|
|
|
til minnis
-
Minningarorð um Rasmus Rasmussen
14-10-2012
Tórshavn hin 14. oktober 2012
Góði Rasmus
Í gjár var jarðarferðin. Tá eg fór út um hurðina, legði eg merki til, hvussu gott veðrið var. Eg mintist, at eg einaferð fekk at vita frá einum av mínum mongu sálarfrøðingum, at eg skuldi leggja merki til okkurt gott hvønn dag. Tí ongin dagur hevur bara ringt við sær. Og hóast eg visti, at tað fór at verða tungt í dag, so var tað allarfyrsta, eg sá, bláur himmal, stilt og sól. Og so visti eg av tí sama, at tú vart á veg, nú fórt tú at fáa frið. Frið fyri teimum, ið bardu teg av í Glitnir, men eisini frið fyri tí, sum bardist innan í tær sjálvum.
Harafturat fórt tú at fáa frið fyri okkum, sum ikki royndu at hjálpa tær í nóg stóran mun. T.d. megnaði eg ongantíð at seta meg undir liðina á tær og siga tær, at eg heldur ikki altíð hevði havt tað so gott, kanska hevði tað kunnað tikið eitt sindur av tínum einsemi burtur? Kanska skuldi eg onkuntíð havt svarað "nei, men skulu vit fara saman ein túr onkuntíð?" í staðin fyri bara at siga "nei, tíverri" tá
-
Tað góða lívið
20-05-2010
Siti í morgun og lesi til próvtøku. Og meðan eg siti og gløði niður í Faroese, so komi eg at hugsa um morgnarnar hjá ommu og abba í Danmark. Tíðliga upp, vaska andlit, eta morgunmat, reiða upp og lufta út, undir brúsuna og so til handils. Hvønn morgun varð eg vakt kl. 07.30 hóast tað var summarferia, og sjálvt um eg var fratør inn á hetta summa tíðir, so var tað aloftast í ordan, tí tá eg kom inn í køkina, stóð morgunmaturin klárur á tallerkinum á borðinum. Rúkandi heitt, nýkókað kaffi, ristað breyð við heimagjørdum appilsinsúltutoyi og onkrar morgnar var eisini kókað egg at fáa.
Og um eg vildi hava meira, so lupu bæði omma og abbi upp frá at rista mær meira breyð og koyra meira heimagjørt súltutoy á, kaffi rann í stríðum streymum niðurí koppin, og tey flentu ofta eftir, at Stankelben kundi eta so nógv.
Stankelben var eitt av kelinøvnunum tey góvu mær. Orsøkin var ganska einføld – eg var ein strika í luftini, ein tendstikkur faktiskt. Kanska nakað ringt hjá nógvum, sum bara kenna meg í nýggjari tíð, at
|
|
|
|