Nýggj innlegg

Bólkar el. flokkar

Reytt, svart, grønt - stopp!!

28-04-2011

28 Apríl, 2011 at 20:22

“Ravnar á ljóðleysum flogi” smoykir sær inn undir húðina. Les, fyri Guðs skyld, les, les!

Sissal Kampmann: Ravnar á ljóðleysum flogi. Yrkingar úr uppgongdini.

Yrkingar. 64 síður.

Forlagið Eksil, 2011.

Eftir upplesturin hjá Sissal Kampmann í Sirkus var ongin ivi. Hesum skuldi eg hava fatur á og lesa, og lesa umaftur, og so sikkurt eina ferð afturat.

Men fyrstu ferð varð eg ongul í reyv – hóast Facebook segði mær, at nú var Sissal útkomin, so segði Gamli Bókhandil, at tað var hon ikki. Men í dag eydnaðist. Í posanum á veg heim liggja Sissal Kampmann, Ravnar á ljóðleysum flogi, og De fortabte spillemænd hjá Williami Heinesen.

 

Heimkomin verður William liggjandi og Sissal tikin fram. Og hóast eg havi hoyrt Sissal lisið nakrar av yrkingunum í Sirkus, so er hetta himmalskt – hetta er sum at fáa eitt skot av lívi sprænt í æðrarnar:

Eg drekki kaffi, meðan eg elski teg út um borðini, / út um parkeringsplássið, út um Jysk sengetøjslager, / út um Gentofte, Hellerup, Keypmannahavn, / út um Sæland, Jútlland, Danmark, Europa, út. (12).

Og meðan William, sum búði í Føroyum, men skrivaði á donskum, enn liggur í posanum og roynir at rópa á meg, so lurti eg als ikki eftir honum, men eri so glað, tí at Sissal, sum býr í Danmark, men skrivar á føroyskum, hevur latið sínar yrkingar geva út.

Fleiri av yrkingunum eru rættiliga prosakendar. Tær eru ymiskar í longd, ymiskar í intensiteti og ymiskar í evnum – og tó. Fleiri av yrkingunum bróta mørk og leita eftir mørkum. Har er ein grønur litur, ið spreingir havsins mørk (s.13), eitt meg, ið letur “(…) meg lata teg lata meg elska teg markleyst (…)” (27) og eitt eg, ið kennir seg heimleyst, men sum definerar sítt heim sum ein kassi við innihaldi (4). Og innihaldið er tað sama, sum flestu okkara hava inni hjá okkum sjálvum. Hesin heimurin hjá eg-num er, at síggja til, tann sami sum tín og mín. Har eru bøkur, ein sofa, eitt borð, ein telda, plantur og so framvegis. Tá tú nú ert sloppin inn í kassan, so byrjar forteljingin, og hon er ikki fyri sartar sálir:

Kappingin móti tíðini/og móti/eirindaleysu avgerðunum/er náðileys/í januar/har eg standi/á svørtum, frystum asfalti/við hondunum hjálparleysum/hangandi/niður eftir síðuni. (42).

Savnið er litríkt. Brún lyftir, gulir 66-arar, ein gráur postkassi og eitt reytt navnaskelti. Litirnir og ferðin á yrkingunum gera, at tú verður sogin inn í henda heimin handan dyrnar á permuni, henda kassan, við øllum møblunum, sum eru karmar um nakrar sera vælyrktar yrkingar.

Poppkenda uppreksanin minnir meg um Soloalbum hjá Benjamin von Stuckrad-Barre og aðrar poppbókmentir. Í fyrstu atløgu fekk eg ikki permu og baksíðu at rigga til innihaldið í savninum. Men tá eg hevði hugt eina løtu, sá eg, at um eg seti meg at reksa upp hvat er á permuni: ein grøn hurð, ein reyð hurð, ein grøn duramotta, ein reyð trappa, einir svartir stivlar, ein svartur ravnur…; so fái eg nøkulunda somu uppreksan um uppgongdina, sum Sissal gevur mær um innihaldið aftanfyri dyrnar á permuni. Men tá hesin serligi intensiteturin hjá Sissal kemur fram í yrkingunum er tað harmiligt, at tittulblað og kolofon ikki eru meira í trá við innihaldið. Um savnið skal flokkast sum poppbókmentir (og hvør sigur, at tað skal tað?), so manglar forlagið at skapa eina kolofon og tittulblað, ið hóskar til. Onki bendir á at hetta er roynt ella yvirhøvur umhugsað, tíverri.

Men sum Sissal sigur:

At hugleiða um,/hví ein er deildur/í tvíningar/og/leitar eftir sannleikum/í/øllum/bókum,/øllum teim/vikubløðum ein finnur/er syrgiligt (30)

Summa summarum – les, les, les. Og: njót, njót, njót. Tí hetta er guff!

/tkj

 


Bólkur el. flokkur: Tinusa heimur, Lesing

Viðmerkingar

Ongar viðmerkingar

Ger eina viðmerking

Tina K. Jakobsen  | Tlf.: 216064 | tinakj@olivant.fo