Felagið / Yrkismál / Sáttmalar við Kringvarp Føroya / Sáttmáli við Kringvarp Føroya - aug 2012

Sáttmáli við Kringvarp Føroya - aug 2012

Sáttmáli um rættindi til sending av tilfari,

 millum

Kringvarp Føroya

og

Rithøvundafelag Føroya

 

1. Kringvarp Føroya bindur seg til at rinda Rithøvundafelag Føroya 275.000 kr. um árið fyri rættindi at senda útgivið og upphavsrættarliga vart tilfar hjá limum í Rithøvundafelag Føroya. Útgivið tilfar umfatar eisini tilfar, sum ein høvundur lesur upp, hóast tað ikki er útgivið á annan hátt.

 

Treytað av at játtanin til Kringvarp Føroya hækkar, fer upphæddin upp á 325.000 kr.

2. Sáttmálin fevnir ikki um tilfar, umbiðið av Kringvarpi Føroya.

3. Høvundur/útgevari skal spyrjast áðrenn tilfar verður varpað út. Kringvarpið skrásetir upplýsingar um høvundan og letur Rithøvundafelag Føroya tær.

4. Kringvarp Føroya heldur skil á hvussu nógv tilfar er sent eftir hvønn høvund, og hvat slag tað er. Miðast skal ímóti, at

a) 50% er upprunatilfar og 50% er umsett,

b) 60% er nýinnlisið tilfar og 40% eru endursendingar. 

5. Eitt bókmentaráð við 4 limum, (2 úr Kringvarp Føroya og 2 úr Rithøvundafelag Føroya) skal gjøgnumganga og gera tilmæli um sendingar 3 ferðir árliga. Kringvarp Føroya hevur ábyrgdina av at kalla inn til fundar.

Reglugerð fyri bókmentaráðið skal gerast í samráð millum partarnar.

6. Kringvarp Føroya sendir upplýsingar um útvarpað tilfar hálvárliga og rindar samstundis helvtina av upphæddina til Rithøvundafelag Føroya. Uppgerð fyri fyrra hálvárið verður latið Rithøvundafelagið í seinasta lagi 1. august sama árið. Uppgerð fyri seinna hálvárið verður latið í seinasta lagi 1. Februar árið eftir.

7. Rithøvundafelagið hevur bert ábyrgdina av at býta gjald fyri rættindi millum føroyskar høvundar. Rithøvundafelagið hevur onga ábyrgd av rættindum millum týðara og upprunahøvund.

8. Ein tekstur kann ikki liggja úti á heimasíðu Kringvarpsins longri enn 1 mánað eftir at hann er lisin, ella – um talan er um skaldsøgu – so leingi skaldsøgan verður send.

9. Hesin sáttmáli í 9 pørtum er galdandi frá 1. Januar 2012 og verður galdandi, so leingi hann ikki verður uppsagdur av øðrum partinum. Sáttmálin kann sigast upp frá báðum pørtum við 3 mánaðir varningi, fyrstu ferð til 1. januar 2013.

Semjast partarnir ikki um nýggjan sáttmála innan uppsagnartíðina, kemur sáttmálin, sum var galdandi fyri 2009, aftur í gildi.

 

Tórshavn tann 29. aug 2012

Fyri Rithøvundafelag Føroya
Helle Thede Johansen, forkvinna
Carl Johan Jensen, næstformaður 

Fyri Kringvarp Føroya
Dia Midjord, stjóri
Barbara Samuelsen, deildarleiðari 

Rithøvundafelag Føroya | Undir Pisuvarða 2, FO-100 Tórshavn