Nýggj innlegg

Bólkar el. flokkar

Solidaritetur anno 2010 - II partur

18-12-2010

Í gjár upplivdi eg nakað, sum eg ikki havi upplivað í nógv ár. Í grundini veit eg ikki um eg nakrantíð havi upplivað hetta fyrr.

 

Tað bankaði á dyrnar, eg lati upp, og uttan fyri stendur ein smílandi maður við einum tjúkkum brævi í hondini. Hesin maður spyr eftir Tinu Jakobsen, og tá eg sigi at tað eri eg, so fái eg brævið. Hann ynskir mær gleðilig jól, stadigvekk smílandi og fer avstað.

 

Tá eg fekk brævið, hugsaði eg við mær sjálvari, at tað kann simpelthen ikki vera rætt – skal eg veruliga hava fleiri rokningar beint undan jólunum? “Um ikki annað, so hava tey samlað alt í ein konvolutt hesuferð”, hugsaði eg meðan eg gekk upp á loft og inn á kamarið, sum er mítt heim – tað, eg eina tíð kallaði “mína íbúð” fyri at sleppa undan at fortelja fólki hvussu eg búgvi.

 

So lat eg upp og tá byrjaðu eyguni at væta.

 

-

 

Fyri nøkrum vikum síðan søkti eg um jólahjálp frá Í menniskjum góður tokki. Hóast mín fíggjarstøða hevur verið forferdilig í langa tíð, so havi eg ongantíð fingið meg til at søkja jólahjálp ella annað, tí tað var simpelthen for flovisligt. Eg havi hutlað meg ígjøgnum tilveruna, fjernað allar “óneyðugar” jólagávur (t.e. gávur, mann fegin vil geva fólki, ið hava serligan týdning í tínum lívi, sum kanska hava hjálpt tær onkursvegna), lænt pengar til jólagávur til børnini, dúva uppá jólapakkan við mati frá arbeiðsplássinum. Alt óneyðugt er skorið burtur.

 

Tá eg hevði íbúð (ja, eina ordiliga íbúð), var ongantíð jólatræ í stovuni. Gamaní, træið sjálvt kostar ikki tað heilt villa, men tað skal pyntast og tað kostar. Og ja, tað ber til at gera pynt sjálvi, men tað tekur tíð, og tað havi eg ikki – eg arbeiði so nógv sum gjørligt, soleiðis at eg næsta mánað so nøkulunda klári at gjalda tað, ið skal gjaldast.

 

Fyrr í heyst skrivaði eg eitt innlegg á blogguna um solidaritet anno 2010. Tá skrivaði eg um solidaritetin, ið ikki var til, tá tey lesandi mótmæltu sparingunum í lestrarstuðlinum.

 

Nú havi eg upplivað at tað ber til at vera solidariskur á annan hátt, og hesin mátin hjálpir mær henda jólamánaðin.

 

Tað er ongin loyna, at ein stórur knútur í búkinum byrjaði at blotna, og tað nú sær munandi ljósari út hesa síðstu vikuna undan jólunum.

 

Í konvoluttinum var eitt bræv frá Í menniskjum góður tokki. Har vóru gávukort frá SMS og FK, so maturin í ár er tryggjaður, eins og at eg kann keypa gentunum jólagávur uttan at ringja til mammu mína ella onnur fólk, at læna pengar.

 

Tað, sum tó onkursvegna rakti meg mest, var, tá eg sá klippikort til jólaklipping frá Salong Madonnu.

 

Tey, sum kenna meg væl, vita at eg síðstu tíðina havi klipt mær sjálv. Tað, tey ikki vita (kanska hava varhugan av, men vita tað ikki við vissu) er, at orsøkin millum annað er pengar. Eg havi ikki havt ráð at fara til frisør. Tá eg havi latið hárið voksið og blivið langt, er tað tí at pengar hava ikki verið til frisør, og tá eg herfyri klipti tað stutt, tá gjørdi eg tað sjálv.

 

Tað merkir at nú kann eg fara til frisør fyri fyrstu ferð í 3-4 ár. Eg havi ikki ringt og biðið um tíð enn, men tað kemur.

 

Tað vóru trý klippikort í brævinum. So báðar genturnar vera eisini fríðkaðar til jóla.

 

Ein onnur lítil gáva var eisini í brævinum frá Í menniskjum góður tokki. Eg kann tó ikki avdúka hvat tað var, tí hon skal í ein jólapakka til aðra gentuna.

 

Í ár eri eg komin í veruligan jólahýr. 17. desembur um kvøldið nurtu nógv ókend fólk mítt hjarta og gjørdu at eg og míni børn kunnu hava eini hugnalig jól, har eg ikki skal hugsa um hvussu nógvar mánaðir í nýggja árinum, tað tekur at gjalda pengarnar aftur. Eg upplivdi á egnum kroppi, at tað faktiskt hava verið nøkur ótrúliga effektiv og solidarisk fólk í gongd í tiltakinum, sum Annlis Bjarkhamar hevur verið talskvinna fyri, og tað eri eg ómetaliga takksom fyri.

 

Gleðilig jól 2010


Bólkur el. flokkur: Tinusa heimur

Viðmerkingar

Ongar viðmerkingar

Ger eina viðmerking

Tina K. Jakobsen  | Tlf.: 216064 | tinakj@olivant.fo