Nýggj innlegg

Bólkar el. flokkar

Blekingevej

  • Tað góða lívið
    20-05-2010
    Siti í morgun og lesi til próvtøku. Og meðan eg siti og gløði niður í Faroese, so komi eg at hugsa um morgnarnar hjá ommu og abba í Danmark. Tíðliga upp, vaska andlit, eta morgunmat, reiða upp og lufta út, undir brúsuna og so til handils. Hvønn morgun varð eg vakt kl. 07.30 hóast tað var summarferia, og sjálvt um eg var fratør inn á hetta summa tíðir, so var tað aloftast í ordan, tí tá eg kom inn í køkina, stóð morgunmaturin klárur á tallerkinum á borðinum. Rúkandi heitt, nýkókað kaffi, ristað breyð við heimagjørdum appilsinsúltutoyi og onkrar morgnar var eisini kókað egg at fáa. Og um eg vildi hava meira, so lupu bæði omma og abbi upp frá at rista mær meira breyð og koyra meira heimagjørt súltutoy á, kaffi rann í stríðum streymum niðurí koppin, og tey flentu ofta eftir, at Stankelben kundi eta so nógv.   Stankelben var eitt av kelinøvnunum tey góvu mær. Orsøkin var ganska einføld – eg var ein strika í luftini, ein tendstikkur faktiskt. Kanska nakað ringt hjá nógvum, sum bara kenna meg í nýggjari tíð, at

Tina K. Jakobsen  | Tlf.: 216064 | tinakj@olivant.fo