Bookmark and Share    
Tinakj

Tað góða lívið

20-05-2010

Blekingvej í ÅlsgaardeSiti í morgun og lesi til próvtøku. Og meðan eg siti og gløði niður í Faroese, so komi eg at hugsa um morgnarnar hjá ommu og abba í Danmark. Tíðliga upp, vaska andlit, eta morgunmat, reiða upp og lufta út, undir brúsuna og so til handils. Hvønn morgun varð eg vakt kl. 07.30 hóast tað var summarferia, og sjálvt um eg var fratør inn á hetta summa tíðir, so var tað aloftast í ordan, tí tá eg kom inn í køkina, stóð morgunmaturin klárur á tallerkinum á borðinum. Rúkandi heitt, nýkókað kaffi, ristað breyð við heimagjørdum appilsinsúltutoyi og onkrar morgnar var eisini kókað egg at fáa.

Og um eg vildi hava meira, so lupu bæði omma og abbi upp frá at rista mær meira breyð og koyra meira heimagjørt súltutoy á, kaffi rann í stríðum streymum niðurí koppin, og tey flentu ofta eftir, at Stankelben kundi eta so nógv.

 

Stankelben var eitt av kelinøvnunum tey góvu mær. Orsøkin var ganska einføld – eg var ein strika í luftini, ein tendstikkur faktiskt. Kanska nakað ringt hjá nógvum, sum bara kenna meg í nýggjari tíð, at ímynda sær, men ein skjønnan dag fari eg at prógva tað við gomlum myndum.

Og Stankelben hevði súkklu í Danmark. Dagin eftir at eg var komin til Danmarkar var farið í kjallaran at leita súkkluna fram, turka eftir henni, koyra luft í dekkini, og so súkklutúr. Eg trúgvi ikki, at tað munnu vera nógv støð í Aalsgårde, sum eg ikki havi vitjað á súkklu.

Einaferð um vikuna fóru eg og abbi súkklutúr til Helsingør at keypa. Omma tímdi ikki við, havi faktiskt ongantíð sæð hana á súkklu, sjálvt um hennara pena bláa súkklu eisini stóð uttanfyri húsini, eins og okkara gjørdu.

Aloftast súkklaðu vit tó oman í Spar at keypa.

Spar lá beint við tokstøðna, og hvørt summar spurdi abbi um eg mintist hvussu eg skuldi síggja um eitt tok var á veg, og sjálvt um eg hvørt summar svaraði, at ja, tað mintist eg, so fekk eg svaduna om igen.

Ongin bummur forðaði fyri at ganga út á skinnarnar tá tokið var har, men har vóru ljós og so floytaði tokið so tað hoyrdist um allan býin.

Floytið kom rættiliga langt áðrenn tokið faktiskt kom á støðna, men væluppdrignað Stankelben stóð pent og bíðaði til tað endiliga sást og hevði steðgað á støðni. Síðan gekk eg yvirum og inn í Spar.

 

Eg elskaði Spar. Eg haldi ikki, at har var so nógv at fáa, sum ikki fekst aðrastaðni, men tað var munandi meira spennandi á hillunum í Spar enn í Eldhúsi á Sandi. Í øllum førum tá mann bara vitjaði handilin um summarið.

 

Tá vit vóru afturkomi úr Spar var klokkan aloftast 10 og omma hevði kókað nýtt kaffi. Um tað var heitt í veðrinum, so fóru vit útum at drekka kaffi, um ikki, so sótu vit í køkini.

 

Aftaná “formiddagskaffe” slapp eg at gera meg klára at leypa í hylin. Eg fann svimjiklæðini og handklæði fram, sandalirnar á føturnar og so rann eg oman gjøgnum havan, inn í kjallaran, dragsaði støvsugaran fram og støvsugaði hylin. Um abbi enn sat og drakk kaffi saman við ommu tá eg var liðug at støvsuga hylin, og fiska bløð og biir úr vatninum, so rann eg niðan aftur, og gav týðiligt tekin um, at hann órógvaði dagsins ordan – hann átti at koma oman til hylin at kjekka ph-virði og reinsa filtri, tí tað dugdi eg ikki (tað lærdi eg tá eg gjørdist eldri).

Og gud nái hann, um hann reinsaði filtrið meðan eg ikki var hjástødd, tí niðri í filtrinum vóru ofta pinkalítlir froskar, sum eg elskaði at taka upp og renna aftaná, og tað kundi eg ikki, hviss hann hevði tømt filtrið meðan eg ikki var hjástødd.

Tá filtur og ph-virði vóru í lagi, fóru vit eftir moppuni at vaska kantin við og tá tað var gjørt, fleyg eg inn í vaskirúmi, skifti í svimjiklæðir og leyp í hylin.

Abbi heintaði púturnar til havamøblarnar, og so hugnaði eg mær restina av degnum við at svimja, sóla mær, drekka sodavatn við ísterningum og sitrón, sum abbi og omma uppá skift máttu bera mær oman.

Og í dag, tá eg siti og lesi mállæru, so kundi eg gott tonkt mær at ligið og lisið í mínum havastóli í garðinum í Aalsgårde.


Bólkur el. flokkur: Tinusa heimur

Viðmerkingar

Ongar viðmerkingar

Ger eina viðmerking

Tina K. Jakobsen  | Tlf.: 216064 | tinakj@olivant.fo