Beinir fekk fyrstu EBBU

2018-05-21 21:49
 
Hvítusunnudag 20. mai 2018 varð fyrsta Ebbu-virðislønin latin í auluni á Finsen. Virðislønin á 25.000 kr. verður latin ungum rithøvunda, sum hevur víst serligar gávur.

Fyrsta EBBU-virðislønin varð latin Beini Bergsson, fyri yrkingasavnið, "Tann lítli drongurin og beinagrindin."
 
Grundgevingin
Grundgevingin fyri at Beinir er virðiligi móttakarin av Ebbu-virðislønini 2018 er:

Beinir Bergsson sýnir í verkinum, Tann lítli drongurin og beinagrindin stórt dirvi, málsligar- og skrivligar førleikar, hugflog og evni at skapa vón og bata úr sorg. Við skriftini at lata lesaran inn í ein heim, ið er mongum kendur, eins og hann er mongum ókendur. Við yrkingasavninum verður lesarin leiddur á eina ferð, har stóru kenslurnar, óttin og ræðslan ganga hond í hond vid vónini, gleðini og dirvinum til at tora at seta seg niður at hyggja at tí, ið fyriferst. Á henda hátt at viðgera lívsins avbjóðingar á ein skapandi, mennandi, læruríkan ikki sentimentalan hátt, og harvið geva, ikki bert sær sjálvum, men eisini lesaranum, ein møguleika at finna orð, id viðgera hesi truplu evni. At hava hetta yrkingasavnið á føroysku bókahyllini er ein gáva, ið ikki kann undirmetast, tí hvussu kunnu vit finna linna, ugga, læra ella endurskapa úr upploysnini, um slík verk og tilfar ikki er tøkt?

Hóast evnið í savninum er sjúka og deyði, ótti og sorg, ber savnið samstundis vónina í sær. Lyktin, ið megnar at lýsa upp myrkrið er tendrað í savninum, og ikki bert lýsir hon vegin út úr tí umfevnandi myrkrinum, hon varpar samstundis ljós á ein heim, ið alt ov sjáldan verður upplýstur.

Vit eru fegin um at lata Beini fyrstu Ebbu-virðislønina, og meta, han er ein sera virðiligur móttakari. Ein ungur, gávaður, djarvur høvundi, ið longu hevur ríkað okkum og okkara bókmentaheim, og sum vit vóna, framhaldandi fer at geva okkum nógvar ríkandi lesiupplivingar, lærdóm og ljós í og úr myrkrinum.
 
 
Ebba Hentze var ein serlig kvinna
Røðan, sum Sissal Kampmann, nevndarlim í Rithøvundafelag Føroya, helt áðrenn handanina:

Kæru áhoyrarar,

Unga bókmentin er vegvísarin, ljósið inn í framtíðina, ljósið, id lýsir inn í myrku hornini, undir sofurnar, undir vegakervið, afturum tapetið, inn undir væðingarnar, inn í skýmaskotini, allastaðni har vit ikki síggja við berum eygum..
 
Unga bókmentin er lykilin inn í viðurskifti í landi okkara, millum íbúgvar okkara, sum vit annars ikki høvdu haft atgongd til. Og uttan hesa atgongd ber ikki til at betra, broyta ella at bróta upp úr nýggjum.

Unga bókmentin er á tremur av nýggjum møguleikum, og vónandi eisini av iva, vreiði, uppreistri, uppsangi, ynskjum um broyting og ein lyftur fingur til tað stíva, keðiliga, stagneraða samfelagið, vit eru sovnaði inn í, og tískil áttu at vakna úr.
Unga bókmentin er eisini tær stóru kenslurnar, stóru ivanir, óttin, sorgin og missurin. Eisini er hon kærleikin, vónin, trúgvin og áræði. Evni, vit eiga at fevna og viðgera í skriftini, í føroysku skriftini, so vit læra og lesa av hondum, id hava nortið sama flag, sum vit sjálvi.

Uttan ungu bókmentina fáa vit ikki innlit í, hvat rørir seg millum tey, ið skulu taka yvir, millum tey, ið eiga frískar hugsanir, millum tey, ið skulu vísa á, hvønn veg, rákið fer, ættin liggur.

