Limir
Felag okkara hevur nú 117 limir. Tveir nýggir limir eru komnir hetta seinasta árið, men tíverri er ein av limum okkara eisini farin, Jens Pauli Heinesen, ið var sera virkin sum rithøvundur og eisini í Rithøvundafelagnum, har hann gjørdi eitt megnararbeiði og var formaður í fleiri ár.
Nevndin
Nevndin hevur síðani síðsta aðalfund havt 11 fundir.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis: Malan Poulsen, forkvinna, Agnar Artúvertin næstformaður, Helle Thede Johansen, skrivari, Zakarias Wang, kassameistari og Carl Jóhan Jensen, nevndarlimur. Tiltakslimir eru: Turið Sigurðardóttir og Jóanes Nielsen
Umboð í nevndum og grunnum
- Rithøvundafelagið hevur umboð í hesum nevndum og grunnum:
- Listafólkasamband Føroya (starvsnevnd: Oddfríður M. Rasmussen og umboðsráð: Carl Jóhan Jensen)
- Fjølrit (starvsnevnd: Sigmund Poulsen og umboðsráð: Gunnar Hoydal)
- M.A. Jacobsen-nevndin (Vár í Ólavsstovu)
- Málnevndin (Heðin M. Klein)
- Norðurlendska bókmentavirðislønin (føroyska tilmælisnevndin: Ann Ellefsen, Kinna Poulsen og Arnbjørn Dalsgarð, ið júst er komin uppí nevndina fyri Bergur Hansen)
- Kulturkontakt Nord týðarastuðul (nevndin, ið viðger umsóknir: Heðin M. Klein, Guðrun Gaard)
- Norðurlendska barnabókarithøvundafelagsskapin Regnhlíf (Marjun S. Kjelnæs og Dánjal Hoydal)
- Verkætlanin Listaleypurin (Rakel Helmsdal og Arnbjørn Dalsgarð)
- Bókmentaráðið hjá Kringvarpinum (Carl Johan Jensen og Arnbjørn Dalsgarð)
Fleiri av frágreiðingunum um virksemið í 2011 í hesum nevndum og grunnum eru lagdar við í hesi formansfrágreiðing sum fylgiskjøl, og um onkur kemur seinni verður hon løgd við, tá hetta verður lagt á heimasíðuna.
Limatiltøk
Høvundakvøld í Sirkus.
Ætlanin var at halda á við høvundakvøldunum annaðhvørt miðvikukvøld í Sirkus í Vágsbotni. Tó hevur bara eydnast at hava tvey høvundakvøld. Annað av hesum kvøldum var týskvøldið 15. november 2011, tá ein av virknastu donsku rithøvundurin Peter Laugesen og Teitur Lassen framførdu saman. Kvøldið riggaði stak væl, Peter Laugesen er ein sera góður upplesari, og so dugir hann at spæla munnharpu eisini, og Teitur Lassen er altíð góður. Millum annað framførdu teir sangin “Syner”, har Peter Laugesen hevur skrivað tekstin, og Teitur syngur. Sangurin er við á eini fløgu, ið varð útgivin til 200 – ára føðingardagin hjá H.C. Andersen. Nógvir áhoyrarar vóru, nógv ung og so nakrir av okkara limum. Øll sótu sum rúnabundin, har tey fingu hokið seg niðurat. Seinna kvøldið var miðvikukvøldið 29. februar 2012 og hevði heitið Vit leypa frameftir. Tiltakið var partur av rørsluni World Poetry Movement, sum skipaði fyri líknandi tiltøkum við heitinum A leap forward til frama fyri mannarættindum og umhvørvi, í nógvum londum runt í heiminum júst hendan dagin. Agnar Artúvertin og Oddfríður M. Rasmussen lósu upp. Hetta kvøldið var minni væl vitjað.
Ætlanin er at taka høvundakvøldini á Sirkus upp aftur í næstum og royna at hava tiltøk við javnari millumbili.
Bókadagurin 2012
Bókadagurin var í Norðurlandahúsinum 13. November. Byrjað varð við kvæðatiltaki hjá forlagnum Fróðskapur, har Eivindur Weyhe og Andrea Susanne Opielka greiddu frá sínum nýggju útgávum um kvæði. Aftaná framførdu dansifeløg úr Nólsoy, av Sandi og úr Vágum dansispøl og endað varð við felagsdansi, har áhoyrararnir fingu høvi at dansa við.
Síðani var barnabókatiltak í Dansistovuni, har Rakel Helmsdal, Oddvør Johansen, Eyð Matras (fyri Edward Fuglø) og Helle Thede Johansen lósu úr nýggjum bókum.
