annfinni í Skála, Jonhard Mikkelsen og Hanne Jacobsen) Hoyvík 1998.
Føroyar á vegamóti, Hoyvík 1999.
Kalaallit Nunaata Savalimmiullu tunngaviusumik inatsisitigut inissisimanerat (grønlendskt serprent av Føroyskum Lógar Riti Vol. 2, p. 101-130: Ríkisrættarstøða Grønlands og Føroya og p. 159-190: The Constitutional Status of Greenland and Faroe), Hoyvík 2003.
Lagt til rættis:
Anna Sofía í Vági: Ættarsambandið við Nólsoyar Páll, Tórshavn 1997.
Regin Dahl: Atlantsløg (saman við Marianne Clausen) Hoyvík 1996.
Regin Dahl: Atlantsløg II (saman við Marianne Clausen) Hoyvík 1997.
M. A. Jacobsens virðisløn fyri yrkisbókmentir (2000).
Weihe, Rúni Fyrsta verkið hjá Rúna Weihe kom út á forlagnum "Arkiv for detaljer" i 2015. Heitið á bókini er "Mursejler".
2016-2018 hevur Rúni Weihe gingið á Forfatterskolen í Keypmannahavn.
Zachariassen, Jógvan Føddur tann 15. juní 1967 á Tvøroyri. Sonur Zacharias Zachariassen úr Norðragøtu og Poulu Thomsen úr Hvalba. Uppvaksin í Hvalba og Norðragøtu. Jógvan býr í Hoyvík saman við konu síni Unn og tey eiga børnini Hjørdis, Jósef og Karitu Mariu.
Útbúgving
Solistprógv sum fagottleikari frá Musikkonservatorium í Reykjavík (1989).
Privatundirvísing frá Werner Schulze í Wien gjørnum árðini 1985-1990.
Bachalor of biblical Science frá Emmaus Bible College, USA (1993)
Master of Theology frá Dallas Theological Seminary, USA (1997)
Doctor of Teology frá Dallas Theological Seminary. Evni: Gudfrøðin í tónleiki.
Certificeraður parráðgevi hjá PREP (2006) og Marriage Mentoring (2014)
Útgávur
Solofløgur:
Making Melody (1997)
Faith (2001)
Bókaútgávur:
Samkoman: Innlit í samkomu Kristusar og samkomulív í 21. øld (2007)
Program Development and Evaluation of a Musicians impact on Culture (2011)
Frælsi (2013)
At elska og liva (2014)
Arbeiði
Samkomuleiðari í Lívdini í Hoyvík, talari, par- og familjuráðgevi, og internationalur fyrilestrahaldari á ymiskum ráðstevnum, kirkjum og skúlum kring heimin.
Freelance fagottleikari í Føroyum og uttanlands og er limur í tónleikabólkinum Aldubáruni og í Føroya Symfoniorkestri.
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|