|
|
|
Tað góða lívið20-05-2010 Siti í morgun og lesi til próvtøku. Og meðan eg siti og gløði niður í Faroese, so komi eg at hugsa um morgnarnar hjá ommu og abba í Danmark. Tíðliga upp, vaska andlit, eta morgunmat, reiða upp og lufta út, undir brúsuna og so til handils. Hvønn morgun varð eg vakt kl. 07.30 hóast tað var summarferia, og sjálvt um eg var fratør inn á hetta summa tíðir, so var tað aloftast í ordan, tí tá eg kom inn í køkina, stóð morgunmaturin klárur á tallerkinum á borðinum. Rúkandi heitt, nýkókað kaffi, ristað breyð við heimagjørdum appilsinsúltutoyi og onkrar morgnar var eisini kókað egg at fáa.
Og um eg vildi hava meira, so lupu bæði omma og abbi upp frá at rista mær meira breyð og koyra meira heimagjørt súltutoy á, kaffi rann í stríðum streymum niðurí koppin, og tey flentu ofta eftir, at Stankelben kundi eta so nógv.
Stankelben var eitt av kelinøvnunum tey góvu mær. Orsøkin var ganska einføld – eg var ein strika í luftini, ein tendstikkur faktiskt. Kanska nakað ringt hjá nógvum, sum bara kenna meg í nýggjari tíð, at ímy At hugsa online06-04-2010
Eg havi ikki enn vant meg við at blogga. Dugi ikki rættiliga at finna útav hvat skal á bloggin, og hvat skal vera verandi í høvdinum.
Tað tykiskt so sárbært og opið at leggja sínar tankar á netinum. Kanska skal mann ikki vera so bangin fyri tí…
Manntal ella Fólkateljing24-09-2009 Thursday, 24 September 2009 at 11:45 ·
Í 2011 skulu tú og eg teljast. Fólkateljingin verður gjørd eftir ST leisti, og er fyrsta teljingin í Føroyum í meira enn 30 ár.
Tað sigur sostatt seg sjálvt, at vit mangla nógvar upplýsingar um viðurskiftini í Føroyum, og fyri at fáa so neyvar upplýsingar sum møguligt er sjálvandi neyðugt, at spurnarbløð og tilgongdin annars er so objektiv sum yvirhøvur gjørligt.
Ella er tað nú tað? Eftir øllum at døma, so er objektivitetskriteriið ikki eitt, ið liggur serliga ovarlaga á listanum í komandi fólkateljingini. Fólkateljingin er doypt Manntal, eitt navn, sum í mínum oyrum skurrar – eg eri ikki ein maður! Og nei, eg taki ikki undir við, at maður merkir menniskja. Eg eri kvinna og um eg skal teljast, so vil eg fegin hava at tað verður kallað Fólkateljing. Vit hava havt fólkateljingar í Føroyum fyrr, men Manntøl eru nýggj í Føroyum.
Eg dugi ikki at síggja nakra so tungtvigandi orsøk til at orðið skal broytast. Í skúlunum læra vit til dømis um fólkateljingar, ikki um manntøl. Ein og hvør skilir orðið fólkateljing – tað telu Irakarnir í kirkjuni03-09-2009 Natten til den 2. september 2009 bliver 22 irakere fløjet ud af landet.
Natten til den 13. august 2009 fjerner politiet 19 mandlige irakere fra Brorsons Kirke. Desuden anholdes fem demonstranter.
4. august 2009 beder Integrationsminister Birthe Rønn Hornbech politiet om at sætte tempoet op med at få sendt de afviste irakiske asylansøgere hjem. Politiet svarer at de gør hvad de kan.
25. juni sendes de første seks afviste irakiske asylansøgere med fly til Bagdad.
12. juni understreger det irakiske udenrigsministerium på sin hjemmeside, at Irak ikke tager imod afviste asylansøgere, der er tvunget til hjemsendelse. Integrationsminister Birthe Rønn Hornbech fastholder, at der er en aftale om tvangshjemsendelse.
4. juni kritiserer FN's flygtningehøjkommissariat, UNHCR, Danmarks aftale med Irak om hjemsendelse af 272 afviste asylansøgere. Irakiske flygtninge fra de fem centrale provinser bør ifølge FN's konventioner betragtes som flygtninge.
15. maj søger en stor gruppe irakere kirkeasyl først i Vor Frue Kirke, siden i Brorsons Kirke, i København i protest mod udsendelsesaftalen.
13. maj indgår Danmark en hjemsendelsesaftale med Irak, der gør det muligt at tvangsudsende de afviste irakiske asylansøgere, som ikke rejser frivilligt.
Kelda: http://www.dr.dk/Nyheder/Indland/2009/09/03/055659.htm Málið er rokkið, systrar!06-08-2009
Tað er okkum ein sonn frøi at kunngera tær, kæra systir, at málið um kvinnuluttøku í føroyskum politikki nú er rokkið.
Síðan Demokratia varð sett á stovn í 2006 er parturin av kvinnum í tinginum farin úr 9 prosentum upp í heili 15 prosent.
Í veruleikanum hevur Demokratia avtikið seg sjálvt, tí málið er sanniliga rokkið.
Vit taka fult undir við ætlanunum hjá Landsstýrinum um at spara Demokratia burtur, tí tað fer heilt vist at muna – bæði fíggjarliga og í mun til javnstøðu í Føroyum.
At javnstøða ikki verður nevnd við einum orði í ólavsøkurøðu løgmans, váttar eisini, at málið er rokkið.
Vit lata tølini fyri kvinnuluttøku í øðrum londum tala fyri seg, og fegnast um, at vit als ikki longur nýtast at samanbera okkum við hini norðurlondini, men við meiri fjarðskotin og ævintýrakend lond úti í heimi.
Men – við hetta lag verður ikki leingi áðrenn kvinnuumboðanin í landinum eisini fer at avspegla hana í tinginum, nevniliga 15 prosent!
Vinaliga
Kvinnufelagið í Havn
04. august 200904-08-2009 Enn einaferð kom tað so vítt. August mánaði er yvir okkum – tingið er sett, vespurnar surra í køkini og ólavsøkurøða løgmans er hildin. Mitt í øllum festivalruðuleikanum ætla landsins politikkarar sær at avtaka Demokratiu og um ikki Kristianna W. Poulsen hevði reagerað – ja, so hevði eg sovið í tímanum og als ikki lagt tað til merkis.
Tina og dámurnar avbrutu sostatt teirra summarferiu og møttust í gjárkvøldið á skype og í dag irl hjá Rigmor. Úrslitið sæst væntandi um nakrar dagar.
Simona er farin at ferðast – gellan ringdi úr Týsklandi í dag – á veg til Hollands. Pávastolt, at hon var sloppin at ringja fyri at siga hey við mammu sína. Og mamman var sjelaglað – mitt í FK, millum avokadur og ostar og royndi at hoyra hvat lítla diddan hevði at fortelja henni í øllum larminum.
Rannvá lesur enn Harry Potter – hon er hansara trúgvasti fjeppari og hevur lisið allar bøkurnar 3-4 ferðir úr einum enda í annan.
Sjálvandi er tað ikki stuttligt bara at lesa tær umaftur og umaftur, so smá projektir vera stápla á beinini, sum eitt nú “les-allar-Harry-Pott óh god - eisini hon!02-10-2008
Ja, so fór eg eisini at blogga
Eg haldi faktiskt at Turiðsa bloggur er so stuttligur at lesa – at eg helt at eg fór at gera mær ein vanligan deyðiligan og minni stuttligan ein…
thats it for today…
Tina
<
1
2
|
|
|
|
|