Thursday, 24 September 2009 at 11:45 ·
Í 2011 skulu tú og eg teljast. Fólkateljingin verður gjørd eftir ST leisti, og er fyrsta teljingin í Føroyum í meira enn 30 ár.
Tað sigur sostatt seg sjálvt, at vit mangla nógvar upplýsingar um viðurskiftini í Føroyum, og fyri at fáa so neyvar upplýsingar sum møguligt er sjálvandi neyðugt, at spurnarbløð og tilgongdin annars er so objektiv sum yvirhøvur gjørligt.
Ella er tað nú tað? Eftir øllum at døma, so er objektivitetskriteriið ikki eitt, ið liggur serliga ovarlaga á listanum í komandi fólkateljingini. Fólkateljingin er doypt Manntal, eitt navn, sum í mínum oyrum skurrar – eg eri ikki ein maður! Og nei, eg taki ikki undir við, at maður merkir menniskja. Eg eri kvinna og um eg skal teljast, so vil eg fegin hava at tað verður kallað Fólkateljing. Vit hava havt fólkateljingar í Føroyum fyrr, men Manntøl eru nýggj í Føroyum.
Eg dugi ikki at síggja nakra so tungtvigandi orsøk til at orðið skal broytast. Í skúlunum læra vit til dømis um fólkateljingar, ikki um manntøl. Ein og hvør skilir orðið fólkateljing – tað telu