Før. bókmentir / Martin Joensen

Martin Joensen

Martin Joensen

Martin Joensen(1902 - 1966) var lærari, føddur í bygdini Sandvík. Hann er saman við Heðini Brú virknasta prosaskaldið á føroyskum máli í fyrru helvt av tjúgundu øld, og høvuðsverkið er samantengda verkið, skaldsøgurnar báðar Fiskimenn og Tað lýsir á landi, har sagt verður frá lívinum um borð á sluppunum og lívinum á bygd í eini tíð, har samfelagið broytist í síni grund og eitt stættastríð tekur seg upp millum keypmenn og fiskimenn, ognarmenn og fæloysingar og millum gamla trúgv og nýggja. Í sínum frásøgnum er hann realistur og lýsir viðurskiftini, sum tey eru, tó við samhuganum hjá teimum minnu mentu.

Rithøvundafelag Føroya | Undir Pisuvarða 2, FO-100 Tórshavn