|
|
|
|
|
Altjóða Kvinnustríðsdagur 201308-03-2013
Nú er 8. mars - altjóða kvinnudagur. Og ymsa staðni í landinum eru tiltøk, ið kunna um og gera sítt í stríðnum fyri javnstøðu. Stendur tað ikki væl til?
Søgureingjan
Fyrst ein lítil viðmerking til "8.mars damukampur", sum Kinna Poulsen hevur á listablogginum 07. mars í ár. At fara aftureftir í bókmentasøguna og leita eftir tilfari frá konum kann ikki kallast søgureingjan. Søgan verður skrivað av "vinnaranum"/"makthavaranum". Tað ger ikki tekstirnar verri (og ei heldur betri), at tekstir hjá kvinnuligum rithøvundum ikki eru komnir fram í tí tíðarskeiði, teir eru skrivaðir. Tekstirnir hava verið har, men hava ikki verið tiknir fram. Tað merkir ikki, at teir aldrin mugu koma í ljósmála. Tá teir nú vera tiknir fram, millum annað í bókmentasøguni hjá Sigurðardóttur og Marnersdóttur, so eiga teir, og vera eisini, mettir sum aðrir tekstir. Tað slepst tó ikki undan, at tað eru nøkur ting, ið hyggjast má eftir, tá høvundurin er konufólk, eins og at tað eru nøkur ting, ið hyggjast má eftir, tá høvundurin er mannfólk. Tað var heldur ikki altíð væl d&aacut Nú nærkastSkrivað hevur Tina 07-03-2013 Nú nærkast Altjóða Kvinnudagurin, og í ár er hann serstakari enn vanligt, tí Djóni hevur føðingardag fyri fyrstu ferð.
Halgatrý tað verður spennandi.
Gott nokk er hann prikkutur fyri tíðina, men mann hann ikki fara at klára at opna pakkarnar og eta eitt sindur av kaku allíkavæl? Status um mánaðarskifti februar/marsSkrivað hevur Tina 01-03-2013 Djóni:
9 tenn - check
dugir at ganga - check
Rannvá:
fingið hund - check
vaskar upp frívilliga - check
Simona:
leitar eftir konfirmatiónskjólum meginpartin av tíðini - check
hyggir eftir fótbólti restina av tíðini - check
:) Minningarorð um Rasmus Rasmussen14-10-2012 Tórshavn hin 14. oktober 2012
Góði Rasmus
Í gjár var jarðarferðin. Tá eg fór út um hurðina, legði eg merki til, hvussu gott veðrið var. Eg mintist, at eg einaferð fekk at vita frá einum av mínum mongu sálarfrøðingum, at eg skuldi leggja merki til okkurt gott hvønn dag. Tí ongin dagur hevur bara ringt við sær. Og hóast eg visti, at tað fór at verða tungt í dag, so var tað allarfyrsta, eg sá, bláur himmal, stilt og sól. Og so visti eg av tí sama, at tú vart á veg, nú fórt tú at fáa frið. Frið fyri teimum, ið bardu teg av í Glitnir, men eisini frið fyri tí, sum bardist innan í tær sjálvum.
Harafturat fórt tú at fáa frið fyri okkum, sum ikki royndu at hjálpa tær í nóg stóran mun. T.d. megnaði eg ongantíð at seta meg undir liðina á tær og siga tær, at eg heldur ikki altíð hevði havt tað so gott, kanska hevði tað kunnað tikið eitt sindur av tínum einsemi burtur? Kanska skuldi eg onkuntíð havt svarað "nei, men skulu vit fara saman ein túr onkuntíð?" í staðin fyri bara at siga "nei, tíverri" tá tú on Ræðslan fyri at flúgva06-11-2011 Hetta er á donskum, tí tað er skriva til ein graviditetsbólk, sum eg eri limur í á Facebook - eg tími simpelthen hvørki at skriva tað umaftur, ella at týða tað ;)
STØJ - men en SJOV historie... Som I nok har fundet ud af, så er jeg ret så hysterisk når det kommer til det der med fly. Jeg har fulgt med vejrberetningen nu i en uge, og fulgt med i om der er varmefront, koldfront, vindstyrke, vindretning og you name it. Da jeg begyndte at blive rigtig nervøs omkring 12-tiden var det bare med at komme ud i bilen, og jeg skulle køre, for ikke at kunne sidde og tænke på flyet hele vejen. Den sidste strækning inden man ankommer til lufthavnen kan man tydeligt se bygningerne, da de ligger lidt højere end den almindelige vej... og jeg begyndte at græde, men kørte dog videre.
