Proviantering hevur altíð verið ein týðandi partur av virksemi okkara. Vit útvega matvørur, útgerð til reingerð, kokkaútgerð, kioskvørur o.a.
Okkara endamál er at útvega fiskiflota okkara dygdargóðar vørur til ein góðan prís. Samstundis leggja vit stóran dent á at veita eina góða tænastu.
Provianteringstænasta okkara er tøk alt samdøgrið.
Táið proviantur skal bíleggjast, hava vit ein provianteringslista, ið kann hjálpa tær at bíleggja. Hesin fæst á avgreiðslu okkara. Eisini ber til at móttaka hann pr. teldupost.
Hevur tú onkrar spurningar til okkara, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tel. (+298) 232021(proviantering) ella (+298) 471111(avgreiðsla). Eisini kanst tú senda ein teldupost á: hugo@kjolbro.com