Nýggj innlegg

Bólkar el. flokkar

Solidaritetur anno 2010

09-10-2010

Fríggjadagin um døgurðatíð var eg til mótmælisgongu, og av teimum, eg lesi saman við á Setrinum, vóru rættiliga nógv møtt upp. Nei, tað er lygn! Tað vóru eg og ein onnur lesandi frá Føroyamálsdeildini, ið luttóku í mótmælisgonguni. So sendi optimist-Tina sjálvandi sms-ir víða um fyri at vita, um fólk vóru á veg. Onkur svaraði aftur, at tey vóru til arbeiðis, summi svaraðu bara nei, og onnur svaraðu als ikki. Ongin av teimum, eg sendi boð til, kom til mótmælisgonguna.

 

Á Vaglinum 09. okt. 2010

Meðan vit vóru á Vaglinum, spurdi onkur meg, um eg var avvarðandi til onkran í rúgvuni av 17-20-ára gomlum miðnámsnæmingum. Nei, tað eri eg ikki, men merkir tað, at so kann eg ikki vera solidarisk og mótmæla nøkrum broytingum, ið eg haldi raka skeivt? Eg lesi saman við fólki, ið fáa studning, og eg eigi eina dóttur, sum um nøkur fá ár skal á miðnámsskúla. Harafturat eri eg lesandi, men fái ikki studning, hetta merkir sostatt, at broytingarnar als ikki ávirka mína privatøkonomi. Taki eg undir við broytingaruppskotinum? Nei! Og tískil valdi eg at luttaka í mótmælisgonguni!

Hvat hendi? Nær góvust vit at vera solidarisk?

Var tað, tá landið ognartók solidaritetin og umdoypti hann til samhaldsfasta?

Hví kunnu vit bara mótmæla, um ein broyting rakar okkum beinleiðis? Hví ber tað ikki til at vera solidarisk longur?

Vit eiga at minnast til, at tað ber til at vera solidarisk, hóast ein ávís broyting í eini lóg ikki ávirkar teg. Eg eri samd við summum, tá tey siga, at tey lesandi eisini mugu stramma beltið, men eg eri eisini samd við teimum lesandi, tá tey siga “Fingrarnar vekk”. Og orsøkin er einføld – eg eigi, sum nevnt, eina dóttur, sum um nøkur fá ár skal á miðnámsskúla. Eg vildi fegin, at hon samstundis lærdi at klára seg fyri tann pening, hon hevði, men um hon skal liva fyri 1800,- kr. um mánaðin, so er tað longu frammanundan avgjørt, at tað fer hon ikki at læra.

Og jú, sjálvandi kann hon fáa sær eitt arbeiði. Eg gangi út frá, at vit í 2012-13 eru komin nøkulunda úr fíggjarkreppuni, og at tað tá eru størv tøk til eina tá 16-ára gamla gentu.

Men so lesi eg á heimasíðuni hjá studentskúlanum í Hoydølum, at skúlating taka sína tíð:

“Ein skal eisini venja seg við, at fyri tað mesta fara 15 – 20 tímar um vikuna til at gera síni skúlating. Her eru íroknað í miðal 2 – 3 innlatingar um vikuna í fyrsta flokki. Fær ein ikki tað í lag, so er strongd – stress – er ikki eitt óhugsandi fyribrigdi í miðnámsskúlanum.”

http://www.hoydalar.fo/?MId=34&page=143

Við hesum í huga so skal hon brúka í miðal 17,5 tímar um vikuna til skúlating. Tímatalvan fyrsta árið er 36 tímar um vikuna fyri ein, ið fer á málsligu deild. Tað merkir, at næmingurin skal brúka 53,5 tímar um vikuna upp á skúla. Tað er meira enn full arbeiðstíð hjá vaksnum.

Fyri hetta avrik skal næmingurin eftir fíggjarlógaruppskotinum stuðlast við kr. 450,- um vikuna, ella umleið kr. 8,5 fyri hvønn tíma, hann ella hon brúkar upp á útbúgving sína.

Og hetta er tað, eg haldi vera óhoyrt. Væl veit eg, at tað eitur studningur og ikki løn. Men eg veit eisini, at fyri tey flestu er hetta einasta inntøkan.

Um vit ynskja, at tey lesandi skulu klára seg sjálv, meðan tey eru á miðnámsskúla, so mugu vit velja: antin lata vit krónutalið (2.200,-) fáa frið, og so mugu tit gjarna innføra prosentvíst niðursettan studning yvir ávíst krónutal, ella verður tað sett niður í 1.800,- krónur, men so ber ikki til eisini at lækka teirra studning prosentvíst, um tey fara at arbeiða.

Pest ella kolera er í lagi, tá støðan er, sum hon er í løtuni – men ongin, heldur ikki tey lesandi – skulu noyðast at hava báðar sjúkur.

Men so er tað tað, kann mann veruliga taka tey lesandi serliga seriøst, tá fólk handan Facebook-bólkin “Fingrarnir vekk frá okkara studningi” hava hetta sum status frá hósdegnum 07.okt. kl. 17:41 til skrivandi stund (leygardag, 09.okt. kl. 17:11):

I think i´m gay o,0 can someone help me?

Er hetta serliga seriøst? Áttu tey ikki heldur at skrivað okkurt í status, sum var um broytingarnar í lógaruppskotinum? Ella er mín reaktión uppá hetta bara jammur (enn einaferð) frá einari, eftirhondini, í lestrarhøpi, gamlari skrindu?

Fríggjadagin um døgurðatíð fann eg í øllum førum útav, at eg eri rættiliga ómodernað, eg valdi at vera solidarisk, tí tað er mann opinbart ikki longur.


Bólkur el. flokkur: Tinusa heimur

Viðmerkingar

Ongar viðmerkingar

Ger eina viðmerking

Tina K. Jakobsen  | Tlf.: 216064 | tinakj@olivant.fo