Eftir hetta var rithøvundasamrøða í Forhøllini, har Jóanes Nielsen og Peter Laugesen, ið var boðin higar í samband við bókadagin, tosaðu saman. Teir tosaðu um yrkingasavnið “Smukke Fejltagelser”, ið er eitt vakurt savn við yrkingum bæði á føroyskum og donskum, sum teir góvu út í 2011. Súni Merkisstein leiddi samrøðuna og áhugavert var at hoyra um samstarvið teirra millum, íblásturin til yrkingarnar, mostrar teirra o.m.a.
Hildið varð á við yrkingaupplestri í Forhøllini, har Katrin Reinert, Vagnur Streymoy, Oddfríður M. Rasmussen og Carl Jóhan Jensen (fyri Tórodd Poulsen) lósu nýggjar yrkingar, og Peter Laugesen las úr verkum sínum.
Lisið var síðani úr nýggjum skaldsøgum og stuttsøgum í Forhøllini. Tey, ið lósu vóru: Jóanes Nielsen, Sólrun Michelsen, Firouz Gaini og Agnar Artúvertin.
Rit & Rák hevði bókasølu undir tiltakinum, men eingin kortmaskina var, og bøkur hjá fleiri av høvundunum, ið lósu upp, vóru als ikki við, tí var lítið selt.
Hóast ein sólfyltan heystardag møtti nógv fólk serliga til tiltakið hjá Fróðskapi. Fitt av fólki var eisini til rithøvundasamrøðuna, men tað tyntist út sum frá leið. Seinni endi av tiltakinum var eisini nakað tungur við í so nógvum upplestri. Ljóð- og ljósviðurskiftini vóru heldur ikki av teimum bestu. Hetta má gerast øðrvísi eina aðru ferð. Barnatiltakið var ikki so væl vitjað, óivað tí veðrið var so gott.
Avtala er longu gjørd við NLH, um at Bókadagurin 2012 verður har sunnudagin 25. November.
William Heinesen hátíðarhald
Sunnudagin 15/1 var skipað fyri hátíðarhaldi, ið Plátufelagið Tutl tók stig til, á 112 ára-føðingardegnum hjá William Heinesen. Á skránni var tónleikaframførsla við upplestri av yrkingunum á plátuni: Den yderste Ø (Ytsta oyggin) frá 1981, ið Kristian Blak gjørdi løg til. Gunnar Hoydal hevði føroyskað yrkingarnar og Hans Tórgarð las yrkingarnar upp í hesi týðing. Yggdrasil stóð fyri tónleikinum.
Harafturat framførdi Ólavur Jacobsen guitartónleik, sum hann sjálvur hevði lagt til rættis til tónleikaverkið ”Vaagn op og slaa på dine Strenge” hjá William Heinesen.
Upplestur av stuttsøgu hjá William Heinesen var eisini á skránni. Hans Tórgarð las.
Kvøldið eydnaðist sera væl, og hóskaði væl til at Kristian Blak seinni sama kvøld fekk mentanarvirðisløn landsins fyri sítt tónlistarliga avrik.
Kringvarpssáttmálin
Sáttmálin millum Rithøvundafelagið og Kringvarpið var endurskoðaður og longdur í mai seinasta ár. Tillagingarnar, sum vóru framdar tá vóru: ískoyti til grein 1, at Rithøvundafelagið hevur bert ábyrgdina av at býta gjald fyri rættindi millum føroyskar høvundar. Rithøvundafelagið hevur onga ábyrgd av rættindum millum týðara og upprunahøvund. Harafturat var ein grein skotin uppí, grein 6, um at ein tekstur kann ikki liggja úti á heimasíðu Kringvarpsins longri enn 1 mánað eftir at hann er lisin, ella – um talan er um skaldsøgu – so leingi skaldsøgan verður send. Á fundi við Barbaru Samuelsen frá Kringvarpinum í samband við leingjan av sáttmálanum, átalaðu vit, at brot vóru framd á grein 4, um at høvundur/útgevari skal spyrjast áðrenn tilfar verður varpað út, og lovað var at hetta ikki skuldi henda aftur. Eisini vístu vit á, at grein 3, um at miðast skal ímóti at 50% er upprunatilfar og 50 % er umsett, 60% er nýinnlisið tilfar og 40% eru endursendingar, ikki var hildin; heldur var tað nærum øvugt, at nógv meira var týtt tilfar enn upprunaføroyskt tilfar (hetta sæst í útrokning í formannsfrágreiðingini frá 2011). Vit vita ikki um støðan er betur í dag, tí vit hava ikki havt tíð at gera útrokningar hesum viðvíkjandi. Eisini átalaðu vit, viðvíkjandi grein 5, um bókmentaráð, við 2 limum frá Kringvarpinum og 2 úr Rithøvundafelagnum, ið skuldi gjøgnumganga og gera tilmæli um sendingar, at bókmentaráðið bert hevði havt ein innleiðandi fund. Støðan er ikki broytt nú eitt ár seinni, hóast lovað varð at kalla bókmentaráðið til fundar sum skjótast. Bókmentaráðið má sostatt sigast at vera óvirkið.