Vi ankommer så til lufthavnen, jeg tager bagagen ud af bilen (min kære mor var heldigvis med), og begynder at gå mod terminalen, og da jeg nærmer mig terminalen, bliver jeg fuldstændig hysterisk og græder, græder og græder. Jeg er nu fuldstændig overbevist om, at jeg er begyndt på mine sidste 1-1½ time her i livet. Vi står så udenfor et stykke tid, hvor min mor prøver at berolige mig, og til sidst er jeg kommet så meget til hægterne igen, at jeg går ind i terminale Reytt, svart, grønt - stopp!!28-04-2011
28 Apríl, 2011 at 20:22
“Ravnar á ljóðleysum flogi” smoykir sær inn undir húðina. Les, fyri Guðs skyld, les, les!
Sissal Kampmann: Ravnar á ljóðleysum flogi. Yrkingar úr uppgongdini.
Yrkingar. 64 síður.
Forlagið Eksil, 2011.
Eftir upplesturin hjá Sissal Kampmann í Sirkus var ongin ivi. Hesum skuldi eg hava fatur á og lesa, og lesa umaftur, og so sikkurt eina ferð afturat.
Men fyrstu ferð varð eg ongul í reyv – hóast Facebook segði mær, at nú var Sissal útkomin, so segði Gamli Bókhandil, at tað var hon ikki. Men í dag eydnaðist. Í posanum á veg heim liggja Sissal Kampmann, Ravnar á ljóðleysum flogi, og De fortabte spillemænd hjá Williami Heinesen.
Heimkomin verður William liggjandi og Sissal tikin fram. Og hóast eg havi hoyrt Sissal lisið nakrar av yrkingunum í Sirkus, so er hetta himmalskt – hetta er sum at fáa eitt skot av lívi sprænt í æðrarnar:
Eg drekki kaffi, meðan eg elski teg út um borðini, / út um parkeringsplássið, út um Jysk sengetøjslager, / út um Gentofte, Hellerup, Keypmannahavn, / út um Sæland, Jútlland, Danmark, Europa, út. (12).
Og meðan William, sum b&uac Útlendingar í Føroyum24-04-2011
Kirkjan er givin at ringja við klokkuni, kirkjufólkið fingið dagsins orð serverað, og flestu okkara sita mett og væl sett millum familjulimir í ymsum aldri.
Men hóast hetta er galdandi fyri fleirtalið í Føroyum, so eru tað rættiliga nógv, ið sita einsamøll í dag. Hesi sótu eisini einsamøll Langa Fríggjadag og Skírishósdag og fara væntandi eisini at sita einsamøll í morgin, 2. páskadag.
Í Degi og viku var herfyri innslag um, at innlendismálaráðið hevur fingið álit um integratión í Føroyum.
Sjónvarpsverturin/-vertinnan boðaði frá, at tað eru út ímóti 900 útlendingar í Føroyum.
Eg kenni ikki býtið – eg veit ikki, um tey eru komin í pørum, ella um flestu teirra eru einsamøll. Men við tí lóggávu sum vit hava á økinum, so er væntandi, at tey eru einsamøll – fullkomiliga einsamøll. Familjusameining krevur fleiri ára bíðitíð, ikki minst av fíggjarligum orsøkum. Tann, ið skal familjusameinast, sleppur ikki at arbeiða, meðan umsóknin verður viðgjørd. Viðkomandi, sum umsøkjarin skal sameinast við, skal fo Moskur í Danmark - við øðrum beininum í flogfarinum18-01-2011
Tina K. Jakobsen er forfard!!! Heilt ófatiliga forfard!
