Listaleypurin2013-03-14 19:26
Hóast kjak er farið í gongd um at menna Listaleypin víðari sum verkætlan, eru mannagongdirnar enn tey somu í ár sum undanfarin ár. Freistin at søkje er 17. Apríl. Dentur verður lagdur á, at listarliga góðskan og tað, at listafólkið leggur upp til samskifti við skúlan og næmingarnar við virðing fyri teirra gerandisdag, greitt sæst aftur í umsóknini. Og so, at tilboðið hevur skjøl við – á pappíri, fløgu, slóðum... so til ber at síggja og hoyra tað, sum tilboðið snýr seg um.
Norðurlandahúsið í Føroyum
|