Nýggj innlegg

Bólkar el. flokkar

Rasmus Rasmussen

  • Minningarorð um Rasmus Rasmussen
    14-10-2012
    Tórshavn hin 14. oktober 2012 Góði Rasmus Í gjár var jarðarferðin. Tá eg fór út um hurðina, legði eg merki til, hvussu gott veðrið var. Eg mintist, at eg einaferð fekk at vita frá einum av mínum mongu sálarfrøðingum, at eg skuldi leggja merki til okkurt gott hvønn dag. Tí ongin dagur hevur bara ringt við sær. Og hóast eg visti, at tað fór at verða tungt í dag, so var tað allarfyrsta, eg sá, bláur himmal, stilt og sól. Og so visti eg av tí sama, at tú vart á veg, nú fórt tú at fáa frið. Frið fyri teimum, ið bardu teg av í Glitnir, men eisini frið fyri tí, sum bardist innan í tær sjálvum. Harafturat fórt tú at fáa frið fyri okkum, sum ikki royndu at hjálpa tær í nóg stóran mun. T.d. megnaði eg ongantíð at seta meg undir liðina á tær og siga tær, at eg heldur ikki altíð hevði havt tað so gott, kanska hevði tað kunnað tikið eitt sindur av tínum einsemi burtur? Kanska skuldi eg onkuntíð havt svarað "nei, men skulu vit fara saman ein túr onkuntíð?" í staðin fyri bara at siga "nei, tíverri" tá

Tina K. Jakobsen  | Tlf.: 216064 | tinakj@olivant.fo