Før. bókmentir / Poul F. Joensen

Poul F. Joensen

Poul F. Joensen

Poul F.(1898 - 1970) varð føddur og vaks upp í Sumba, brimplássinum sunnast í Føroyum, og í hansara skaldskapi hoyrist ofta dunið av uppgangi, málsliga og sálarliga. Hann var útbúgvin lærari, men treivst ikki í skúlastovu og livdi flestu árini sum traðarmaður og verkamaður. Eftir samtíðar meting tók hann harðliga til orðanna, og í hansara skaldskap er ofta eitt spottandi lag. Einki var honum heilagt og minst av øllum trúðarøsing og klandursom sekterisma. Prestur í kjóla og kraga og trúðboðarin við himmalvendum eygum eru láturligu umboðini fyri svik og kávalæti, og allir samfelagsstuðlar fáa av at vita í hansara skriving. Tó eitt var honum dýrabart alt lívið: kærleikin og tann holdsliga ástin, og hansara ástaryrkingar eru millum tær vakrastu í føroyskum skaldskapi.

Rithøvundafelag Føroya | Undir Pisuvarða 2, FO-100 Tórshavn