Nýggj innlegg

Bólkar el. flokkar

04. august 2009

04-08-2009
Enn einaferð kom tað so vítt. August mánaði er yvir okkum – tingið er sett, vespurnar surra í køkini og ólavsøkurøða løgmans er hildin. Mitt í øllum festivalruðuleikanum ætla landsins politikkarar sær at avtaka Demokratiu og um ikki Kristianna W. Poulsen hevði reagerað – ja, so hevði eg sovið í tímanum og als ikki lagt tað til merkis.

Tina og dámurnar avbrutu sostatt teirra summarferiu og møttust í gjárkvøldið á skype og í dag irl hjá Rigmor. Úrslitið sæst væntandi um nakrar dagar.

Simona er farin at ferðast – gellan ringdi úr Týsklandi í dag – á veg til Hollands. Pávastolt, at hon var sloppin at ringja fyri at siga hey við mammu sína. Og mamman var sjelaglað – mitt í FK, millum avokadur og ostar og royndi at hoyra hvat lítla diddan hevði at fortelja henni í øllum larminum.

Rannvá lesur enn Harry Potter – hon er hansara trúgvasti fjeppari og hevur lisið allar bøkurnar 3-4 ferðir úr einum enda í annan.

Sjálvandi er tað ikki stuttligt bara at lesa tær umaftur og umaftur, so smá projektir vera stápla á beinini, sum eitt nú “les-allar-Harry-Potter-bøkurnar-uppá-tíð” – úrslitið av hesum projekti var, at gentan sat við nøsini í einí bók konstant – gekk Rannvá úr køkini í stovuna, so hevði hon bókina undir nøsini – fór hon í song, so lá hon og las – skuldi hon gera skúlating, ja so lá bókin opin við síðuna av, so at hon kundi skifta yvir til tann meira (fyri hana) áhugaverda lesnaðin.

Eftirhondini finnur hon fleiri og fleiri feilir í bókunum – og nei, tað eru ikki týðarafeilir, hóast tað eisini eru nógvir av teimum, sigur eksperturin, men Rowling sjálv blandar sínar figurar og tað er sjálvandi eitt irritatiónsmoment hjá røttum Harry Potter fjepparum.

Í morgin skal Rannvá á býarbókasavnið – eftir ordra frá mammu síni – hon skal finna eina bók, og tað skal ikki vera ein Harry Potter bók.

Tað verður spennandi at síggja hvat hon velur at koma heim aftur við.


Bólkur el. flokkur: Tinusa heimur

Viðmerkingar

Ongar viðmerkingar

Ger eina viðmerking

Tina K. Jakobsen  | Tlf.: 216064 | tinakj@olivant.fo