Bookmark and Share    
Tinakj

Minningarorð um Rasmus Rasmussen

14-10-2012

Tórshavn hin 14. oktober 2012

Góði Rasmus

Í gjár var jarðarferðin. TáRasmus Rasmussen eg fór út um hurðina, legði eg merki til, hvussu gott veðrið var. Eg mintist, at eg einaferð fekk at vita frá einum av mínum mongu sálarfrøðingum, at eg skuldi leggja merki til okkurt gott hvønn dag. Tí ongin dagur hevur bara ringt við sær. Og hóast eg visti, at tað fór at verða tungt í dag, so var tað allarfyrsta, eg sá, bláur himmal, stilt og sól. Og so visti eg av tí sama, at tú vart á veg, nú fórt tú at fáa frið. Frið fyri teimum, ið bardu teg av í Glitnir, men eisini frið fyri tí, sum bardist innan í tær sjálvum.

Harafturat fórt tú at fáa frið fyri okkum, sum ikki royndu at hjálpa tær í nóg stóran mun. T.d. megnaði eg ongantíð at seta meg undir liðina á tær og siga tær, at eg heldur ikki altíð hevði havt tað so gott, kanska hevði tað kunnað tikið eitt sindur av tínum einsemi burtur? Kanska skuldi eg onkuntíð havt svarað "nei, men skulu vit fara saman ein túr onkuntíð?" í staðin fyri bara at siga "nei, tíverri" tá tú onkuntíð spurdi, um eg nakrantíð var við til LGBT-tiltøk.

Í dag hugsi eg um, um tað var rætt av okkum at byrja at gera vart við tey viðurskifti, sum samkynd í Føroyum liva undir. Prísurin vísti seg at blíva høgur. Møguliga hevði tú valt at farið fyri nøkrum døgum síðani, óansæð um tú vart blivin avbardur í 2006 ella ei, men nú var tað altso tann hendingin, sum fekk teg at koppa, ikki nøkur onnur hending. Og tað kann mann ikki ignorera.

Eg vóni, at teir, ið lupu á teg í Glitnir, vóru og fylgdu tær, Rasmus. Eg vóni, at tíðin aftaná hendingina vísti teimum, at tað, teir gjørdu, var skeivt. Eg vóni, at teir bóðu teg um fyrigeving. Eg vóni, at teir høvdu blómur við til grøv tína, og eg vóni, at teir framyvir ganga fremst, tá tosað verður um sálarsjúku og samkyndleika. Eg vóni, at teir hava lært, at gerðir eru ikki uttan avleiðingar, eg vóni, at teir hugsa um familju tína, um tíni vinfólk, men ikki minst um dóttur tína.
Tí hóast tað, fyri teir, eru 6 ár síðani, at teir lupu á teg, so steðgaði tín bardagi ikki fyrr enn fyrr í vikuni.

Tú vart ikki hann, ið stillaði teg fremst á barrikaduna, men uttan at vilja tað, bleivst tú drigin fram, gjørdur til ímyndina av, hví vit skuldu hava Føroyar at flyta seg hugsjónarliga.

Tað er so nógv, eg fegin vildi gjørt øðrvísi. Tað fari eg at royna framyvir, og nú skalt tú fáa frið, góði Rasmus.

 

Kærastu heilsur

Tina


Bólkur el. flokkur: Tinusa heimur

Viðmerkingar

Ongar viðmerkingar

Ger eina viðmerking

Tina K. Jakobsen  | Tlf.: 216064 | tinakj@olivant.fo