Ein annar trupulleiki, ið vit vístu á á fundinum við Kringvarpið var, at tað letur til at sáttmálin hevur torført við at fáa fleiri føroyskar bókmentir í Kringvarpið, serstakliga tá tað kemur til upplestur av yrkingum. Krav eigur, enn einaferð, at verða sett um at bøta um hetta, tá komandi nevnd fer undir nýggjar samráðingar við Kringvarpið um leingjan av sáttmálanum.
LISA tók sær í fjør av at avgreiða samsýningarnar, sum Kringvarpið rindar høvundunum, hvørs tekstir verða lisnir upp. Í tí sambandi vóru høvundarættindi eisini skrásett. Nógvir høvundar vóru als ikki skrásettir ella skrivaðu seg ikki undir dópsnavninum. Harafturat hevur tað verið ringt hjá LISA at finna fram til, hvør eigur rættindini hjá teimum ymsu høvundunum, sum eru deyðir. LISA hevur latið Rithøvundafelagnum sína skráseting, og rithøvundafelagið hevur átikið sær at rinda samsýningarnar fyri tað, sum verður lisið upp í Kringvarpinum. Talan er um eina fasta upphædd á 250.00 krónur, sum verður býtt út til høvundar, hvørs tekstir verða lisnir upp.
Leggjast má aftrat her, at orsøkin til at vit gjørdu av at átaka okkum at umsita útgjaldið var, at fleiri fólk klagaðu um ikki at hava fingið útgjald fyri í fjør, og at LISA enn manglaði at gjalda ein fittan part av upphæddini fyri upplestur í 2010. Í fleiri førum var orsøkin, at ikki var funnið fram til hvør skuldi hava gjaldið hjá deyðu høvundunum. Kassameistari okkara, Zakarias Wang, hevur átikið sær at fáa alt hetta í rættlag, og heldur tað vera eina fragd at meyla og ringja runt til fólk. Samsýningarnar eru sostatt júst útgoldnar. Vónandi skuldi hesin trupulleikin so ikki víst seg aftur næsta ár.
Heimasíðan
Heimasíða okkara er nú virkin aftur. Skrivari okkara, Helle Thede Johansen, hevur fingið nýggja heimasíðuskipan at virka, og alt tilfar av týdningi er flytt av gomlu skipanini og yvir í ta nýggju. Til dømis eru høvundalýsingarnar hjá limunum í felagnum fluttar yvir og dagførdar út frá upplýsingum, ið nógv hava nýtt høvi at senda okkum. Tað ber sjálvandi enn til at broyta ella leggja nýtt aftrat síni høvundalýsing. Tíðindi og ymisk kunning av týdningi verða nú javnan løgd á heimasíðuna.
Til ber altíð at seta seg í samband við okkum umvegis heimasíðuna og koma við ráðum, uppskotum, fyrispurningum og øðrum.
Annað nevndararbeiði
Biskops Arnø
Einki debutantskeið var á Biskops Arnø í fjør summar vegna ætlanir um at niðurleggja debutantskeiðini, m.a. tí hildið varð at annað virksemi heldur átti at stuðlast. Ingmar Lemhagen frá Biskops Arnø kunnaði okkum um trupulleikan, og at hann var keddur um støðuna.
Vit hildu týdningin av tílíkum skeiðum fyri smá norðurlendsk máløki vera alstóran og sendu tí klagubræv til Kulturkontakt Nord, Nordisk Kulturfond og Nordisk Ministerråd, har vit vístu á týdningin av skeiðinum. Vit vístu eisini á, at teir áttu at stuðla hesi verkætlan, sum ígjøgnum langa tíð hevur víst sína dygd heldur enn at stuðla tilvildarligum ‘popputum’ ætlanum.
