Nú er 8. mars - altjóða kvinnudagur. Og ymsa staðni í landinum eru tiltøk, ið kunna um og gera sítt í stríðnum fyri javnstøðu. Stendur tað ikki væl til?
Søgureingjan
Fyrst ein lítil viðmerking til "8.mars damukampur", sum Kinna Poulsen hevur á listablogginum 07. mars í ár. At fara aftureftir í bókmentasøguna og leita eftir tilfari frá konum kann ikki kallast søgureingjan. Søgan verður skrivað av "vinnaranum"/"makthavaranum". Tað ger ikki tekstirnar verri (og ei heldur betri), at tekstir hjá kvinnuligum rithøvundum ikki eru komnir fram í tí tíðarskeiði, teir eru skrivaðir. Tekstirnir hava verið har, men hava ikki verið tiknir fram. Tað merkir ikki, at teir aldrin mugu koma í ljósmála. Tá teir nú vera tiknir fram, millum annað í bókmentasøguni hjá Sigurðardóttur og Marnersdóttur, so eiga teir, og vera eisini, mettir sum aðrir tekstir. Tað slepst tó ikki undan, at tað eru nøkur ting, ið hyggjast má eftir, tá høvundurin er konufólk, eins og at tað eru nøkur ting, ið hyggjast má eftir, tá høvundurin er mannfólk. Tað var heldur ikki altíð væl dámt at ein maður setti seg at yrkja og skriva, í so máta eru kvinnuligir høvundar onki eindømi. Til dømis havi eg hoyrt um onkran mannligan høvund, at hann lá á bonkinum allan dagin og gjørdi ikki dávanyttuna. Í dag kunnu vit vera glað fyri, at hesin mannligi høvundur ikki legði petti í, at fólk rundan um hann hildu hann vera dovnan, men helt fram at skriva óansæð. Og tað sama er galdandi fyri konufólk. Ikki er vist, at tað ávirkar innihaldið og/ella góðskuna í teirra tekstum, men tað mátti verið vert at skeitt eftir.
Fisulistin
At konur ikki hava áhuga fyri fisulist, tað ivist eg í. Eg dugi ikki at minnast nógva føroyska fisulist, men eg fylgi nú heldur ikki so væl við, sum eg gjarna vildi. Bæði Kinna Poulsen og Inger Smærup eru dugnaligar at leggja framsýningar til rættis. Mítt ynski er, at tit gera eina framsýning við fisulist. Lat okkum fáa fisulistina fram, um hon er har.
Og so til nakrar aðrar fisur
At mannfólk brúka sexualitetinum og kynið hjá konum í kjaki er eftirhondini nokkso vanligt. Endamálið er at niðurgera, láturliggera og avlaga kjakið. Og so skuldi ein trúð, at so var semja um, at slík viðfer er ósømilig, og fullkomiliga óneyðug og óvirðilig. Men nei, so er ikki. Hóast hetta er ein vaksandi tendensur, og hóast at tað ikki verður átalað hvørja ferð, so er hetta ein skeivur framferðarháttur. Ein skuldi trúð, at slíkt kom frá fólki, ið ikki høvdu eitt serliga stórt orðatilfeingi, men so er ikki. Í summum førum er talan um fólk, sum vit fullvæl vita duga at orða seg, og hóast hetta, so velja tey at skjóta fullkomiliga við síðuna av málinum, og langa bóltin eftir konuni ístaðin. Eg má so spyrja, til hvat? Hvat fær mann burturúr slíkari kjakviðmerking? Kjakið fer av sporinum. Hetta er ikki bert galdandi fyri greinir og viðmerkingar, sum konur skriva, men eisini fyri summar avgerðir konur í til dømis politikki taka. Hugsi millum annað um Kitty May Ellefsen, sum skifti flokk, og Kristionnu Winther Poulsen og uppskotið um barsilsfarloyvið. Kann mann ímynda sær eina tekning av einum naknum Karsteni Hansen ímillum sengurnar hjá Høgna Hoydal og Jenisi av Rana? Ella hevði tað verið eitt sindur for grovt?
Ella sum Christian Severin Larsen skrivaði á Pio Pio: " Når livmoderhaldskræft betegnes som en ’luderkræft’ af liberale debattører, er det blot ’ment i sjov’ må man forstå." (http://piopio.dk/de-10-sjoveste-liberale-kommentarer-om-kvinder/). Ja, sera stuttligt!
