4. juni 2019 varð sáttmáli um samsýningar undirskrivaður millum Rithøvundafelag Føroya og Nám.
Sáttmálin er galdandi í 3 ár - frá 1. juli 2019 og fram til 30. juni 2021.
GRUNDGJALD
Sambært hendan sáttmála fær høvundan 1.000 kr. í grundgjaldi, tá ið Nám hevur heitt á viðkomandi um at skriva ella týða nýtt tilfar. (Umbiðið tilfar).
PER SÌÐU
Afturat grundgjaldinum verður roknað samsýning fyri hvørja "normalsíðu", byrjað er uppá.
Eina normalsíðu er á 2.000 maskinsløg fyri fagur- og yrkisbókmentanarligar tekstir, og 32 ørindalinjur tá ið talan er um yrkingar og líknandi.
Samsýning per normalsíðu er íroknað eftirløn og fylgir vikartímatakstin í galdandi sáttmála millum Føroya Lærarafelags og Lønardeildina.
Per. 1. okt. 2018 var vikartímatakstin/samsýning per normalsíðu: 356,10 Kr.
SERSTAKUR SÁTTMÁLI Í HVØRJUM EINSTØKUM FØRI
Gevið gætur, at serstakur sáttmáli skal gerast í hvørjum einstøkum føri, millum høvund og Nám. Hesin skal útgreina innihaldsliga vavið, tal av útgávum og tíðarskeið, umframt fíggjarliga vavið.
TAKSTIR
Umbiðið, nýskrivað upprunatilfar
Grundtakstur: 1.000,00 kr.
Per normalsíðu: 356,10 kr.
Umbidnar týðingar
Grundtakstur: 1.000,00 kr.
Fagur- og yrkisbókm. tekstir, per normalsíðu: 178,05 kr.
Yrkingar, per normalsíðu: 356,10 kr.
Rættindi at nýta upprunaverk í útgávum hjá Námi
Fagur- og yrkisbókm. tekstir, per normalsíðu: 178,05 kr.
Yrkingar, per normalsíðu: 356,10 kr.
Galdandi sáttmáli er at finna
her.