Ingmar Lemhagen sendi seinni takkarbræv, tí klaguskriv og onnur umrøða, sum okkara bræv var partur av, høvdu viðført at Norðurlandaráðið fór at taka málið uppaftur, og hann væntaði at tað fór at fáa ávirkan.
Í fjør heyst var so debutantskeiðið álíkavæl. Fíggjan var fingin til vega og skjótt mátti berast at at finna luttakarar. Sissal Kampmann luttók úr Føroyum. Hon sigur seg vera væl nøgda og hava fingið nógv burturúr.
Í ár kann so Biskops Arnø hátíðarhalda 30 - ára dagin fyri debutantskeiðini, ið byrjaðu í 1962. Skeið verður aftur í summar 10. – 14. juni, og vit skulu finna ein luttakara innan 25. Apríl.
Norðurlendsk barnabókavirðisløn
Í løtuni verður arbeitt við at seta á stovn eina norðurlendska barnabókavirðisløn eftir sama leisti sum bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, har upphæddin skal verða tann sama, 350.000
Nevndin í Norske barne og ungdomsforfattere hevur tikið stig til hetta arbeiðið, sum rithøvundafeløg í øllum norðurlondum eru við í.
Hildið verður at barna- og ungdómsbókmentir verða ósjónliggjørdar og lítið virdar í norðanlondum, tær verða sjáldan ummældar og viðgjørdar í miðlunum. Hetta kann ávirka góðskuna, soleiðis at góðir rithøvundar t.d. ikki tíma at skriva barnabøkur. At Norðurlandaráðið letur eina barnabókmentavirðisløn kann mótvirka hesi gongdini.
Hjá okkum fara Helle Thede Johansen og Turið Sigurðardóttir á seminar í Oslo í hesum sambandi 25. og 26. apríl. Ætlanin við seminariinum er at savna tveir til tríggjar rithøvundar og fakpersónar úr hvørjum einstøkum norðanlandi til felags kjak um, hvussu barna- og ungdómsbókmentirnar í økinum kunnu lyftast. Millum annað skal ein felags grundgeving fyri barnabókavirðislønini finnast. Tað sum kemur burturúr skal so leggjast fyri Norðurlendska Ráðharraráðið, ið hevur fund í Oslo 26. apríl 2012.
Helle og Turið hava kunnað seg um støðuna innan barna- og ungdómsbókmentir í Føroyum og sett eina frágreiðing saman. Tær hava sent kunnandi skriv til Bjørn Kalsø mentamálaráðharra, við vón um at fáa hansara vælvild, og biðið um fund við hann. Av viðlagda skjali sæst, at flestu barnabøkur í Føroyum eru týddar, av 88 barnabókum eru sostatt bara 12 upprunaføroyskar.
Ráðgevingartænasta til rithøvundar (mentortímar)
Tørvin á ritstjórnan og ráðgeving er nakað flestu rithøvundar kenna til og sum kunnugt er tað bara Bókadeild Føroya Lærarafelags, ið veitir rithøvundum hesa tænastu.
Vit eru tí farin at arbeiða fyri, at ein mentorskipan verður sett á stovn undir Mentunargrunni Landsins, har persónar, ið hava neyðugu fakligu førleikarnar og hug at viðgera handrit, verða settir at ráðgeva og/ ella ritstjórna handrit um rithøvundurin ynskir hesa tænastu. Tá hetta er arbeiðið, ið tekur tíð skal tað sjálvandi verða lønt.
Hóskandi hevði í hesum sambandi verið, at ein partur av játtanini hjá Mentanargrunni Landsins var oyramerktur til ráðgeving/ritstjórnan. Vit kundu hugsa okkum at møguleiki var at søkja um ráðgeving, svarandi til eina ávísa upphædd og tímatal, alt eftir støddini á handritinum. Bræv er sent til Mentunargrunn Landsins við fyrispurningi um at samstarva um hetta mál, og vit hava fingið svar, har teir boða til fundar í mai, so vónandi spyrst okkurt gott burturúr tá.
Sáttmálaviðurskifti
Vit eru byrjað at hyggja eftir og umseta burturúr sáttmálum, ið onnur norðurlendsk rithøvundafeløg hava við forløg, við tí ætlan at snikka ein sáttmála til, ið svarar til okkara tørv. Agnar Artúvertin hevur átikið sær at umseta.
Gamlar gerðabøkur
Gomlu gerðabøkurnar hava verið afturvendandi samtaluevni á nevndarfundunum. Nógv tos hevur verið um at finna onkran at skriva tær av, so tær kunnu gerast teldutøkar. Enn er eingin loysn funnin, men vónandi verður tað í næstum.
Malan Poulsen