Eitt annað dømi er greinin hjá Benju Stig Fagerland "Kvinder betaler en høj pris, når de blander sig i debatten" (http://politiken.dk/debat/ECE1666142/kvinder-betaler-en-hoej-pris-naar-de-blander-sig-i-debatten/). Henda greinin er um eitt serlig slag av viðmerkingum, sum verða gjørdar til greinar og kjakinnlegg, sum hon skrivar. Hon skrivar um viðmerkingar, ið als onki hava við evni at gera, sum hon skrivar um, um viðmerkingar, sum niðurgera hennara biologiska kyn og hennara sexualitet. Í summum førum eggja tær enntá til harðskap. Ein av viðmerkingunum til greinina hjá Fagerland er frá Johnny Thomsen, og hon er stutt og greið: "kan feminister knæle under samleje ?".
Er tað hetta, vit vilja hava í okkara kjakmentan eisini her í Føroyum? Ella kanst tú loyva tær at reagera, tá hetta hendir? Hóast at tað onkuntíð kann tykjast nyttuleyst, so er tað neyðugt at reagera uppá slíkt. Tað er ikki í lagi at fólk sleppa at svara konufólkum soleiðis aftur. Handan orðini eru fólk úr kjøti og blóði, og tað er ikki neyðugt at fara niður á eitt sexualiserað støði fyri at gera eina viðmerking til eina grein. Tað er maktarloysi og tað er ófólkaligt!
Og hvat nú?
Vit hava ein óvana í Føroyum. Vit sammeta okkara støðu við Danmark og gloyma, at londini eru ikki eins 1:1. Og so er tað av stórum týdningi, at vit minnast til, at tá tað kemur til kvinnurørslu, so eru vit ljósár aftanfyri. Og tað er harmiligt, ólukksáliga harmiligt. Vit hava havt kvinnur, ið hava gjørt vart við hetta, í øllum førum, líka síðan 1908. 24. mars 1908 er grein í Oyggjunum "Nýggjasta valgrættin. Tá ið føroyskar kvinnur fara á valg". Ein sera áhugaverd grein hjá Súsonnu Helenu Patursson. Seinni skrivar hon um eina kvinnustevnu í Italia og um eina konuveitslu á ráðhúsinum í Keypmannahavn, har tað verður feirað, at konur hava fingið kommunalan valrætt. Hetta seinna er eitt brot, hon hevur tikið úr "Hjemmet".
Føroyskar konur eru gjørdar varugar við og hava kunnað seg um, hvat er hent rundan um okkum í 100 ár, men hóast hetta eru vit enn fullkomiliga afturúrsigldar. Hví er tað so? Er tað tí, at vit ongantíð eru komnar hagar, at vit konur tora at skeldast um okkurt innanhýsis og ikki brenna brýr av tí sama? At skeldast um eitt og so verða samdar um eitt annað? At annað ikki útilokar hitt?
Tí rætt er tað, at neglalakk, mótasýningar og 1000-kr's arrangementir ikki hoyra heima á kvinnudegnum. Dagurin er ein stríðsdagur, ikki ein lat-okkum-smyrja-okkum-og-fara-út-at-hugna-okkum-dagur. Hetta er ein dagur, ið átti at verið hildin á speakers corner, ella framman fyri tinghúsið saman við túsundtals konum, ið vildu broyting. Konum, sum vilja, at tey, sum í løtuni hava meirilutan í tinginum, gera broytingar til frama fyri at konur vera verandi í Føroyum, til frama fyri lønarjavnstøðu, til frama fyri útlendsku konunum, sum koma henda vegin í hópatali, til frama fyri konum, ið eru fyri harðskapi heima, til frama fyri konum, sum eru einsamallar við børnum, til frama fyri konum, ið ikki fáa pensjónsinngjald í barsli, til frama fyri konum, sum í realitetinum hava mist fýra vikur í løn í barsli, til frama fyri konum, ið ynskja at útbúgva seg, til frama fyri konum, ið ynskja at taka lán í bankum einsamallar, til frama fyri konum, ið vilja hava rættin til egna kropp sín, til frama fyri konum yvirhøvur!
Og hví gera vit so ikki hetta? Hava vit tað fínt? Støðan er jú ikki so ring, at tú kanst loyva tær ordiliga at brokka teg ... øll hava tað jú so ringt í løtuni, so um konur kanska hava tað ringt á nøkrum ávísum økjum, ið eru tengd at kyni ... ja, tað gerst so ikki við. Eg haldi, at ein orsøk er, at vit framvegis ikki tora veruliga at langa nevan í borðið og siga, at nú kann tað fanime vera nokk. Okkara brósthaldarabrenningspartur vantar og bleiv gloyptur av innanhýsis stríði, ið ikki tænti nøkrum. Vit mugu tora at vera vit, um neyðugt at vera eitt sindur ókvinnuligar (sí: http://f-frekvensen.dk/en-rigtig-pige/), og krevja okkara part og okkara rætt.
Við kvinnukvøðu og góðan stríðsdag 2013
Tina K. Jakobsen
Viðmerkingar
Ongar viðmerkingar