Nýggj innlegg

Bólkar el. flokkar

sissal kampmann

  • Reytt, svart, grønt - stopp!!
    28-04-2011
    28 Apríl, 2011 at 20:22 “Ravnar á ljóðleysum flogi” smoykir sær inn undir húðina. Les, fyri Guðs skyld, les, les! Sissal Kampmann: Ravnar á ljóðleysum flogi. Yrkingar úr uppgongdini. Yrkingar. 64 síður. Forlagið Eksil, 2011. Eftir upplesturin hjá Sissal Kampmann í Sirkus var ongin ivi. Hesum skuldi eg hava fatur á og lesa, og lesa umaftur, og so sikkurt eina ferð afturat. Men fyrstu ferð varð eg ongul í reyv – hóast Facebook segði mær, at nú var Sissal útkomin, so segði Gamli Bókhandil, at tað var hon ikki. Men í dag eydnaðist. Í posanum á veg heim liggja Sissal Kampmann, Ravnar á ljóðleysum flogi, og De fortabte spillemænd hjá Williami Heinesen.   Heimkomin verður William liggjandi og Sissal tikin fram. Og hóast eg havi hoyrt Sissal lisið nakrar av yrkingunum í Sirkus, so er hetta himmalskt – hetta er sum at fáa eitt skot av lívi sprænt í æðrarnar: Eg drekki kaffi, meðan eg elski teg út um borðini, / út um parkeringsplássið, út um Jysk sengetøjslager, / út um Gentofte, Hellerup, Keypmannahavn, / út um Sæland, Jútlland, Danmark, Europa, út. (12). Og meðan William, sum

Tina K. Jakobsen  | Tlf.: 216064 | tinakj@olivant.fo