Felagiš / Tķšindi frį 2010

Tķšindi frį 2010

 
----------------------
 
Bókadagurin 2010
12. nov. 2010
 
Tann 14. november 2010 í Miðlahúsinum
og á Hvonn kl. 14 – 18
 
Skrá:
Barnabókatiltak
Miðlahúsið kl. 14-15
 
  • Ingun Christiansen: Garðvættrarnir gera uppreistur
  • Barnakórið við Joannu Johansen kemur at syngja sangir úr bókini
  • Helle T. Johansen: Tey í 5B
  • Rakel Helmsdal: Skrímslavitjan
  • Janus á Húsagarði: Mosalisa (Janus teknar saman við børnunum, til ber hjá teimum vaksnu at fara yvir á Hvonn at lurta, meðan børnini halda á at tekna.)
Vaksnabókatiltak
Miðlahúsið og Hvonn frá kl. 15
 
Upprunaføroyskar bókmentir
Hvonn kl. 15
  • Sigri Gaini: Vaknandi
  • Hanus Kamban: Gullgentan
  • Tóroddur Poulsen: Rend
  • Marjun S. Kjelnæs: Skriva í sandin
  • Sonne Smith: Søgan um jødarnar
  • Agnar Artuvertin: Sporvognurin
Tíðarrit
Hvonn kl. 16
Listabloggurin
Vencil
 
Týðingar
Miðlahúsið kl. 16.35
Elin Henriksen: At máta heimin eftir Daniel Kehlmann
Marianna Hoydal: Pedro Páramo eftir Juan Rulfo
Carl Johan Jensen: Hvíta Bókin eftir Einar Már Guðmundsson
 
Pallborð
“Hví koma so fáar skaldsøgur á føroyskum og hví hevur tað týdning at fleiri koma?”
Miðlahúsið kl. 17
 
Í pallborðinum:
Marna Jacobsen, Carl Johan Jensen, Turið Sigurðardóttir og Bergur D. Hansen.
Orðstýrari verður Súni Merkisstein
 
----------------------
 
 Jóanes Nielsen-bringuskelti
og Skrímsla t-troyggja á BogForum 2010
10. nov. 2010
 
 
Aftur í ár verða føroyskar bókmentir umboðaðar á bókastevnuni BogForum í Keypmannahavn, og eins og undanfarnu ár eru tað forlagið Torgard við Hugini Eide og Bókamiðsølan og Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum hava ein felags bás á stevnuni. Á básinum ber til at ogna sær føroyskar bøkur bæði á føroyskum og á donskum.

Bókamiðsølan og Bókadeildin standa fyri tí føroyskt mælta partinum á bókastevnuni og forlagið Torgard fyri tí dansktmælta.

Torgard hevur síðani byrjan fyri 2½ ári síðani givið út danskar týðingar av skaldsøgum og yrkingum um hjá Jóanesi Nielsen, Gunnari Hoydal, Sólrún Michelsen, Jógvani Isaksen og Carl Jóhan Jensen umframt barnabókum hjá Rakel Helmsdal og Bárði Oskarsson.

Mestsum allar útgávurnar hava fingið góð ummæli í donsku bløðunum og á donskum internetsíðum. Umframt bøkur hevur forlagið eisini dvd-fløgur við filmum hjá Katrini Ottarsdóttir í sínum katalogi.

Allar útgávur forlagsins fáast til keyps á BogForum - við dyggum avsláttri.

Og í ár hevur forlagið ikki bara bøkur og filmar at bjóða, men eisini "merchandise".

Jóanes Nielsen-skelti
Yrkingarnar hjá Jóanesi Nielsen ýða við vælsitandi "slagorðum" ella one-liners, og hetta hevur givið forlagnum hugskotið at gera bringuskelti (badges) við sitatum úr yrkingum hjá Jóanesi Nielsen, bæði átrúnarlig sitat sum "Gud er batteriet i dildoen" og poetisk sum "Poesi stopper huller i blæsten". Sniðgevi er Høgni Egholm Magnussen, ið eisini hevur gjørt kápur til tær flestu bøkurnar hjá forlagnum.

T-shirt við skrímslum
Til BogForum í ár hevur forlagið eisini fingið prentað eina t-shirt við teimum báðum væl umtóktu skrímslunum úr myndabókarøðini hjá Rakel Hemsdal o.fl. um Stóra Skrímsl og lítla skrímsl. Torgard hevur givið út 4 av bókunum í røðini. Tær eru sera væl umtóktar, ikki bara í Føroyum og Danmark, men eisini "úti í verðini". Tær eru higartil givnar út í Føroyum, Íslandi, Svøríki, Danmark, Finnlandi, Fraklandi og Spania. T-troyggjan hjá Torgard er fyrsta.

Bæði bringuskelti og t-troyggja verða at fáa á BogForum. Stevnan er komandi vikuskifti, fríggjadag 12. november til sunnudag 14. november í Forum í Keypmannahavn, allar dagar kl. 10-18.

