Føroyska rossið - færøhesten - faroese horse

Hógvar

Eitt av sermerkinum hjá teim føroysku rossunum, eru teir sterku hógvarnir. Hesin eginleikin verður oftani havdur á lofti millum serfrøðingar.
Fyri fýra árum síðani høvdu vit trupulleikar við tí eina rossinum, sum ikki vilda skógvast. Okkara hegnigi skógvari segði, at hann tímdi ikki at stríðast við okkum, fyrr enn rossið dugdi at standa stilt. Hetta var byrjanin til, at vit fóru at kanna, um tað nú var neyðugt við skóm. Vit høvdu lisið um skóleys ross á internetinum, so hví ikki royna hetta. Vit leitaðu fleiri websíðir fram, keyptu bøkur, tengur og fílir og fóru í gongd. Hugskotið var at fáa hógvarnar at síggja so náttúrliga slitnar út sum gjørligt. Vit vistu, at í byrjanini vóru møguleikar fyri trupulleikum, at rossini blivu sárføtt, men tað gekk betri enn væntað. Ongin skógvur hevur verið á nøkrum rossabeini aftaná at vit lærdu at skera hógvarnar sjálvar. Eitt er, at tað má kennast betur hjá rossunum, at vera so náttúrlig sum gjørlig, men harumframt er tað av stórum tídningi, at vit spara hópin av peningi.