Rithøvundafelagið inn í Hans Andriasar Hús2021-03-07 22:00 Fyri jól undirskrivaði Rithøvundafelag Føroya leigusáttmála við Tórshavnar kommunu. Felagið hevur nú fingið innivist í tveimum hølum á loftinum undir Pisuvarða 2. Hetta er í húsunum, sum hjúnini Hans Andrias og Petra Djurhuus búðu í – vanliga nevnd Hans Andriasar hús.
Leigusáttmálin merkir, at Rithøvundafelagið fær egin hølir til fundar- og skrivastovuvirksemi, samstundis sum at limir felagsins kunnu søkja um at hugsavna seg um egið skrivivirksemi í einum kamari á syðra enda á loftinum. Onnur feløg halda eisini til í teimum søguligu húsunum. Meginfelag Áhugaleikarafelag (MÁF) hevur skrivstovu á 1. Hædd, meðan Leikarafelag Føroya hevur skrivstovu á loftshæddini saman við Rithøvundafelagnum. Eisini tekur Tórshavnar Býarsavn sær av at varðveita tað søguliga í húsunum - eitt nú ‟Góðastova”. Í Góðustovu eru fleiri forvitnisligir lutir hjá Hans Andriasi Djurhuusi at síggja - eitt nú pípur, hattur og frakki. Leigusáttmálin er galdandi fram til árslok 2025. |