Sissal Kampmann flytir fram røðu.
Ebba Hentze var ein serlig kvinna, við serligum tokka til bókmentinar. Hetta eru vit, sum eru savnaði her í dag, har Ebbu-virðislønin verður handað á fyrsta sinni, vitni til, tí uttan hendan tokka og uttan Ebbu var sjálvsagt ongin Ebbu-virðisløn og tískil onki hátíðarhald.
 
Sum flestum kunnugt, var Ebba fødd, alment, í 1930, ættleidd til og barnvaksin á Tvøroyri. Ebba tók studentsprógv av Statens Kursus í Keypmannahavn í 1950. Hareftir fór hon á lærda háskúlan í Keypmannahavn, har hon las bókmentafrøði og málfrøði. Undir lesnaðinum fekk hon fleiri ferð tillutað styrk til lesnað á lærdum háskúlum í Uppsala, Wien, Rom og í Sorbonne, og júst hetta, at uppliva heimin var ein áhugi Ebba hevði, og hon ferðaðist nógv alt lívið.

Ebba debuteraði vid einstøkum yrkingum í danska tíðarritinum, Hvedekorn í 1953. Harumframt skrivaði hon fleiri stuttsøgur, ið vóru prentaðar í Politikens Magasin. Í 1985 gav hon týdningarmikið ískoyti til føroyska kvinnubókmentina vid yrkingini, Kata, ein seinkaður nekrologur. Yrkingin snýr seg um eina kvinnu, sum gevur upp dreymir sínar um at fáa eina útbúgving, tí hon er noydd at taka sær av yngru sytstkum sínum, eftir mamman er deyð.

Ebba starvaðist sum forlagsráðgevi fyri donsku avísina, Politiken og sum bókmentaráðgevi fyri Gyldendal. Harumframt starvaðist hon sum fríyrkisfólk fyri danskt, svenstk og føroyskt útvarp.
 
Ein týðandi partur av mentanarlívinum
Ebba flutti aftur til Føroya seinna part av sjeytiárunum, har hon bleiv ein týðandi partur av bókmenta-, lista- og mentanarlívinum her á landi. Millum annað var hon limur í úrvalsnevndini til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina.

Ebba Hentze var ein fjølltáttaður og viðurkendur høvundi, sum skrivaði bæði barnabøkur, stuttsøgur og yrkingar. Mest kend var hon tó fyri sítt virki sum týðari. Gjøgnum árini hevur Ebba umsett eitt ótal av bókum til danskt úr enskum, týskum og svenskum, men mest úr føroyskum. Hennara íðna virki við at umseta føroyskar bøkur hevur havt ómetaligan týdning fyri kunnleika til og útbreiðslu av føroyskum bókmentum í Danmark og hinum norðurlondunum, og hevur hon gjørt eitt megnararbeidi í týdingunum av verkum eftir m.ø Jóanes Nielsen.

Ebba livdi fyri, við og í bókmentunum, og tað eru tey, sum kendu hana, og eisini vit, nevndin í Rithøvundafelagnum, fullgreið yvir.

Ikki bert í almenningi, men eisini heima í privatinum, bar lív hennara brá av orðinum. Lítlu húsini, miðskeiðis í Havnini, har Ebba búleikaðist, árini frá hon kom aftur til Føroya í sjeytiárunum til sín deyð, vóru bókstaviliga talað á tremur vid bókum, bløðum, pappírum, lepum og diskettum við meira. So mikið nógv tilfar var talan um, at tad satt at siga nærum var ógjørligt at fáa yvirlit yvir samlaðu nøgdina og innihaldið. – Eisini var tað ein avbjóðing í mun til varðveitsluna og innsavnina av hannara skrivliga arbeiði, at lepar, pappírsørk við meira lá goymt tey mest óhugsandi støðini í húsunum. Men tað var eitt slag av ævintýri at koma innar í henda heimin, inn í henda spennandi heim, inn í hetta livaða lívið. Ikki minst var tað vid eydmýkd og virðing fyri einum sera serligum persóni, at vit fóru á ferð gjøgnum hesa labyrint av tonkum og virksemi.
 
