Føroyskt   English

Sp/f Kjølur
 
 Í juli 2007 bleiv non-food virksemið hjá Kjølbro heilsølu, sum serliga var ætlað sjóvinnuni lagt í nýtt felag, og bleiv Sp/f Kjølur stovnað í hesum sambandi. Felagið er systurfelag hjá Kjølbro heilsølu og heldur til í sama bygningi - men tó í egnum hølum.
 
Fyritøkan telur 3 starvsfólk, har tveir sølumenn/innkeyparar starvast dagliga, afturat einum bókhaldara.
 
Felagið vendir sær serliga til sjóvinnuna á sjógvi og landi, og hevur felagið einaumboð í Føroyum uppá millum annað: Mustad húkar og eykalutir, Hydro Texaco olju og knívar frá Frost og Felix fyri at nevna nøkur.  Samstundis eru fleiri samstarvsavtalur innan aðra útgerð til sjóvinnuna, eins og eitt ávíst úrval er av arbeiðsklæðum, stivlum o.ø.