Kom og les!

2014-03-19 18:22
Barna- og ungdóms-bókmentafestivalur 2014
 

Í viku 14 verður ljós varpað á føroyskar barna- og ungdómsbókmentir, og vit hava tí bjóðað skúlum at fáa vitjan av rithøvundum og/ella sjónleikarum, sum kunnu geva næmingunum eina ‘eyka bókmentaupp-living’. Summir rithøvundar lesa upp úr egnum bókum og vilja fegnir tosa um tær, meðan aðrir gera verkstovur, har næmingarnir sjálvir skulu vera virknir.

Sjónleikararnir skipa fyri verkstovum, har denturin verður lagdur á upplestur. Næmingarnir fáa ymisk amboð, teir kunnu brúka í eini roynd at gera ein tekst meira livandi.

Allar vitjanirnar verða millum 45 og 90 minuttir – alt eftir hvat rithøvundurin hevur at bjóða.

Leygardagin 5. apríl
verður ein endabrestur í Norðurlandahúsinum, har rithøvundar eisini verða við, møguleiki verður at hoyra ævintýr eftir Jakob Jakobsen, gera sína egnu bók, gera talgild bókaummæli við meira.

Vinnararnir av skrivikappingini fyri næmingum í 9. flokkunum verða avdúkaðir. Tríggir teir bestu rithøvundarnir vinna eitt skeið á norðurlendskum rithøvundaskúla í Svøríki frá 3. til 9. august. Nummar fýra og fimm fáa eitt árslimaskap í Bókadeildini. Umframt hetta eru 10 tekstir valdar til at koma við í ein bókling, sum skal brúkast í undirvísingini í føroyskum í framhaldsdeild fólkaskúlans. Bóklingurin, sum Ole Wich hevur myndprýtt, kemur út 5. apríl.

Sámal Blak hevur gjørt eina installasjón – eitt bókaunivers – , har til ber at ganga runt millum verur úr føroyskum barnabókum, sum eru komnar út í tíðarskeiðnum 2008-13. Bókauniversið stendur uppi í Skálanum í Norðurlandahúsinum frá 30. mars til uml. 10. apríl. Í hesum tíðarskeiði ber til at vitja tað í upplatingartíðini hjá Norðurlandahúsinum—eisini teir dagar, symfoniorkestrið hevur barnakonsertir í húsinum. Eitt uppgávuhefti verður gjørt til bókauniversið.

Í fyrireikingarbólkinum, sum hevur arbeitt við hesum, eru umboð úr Bókadeild Føroya Lærarafelags, Tjóðpalli Føroya, Býarbókasavninum, Rithøvundafelagnum og Námi.

Rithøvundafelag Føroya | Undir Pisuvarða 2, FO-100 Tórshavn