Anna Malan fekk EBBU-virðislønina 20202020-08-03 15:15 Anna Malan Jógvansdóttir fekk sunnudagin 27. juli handað EBBU-virðislønina, sum Rithøvundafelag Føroya handar ungum rithøvundi, ið hevur sýnt serligar gávur. Niðanfyri kunnu tit lesa røðuna, sum Vónbjørt Vang, næstforkvinna Ritøvundafelagsins helt til handanina, sum var hildin á hugnaligar samkomu úti í Nólsoy: “Vit yvirliva bert, tí at vit brúka orð.” Orðini eigur danski yrkjarin Inger Christensen og eru úr yrkingasavninum Det frá 1969. Inger Christensen knýtir við hesi útsøgn lívið og sjálvan eksistensin tætt uppat tí at skriva, at yrkja og tað at brúka orðini. Tí tað er við orðunum, at vit skapa heimin, tað er við skaldskapinum, at vit til tíðir kunnu finna leking. Tí yrkingin kann vera heilivágur fyri sálina, eitt friðskjól og eitt stað, har vit verða mint á, at vit ikki eru einsamøll í verðini. Ja, eitt slag av fyrstihjálparkassa til tey, sum hava meiðslað seg; eitt rúm, vit kunnu trína inní einsamøll við einum koppi av te, meðan vit av og á hyggja út til havs. Eg kom at hugsa um orðini hjá Inger, tá eg fekk til uppgávu at halda hesa røðu, nú vit fagna Onnu Maluni við EBBU-viðislønini 2020. Tí onkursvegna tykjast skrivingin og orðini lívsneyðug hjá Onnu Maluni: Eg droymdi, at eg druknaði. Eg sá geislarnar spríkja gjøgnum vatnskorpuna, men kroppurin sakk bara longur og longur niður. Ímeðan toygdu æðrarnar seg út og boraðu seg djúpt niður í havsins botn, so eg hekk føst. Meðan havið streymaði gjøgnum mínar æðrar, sprændi ein kensla av longsli inn í hjartað, sum seigliga bleiv fjalt av gjari, so eingin kundi síggja tað. Soleiðis ljóðar yrkingin Gjarhjarta úr debutsavninum Undirfloyma frá 2015. Anna Malan hevur hóast ungu árini longu útgivið trý verk. Í teimum hitta vit fyrst ein yrkjara, við serligum ansi fyri orðunum og náttúruni, eisini tí viðbrekna í menniskjalívinum, eins væl og í náttúruni, men eisini styrkina í skaldskapinum, og máttin í orðunum, sum sýnast alneyðug fyri Onnu Maluna. Í savninum Korallbruni frá 2017 gerst egið í yrkingini enn meir við eitt við náttúruna, meira spesifikt við havið: “eg lovi tað leggur tú mín skølt móti oyranum hoyrir tú havið suða” Hesin serliga lekjandi mátturin í skaldskapi kemur allarmest til sjóndar í hybridbókini Psykosudrotningin sigur frá frá 2019, sum byggir á egna sjúkrasøgu, ið á skaldsligan hátt lýsir gongdina eftir at høvuðspersónurin fær eina psykosu, verður innløgd á psykiatriskari deild og at enda hvussu høvuðspersónurin, við at taka ræði av síni egnu søgu, eisini kemur fyri seg aftur. Hin máttmikla psykosudrotningin er fødd og hon gevur øllum óndum drekum banasár. Hon er ímyndin av styrki og vreiði og við at geva júst henni rúm og legitimitet, gevur bókin eisini rúm og legitimitet til psykotiskar upplivingar, sum ikki skulu doyvast burtur við heilivági, men sum skulu síggjast sum náttúruligar reaktiónir uppá lemjandi hendingar í lívinum. “Góða psykiiatri, Tak ikki tað, sum er psykotiskt frá mær.” ....bønar høvuðspersónurin. Skaldskapurin gerst her bæði lekjandi fyri tann skrivandi, men eisini tann lesandi, ið fær eitt súmbolskt rúm at trína inní, har drekar og drotningar stríðast um valdið, eitt frírúm, har høvundurin skrivar og teknar seg burtur úr eini psykosu, har skaldskapurin bæði gerst list og sálarbót. Soleiðis kann skaldskapur geva okkum linna og lívsmót, tí onkursvegna kunnu øll verða hart rakt av lívinum, og tá hevur skaldskapurin máttin at endurganda verðina fyri okkum. Tað er eksistentielt at fortelja søgur og samleikaskapandi. Eins og náttúran, eru eisini vit viðbrekin – vit øll hava brúk fyri bjargingarflakum at flóta á av og á, vit hava øll brúk fyri skaldskaparinnar lekjandi megi og fyri at tríva í orðini hjá Inger Christensen aftur, so hava vit brúk fyri orðunum fyri at yvirliva. Tí er tað gleðiligt, at hava heiðurin av at handa Onnu Maluni Jógvansdóttir EBBU-virðislønina 2020, ið verður latin ungum rithøvundi, ið hevur sýnt serligar gávur. Góða Anna Malan, blív við við at brúka orðini, kasta tey út til okkum sum lívlínur, lat orðini mana fram psykosudrotningar við svørði í hendi, gjarløgd hjørtu, og drekar, sum eisini kunnu doyggja, tí tað er bert við orðunum, at vit yvirliva... Hjartaliga til lukku, Anna Malan, og blíðan byr við tínum framtíðar rithøvundavirki. EBBA Á TRIÐJA SINNI Tað er Rithøvundafelag Føroya, sum handaði virðislønina á triðja sinni. Vanliga hevur virðislønin verið handað 20. mai, á deyðsdegi Ebbu Hentze, men orsaka av Corona-smittuni, varð hon handað í dag úti í Nólsoy. Virðislønin, sum verður handað ungum rithøvundi, ið hevur sýnt serligar gávur, er uppkallað eftir Ebbu Hentze (25. sep.1929 – 20. mai 2015). Virðislønin er 25.000 kr. Ebba Hentze var ein fjølltáttaður og viðurkendur høvundur, sum skrivaði bæði barnabøkur, stuttsøgur og yrkingar. Mest kend var hon tó fyri sítt virki sum týðari. Gjøgnum árini hevur Ebba Hentze umsett eitt ótal av bókum til danskt úr enskum, týskum og svenskum, men mest úr føroyskum. Hennara íðna virki við at umseta føroyskar bøkur hevur havt ómetaligan týdning fyri kunnleika til og útbreiðslu av føroyskum bókmentum í Danmark og hinum norðurlondunum. Umframt sítt víðfevnda virksemi sum rithøvundur og týðari legði Ebba stóran dent á at veita yngri høvundum ráð og vegleiðing. Tá ið hon skrivaði testamenti, hevði hon eisini rithøvundar og serliga teir yngru rithøvundarnar í huganum. Í testamentinum stendur soleiðis skrivað: “Eftir mín deyð skal Listasavn Føroya arva málningar og onnur mynd¬listaverk, sum eftir meg eru. Annað, sum er eftir meg, herundir pengar, bøkur og allar aðrar ognir, skal Rithøvundafelag Føroya arva at nýta til stuðul til ungar rithøvundar, ið hava sýnt serligar gávur. Somuleiðis skal Rithøvundafelag Føroya til sama endamál arva øll rættindi míni sum rithøvundur, herundir framtíðar inntøkur frá danska bókasavns¬grunninum.” Við hesum í huga setti nevndin fyri Rithøvundafelag Føroya 26. november 2017 á stovn Ebbu-virðislønina, við krónum 570.155,54 á konto. |