Í einum pallsettum upptøkurúmi hjá myndatakaranum hava teir fýra høvundarnir tikið
![Teir fyrstu og teir komandi J.H.O. Djurhuus, H.A.Djurhuus, J.F. Jacobsen, W. Heinesen](/uf/40000_49999/46018/L/93052fb38db2ef0463f3d81a9b959125.gif)
leiklutirnar upp á seg. Vinstrumegin stendur J.H.O. Djurhuus undir føroyskari húgvu, høgrumegin situr bróðir hansara Hans Andrias Djurhuus undir sínum stóra skaldahatti. Meira samtíðarligir og undir bleytum tútakollum standa teir báðir skyldmenninir, Jørgen-Frantz Jacobsen við pípu og William Heinesen við sigar og eygunum festum inn í myndatólið og út í heimin. Myndin tikin um 1924.