Nýggj innlegg

Bólkar el. flokkar

Moskur í Danmark - við øðrum beininum í flogfarinum

18-01-2011

Tina K. Jakobsen er forfard!!! Heilt ófatiliga forfard!

Nú eftir nógv ár dugi eg endiliga at síggja at tað er fullkomiliga skeivt sum eg havi roynt at arbeitt fyri. Eg havi roynt at kasta ljós á og betra um viðurskiftini hjá samkyndum og kvinnum. Men í kvøld tá eg kom heim frá arbeiði, sá eg á portalinum, at tað er als ikki tað, ið er týdningarmiklast í løtuni.

Tvørturímóti tykiskt tað at vera týdningarmikið at vera rætttrúgvandi. Og at vera rætttrúgvandi er eftir øllum at døma at vera kristin. Í øllum førum á pappírinum, soleiðis, at um onkur spyr teg, so kanst tú við góðari samvitsku svara: ja, eg eri kristin.

 

Hvat er hetta fyri ignoransa og totalidioti, sum er at síggja í viðmerkingunum um moskur í Danmark?

Her eru nøkur dømi:

 

Kl. 08.36: “ikki gott hvat danir gerða. bláoygdir.”

 

Kl. 10.46: “Hallo Danmark.Fjern muslimerne fra jeres land,før det bliver Danmarks undergang.”

 

Kl. 11.05: “Vesturheimurin burdi bíða við at latið Islam bygt sínar moskur, inn til tey kristnu kunnu byggja kirkur í muslimska heiminum og ikki verða dripin fyri sína trúgv.”

 

Kl. 12.57: “(…) muslimar hata alt sum vesturheimurin stendur fyri og teirra mál er at gerða heimin muslimskan, 90% av øllum ófriði og kriminaliteti eru frá muslimum í Dk (…) Mogens Glistrup hevði rætt í øllum ið hann segði (…)”.

 

Kl. 13.47: “eg hopi at onkur bombar hasa moskuna tá hon er stúgvandi full”

 

Eg eri simpelthen forfard – og tá eg síggi slíkar viðmerkingar, so vóni eg, at tey byggja gigastórar moskur – og eg vóni at tær vera væl vitjaðar, at tað fer at birta undir at upprunadanir og erkaføroyingar læra meira um islam og muslimar, um ymsu sløgini av islam, um muslimskar kvinnur, muslimskar menn og muslimsk børn. Um teirra heimsfatan, um teirra mentanararv, um teirra siðir og ósiðir.

 

Eg vóni eisini at donsku muslimarnir fara at læra meira um danir, ið hava verið danir í meira enn trý ættarlið, um føroyingar, sum stavað frá Magnusi Heinasyni, um kristnu trúnna, um brøðrasamkomuna, um pinsarnar, um kristnar kvinnur, kristnar menn og kristin børn. Um teirra heimsfatan, um teirra mentanararv og um teirra siðir og ósiðir.

 

Eg vóni, at tá moskurnar eru klárar at taka í brúk, at statsministarin og drotningin bæði tvey, luttaka í vígsluni.

 

Eg vóni at Drotning okkara fer at veva, seyma ella brodera klæðini hjá høvuðsimaminum.

 

Eg vóni at ektaðu danirnir klára at taka ímóti moskunum, og um teir ikki megna tað, so vóni eg at teir broyta grundlóg okkara, soleiðis at vit fjerna orðingina um trúarfrælsi.

 

Tá eg lesi viðmerkingar sum omanfyrinevndu, so finni eg mær atlantic.fo fram, siti veruliga og hugsi um eg skal pilla av landinum. Siti og hugsi um hvar í heiminum fólk eru meira fyrikomandi og víðskygd. Hvagar kann eg flyta, og liva eitt friðarligt lív uttan altíð at kenna meg bombarderaða aftur í 13. øld?

Eg havi verið so glað fyri at vera komin heim aftur til Føroya eftir lesnað í Danmark, men eg eri so ræðuliga troytt av fólki, ið gongur í so trongum skóm, at tey vilja øllum ilt, ið ikki eru sum tey.

 

Ikki allir muslimar eru eins, eins og øll kristin ikki eru eins, og allir katolikkar, jødar, hindu, buddistar you name it – ikki eru eins!!!

Eg eri ongantíð í kirkju. Tað merkir, at eg eri í kirkju til barnadópar, fermingar, vígslur og jarðarferðir. Men annars teljist eg ikki millum tey vitjandi í fólkakirkju Føroya. Eg fari neyvan nakrantíð at fáa brúk fyri einari mosku. Men eg havi respekt fyri at tað finnast fólk, ið trúgva á eina hægri makt, og eg havi respekt fyri at tey vilja samlast av og á fyri at biðja saman.

 

Eg vóni at prestarnir í Føroyum komandi sunnudag taka dømið um moskurnar í Danmark til sín, og læra teirra kirkjufólk eitt sindur um islam og toleransu mótvegis hvør øðrum – eisini tí, tú ikki kennir til frammanundan.

 

Eg vóni at vit hvør í sínum lag og í felag vilja broyta okkara umhvørvi til tað betra, tað meira toleranta, tað víðskygda, tað fryntliga og fyrikomandi. Og ikki til tað snævurskygda, intoleranta, ófólkaliga og hatska umhvørvi vit liva í í løtuni!


Bólkur el. flokkur: Tinusa heimur

Viðmerkingar

Ongar viðmerkingar

Ger eina viðmerking

Tina K. Jakobsen  | Tlf.: 216064 | tinakj@olivant.fo