Yrkingarátakið Transpoesie, ið varpar ljós á málsligt fjølbroytni, verður fyriskipað av EUNIC Brussels, netverkið European Union National Institutes for Culture.
Tað er føroyska sendistovan í Brussel, ið skipar fyri føroyska luttøkuna, har nevndin hjá Rithøvundafelag Føroya tilnevnar ein yrkjari at luttaka.
Mælt verður til, at hugsað verður um at yrkingin fer at umboða Føroyar og føroyska málið í einum altjóða umhvørvi. Av tí at yrkingarnar verða vístar við týðingum til trý mál, skal yrkingin helst ikki skal vera longri enn átta linjur, og talan skal eisini vera um yrkingar, ið eru útgivnar.
Eisini verður skipað fyri trimum tiltøkum, har yrkjarar hava høvið at lesa verk sítt á móðurmáli, samstundis sum týðingar á enskum, fronskum og hollendskum verða vístar á stórskíggja. Møguleiki er at fáa føroyska yrkjaran á skránni til eitt av upplestrar tiltøkunum, ið skipað verður fyri.
Tað er har afturat ein fyrimunur - um áhugin er til tess - um yrkjarin dugir at framføra á ein livandi og spennandi hátt.
Undanfarnu árini hava hesi fólk umboðað Føroyar á Transpoesie tiltøkum:
2013 Carl Jóhan Jensen
2014 Tóroddur Poulsen
2015 Sissal Kampmann
2016
2017 Oddfríður M. Rasmussen
2018 Vónbjørt Vang
2019 Lív Maria Róadóttir Jæger
2020 Kim Simonsen
2021 Beinir Bergson