Bookmark and Share    
Tinakj
 

Thomas Thurah

  • Historien er ikke slut – Samtaler med 36 europæiske forfattere; Thomas Thurah
    05-08-2009
    Samlerens Bogklub; 2000; 1. bogklubudgave, 1. oplag. Fyri at tað ikki skal vera lygn – so klárar Thomas Thurah, sum eg annars havi stóra respekt fyri sum ummælara, at skriva eina bók við heitinum “Historien er ikke slut” og við hesi bók, geva sítt íkast til, hvat er hent í bókmentaheiminum seinastu 40-50 árini. Millum teir 36 rithøvundarnar eru bert tveir kvinnuligir! Kerstin Ekman og Ljudmila Petrusjevskaja eru einastu kvinnuligu rithøvundarnir, ið Thurah meinar, eiga pláss í eini munnligari bókmentasøgu, sum hann sjálvur orðar bók sína. Tíðarskeiðið bókin fevnir um er seinna helvt av tjúgunda árhundraðinum. Ein kann spyrja seg sjálvan, um ikki tað hevði verið rætt, í eini bók, har denturin verður lagdur á norðurevropeiskar og skandinaviskar rithøvundar, og har denturin verður lagdur á eftirkrígstíðina og tíðina við Berlinmúrinum, at eisini kvinnuligir rithøvundar fingu pláss í bókini. Thomas Thurah sjálvur sigur beinleiðis, at bókin er sett saman sera subjektivt, út frá “afspejlede hele Europa, (…) og at konstellationen af forfattere svarede til mine personlige og

Tina K. Jakobsen  | Tlf.: 216064 | tinakj@olivant.fo