Sáttmáli millum Kringvarp Føroya og Rithøvundafelag Føroya um rættindi til sending av tilfari
1.
Kringvarp Føroya bindur seg til at rinda Rithøvundafelag Føroya 275.000 kr í árinum 2010 fyri rættindi, at senda útgivið(1) og upphavsrættarliga vart tilfar hjá limum í Rithøvundafelag Føroya. Treytað av at játtanin til Kringvarp Føroya hækkar, fer upphæddin upp á 325.000 kr.
Sáttmálin fevnir ikki um tilfar, umbiðið av Kringvarpi Føroya.
2.
Kringvarp Føroya heldur skil á hvussu nógv tilfar er sent eftir hvønn høvund og hvat slag tað er.
3.
Miðast skal ímóti,
at 50% er upprunatilfar og 50% er umsett,
60% er nýinnlisið tilfar og 40% eru endursendingar
4.
Høvundur/útgevari skal spyrjast áðrenn tilfar verður varpað út.
5.
Eitt bókmentaráð við 4 limum, (2 frá Kringvarp Føroya og 2 úr Rithøvundafelag Føroya) skal skipast, at gjøgnumganga og gera tilmæli um sendingar.
Reglugerð fyri bókmentaráðið skal gerast í samráð millum partarnar.
6.
Sáttmálin er galdandi fyri 2010. Semjast partarnir ikki um at endurnýggja sáttmálan, kemur sáttmálin, sum er galdandi fyri 2009 aftur í gildi.
Tórshavn tann 12. januar 2010
(1) Útgivið umfatar eisini tilfar, sum ein høvundur lesur upp, hóast tað ikki er útgivið á annan hátt.