Før. bókmentir / Maria Mikkelsen

Maria Mikkelsen

Maria Mikkelsen
Av: Turið Sigurðardóttir:
 
Maria Mikkelsen (23/6 1877 – 12/2 1956) var fødd í Havn. Hon vaks upp í Dalólastovu á Reyni. Tað var, meðan Føringafelag blómaði. Hon var kassameistari í felagnum, og tað starv, ið har fór fram setti djúp spor í hennara sinni. Hon gjørdist ein teirra, ið gingu undan og brutu slóð fyri tí nýggju tíðini í Føroyum. Hon gekk í skúla hjá tí katólska prestinum Bauer í Havn.
 
21 ára gomul fór Maria til Keypmannahavnar, har hon tók preliminerprógv. Hon arbeiddi eina tíð í bókahandli Høsts í Breiðugøtu, og síðan starvaðist hon á Ríkisskjalasavninum, til hon fór frá fyri aldur og flutti tá heim aftur til Havnar í 1947. Hon var í Føroyingafelag í Keypmannahavn, var eitt skifti formaður í felagnum. Hon hevði stóran týdning sum samskipari millum útisetar og gjørdi ógvuliga stórt arbeiði fyri føroyska bókaútgávu. Prentingararbeiði fór fyri ein part fram í Føroyum á prentsmiðju Frams, fyri ein part á prentsmiðju S.L. Møllers í Keypmannahavn. Tað var stórt arbeiði at útvega myndatilfar, fáa klisjeir til vega, rættlestur o. a. m.
 
Sum rithøvundur endurnýggjar Maria Mikkelsen føroyskan prosastíl.
 
Av lýsingum hennara av fólkum í samtíðini skara ritroyndirnar um Rasmus Effersøe, Janus Djurhuus og Jóannes Patursson framúr við sínum darrandi lættleika. Eisini stuttsøgan “Fyri fyrst” hevur henda impressionistiska dámin, sum hevur fyrimynd í munnligum stíli: byrjar í miðjum leiki, skiftir millum frásøgn og orðaskifti, har hvør persónur hevur sítt tosingarlag og har talumál sleppur framat. Vit síggja hetta, tá ið Maria leggur soleiðis fyri í ritroyndini um Rasmus Effersøe:
 
Hoyr, Rasmus – hevur tú sætt Dimmalætting í morgun? – Hon er nærum at brigsla tær, at tú ert bróðursonur O.P. og systursonur mín! – Mín sjel – tað kundi verið verri, ha? Jól uttanlendis 1944:6
 
Maria fór eisini sína egnu leið, tá ið hon yrkti móðurmálinum eina yrking, sum varð borin fram á veitslu í Føroyingafelag í Keypmannahavn. Tekstslagið føroyskar móðurmálsyrkingar kyknaði upp í Keypmananhavn í 1876, og fleiri yrkjarar høvdu roynt seg, tá ið Maria kom við sínari, sum líktist burturúr. Eins og prosað hjá Mariu er yrkingin hugleiðandi og kenslusom heldur enn hátíðarlig. Hon brúkar ta kendu tjaldursmyndina av føroyingum, men hjá henni er tjaldursungin tann ungi útisetin, sum lagnan noyðir at fara úr Føroyum, og alt viðførið er:
 
Føroya mál – biv og skellilátur,
Føroya mál – bros og loyndargrátur,
Føroya mál.
 
Maria Mikk týddi einstakar yrkingar og søgur eftir norðurlendsk skald og eftir týsku stórskaldini Schiller og Heine. Hon er sum einasta kvinna umboðað í lesibókum Evensens: í Lesibók, 1911, stendur yrkingin “Pílagrímsferðin til Kevlaar” eftir Heine í týðing Mariu, og í Lesibók fyri eldri børn, 1906, eru søgur og sálmar í týðing hennara.
 
Maria Mikkelsen doyði 12. februar 1956. Sítt stóra bókasavn, ein dýrgrip av føroyskum bókum og bókum um Føroyar, gav hon Føroya Landsbókasavni.
 
Tað ber til at lesa um Mariu Mikk í bókunum Bylgjurnar leika í trá og Fyri fyrst eftir Maluna Marnersdóttur og í Kvinnutíðindum 4 1956 eftir Sigrið av Skarði Joensen.
 
Heimildir:
Joensen, Sigrið av Skarði. 1956. “Maria Mikkelsen 23/6 1877 – 12/2 1956”. Kvinnutíðindi. Nr. 4 1956: 1-3.
Mikkelsen, Maria. 1944. “Rasmus Effersøe”. Jól uttanlendis.
Maria Mikkelsen. 1946-47. “Jóannes Patursson”. Útiseti.
Maria Mikkelsen. 1948. “Minni um J. H. O. Djurhuus”. Útiseti.
Mikkelsen, Maria. 1992. “Tjaldursunga beyð hin lagna harða”, bls. 86-87; “”Kærleikur,”bls. 88-89; “Fyri fyrst”, bls. 90-117. Fyri fyrst. Yrkingar, søgur og leikur eftir konufólk 1896-1945. Ritstj.: Malan Simonsen. Føroya Skúlabókagrunnur.
Simonsen, Malan. 1992. “Maria R. Mikkelsen.” Bylgjurnar leika í trá, bls. 89-102. Føroya Skúlabókagrunnur.
Rithøvundafelag Føroya | Undir Pisuvarða 2, FO-100 Tórshavn