Ráð og vegleiðing til teir yngru rithøvundarnar
Umframt sítt víðfevnda virksemi sum rithøvundur og týðari legði Ebba stóran dent á at veita yngri høvundum ráð og vegleiðing. Tá ið hon skrivaði testamenti, hevði hon eisini rithøvundar og serliga teir yngru rithøvundarnar í huganum. Í testamentinum stendur soleiðis skrivað:

“Eftir mín deyð skal Listasavn Føroya arva málningar og onnur mynd¬listaverk, sum eftir meg eru. Annað, sum er eftir meg, herundir pengar, bøkur og allar aðrar ognir, skal Rithøvundafelag Føroya arva at nýta til stuðul til ungar rithøvundar, ið hava sýnt serligar gávur. Somuleiðis skal Rithøvundafelag Føroya til sama endamál arva øll rættindi míni sum rithøvundur, herundir framtíðar inntøkur frá danska bókasavns¬grunninum.”

Við hesum í huga setti nevndin fyri Rithøvundafelag Føroya 26. november 2017 á stovn Ebbu-virðislønina, við krónum 570.155,54 á konto, og fyri fyrstu ferd í heimssøguni, verdur Ebbu-virdislønin nú handad ungum høvunda, ið hevur sýnt serligar gávur. Avgjørt var at lutað peningin í 25.000 krónur partar, og tískil er og verður Ebbu-virðislønin hesa upphæddina, so leingi ”lager haves”.
 
Dirvi, nýhugsan og broyting
Ebba var ein serlig kvinna, og hevði sín serliga hátt at liva og virka á. Hon hevði eisini sín serliga hátt at siga sína hugsan á. Hon tóktist ikki bangin fyri at gerast illa lýdd fyri at siga, hvat hon helt um ymisk vidurskifti ella um fólk. Liviháttur hennara var øðrvísi enn hjá teim flestu, og hennara uppreistrarandi, annaðleiðis og djarvi háttur at liva á hevur eisini haft ein kostnað bæði so og so.

Men tó so, helt hon fast í tí, hon metti var hitt rætta, og hvør er tí betur skikkaður til at leggja navn og pening í eina virðisløn til ungan, gávaðan høvund enn júst hon? Ebba stóð og livdi fyri broyting, framskygni, dirvi, nýhugsan og hevði ein atburð, ið við penum ordum segdi, ”fuck you” til viðurkenda samfelagið. Hon risti posan og skapaði ravagu, og ravaga skal til, so samfelag og menniskju ikki stirðna.

Samstundis var hon bleyt og full av heitum kenslum, hvørt vit eisini lesa í hennara víðagitnu Antoniubókum og í teim vøkru kenslubornu yrkingnum, hon skrivaði.
Harumframt var hon mentor fyri mangan høvundan, og var samstundis hollur samrøðufelagi og góður, dyggur, dugnaligur og erligur ritstjóri fyri mangar av okkara bestu høvundum, ið nýttu hennara førleikar í samband vid bóka- og yrkingaútgávur.
 
Ebba hevði verið errin
Ungi høvundin, ið hevur sýnt serligar gávur, og hin fyrsti at taka ímóti Ebbu-virðislønini hevur tað dirvið, ið skal til, fyri at taka upp svár evni, ið lívið eisini rúmar. Evni, vit helst vildu verið fyri uttan. Evni, ið eru so trupul at rúma hjá okkum menniskjum, at tað nærum er ógjørligt at arbeiða við teim, tí tey snúgva seg um sorg og um tap, men ikki minst um at reisa seg aftur. Men hóast avbjóðingarnar og tað megnartak, tað hevur verið at sett seg vid pappírinum at arbeiða við skriftini sum amboð og sum lummalykt út úr myrkrinum, hevur hann givið okkum lesarum innlit, lærdóm og møguleika at finna orð, um okkara egnu orð ikki røkka. Eitt arbeiði, Ebba hevði verið errin av at sæð eitt ungt menniskja avrika. Eitt arbeiði, ið borgar fyri góðsku og fyri at vit hava nógv áhugavert í væntu frá høvundanum í framtíðini.

Nærri er at lesa um EBBU virðislønina her.
 
Lea Kampmann og Vinjard framførdu.
Rithøvundafelag Føroya | Undir Pisuvarða 2, FO-100 Tórshavn