Før. bókmentir / Heðin Brú

Heðin Brú

Heðin Brú

Hans Jacob Jacobsen(1901 - 1987) varð føddur í bygdini Skálavík og fekk sær rithøvundanavnið Heðin Brú, tá ið fyrsta skaldsøga hansara kom út í 1930. Hann las á landbúnaðarháskúlanum í Keypmannahavn og gjørdist heimafturkomin landbúnaðarráðgevi. Starvið hevði við sær nógvar ferðingar um alt landið, og samrøðurnar við bygdafólkið, hann hitti, fekk stóran týdning fyri hansara ritverk. Í bókum hansara er eitt høvuðsevni stríðið millum gamalt og nýtt og broytingarnar frá føroyska bóndasamfelagnum til fiskivinnusamfelagið. Hann er tann stóri frásøgumaðurin í føroyskum bókmentum, og hansara skemtiliga bók Feðgar á ferð er mest lisna føroyska skaldsøgan, vald til aldarinnar bók í Føroyum.

Rithøvundafelag Føroya | Undir Pisuvarða 2, FO-100 Tórshavn