Felagið / Yrkismál / Sáttmalar við Kringvarp Føroya

Sáttmalar við Kringvarp Føroya

Galdandi sáttmáli

22. januar 2019 undirskrivaðu umboð fyri Kringvarp Føroya og Fjølrit avtalu um upplesing av útgivnum verkum. Sáttmálin er galdandi frá 1. januar 2018.
 
Tað er hereftir Fjølrit, ið umsitur og avrokna viðurløg frá Kringvarp Føroya til rættindahavarar.
 
Til ber at fáa samband við Fjølrit við at skriva til post@fjoelrit.fo ella ringja til umsitaran, Heidi Durhuus á telefon 238600.
 

Brot úr avtaluni

§ 1: Nytsluøkid avtalunnar
Avtalan gevur Kringvarpi Føroya rætt til at senda útgivið tilfar.

Hvør einstakur rættindahavari kann, sbrt §31, stk. 4, seta forboð fyri, at verk, ið hann hevur upphavsrætt til ella hevur ræðisrættindini yvir, verður sent. Slíkt forboð skal skrivliga frábóðast Kringvarpi Føroya.

Sum "tilfar" eftir hesum sáttmála er at skilja øll útgivin bókmentaverk, sum rithøvundar ella týðarar hava skapt. Sum "tilfar'' er harumframt at skilja almannakunngjørd verk, sum Kringvarp Føroya hevur framleitt, og sum eru í miðlasavni Kringvarpsins.

At "senda" merkir eftir hesum sáttmála at brúka tilfarið heilt ella partvíst til upplestur ella líknandi framførslu í útvarpinum ella í sjónvarpinum og í hesum sambandi eisini at leggja tað út á heimasíðu Kringvarpsins. Brúk av tilfari á øðrum miðlum enn í útvarpinum og í sjónvarpinum er ikki fevnt av hesari avtaluni.

Eitt verk er "útgivið", tá ið upphavsmaður hevur givið samtykki til, at eintøk av verkinum verður boðið til sølu ella á annan hátt spjatt alment, sbrt. §4, stk. 2 f log um upphavsrætt.

Avtalan fevnir ikki um verk, sum ikki eru útgivin, ella verk, sum eru framleidd av Kringvarp Føroya , og sum ikki eru almannakunngjørd. Í slíkum føri má Kringvarp Føroya gera serstaka avtalu við rættindahavaran um loyvi til at senda og um viðurlag. 
 
§5: Umsiting, uppgerd og vidurlag
Kringvarp Føroya sendir hvønn ársfjórðing Fjølrit eina nágreinaða uppgerð yvir tað tilfar, sum er sent í undanfarna ársfjórðingi.
 
Uppgerðin skal verða send Fjølrit í seinasta lagi síðst í mánaðin, sum kemur eftir loknan ársfjórðing, tvs. í seinasta lagi ávikavist pr. 30. apríl, pr. 31. juli, pr. 31.  oktober og pr. 31. januar.

Í seinasta lagi 14 dagar eftir, at uppgerðin fyriliggur flytir KVF Fjølrit ta samlaðu viðurlagsupphæddina saman við fyrisitingargjaldi, sum er 10% av tí samlaðu viðurlagsupphæddini til Fjølrit.
 
Viðurløgini verða prístalsjavnað árliga pr. 1. januar vid brúkaraprístalinum fyri 4. ársfjórðing árið fyri. Brúkaraprístalið fyri 4. ársfjórðing 2017 ( 118,4) verður nýtt sum grundarlag. Fyrsta prístalsjavning fer fram pr. 1. januar 2019.

Fjølrit hevur skyldu til skjótast gjørligt at rinda rættindahavaranum viðurløg teirra sambært hesi grein. Fjølrit hevur alt samskifti vid rættindahavarar og hevur skyldu til á nøktandi hátt at kunnu rættindahavarar um hesa avtaluna og um uppgerðirnar, sum Fjølrit móttekur frá Kringvarpi Føroya.
 
Goldið verður fyri senditíð í útvarpinum og sjónvarpinum, og viðurløg fyri sent tilfar eru pr. byrjaðan minutt hesi:
 
Uppruna føroyskir útvarpsleikir 100 kr.
Týddir útvarpsleikir 50 kr.
Uppruna føroysk prosa 100 kr.
Týdd prosa 50 kr.
Uppruna føroyskar yrkingar 150 kr.
Týddar yrkingar 75 kr.
 
Fyri yrkingar verður altíð goldið fyri í minsta lagi tveir minuttir.
 
Avtalan kann lesast í fullari longd her.
Rithøvundafelag Føroya | Undir Pisuvarða 2, FO-100 Tórshavn