Les eisini á http://www.forlagettorgard.dk/

Uppaftur

----------------------

 Bókmentavirðislønir M.A. Jacobsens 2010
2. okt. 2011

Jensina Olsen fekk fær handað barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 2010 Hósdagin 30. oktober vórðu ársins M.A. Jacobsens virðislønir frá Tórshavnar Býráð lætnar í Müllers Pakkhúsi í Havn.

Rógvi Mouritsen fekk virðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir fyri bókina ”Fiskar undir Føroyum”.

Tóroddur Poulsen fekk virðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2010 fyri yrkingasavnið ”Útsýni”.

Bjørki Geyti fekk virðisløn M. A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2010 fyri Føroya Sjósavn.

Janus á Húsagarði fekk barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 2010 fyri m.a. bøkurnar um Mosamolis og Mosalisu.

Jensina Olsen fekk barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 2010 fyri tað serliga, hon hevur givið børnunum í tónleiki og sjónleiki.

Rithøvundafelagið ynskir teimum øllum hjartaliga tillukku!

Les meira á www.torshavn.fo

Uppaftur

----------------------

 Føroyskar skaldsøgur
17. mai 2010

BabelstorniðÍ sambandi við framsýningina "Bábelstornið 100 ár", hevur Landsbókasavnið gjørt ein lista við upplýsingum um allar skaldsøgurnar til vaksin, sum upprunaliga vórðu skrivaðar á føroyskum í tíðarskeiðnum 1909-2009.

Upplýsingar fevna um útgávur, týðingar, handrit, ummæli og ymiskt annað, sum hevur við ymsu skaldsøgurnar at gera. Listin er at finna á heimasíðuni hjá framsýningini, og hann verður javnan dagførdur við nýggjum upplýsingum.

 

Sí listan her ...

Uppaftur 

----------------------

 

Nýggjur sáttmáli millum Kringvarp Føroya og Rithøvundafelag Føroya
10. mars 2010

Rithøvundafelagið og Kringvarp Føroya hava skrivað undir ein nýggjan sáttmála, sum fyribils kemur at galda fyri alt árið 2010. Sáttmálin kemur í staðin fyri gamla sáttmálan frá 1993.

Nýggi sáttmálin byggir á eina fastprísskipan, sum gevur Kringvarpi Føroya rætt at senda ritverk hjá limunum í Rithøvundafelagnum fyri eina fasta árliga upphædd, sum síðan verður goldin høvundunum at verkunum umvegis Rithøvundafelag Føroya.

Endamálið við nýggju avtaluni er at gera tað lættari hjá Kringvarpi Føroya at senda ritverk eftir føroyskar høvundar og týðarar og harvið gera skaldskap og rithøvundar nógv sjónligari í føroysku miðlunum.

Sáttmálin er at finna undir skránni "Felagið -> Yrkismál".

Uppaftur

----------------------

Stuðulsárið 2010
16. jan. 2010

Kunning um umsóknarfreistir fyri stuðul frá Kulturkontakt Nord (KKN).

FLYTFØRISSTUÐULIN

Fýra stuðulsumfør fyri einstaklingar verða í 2010. Tvey í vár og tvey í heyst. Netverksstuðul (styttri) kann søkjast tvær ferðir í ár, og longri netverksstuðulin kann søkjast eina ferð, í heyst.

Stuðul til BÚDEPLAR TIL LISTAFÓLK (residens) er aftur tøkur at søkja. Freistin at søkja er 24. februar, og skipanin er opin frá í dag. Við stuðlinum kunnu búdeplar bjóða listafólkum úr øðrum Norðurlondum ella baltisku londunum eitt uppihald. Umsóknarumfarið til búdeplar er galdandi fyri 2010 og 2011.

MENTANAR- OG LISTASTUÐULIN (herundir framleiðsla) um várið og um heystið.

Týðarastuðulin kann søkjast tvær ferðir um árið: 1. apríl og 1.

oktober. Leiðreglur og umsóknarblað er at finna á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, undir Kulturkontakt Nord.

UMSÓKNARFREISTIR FYRI VÁRIÐ 2010:

Flytførisstuðul:

Flytføri fyri einstaklingar:
13.1 – 10.2.2010
31.3 – 21.4.2010

Netverk (styttri):
3.2 – 10.3.2010

Stuðul til búdeplar fyri listafólk:
13.1 – 24.2.2010

Mentanar- og listastuðulin:

Førleikamenning, listdómur og vitanardeiling:
22.2 – 22.3

Framleiðsla og miðlan:
22.2 – 22.3

GG! Allur stuðul skal søkjast online. Meira kunning og vegleiðing um krøvini eru at fáa á heimasíðuni hjá stovninum:

www.kulturkontaktnord.org.

Eisini ber til at lesa um møguleikarnar fyri stuðli úr KKN á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum: http://www.nlh.fo/00261/00262.

Uppaftur 

 

Rithųvundafelag Fųroya | Undir Pisuvarša 2, FO-100 Tórshavn