Føroyska rossið - færøhesten - faroese horse

Aliarbeiðið

Tey føroysku rossini eru ein sera hóttur stovnur, ið bert telur 62 djór. Vit hava bert 16 ryssur, sum eru í burðardyggum aldri. Ross hava verið í Føroyum í eini 1200 ár. Rossastovnurin, ið vit hava í dag, er undan hesum rossum. Hetta ger sambart serfrøðingum slagið til eitt tað elsta og mest sjálsama í heiminum. Stovnurin var um at doyggja út og taldi bert 5 djór.

les meira um aliarbeiðið

Tíðindi

Frumsagnir. 
Í fornfrøðiliga útgrevstrinum á Sandi eru funni rossa bein í einum øskudunga sum kann daterast aftur til ár 300. Sera áhugavert, tí so sær søgnin um Fróðakong út ti kanska at vera sonn.
 
Fríggjadagin 13 Apríl Fann Eva úr Dímun flott greðing sín liggjandi deyðan ú bønum. Hetta vóru tung tíðindi, men vit høvdu júst funnið út av, at hann var sjúkur og ikki hevði so langa tíð eftir at liva í.
 
1. Marts
Vit hava verið á fundi við Jacob Vestergaard. Sera jaligur fundur. Umsíðir kenna vit at vit hava fingið onkran at lurta eftir okkum. 
 
18 feb.
Sera kalt og strævið at arbeiða. Brúsi hevur fingið bruna í eyga. Sær út sum ein snuddur, men vit vita ikki hvat er hent. Hann skal baði drippast í eyga og hava penicillin I.m. Í Hvannasundi hevur Ljósi traðka okkurt skitt upp í hógvin og skal eisini í viðger. Hevði vilja at okkara umstøður vóru betri. Tað vit gera er so tídningarmikið. Hví vil Fiskimálaráðið ikki hjálpa. Tað eru teir sum hava fingið ábyrgdina. Um teir vóru menn, so viðgingu teir at teir ikki tima at hjálpa og ikki sum nú, at bara halda okkum henn.
 
16 feb.
Ryssur kannaðar.
Í dag kannaði djóralæknin fýra ryssur og ongin teirra var kviðin. Vónandi fer glið at koma á alingina aftur skjótt, tí seinasta ár var ikki gott. Vit fáa ikki kannað hinar ryssurnar, tí tað er so sera dýrt at fáa djóralæknan út á bygd, tí ongin ferðastuðul er longur. Sera harmiligt og óheppið.
 
31. jan. Grein um verkætlanina RNB á heimasíðuni hjá NORA
 
 
19 jan. Sending í ÚF um føroysku rossini og ferðavinnu, lurta her
 
Louisa og Ljósi
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
Um nakar hevur serligan áhuga um peningaligu síðuna, so hygg her
 
18. jan 2012. Í hesum døgum verður annar fundur í NORA samstarvinum um uppruna ross hildin í Føroyum. Sera nógv jaligt á skránni. Meira um hetta seinni.

31. okt. Júst komin aftur av ferð til lærda háskúlan á Hólum. Fyrsti fundur í norðurlendska samstarvinum um upprunaross og ferðavinnu.

Les meira

Tveir dagar seinni fór Bergur Hanussarson djóralækni við tyrluni til Dímunar. Hann megnaði at taka eftirburðin út og soleiðis at bjarga Sáru. 

29 aug 2011  Ryssan Sára folaði eitt hestfyl. Tað gekk gott hjá fylinum at koma út, men eftirburðurin vildi ikki koma. Dagin eftir doyði fylið. Eftirburðurin er ikki komin enn so vit vóna at ryssan klárar seg. Sum tað viðhvørt er hart at arbeiða við náttúruni.

 

 

Søga

Sera áhugaverd søgn stendur í Færøernes Oldtidshistorie eftir Niels Winther. Har verður greitt frá, at ein danskur kongur nevndur Frode gjørdi búseting í Frodbø á Suðuroynni kanska so tíðliga sum við Kristi føðing. Hann hevði bæði neyt , seyð og ross við sær umbord. Um ross hava verið í Føroyum síðani hesa frásøgn, so eru tey kanska óblandaði í 2000 ár. So hava vit kanska fatur á jarnaldarrossinum heldur enn rossininum hjá víkingunum. Hesin Fróði er kanska sami sum stríddist við Attila húnarkong hin navnframa.

Síðani landnám hava ross verið í Føroyum. Arvafrøðiligar kanningar vísa, at tey mest sannlíkt eru undan bretskum smárossum. Tey eru lík Exmoor rossunum, men hava tikið sítt egna skap eftir teimum sera hørðu liviumstøðunum, ið eru her á landi. Tey hava klára seg í gjøgnum alt veður øll árini tey hava balst á hesum klettunum. Tey eru sera fóðurløtt og harðfør. Hógvarnir eru framúr góðir og sinnalagið er eisini lagað eftir umstøðunum og ger rossið tolið og klókt. Teimum dáma illa at verða hundsaði ov nóg við, men við góðum samstarvi ber væl til at brúka tey.

Náttúrugripasavnið skrivar á teirra heimasíðu, lesið her:

Søgan um rossini er líka long sum søgan hjá menniskjunum her á klettunum. Líka síðani landnám hava rossini trælkað fyri okkum og um vit hyggja at landslagnum, eru mong sporini eftir teirra arbeiði. Nær um allar bygdir eru umgyrdar av lagaðum grótgørðum og bøurin er reinsaður fyri grót. Hetta er alt gjørt við hjálp frá rossunum.

Um hundurin er besti vinur menniskjans, so er rossið trúgvast trælur.

Helena og Njørður

Ymiskt

Vit vilja takka
 
 okkara
Øll alingin hevur so at siga verið fíggjað privat m.a. av mær .Áhugaði kunnu síggja mín ársroknskap, sum eg sendi til Taks á hvørjum ári.
 
Ein grein sum er skrivað fyri nøkrum árum síðani.
 
 
Sera gott úrslit í heystkappríðingini
 
Í árligu heystkappríðingini hjá Føroya Ríðingarfelag, megnaði lítli Marmarankur við Mariu Joensen á baki at ogna sær fyrsta pláss í bólki tvey. Ein góð løta hjá okkum, sum hava arbeitt við at fáa føroysku rossini meira viðurkend.