TíðindiFrumsagnir.
Í fornfrøðiliga útgrevstrinum á Sandi eru funni rossa bein í einum øskudunga sum kann daterast aftur til ár 300. Sera áhugavert, tí so sær søgnin um Fróðakong út ti kanska at vera sonn.
Fríggjadagin 13 Apríl Fann Eva úr Dímun flott greðing sín liggjandi deyðan ú bønum. Hetta vóru tung tíðindi, men vit høvdu júst funnið út av, at hann var sjúkur og ikki hevði so langa tíð eftir at liva í.
1. Marts
Vit hava verið á fundi við Jacob Vestergaard. Sera jaligur fundur. Umsíðir kenna vit at vit hava fingið onkran at lurta eftir okkum.
18 feb.
Sera kalt og strævið at arbeiða. Brúsi hevur fingið bruna í eyga. Sær út sum ein snuddur, men vit vita ikki hvat er hent. Hann skal baði drippast í eyga og hava penicillin I.m. Í Hvannasundi hevur Ljósi traðka okkurt skitt upp í hógvin og skal eisini í viðger. Hevði vilja at okkara umstøður vóru betri. Tað vit gera er so tídningarmikið. Hví vil Fiskimálaráðið ikki hjálpa. Tað eru teir sum hava fingið ábyrgdina. Um teir vóru menn, so viðgingu teir at teir ikki tima at hjálpa og ikki sum nú, at bara halda okkum henn.
16 feb.
Ryssur kannaðar.
Í dag kannaði djóralæknin fýra ryssur og ongin teirra var kviðin. Vónandi fer glið at koma á alingina aftur skjótt, tí seinasta ár var ikki gott. Vit fáa ikki kannað hinar ryssurnar, tí tað er so sera dýrt at fáa djóralæknan út á bygd, tí ongin ferðastuðul er longur. Sera harmiligt og óheppið.
31. jan. Grein um verkætlanina RNB á heimasíðuni hjá NORA
19 jan. Sending í ÚF um føroysku rossini og ferðavinnu, lurta her
Um nakar hevur serligan áhuga um peningaligu síðuna, so hygg her
18. jan 2012. Í hesum døgum verður annar fundur í NORA samstarvinum um uppruna ross hildin í Føroyum. Sera nógv jaligt á skránni. Meira um hetta seinni.
31. okt. Júst komin aftur av ferð til lærda háskúlan á Hólum. Fyrsti fundur í norðurlendska samstarvinum um upprunaross og ferðavinnu.
Les meira
Tveir dagar seinni fór Bergur Hanussarson djóralækni við tyrluni til Dímunar. Hann megnaði at taka eftirburðin út og soleiðis at bjarga Sáru.
29 aug 2011 Ryssan Sára folaði eitt hestfyl. Tað gekk gott hjá fylinum at koma út, men eftirburðurin vildi ikki koma. Dagin eftir doyði fylið. Eftirburðurin er ikki komin enn so vit vóna at ryssan klárar seg. Sum tað viðhvørt er hart at arbeiða við náttúruni.
|