Nú eftir nógv ár dugi eg endiliga at síggja at tað er fullkomiliga skeivt sum eg havi roynt at arbeitt fyri. Eg havi roynt at kasta ljós á og betra um viðurskiftini hjá samkyndum og kvinnum. Men í kvøld tá eg kom heim frá arbeiði, sá eg á portalinum, at tað er als ikki tað, ið er týdningarmiklast í løtuni.
Tvørturímóti tykiskt tað at vera týdningarmikið at vera rætttrúgvandi. Og at vera rætttrúgvandi er eftir øllum at døma at vera kristin. Í øllum førum á pappírinum, soleiðis, at um onkur spyr teg, so kanst tú við góðari samvitsku svara: ja, eg eri kristin.
Hvat er hetta fyri ignoransa og totalidioti, sum er at síggja í viðmerkingunum um moskur í Danmark?
Her eru nøkur dømi:
Kl. 08.36: “ikki gott hvat danir gerða. bláoygdir.”
Kl. 10.46: “Hallo Danmark.Fjern muslimerne fra jeres land,før det bliver Danmarks undergang.”
Kl. 11.05: “Vesturheimurin burdi bíða við at latið Islam bygt sínar moskur, inn til tey kristnu kunnu byggja kirkur í muslimska heiminum og ikki verða dripin fyri s&iacu Solidaritetur anno 2010 - II partur18-12-2010
Í gjár upplivdi eg nakað, sum eg ikki havi upplivað í nógv ár. Í grundini veit eg ikki um eg nakrantíð havi upplivað hetta fyrr.
Tað bankaði á dyrnar, eg lati upp, og uttan fyri stendur ein smílandi maður við einum tjúkkum brævi í hondini. Hesin maður spyr eftir Tinu Jakobsen, og tá eg sigi at tað eri eg, so fái eg brævið. Hann ynskir mær gleðilig jól, stadigvekk smílandi og fer avstað.
Tá eg fekk brævið, hugsaði eg við mær sjálvari, at tað kann simpelthen ikki vera rætt – skal eg veruliga hava fleiri rokningar beint undan jólunum? “Um ikki annað, so hava tey samlað alt í ein konvolutt hesuferð”, hugsaði eg meðan eg gekk upp á loft og inn á kamarið, sum er mítt heim – tað, eg eina tíð kallaði “mína íbúð” fyri at sleppa undan at fortelja fólki hvussu eg búgvi.
So lat eg upp og tá byrjaðu eyguni at væta.
-
Fyri nøkrum vikum síðan søkti eg um jólahjálp frá Í menniskjum góður tokki. Hóast mín fíggjarstøða hevur verið forferdilig í langa t&iacu Solidaritetur anno 201009-10-2010 Fríggjadagin um døgurðatíð var eg til mótmælisgongu, og av teimum, eg lesi saman við á Setrinum, vóru rættiliga nógv møtt upp. Nei, tað er lygn! Tað vóru eg og ein onnur lesandi frá Føroyamálsdeildini, ið luttóku í mótmælisgonguni. So sendi optimist-Tina sjálvandi sms-ir víða um fyri at vita, um fólk vóru á veg. Onkur svaraði aftur, at tey vóru til arbeiðis, summi svaraðu bara nei, og onnur svaraðu als ikki. Ongin av teimum, eg sendi boð til, kom til mótmælisgonguna.
Á Vaglinum 09. okt. 2010
Meðan vit vóru á Vaglinum, spurdi onkur meg, um eg var avvarðandi til onkran í rúgvuni av 17-20-ára gomlum miðnámsnæmingum. Nei, tað eri eg ikki, men merkir tað, at so kann eg ikki vera solidarisk og mótmæla nøkrum broytingum, ið eg haldi raka skeivt? Eg lesi saman við fólki, ið fáa studning, og eg eigi eina dóttur, sum um nøkur fá ár skal á miðnámsskúla. Harafturat eri eg lesandi, men fái ikki studning, hetta merkir sostatt, at broytingarnar als ikki ávirka mína privatøkonomi. Taki eg undir við broytingaruppskotinum? Nei! Og tískil valdi eg at lut
1
2
>
|
|
|
|
|
|