|
|
|
politikkur
-
Moskur í Danmark - við øðrum beininum í flogfarinum
18-01-2011
Tina K. Jakobsen er forfard!!! Heilt ófatiliga forfard!
Nú eftir nógv ár dugi eg endiliga at síggja at tað er fullkomiliga skeivt sum eg havi roynt at arbeitt fyri. Eg havi roynt at kasta ljós á og betra um viðurskiftini hjá samkyndum og kvinnum. Men í kvøld tá eg kom heim frá arbeiði, sá eg á portalinum, at tað er als ikki tað, ið er týdningarmiklast í løtuni.
Tvørturímóti tykiskt tað at vera týdningarmikið at vera rætttrúgvandi. Og at vera rætttrúgvandi er eftir øllum at døma at vera kristin. Í øllum førum á pappírinum, soleiðis, at um onkur spyr teg, so kanst tú við góðari samvitsku svara: ja, eg eri kristin.
Hvat er hetta fyri ignoransa og totalidioti, sum er at síggja í viðmerkingunum um moskur í Danmark?
Her eru nøkur dømi:
Kl. 08.36: “ikki gott hvat danir gerða. bláoygdir.”
Kl. 10.46: “Hallo Danmark.Fjern muslimerne fra jeres land,før det bliver Danmarks undergang.”
Kl. 11.05: “Vesturheimurin burdi bíða við at latið Islam bygt sínar moskur, inn til tey kristnu kunnu byggja kirkur í muslimska heiminum og ikki verða dripin fyri
-
Solidaritetur anno 2010
09-10-2010
Fríggjadagin um døgurðatíð var eg til mótmælisgongu, og av teimum, eg lesi saman við á Setrinum, vóru rættiliga nógv møtt upp. Nei, tað er lygn! Tað vóru eg og ein onnur lesandi frá Føroyamálsdeildini, ið luttóku í mótmælisgonguni. So sendi optimist-Tina sjálvandi sms-ir víða um fyri at vita, um fólk vóru á veg. Onkur svaraði aftur, at tey vóru til arbeiðis, summi svaraðu bara nei, og onnur svaraðu als ikki. Ongin av teimum, eg sendi boð til, kom til mótmælisgonguna.
Á Vaglinum 09. okt. 2010
Meðan vit vóru á Vaglinum, spurdi onkur meg, um eg var avvarðandi til onkran í rúgvuni av 17-20-ára gomlum miðnámsnæmingum. Nei, tað eri eg ikki, men merkir tað, at so kann eg ikki vera solidarisk og mótmæla nøkrum broytingum, ið eg haldi raka skeivt? Eg lesi saman við fólki, ið fáa studning, og eg eigi eina dóttur, sum um nøkur fá ár skal á miðnámsskúla. Harafturat eri eg lesandi, men fái ikki studning, hetta merkir sostatt, at broytingarnar als ikki ávirka mína privatøkonomi. Taki eg undir við broytingaruppskotinum? Nei! Og tískil valdi eg at
-
Málið er rokkið, systrar!
06-08-2009
Tað er okkum ein sonn frøi at kunngera tær, kæra systir, at málið um kvinnuluttøku í føroyskum politikki nú er rokkið.
Síðan Demokratia varð sett á stovn í 2006 er parturin av kvinnum í tinginum farin úr 9 prosentum upp í heili 15 prosent.
Í veruleikanum hevur Demokratia avtikið seg sjálvt, tí málið er sanniliga rokkið.
Vit taka fult undir við ætlanunum hjá Landsstýrinum um at spara Demokratia burtur, tí tað fer heilt vist at muna – bæði fíggjarliga og í mun til javnstøðu í Føroyum.
At javnstøða ikki verður nevnd við einum orði í ólavsøkurøðu løgmans, váttar eisini, at málið er rokkið.
Vit lata tølini fyri kvinnuluttøku í øðrum londum tala fyri seg, og fegnast um, at vit als ikki longur nýtast at samanbera okkum við hini norðurlondini, men við meiri fjarðskotin og ævintýrakend lond úti í heimi.
Men – við hetta lag verður ikki leingi áðrenn kvinnuumboðanin í landinum eisini fer at avspegla hana í tinginum, nevniliga 15 prosent!
Vinaliga
Kvinnufelagið í Havn
|
|
|
|
|