Føroyska rossið - færøhesten - faroese horse

Umhvørvi

Umhvørvi
Fyrr í tíðini noyddust tey føroysku rossini at klára seg sjálvi. Tey stóðu úti alt árið, og fingu einki eyka fóður. Tey noyddust tí at klára seg sum frægast, og ótu tað, sum var. Umframt gras, hava tey eisini etið lyng, og ymiskar plantur í haganum og eisini leitaðu tey sær oman í fjørðina at eta tara. Av tí at tað regnar sera illa í Føroyum, og at tað er nógvur vindur, eru rossini til lagað til hetta. Skinnið hjá teimum hevur long dekkhár, og undirullin er tjúkk og isolerar væl. Eisini inniheldur skinnið nógv feitt, sum ger, at vatnið ikki sleppur framat húðini. Eisini hava tey sum heild sera góðan hárvøkstur. Hetta hevur eisini hjálpt teimum ímóti regninum. Um veturin var tað ikki nógv hjá rossunum at eta, og hetta hevur gjørt rossini sera kravlítil, tá tað kemur til fóður. Tey hava noyðst at klára seg við so lítlum sum gjørligt, og hetta hevur óivað havt við sær, at tey eru vorðin so smá.

Allir hesir liðirnir hava havt við sær, at føroysku rossini eru til lagað umhvørvinum, sum tey hava livað í gjøgnum tíðina. Av tí sama trívast tey eisini best undir líknandi umstøðum. Nógv føroysk ross standa úti alt árið nú á døgum, og tey stórtrívast. Um tey ganga í einum haga, har tað er nóg mikið av grasið, og hava møguleika at kroka aftanfyri stórum steinum, bakkum e.l. trívast tey sera væl. Eisini er tað sera gott fyri magan hjá rossunum at standa í einum haga, tí at tey allatíðina hava møguleika fyri at eta. Hetta er tað optimala fyri sodningarkervið hjá teimum, tí at magin alla tíðina hevur nakað at arbeiða við. Tað er sera gott, tí um magin er tómur ov leingi hjá rossinum, kann magasýran lagrast í búkinum, og rossini fáa magasár. So tá rossini ganga í haganum eta tey meginpartin av tíðini, og undganga samstundis at fáa magasár.

Ross eru flokkdjór, og dáma tí væl at vera saman við øðrum rossum. Tó ber tað ikki væl til at hava greðingar saman, har ryssur eru, um man ikki hevur eitt nóg stórt øki, so teir kunnu hava hvør sítt territorium. Sum heild er tað ikki eitt gott hugskot, tí greðingarnir berjast um ryssurnar, og teir kunnu av tí sama blíva illa skaddir. Eisini má havast í huga, at hestfyl, sum eru meira enn eitt hálvt ára gamlir telja sum greðingar. Harafturat skulu fyl venjast frá, um henda aldurin, so best er, at skilja teir frá mammuni tá. Tá ryssur og greðingar standa saman, má sjálvsagt havast í huga, at har er ein ávísur kjansur fyri at ryssan gerst kviðin. Tí mugu ryssur ikki standa saman við greðingum, sum tær eru nær slektaðar við.

Tó eru tað ikki øll, sum hava ein haga at koyra rossini í. Tað næstbesta man tá vera at hava umstøður sum líkjast so nógv sum gjørligt. Eins og áður nevnt eru rossini sosial, av tí at ross eru flokkdjór. Tey gerast minni stressaði og trívast betri psykiskt, um tey eru saman við øðrum rossum. Teimum dáma væl at gníggja hvørjum øðrum og hetta hevur nógv at siga fyri vælveru teirra. Eisini eru tey frá náttúrunnar hánd von við at hava stórt økið at røra seg á, so tey trívast eisini best, um tey hava møguleika at ganga runt. So til tey, sum ikki hava haga, er tað næstbesta leysahald, so tey kunnu røra seg, og ganga saman við øðrum rossum.Tann parturin, av leysahaldinum sum er inni, skal hava bleytt undirlag, sum t.d. spønir, hálm ella gummimáttir, sum eru lættar at reingera. Neyðugt er at sópa hvønn dag, so at rossini ikki gerast sjúk av bakterium. Tann parturin sum er uttanfyri má gjarna vera gras, um økið er nóg stórt, at tað ikki gerst mýrukent. Annars er tað eisini gott um man hevur fínt grús, sand, ella líknandi, sum rossini kunnu ganga runt á. Eisini her er neyðugt at sópa hvønn dag.

Onkuntíð eru tað summar orsøkir, sum gera, at tað kann vera hent at hava boksir at koyra rossini í. Hetta kann vera, um tey hava eina aðra fóðurætlan enn hini rossini, um tey eru skødd ella sjúk. Undirlagið, sum tey hava inni skal eins og hjá leysahaldinum vera bleytt og lætt at reingera. Eisini er tað best fyri trivnaðin um rossini, sum standa á bási sleppa út javnan, minst eina ferð um dagin.

Ross sum standa úti hava sjáldan brúk fyri at verða striglaði. Skinn teirra tolir tað føroyska veðurlagið væl, og ofta er skinnið uttan nakrar serligar fløkjur, uttan at tey verða striglaði. Tó eru tað sjálvandi undantøk, so um rossið hevur fløkjur í skinninum, sum gera, at tað ikki fær virkað sum tað skal, er sjálvandi best at strigla teimum. Ross, sum standa inni fáa næstan altíð fløkjur undir búkinum og aðra staðni, so best er at strigla rossinum hvønn dag, um tey standa inni.

Ikki ráða vit nøkrum til at hava rossini standandi bundin á bási. Hetta er ónattúruligt fyri rossini á allar mátar. Tey fáa ikki rørt seg, verið sosial, tey keða seg og hetta er als ikki gott fyri trivnaðin. Hetta er eisini ólógligt í grannalondum okkara, og verður sæð sum djóramisrøkt. Fleiri føroysk ross hava staðið á henda hátt, og tað hevur verið heilt týðiligt, at tey ikki hava trivist. Summi eru byrjað at grísla tenn av tí at tey keða seg, og hetta er ikki gott fyri tenninar. Eisini gerast vøddarnir veikir, tí at tey ikki eru sloppin at røra seg. Harafturat gerast rossini sløv og tung í huga. So at binda rossini á bás er sum heild er ikki ein góð loysn.

Samanumtikið kann sigast, at tað besta man kann gera, er at fylgja náttúruni. Fyri trivnaðin hjá rossinum er best at hava umstøður, sum líkjast tær í náttúruni so nógv sum til ber. Á henda hátt kann rossið trívast í umhvørvi sínum, og hetta er til gagn bæði fyri ross og eigara.