Føroyskt   English



Kjølbro Heilsøla er ein fyritøka, ið leverar vørur kring allar Føroyar. Vit levera til handlar, stórkøkar, matstovur, hotellir, fiskavirkir, skip o.a.
 
Góðu flutningsmøguleikarnir í dagsins samfelag gera, at sølufólk okkara vitja kundar okkara hvørja viku - og hava vit somuleiðis útkoyring um alt landið hvørja viku.

Vit umboða kend merki sum: Leaf (Malaco og Lakerol), Arcor, Figgjo, Stabburet, Gillebageren, Give Konfekture, Peka o.a. Umframt hesi merki hava vit eisini vørur frá m.a. Arla Foods, Supergros, Bæhncke, Beauvais, Nordic Sugar, Oscar, Scandic Food, Unilever  - og fleiri øðrum veitarum  
 
Í løtuni starvast 12 fólk á Kjølbro Heilsølu. Av hesum arbeiða 5 á skrivstovuni og taka sær av dagliga sølu og innkeypsvirkseminum har, meðan 3 sølufólk hava til uppgávu at vitja kundar okkara kring landið. Á goymsluni starvast 4 fólk við avgreiðslu av inn- og útgangandi vørum.