Felagiš / EBBA viršislųn

EBBA viršislųn

Virðislønin ber navnið eftir rithøvundan Ebbu Hentze, sum livdi 25. Sep.1929 – 20. Mai 2015.

Ebba Hentze var ein fjølltáttaður og viðurkendur høvundur, sum skrivaði bæði barnabøkur, stuttsøgur og yrkingar. Mest kend var hon tó fyri sítt virki sum týðari. Gjøgnum árini hevur Ebba Hentze umsett eitt ótal av bókum til danskt úr enskum, týskum og svenskum, men mest úr føroyskum. Hennara íðna virki við at umseta føroyskar bøkur hevur havt ómetaligan týdning fyri kunnleika til og útbreiðslu av føroyskum bókmentum í Danmark og hinum norður­londunum.

Slóð til kunning um Ebbu Hentze a Wikipedia:

Umframt sítt víðfevndi virksemi sum rithøvundur og týðari legði Ebba stóran dent á at veita yngri høvundum ráð og vegleiðing. Tá ið hon skrivaði testamenti, hevði hon eisini rithøvundar og serliga teir yngru rithøvundarnar í huganum. Í testamentinum stendur soleiðis skrivað:

“Eftir mín deyð skal Listasavn Føroya arva málningar og onnur mynd­listaverk, sum eftir meg eru. Annað, sum er eftir meg, herundir pengar, bøkur og allar aðrar ognir, skal Rithøvundafelag Føroya arva at nýta til stuðul til ungar rithøvundar, ið hava sýnt serligar gávur. Somuleiðis skal Rithøvundafelag Føroya til sama endamál arva øll rættindi míni sum rithøvundur, herundir framtíðar inntøkur frá danska bókasavns­grunninum.”

Við hesum í huga setti nevndin fyri Rithøvundafelag Føroya 26. november 2017 á stovn EBBU-virðislønina, við krónum 570.155,54 á konto.

Fyrsta virðislønin verður handað 20. Mai 2018.

Reglugerð

Árliga kann ein virðislønin á krónur 25.000 verða latin.

Tað er nevndin í Rithøvundafelag Føroya, ið ger av, hvør fær virðislønirnar. Nevndin hevur heimild at lata eina virðisløn árliga, men eisini onga at lata.

Um ein ungur rithøvundi er limir í Rithøvundafelagnum ella ikki, eigur ikki at ávirka avgerðina hjá nevndini. Tekstaslagið eigur ei heldur at ávirka. Tilnevnast kunnu ung fólk, ið skrivar yrkingar, stuttsøgur, sangtekstir, bloggar osfr. Formurin er ikki bundin men avgerandi er, at talan er skaldsligar tekstir við góðsku, samsvarandi hugsjónini hjá Ebbu Hentze.

Havandi í huga at grundarlagið er seinasta ynski hjá Ebbu Hentze, verður virðislønin handað 20. Mai, sum er dagurin Ebba Hentze andaðist.

Skatting

Av tí at talan er um gávu, ið verður latin, er virðislønin skattafrí.

Viðtøka

Soleiðis orðað í tráð við niðurstøðu millum limir felagsins á RIT-salón 7. september 2017 og samtykt á nevndarfundi í Tórshavn, 23. november 2017.

Ynski um broytingur skulu leggjast fyri aðalfundin til góðkenningar.

Ískoyti

Við núverandi rentustigum fer arvurin eftir Ebbu Hentze at minka sum árini ganga og verður til endans uppbrúktur.

Um áhugi er fyri at stuðla , so at Ebbu-virðislønin kann halda fram í longri tíð, ber til at lata peningagávu, á konto í Betri 9181-1654383. Henda konto er markað til Ebbu-virðislønina og kemur ikki í bland við dagliga raksturin hjá felagnum.

Tórshavn, 26. november 2017

Rithųvundafelag Fųroya | Undir Pisuvarša 2, FO-100 Tórshavn