Súsanna Helena Patursson (1864-1916) er ein undangongukvinna í føroyskari bókmentasøgu, blaðsøgu og kvinnustríði.
Tað er væl kent, at í rembingartíðum, tá ið gamlar siðvenjur ridla og brotið verður upp úr nýggjum, er tað lættari hjá kvinnum at sleppa framat í samfelagnum enn annars. Tá ið so alt kemur í stillan stand aftur, verða kvinnurnar ofta koyrdar afturum aftur.
Hetta síggja vit eisini í Føringafelag. Tá ið felagið var nýtt, vóru kvinnurnar sera virknar, millum annað vóru tað tvær sum skrivaðu sjónleikir, ið vórðu framførdir í felagnum.
Tað fyrsta tiltakið í Føringafelag í Føroyum var, at sjónleikur varð spældur á føroyskum á fyrsta sinni. Ein stórhending! Hetta var í marsmánaði í 1889, fyri 119 árum síðani. Sjónleikurin æt “Veðurføst” og var eftir Súsonnu Helenu Patursson. Ein mynd stendur í Varðanum av einari pallmynd úr leikinum. Á myndini eru Sannulena og beiggjar henanra Jóannes og Sigert Patursson, og harumframt 9 leikarar.
Sjónleikurin er ikki allur varðveittur, men fýra leiklutir eru tó til. Tað eru leiklutirnir hjá Tróndi, einum ungum bónda, sum er veðurfastur; leiklutirnir hjá Maggu og Gurðun, døtrunum í húsunum, har tey veðurføstu eru; og tann fjórði er leikluturin hjá matmóðurini á garðinum. Samrøðurnar, sum Magga er uppií, eru tær forvitnisligastu, tí hon er lívlig og bragdlig. Magga sigur við hin unga veðurfasta bóndasonin Trónd:
“Ert tú so beinasamur, kom tú heldur og hjálp okum at fremja ta sak, sum nú liggur hvørjum góðum føroyingi nógv á sinni, um eg tað tori nevna, táið tað ikki er siður her til lands at kvinnurnar mega tora vera við upp í tí, sum angengur landsins væl, men mega tær ikki, so er tað sikkurt tær teinkja so mikið meira og greiða tað ofta væl betur.”
Systir hennara Guðrun leggur uppí og sigur:
“Nú føli eg meg so troystaðan” . og tá læa øll. Síðan sigur tann ungi veðurfasti bóndasonurin:
“Ikki man tað vera so ringt at gita, hvat Magga teinkir og av hjartanum ynski eg tað sama. Sig tú mær, hvat tú meinar.”
Magga svarar:
“Ja, sært tú. Hetta glasið vil eg nú drekka fyri teimum guds vinum – hvørjir teir nú eru – sum í tí síðstu tíðini hava skrivað í ávísirnar, tí tað hóvar mær, hvørjum tað ikki hóvar, og eg havi eisini eitt sindur meira greiði á tí enn á øllum hesum útlendska prátinum, har plagar at finnast, sum eg ikki havi meiri greiði á enn kongurin av Frankaríki. Harrin fremji teirra sak sum einum hvørjum erligum føroyingi “(Hon heldur glasið upp).
Magga og Guðrun tosa saman um tað, tær hava upplivað í Føringafelag, og Magga sigur, at ein limur skal hava sagt, at “hansara álit var á kvinnunum”. Hetta taka tær til sín, og ætla ikki, at teirra skal liggja eftir; tær ætla tí at lærara seg at skriva føroyskt. Guðrun sigur:
“Ja, Magga, nú haldi eg vit í allari friðarligheit um sunnudagar skulu hava stevni her hjá okkum og tosa og royna at stava og skriva tað føroyska vit kunnu fáa fatur á. Eg skal tosa við fólkið her i bygdini. Tað fyrsta stevnið verður tá sunnudagin eftir lestur. Skúlalærarin er føroyingur í sinn og skinn. Hann hjálpir okkum, veit eg.”
Tað er harmiligt, at “Veðurføst” ikki er varðveittu allur, sum hann er. Hann er ein at samtíðarleikunum úr føringafelagstíðini. Tað vóru nakrir fáir leikir, ið viðgjørdu samtíðina og samtíðarbær evnir, men skjótt vóru søguligir leikir við yvirlutan. Í “Veðurføst” tykjast kvinnurnar at vera virknar, serliga Magga. Hann er ein stovuleikur ella rættari roykstovuleikur og sum slíkur ein kjakleikur; ein modernaður leikur, har tað, sum stendur í bløðunum, er til umrøðu: Samfelagsmál, tjóðskaparmál og kvinnumál. Mál sum Súsanna Helena eisini viðgjørdi í blaðnum Oyggjunum, fyrsta føroysku kvinnublaðnum. Tað ber til at lesa um Súsannu Helenu í bókunum hjá Maluni Marnersdóttur Konuráð, Fyri fyrst og Bylgjurnar leika í trá.
Heimildir:
Joensen, Sigrið av Skarði. 1953. “Súsanna Helena Patursson.” Kvinnutíðindi, juli 1953:1-6.
Patursson, Súsanna Helena. 1992. “Far væl”. Fyri fyrst. Yrkingar, søgur og leikur eftir konufólk 1896-1945, bls. 9-10. Ritstj.: Malan Simonsen. Føroya Skúlabókagrunnur.
Simonsen, Malan. [1985]. Kvinnurøddir. Kvinnur í almenna kjakinum 1890-1902. Mentunargrunnur Studentafelagsins.
Simonsen, Malan. 1989. Konurák. Mentunargrunnur Studentafelagsins.
Simonsen, Malan. 1992. “Ritverk Súsonnu Helenu Patursson”. Bylgjurnar leika á trá, bls. 43-67. Føroya Skúlabókagrunnur.