Bókacafé2011-11-22 18:54 Hesa ferð leggja tey út við eini samrøðu millum Malan Marnersdóttir og Jóanes Nielsen, har Jóanes Nielsen fer at siga frá nýggju bók síni, "Brahmadellarnir".
Síðan sigur Uni Arge eitt sindur um greinasavn sítt "Framtíðin Kallar", og Páll Holm Johannesen fer at greiða frá bók síni "Tey sóu reytt".
At enda fer Kári Árting at siga eitt sindur um metsølulistan hjá Rit & Rák.
Millum innsløgini syngur Uni Arge.
Tiltakið er alment og ókeypis.
|