Føroyska rossið - færøhesten - faroese horse

Fóður

Góð ráð frá Jórun Sundberg um fóðring
Um ross skulu hava "súrhoyggj" skal hetta vera sera turt, tvs næstan turt áðrenn tað verður ballað.
Í Føroyum verður mest gjørt hetta váta súrhoyggi, og tað egnar seg ikki til nøkur ross yvirhøvur.
Vátt súrhoyggj oyðuleggur sodningina, og tað ger at føðin verður illa upptikin og útnyttað. Tað fremur eisini lætt kolik ( nógvar útreiðslur) og pínu fyri rossini.
Hoyggj er altíð betur, um tað ikki er ov sopparíkt ( illa turkað hoyggj )
Og Føroykst hoyggj burdi verið tað besta, tí tað eru rossini von við gjøgnum 1000 ár. Alternativt íslendskt ella danskt ? Danskt er bara ofta sera sukurríkt og tí skal ansast væl eftir, hvat man velur.
Eg meti at best er at vera varin hvussu fóðringin fer fram, serliga meðan stovnurin er so lítil. Netup fyri at fáa flest fyl at koma væl undan.