Tíðindaskriv

2015-06-03 21:33
Ludvík á Brekku nýggju formaður í Rithøvundafelagnum

...Á ársaðalfundi hjá Rithøvundafelagnum, ið varð hildin á Háskúla Føroya, 18. mars 2015, varð nýggj nevnd vald. Nevndin hevur síðan skipað seg og nýggjur formaður í felagnum er Ludvík á Brekku. Ludvík á Brekku (f.1985) er havnarmaður. Fæst við at skriva skaldskap á bundnum og óbundnum máli. Eisini hevur hann fingist við málningalist og sýnt fram í Føroyum og DK. Hann skal á Listaháskóla Íslands í august at lesa BA og er valdur til formann í Føroya Rithøvundafelag, til hann fer úr Føroyum í summar, tá nýggjur formaður fer at taka við.

Á fyrsta fundinum hjá nýggju nevndini í Rithøvundafelagi Føroya, skipaði nevndin seg soleiðis: Ludvík á Brekku, formaður, Vónbjørt Vang, næstformaður, Bergur Rasmussen, skrivari, Rói Patursson og Sissal Kampmann nevndarlimur.

Tiltakslimirnir í felagnum eru: Gitte Klein og Helle Thede Johansen.

Umframt at arbeiða víðari við at bøta um korini hjá føroyskum rithøvundum, fer nevndin eisini at skipa fyri árligu bókadøgunum í Norðurlandahúsinum, umframt at skipa fyri øðrum bókmentaligum tiltøkum kring landið.
Rithøvundafelag Føroya | Undir Pisuvarða 2, FO-100 Tórshavn